Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. februar 2016Nr. 4
Kunngerð um próvtøku fyri løggildar grannskoðarar o.a.
Við heimild í § 3 a, stk. 2 og § 31, stk. 7 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 22. mai 2015, verður ásett:
Kapittul 1
Grannskoðarapróvtøka
§ 1. Próvtøkunevndin, ið Skráseting Føroya setur, skipar fyri próvtøkuni til at gerast løggildur grannskoðari, grannskoðarapróvtøkan. Grannskoðarapróvtøkan er ein skrivlig roynd, ið fevnir um tríggjar sjálvstøðugar próvtøkur, nevndar partur A, B og C.
Stk. 2. Próvtøkunevndin ger nærri leiðreglur um mannagongdina fyri próvtøkuna.
§ 2. Fyri at sleppa til próvtøku at gerast løggildur grannskoðari krevst, at umsøkjarin:
1) lýkur eina av hesum treytum:
a) hevur staðið grannskoðarakandidatpróvtøkuna, cand.merc.aud., ella
b) hevur staðið aðra kandidatpróvtøku, og krøvini í § 3, stk. 1 og 2 eru lokin,
2) hevur lokið prógv í føroyskum skattarætti á universitetsstigi, og
3) í minsta lagi í 3 ár eftir at hava fylt 18 ár hevur tikið lut í uppgávum, sum serliga viðvíkja grannskoðan av ársroknskapum, samtøkuroknskapum ella samsvarandi roknskaparfrágreiðingum undir eftirliti av einum góðkendum grannskoðara, og soleiðis at í minsta lagi eitt ár er gjøgnumført eftir, at kandidatútbúgvingin sambært nr. 1 er staðin, og í minsta lagi tvey ár eru gjøgnumførd innan fyri tey seinastu trý árini undan freistini fyri tilmelding til grannskoðarapróvtøkuna.
Stk. 2. Skráseting Føroya kann geva undantak frá treytunum í stk. 1, nr. 3, herundir við atliti til royndir, fingnar í einum øðrum landi enn Føroyum. Umbøn um undantaksloyvi skal vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi tann 1. mai í sama ári.
§ 3. Ein kandidatpróvtøka sambært § 2, stk. 1, nr. 1, litra b, skal saman við ískoyti av loknum føroyskum, donskum ella øðrum útlendskum útbúgvingarpørtum, í minsta lagi:
1) lúka upptøkukrøvini til grannskoðarakandidatútbúgvingina, cand.merc.aud., og
2) innihalda lærugreinir í grannskoðan, roknskapi, skatti og vinnurætti, sum samsvara við lærugreinirnar á grannskoðarakandidatútbúgvingini, cand.merc.aud., og fevna í minsta lagi um 60 ECTS-stig.
Stk. 2. Tá søkt verður um at sleppa til próvtøku við støði í § 2, stk. 1, nr. 1, litra b, skal eitt ummæli frá einum útbúgvingarstovni, sum bjóðar út grannskoðarakandidatútbúgvingina, cand.merc.aud., fylgja við umsóknini, har tað sæst,
1) at umsøkjarin lýkur upptøkukrøvini til grannskoðarakandidatútbúgvingina, cand.merc.aud.,og
2) lærugreinirnar hjá umsøkjaranum í grannskoðan, roknskapi, skatti og vinnurætti samsvara við lærugreinirnar á grannskoðarakandidatútbúgvingini, cand.merc.aud.
§ 4. Ein persónur, sum tríggjar ferðir er farin undir ein part av próvtøkuni, kann ikki melda seg til tann sama partin av próvtøkuni aftur, sbr. tó stk. 2, 3. pkt. Um byrjað er upp á ein part av tí í § 12 nevndu próvtøku, verður hetta talt við, tá 1. pkt. verður nýtt.
Stk. 2. Fyri at standa grannskoðarapróvtøkuna, skulu allar tríggjar skrivligu próvtøkurnar standast innan fyri eitt fýra ára tíðarskeið. Er ein partur staðin meira enn fýra ár, áðrenn triði parturin er staðin, skal tann parturin, ið fyrst er staðin, standast av nýggjum. Ein umsøkjari, sum skal standa ein part av nýggjum, fær tríggjar nýggjar møguleikar til at standa henda sama partin.
Stk. 3. Skráseting Føroya kann geva undantak frá stk. 1. Umsókn um undantaksloyvi skal vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi tann 1. mai í viðkomandi ári.
Stk. 4. Skráseting Føroya kann harumframt geva undantak frá stk. 2, 1. pkt. Umsókn um undantaksloyvi skal vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi tann 1. mai í tí árinum, tá persónurin meldar seg til ta seinastu próvtøkuna. Um Skráseting Føroya gevur undantak, er hetta treytað av, at viðkomandi stendur ta seinastu skrivligu próvtøkuna.
§ 5. Próvtøkan skal staðfesta, at umsøkjarin í verki megnar at loysa tær arbeiðsuppgávur, ið hoyra til virkisøkið hjá løggildum grannskoðarum, sbr. § 1, stk. 2 og 3 í grannskoðaralógini.
Stk. 2. Próvtøka í parti A, ið varir tveir tímar, viðvíkur etikki og óheftni, og skal fevna um fylgjandi fakliga innihald:
1) Starvstøka og fráfaring grannskoðarans,
2) at góðtaka umbidna arbeiðið,
3) frágreiðing um fíggjarlig brotsverk,
4) etikk, tagnarskyldu, óheftni og
5) góðskustýring.
Stk. 3. Próvtøka í parti B, ið varir seks tímar, viðvíkur grannskoðanarátekningum og øðrum váttanum á roknskap, og skal fevna um fylgjandi fakliga innihald:
1) At leggja arbeiðið til rættis og at útinna tað,
2) at geva váttanir og frágreiðingar,
3) at meta um roknskaparskipanir og innanhýsis eftirlit,
4) váðastýring,
5) roknskapargreiningar,
6) at greina rentingarførið og
7) spurningar í sambandi við framløgu av ársfrágreiðingum og samtøkuroknskapum.
Stk. 4. Próvtøka í parti C, ið varir fýra tímar, viðvíkur øðrum váttanum og skatta-, partafelags- og vinnurætti, og skal fevna um fylgjandi fakliga innihald:
1) Kreppurakt virkir,
2) ættarliðsskifti,
3) spurningar innan skatt,
4) fíggjarviðurskifti,
5) virðismeting,
6) keyp og søla av virkjum, umframt kanningar í sambandi við at rationalisera fyritøkur og
7) fyrisitingarliga bygnaðin.
§ 6. Tær tríggjar próvtøkurnar verða próvdømdar hvør sær. Við próvdømingina verður nýtt metingin, staðin, ella, ikki staðin.
Stk. 2. Fyri at standa próvtøkuna krevst, at viðkomandi til allar tríggjar próvtøkurnar hevur rokkið metingini, staðin.
§ 7. Hvør av teimum trimum próvtøkunum verður hildin eina ferð um árið, í seinna hálvári, við í minsta lagi 10 døgum ímillum.
Stk. 2. Umsókn um at sleppa til próvtøku verður latin Skráseting Føroya, ið tekur avgerð um, hvussu umsóknir skulu latast inn. Umsókn um at sleppa til eina ella fleiri av próvtøkunum, skulu vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi 1. juni í viðkomandi ári. Í umsóknini skal standa, hvørjar próvtøkur umsøkjarin søkir um at sleppa til.
Stk. 3. Avboð frá próvtøkuni skal vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi 7 álmanakkadagar, áðrenn próvtøkan verður hildin, sbr. stk. 4. Avboð eftir hetta, sum ikki kemst av skjalprógvaðum serligum umstøðum, verður roknað sum ein roynd í viðkomandi próvtøku.
Stk. 4. Í seinasta lagi 31. mars á hvørjum ári verða dagfestingarnar fyri, nær tær tríggjar próvtøkurnar verða hildnar, almannakunngjørdar á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya.
§ 8. Skrivligu uppgávurnar verða próvdømdar av einum próvhoyrara og einum próvdómara, ið Skráseting Føroya útnevnir eftir tilmæli frá Próvtøkunevndini.
Stk. 2. Próvhoyrarin og próvdómarin skulu vera løggildir grannskoðarar ella vera grannskoðarar við samsvarandi góðkenning frá myndugleikum í einum øðrum landi, sum samstarvað verður við.
Stk. 3. Um próvtøka í parti A er ein fleirvaluppgáva kann Skráseting Føroya geva undantak frá kravinum í stk. 1 soleiðis, at henda próvtøkan bert verður próvdømd av einum próvdómara. Skráseting Føroya kann í slíkum føri og eftir áheitan frá Próvtøkunevndini víkja frá stk. 2.
Stk. 4. Skráseting Føroya kann eftir tilmæli frá Próvtøkunevndini víkja frá stk. 2 í sambandi við próvtøku í parti C soleiðis, at antin próvhoyrari ella próvdómari hevur aðrar fyri próvtøkuna viðkomandi førleikar, enn ásett í stk. 2.
§ 9. Prógv verður latið teimum, sum hava staðið próvtøku.
§ 10. Sambært § 31, stk. 5 í grannskoðaralógini kann Skráseting Føroya og Próvtøkunevndin gera avtalu við myndugleikar í øðrum londum um at veita hjálp í sambandi við próvtøkuhald og próvtøkudøming.
Kapittul 2
Kæra
§ 11. Kæra um próvtøkuna, herundir próvdømingina, skal verða latin Skráseting Føroya í seinasta lagi 14 dagar aftaná kunngjørda próvtøkuúrslitið. Kæra skal vera skrivlig og grundað.
Stk. 2. Próvhoyrari og próvdómari kunnu, aftaná nýggja gjøgnumgongd, taka avgerð um at broyta ella halda fast við upprunaligu próvdømingina, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Er ósemja millum próvhoyrara og próvdómara um ta nýggju gjøgnumgongdina av próvdømingini, verður uppgávan dømd av einari nýggjari dómsnevnd, sum tekur ta endaligu avgerðina. Í nýggju dómsnevndini skulu vera ein próvhoyrari og ein próvdómari, sum ikki hava verið við til fyrru próvdømingina.
Stk. 4. Ein umsøkjari hevur ikki rætt til at fáa upplýst, hvørt talan var um ósemju í sambandi við fyrstu próvdømingina.
Stk. 5. Viðgerð og kunngerð av úrslitinum skal Skráseting Føroya avgreiða í seinasta lagi 3 mánaðir aftaná, at kæran er móttikin.
Kapittul 3
Skiftisskipan fyri skrásettar grannskoðarar
§ 12. Ein skrásettur grannskoðari, sum lýkur krøvini í § 3 í kunngerð nr. 117 frá 18. desember 2008 um próvtøku til at gerast løggildur ella skrásettur grannskoðari, og er upptikin í skránna hjá Skráseting Føroya yvir góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir, sbr. § 2 í grannskoðaralógini, kann gerast løggildur grannskoðari, um viðkomandi stendur eina próvtøku, ið fevnir um próvtøkurnar í parti B og C, sbr. § 5, stk. 3 og 4.
§ 13. Í seinasta lagi í sambandi við próvtøkuna í 2015 kann umsókn um at sleppa til próvtøku fyri skrásettar grannskoðarar verða latin inn á vanligan hátt. Ein persónur, sum hevur meldað til, men ikki staðið próvtøkuna í seinasta lagi í 2015, og sum framvegis hevur royndir til góðar, sbr. stk. 4, missir sín rætt til nýta tær royndirnar, um viðkomandi ikki meldar seg til próvtøkuna hvørt ár eftir 2015, og so leingi persónurin hevur royndir til góðar. Skráseting Føroya kann gera undantak til 2. pkt., sbr. tó stk. 3.
Stk. 2. Skráseting Føroya kann undir serligum umstøðum loyva, at ein persónur fyrstu ferð søkir um at sleppa til próvtøkuna í 2016, 2017 ella 2018. Ein persónur, sum er meldaður til próvtøkuna í 2016, men sum ikki stendur royndina hetta árið, kann ikki søkja um at sleppa til próvtøkuna aftur í 2018, um viðkomandi ikki hevur søkt um at sleppa til próvtøkuna í 2017. Skráseting Føroya kann gera undantak til 2. pkt.
Stk. 3. Próvtøkan verður ikki hildin aftaná 2018.
Stk. 4. Ein persónur, sum tríggjar ferðir er farin undir próvtøkuna, kann ikki melda til próvtøku aftur.
§ 14. Ein próvtøkunevnd, ið Skráseting Føroya setur, heldur próvtøkuna fyri skrásettar grannskoðarar. Próvtøkan er ein skrivlig roynd.
Stk. 2. Próvtøkunevndin ger nærri leiðreglur um mannagongdina fyri próvtøkuna.
§ 15. Fyri at sleppa til próvtøkuna at gerast skrásettur grannskoðari krevst:
1) at umsøkjarin lýkur eina av hesum treytum:
a) hevur staðið útbúgving til skrásettan grannskoðara á handilsháskúla ella universiteti, ella
b) hevur staðið grannskoðarakandidatpróvtøku, cand.merc.aud.,
2) at útbúgving í føroyskum skattarætti 1 og 2 á merkonomstigi ella onnur útbúgving í skattarætti á í minsta lagi sama stigi er staðin, og
3) umsøkjarin í minsta lagi 3 ár eftir at vera fyltur 18 ár hevur tikið lut í uppgávum, sum serliga viðvíkja grannskoðan av ársroknskapum, samtøkuroknskapum ella samsvarandi roknskaparfrágreiðinum undir eftirliti av einum góðkendum grannskoðara, og soleiðis at í minsta lagi eitt ár er gjøgnumført eftir, at kandidatútbúgvingin sambært nr. 1 er staðin.
§ 16. Skráseting Føroya kann geva undantak frá § 15, nr. 3. Umsókn um undantak skal vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi tann 1. mars í árunum 2016-2018.
§ 17. Próvtøkunevndin avger, um settar verða ein ella fleiri skrivligar uppgávur til próvtøkuna at gerast skrásettur grannskoðari.
Stk. 2. Próvtøkan skal staðfesta, at umsøkjarin í verki megnar at loysa tær arbeiðsuppgávur, ið vanliga koma fyri hjá einum skrásettum grannskoðara. Tað eru økini at góðtaka umbidna arbeiðið, at leggja arbeiðið til rættis og at útinna tað, orða átekningar og frágreiðingar, meta um roknskaparskipanir og váðastýringar, samtøkuroknskapir, greina roknskapir, fyritøkur í kreppu, ættarliðsskifti, spurningar innan roknskap og skatt, fíggingarviðurskifti, virðismetingar, keyp og søla av fyritøkum, greina rentingarføri og kanningar í sambandi við at rationalisera fyritøkur og fyrisitingarliga bygnaðin.
§ 18. Við próvdømingina verður nýtt metingin, staðin, ella, ikki staðin.
Stk. 2. Fyri at standa próvtøkuna krevst, at metingin, staðin, er rokkin.
§ 19. Tá umsøkjarar eru, verður próvtøkan hildin eina ferð um árið, og er hetta í seinna hálvári.
Stk. 2. Umsókn um at sleppa til próvtøku verður latin Skráseting Føroya, ið tekur avgerð um, hvussu umsóknin skal latast inn. Umsókn um at sleppa til próvtøku í 2016 skal vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi 1. juni 2016, og í seinasta lagi tann 1. mars í 2017-2018.
Stk. 3. Skrivlig boð um frámelding skulu vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi 1. august í inniverandi ári. Frámelding eftir hetta, sum ikki kemst av skjalprógvaðum serligum umstøðum, telur við sum ein próvtøkuroynd.
§ 20. Próvtøkan verður dømd av einum próvhoyrara og einum próvdómara, ið Skráseting Føroya útnevnir eftir tilmæli frá próvtøkunevndini.
Stk. 2. Próvhoyrarin og próvdómarin skulu vera skrásettir grannskoðarar ella vera grannskoðarar við samsvarandi góðkenning frá myndugleikum í einum øðrum landi, sum samstarvað verður við.
Stk. 3. Skráseting Føroya kann eftir áheitan frá Próvtøkunevndini undir serligum umstøðum útnevna løggildar grannskoðarar sum próvhoyrarar ella próvdómarar.
§ 21. Sambært § 31, stk. 5 í grannskoðaralógini kann Skráseting Føroya og Próvtøkunevndin gera avtalu við myndugleikar í øðrum londum um at veita hjálp í sambandi við próvtøkuhald og próvtøkudøming .
§ 22. Viðvíkjandi kæru um próvtøkuna er § 11 galdandi.
§ 23. Prógv verður latið teimum, sum standa próvtøkuna.
Kapittul 4
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 24. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis, sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 117 frá 18. desember 2008 um próvtøku til at gerast løggildur ella skrásettur grannskoðari.
Stk. 3. Próvtøkur fyri løggildar grannskoðarar, sum grannskoðari fyrr hevur verið meldaður til, telja sum ein roynd í sambandi við hvønn einstakan part av teimum trimum skrivligu próvtøkunum fyri løggildar grannsðarar, sbr. § 4, stk. 1.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 4. februar 2016
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)