Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. mars 2000Nr. 39
Kunngerð um næmingaráð á yrkisskúlum
Við heimild í § 20, stk. 3, í løgtingslóg nr. 106 frá 29. desember 1998 um yrkisskúlar verður ásett:
§ 1. Eitt næmingaráð verður skipað á Føroya Handilsskúla í Tórshavn, eitt á Føroya Handilsskúla á Kambsdali, eitt á Tekniska Skúlanum í Tórshavn og eitt á Tekniska Skúlanum í Klaksvík.
§ 2. Allir næmingar í hvørjum skúla hava valrætt til sítt næmingaráð.
Stk. 2. Næmingarnir velja sínámillum 3 limir í eitt næmingaráð at avgreiða gerandismál. Hesir verða valdir fyri 1 ár í senn.
Stk. 3. Næmingaráðið skipar seg sjálvt við formanni, varaformanni og skrivara.
Stk. 4. Næmingaráðið ásetir sjálvt sína starvsskipan.
Stk. 5. Næmingaráðið umboðar næmingarnar alment og yvir fyri stýri skúlans, skúlastjóra og lærarum.
§ 3. Val til næmingaráðið, sbrt. § 2, fer fram á hvørjum ári í fyrru helvt av september mánaði. Fráfarandi næmingaráð skipar fyri vali av nýggjum næmingaráði.
Stk. 2. Um meira enn 1/3 av øllum fulltíðarnæmingum á skúlanum skrivliga krevur tað, verður skipað fyri vali av nýggjum næmingaráði í skúlanum, hóast ásetingina í stk. 1.
Stk. 3. Um einki næmingaráð er á skúlanum, skipar skúlastjórin/deildarstjórin fyri vali av starvsnevnd.
§ 4. Á ráðsfundum verða avgerðir tiknar við vanligum meiriluta.
Stk. 2. Skrivarin í næmingaráðnum førir gerðabók, tá ið næmingaráðsfundur er, og verður hon undirskrivað av formanni og skrivara við fundarlok.
§ 5. Útreiðslur, ið standast av virksemi ráðsins, verða goldnar av fíggjarætlan skúlans.
Stk. 2. Skúlin sær til, at næmingaráðið hevur atgongd til høli at halda fundir í, umframt til tiltøk, ið hava felags áhuga á skúlanum.
§ 6. Næmingaráðið skal úttala seg um øll mál, sum lærararáð skúlans, skúlastjórin/deildarstjórin, stýri skúlans ella fyrisitingarligi myndugleikin leggja fyri hana.
Stk. 2. Næmingaráðið hevur hvørki rætt ella skyldu til at úttala seg um viðurskifti hjá tí einstaka næminginum.
§ 7. Ummæli frá næmingaráðnum viðvíkjandi næmingaviðurskiftum á skúlanum skulu fráboðast skúlastjóranum/deildarstjóranum skrivliga.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2000.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið, 20. mars 2000
Signar á Brúnni (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)