Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. mars 2023Nr. 35
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2023
(Dagførdar kvotunøgdir og rætting í sambandi við rættindi keypt á uppboði)
§ 1
Í kunngerð nr. 162 frá 19. desember 2022 um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2023 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 verður “300.000 tons” broytt til: “483.042 tons”.
2. Í § 3, stk. 1 verður “209.500 tons” broytt til: “392.542 tons”.
3. Í § 3, stk. 2 verður “177.000 tons” broytt til: “344.483 tons”.
4. Í § 4, stk. 1, 1. pkt. verður “132.750 tons” broytt til: “258.363 tons”.
5. Í § 4, stk. 4 verður “132.750 tonsini” broytt til: “258.363 tonsini”.
6. Í § 6, stk. 1, 1. pkt. verður “18.054 tons” broytt til: “35.137 tons”.
7. Í § 6, stk. 1, 1. pkt. verður “8 ára rættindi” broytt til: “3 ella 8 ára rættindi”.
8. Í § 7, stk. 1, 1. pkt. verður “25.500 tons” broytt til: “41.059 tons”.
9. Í § 8 verður “26.196 tons” broytt til: “50.984 tons”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 21. mars 2023
Dennis Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)