Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mars 2001Nr. 35
Kunngerð um heilsu, trygd og umhvørvi í sambandi við leitivirksemi
Við heimild í § 25, § 26, stk. 3, § 27, stk. 2, § 28, stk. 1, § 30, § 32, stk. 2, og § 45, stk. 1, litra c og d, og stk. 3 og 4, í løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi, verður ásett:
Fyrsti partur. Virkisøki og allýsingar
Kapittul 1
Virkisøki og allýsingar
§ 1. Kunngerðin fevnir um stýring, vanda- og tilbúgvingargreiningar, tøkni, virksemi umframt upplýsingar og skjalfesting í sambandi við kolvetnisvirksemi í leitiskeiðinum.
§ 2. Í hesi kunngerð skilst við:
1) Heilsa, trygd og umhvørvi: felagshugtak, ið knýtur seg til umstøður av týdningi fyri heilsu, trygd og umhvørvi hjá tí einstaka, havstøðini sum heild, umframt fíggjarligu virðini á havstøðini, herímillum at hon er rakstrartøk.
2) Góðtøkumerki: sermerki, ið verða nýtt til at avgera eitt góðtakiligt vandastig í virkseminum.
3) ALARP: As Low As Reasonably Practicable.
4) Tilbúgving: tøkni-, rakstrar- og fyrisitingarlig tiltøk, ið forða fyri at vandastøður verða til vanlukkur ella sum forða fyri ella minka um skaðaárin av vanlukkum.
5) Altýðandi trygdarskipanir: skipanir, ið eru neyðugar at hava tamarhald í vandastøðum.
6) Álitissemi: sannlíkindi fyri at skipanir virka eftir tørvi ella yvirhøvur eru tøkar undir vanligum umstøðum.
7) Vandar: samanseting av sannlíkindum fyri skaða og av hvussu vandamikil skaðin er.
8) Trygg arbeiðsgreining: greining av váða í sambandi við hættisligt arbeiði, ið kann elva til øktan vanda.
9) Viðbrekni: Vandi fyri at skipanin fer fyri skeyti orsakað av breki ella vanlukku.
10) Óvissa: Spjaðing í vandametingum orsakað av dátugóðsku og yrkislag.
11) MODU Code: Code for Construction and Equipment of Mobile Offshore Drilling Units 1989 við 1991 amendments to the 1979 and 1989 Codes frá International Maritime Organisation.
12) SOLAS: International Convention for the safety of Life at Sea 1974 (with subsequent amendments).
13) ICLL: International Convention of Loadlines 1966 (with subsequent protocol 1988).
14) MARPOL: International Convention for the Prevention of Pollution from Ships, 1973, as modified by the Protocol of 1978.
15) ETRS: European Terrestrial Reference System 1989.
16) IMO/MSC circular 645: Guidelines for vessels with dynamic positioning systems, 6 June 1994.
Annar partur. Stýring av kolvetnisvirkseminum.
Kapittul 2
Stýriskipanir
§ 3. Tann, ið stendur fyri virkseminum, skal seta krøv til reglusama stýring av heilsu-, trygdar- og umhvørvisviðurskiftum, umframt til áhaldandi umbøtingar.
§ 4. Tann, ið stendur fyri virkseminum, skal seta í verk og framhaldandi menna eina trygdarmentan, ætlað til fyribyrgjan av óynsktum hendingum og umstøðum. Starvsfólk úr øllum virkisløgum skulu takast við í arbeiðið at fremja hesa.
Stk. 2. Eitt forum skal vera, har arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar frítt og mennandi kunnu tjakast um spurningar, ið snúgva um heilsu, trygd og umhvørvi.
§ 5. Stýriskipanir skulu setast í verk, varðveitast og mennast í samstarvi við arbeiðstakarar og teirra valdu umboð.
§ 6. Endamál og strategi viðvíkjandi heilsu, trygd og umhvørvi skulu staðfestast. Hesi skulu vera í samsvari við lóggávu, egnan politikk og góða altjóða venju.
Stk. 2. Lýsingar skulu gerast av neyðugum tilgongdum og stýrilykkjum at røkka málum og ætlanum sum nevnt í stk. 1. Ávirka tilgongdir hvørja aðra, skulu marknamót viðvíkjandi ábyrgd, myndugleika og uppgávubýti skjalfestast.
§ 7. Mál og strategiir skulu kunnast arbeiðstakarum og øðrum við ábyrgd. Mál skulu vera ítøkilig, so til ber at máta og fylgja teimum.
Stk. 2. Leiðslan hjá tí ella teimum, ið standa fyri virkseminum, skal til hvørja tíð seta neyðuga orku av til ætlaða virksemið eins væl og óvæntað virksemi.
Stk. 3. Metast skal støðugt um hvørt stýriskipanirnar lúka ásett mál. Royndir frá og eftirmetingar av stýriskipanunum skulu skjalfestast og nýtast til umbøtingar.
§ 8. Tann ella tey, ið standa fyri virkseminum, skulu hava nóg stóran eginførleika og manning til at lýsa, leiða, hava eftirlit við og eftirmeta arbeiði, ið hevur týdning fyri heilsu, trygd og umhvørvi.
Stk. 2. Serstøk førleikakrøv skulu setast einstaklingum og arbeiðsbólkum, sum hava uppgávur og gera arbeiði, ið hevur týdning fyri heilsu, trygd og umhvørvi. Eftirmetingar skulu vísa, um førleikakrøvini eru nøktandi.
Stk. 3. Yrkislag og mannagongdir viðvíkjandi ásetan av tørvi á og krøvum til manning og førleika skulu lýsast.
Stk. 4. Við jøvnum millumbili skulu lýsingar og metingar gerast av upplæringartørvi. Upplæringarskráir skulu skjalfestast.
Kapittul 3
Eftirlitsskipanir
§ 9. Tann, ið stendur fyri virkseminum, skal máta og ansa eftir tøkni-, arbeiðs- og fyriskipanarligum viðurskiftum, ið hava týdning fyri heilsu, trygd og umhvørvi.
Stk. 2. Skipanir, ið geva ávaringar um óhepna og ójavna gongd innan heilsu, trygd og umhvørvi skulu setast í verk, so skipast kann fyri rættleiðandi tiltøkum.
§ 10. Regluligt eftirlit skal vera við, um fyrisitingarskipanirnar samsvara við ásett mál, ætlanir, virkisætlanir, arbeiðsskráir, tilgongdir, mannagongdir, fyriskipanir og vegleiðingar.
Stk. 2. Eftirlitsúrslit skulu viðgerast á leiðslustigi hjá teimum, ið standa fyri virkseminum. Eftirmetingarúrslit skulu kunnast fyri viðkomandi starvsfólkum á øllum virkisstigum.
Stk. 3. Eftirlit skal leggjast til rættis og skjalfestast. Úrslit av eftirlitsvirkseminum skulu skjalfestast og tíðarætlan gerast fyri íverksetan av rættleiðandi tiltøkum.
Stk. 4. Fyristøðufelagið, ella tann ið stendur fyri rakstrinum av havstøðini, skulu kunna arbeiðstakarar og undirarbeiðstakarar um álvarslig tilrend til óynsktar tilburðir og vanlukkur.
Stk. 5. Setast skulu í verk skipanir til kanning av vanlukkum.
§ 11. Fyristøðufelagið skal syrgja fyri óheftum staðfestingum av virkis-, tøkni- og fyriskipanarligum viðurskiftum, ið hava týdning fyri at varðveita eitt forsvarligt heilsu-, trygdar- og umhvørvisstig.
§ 12. Skipanir, ið eyðmerkja, skráseta og viðgera frávik skulu setast í verk.
Stk. 2. Frávik skulu viðgerast formliga og skjalfestast í mun til egið trygdarstig og trygdarstigið annars. Ábyrgd og myndugleiki í sambandi við viðgerð av frávikum skulu skilmarkast.
§ 13. Verða frávik ikki rættað, skulu bøtandi tiltøk setast í verk.
Stk. 2. Tiltøk skulu setast í verk fyri at forða fyri líknandi frávikum.
Triði partur. Greiningar
Kapittul 4
Váða- og tilbúgvingargreiningar
§ 14. Tann, ið stendur fyri virkseminum, skal síggja til at greiningar verða gjørdar og nýttar í sambandi við metingar og stýring av váða í kolvetnisvirkseminum.
§ 15. Fyristøðufelagið ber ábyrgd av, at váðin ikki gerst størri enn góðtakast kann. Fyristøðufelagið skal gera eina ætlan fyri gerð og nýtslu av greiningum í virkseminum.
§ 16. Ein fullfíggjað og samskipað váða- og tilbúgvingargreining skal gerast fyri havstøðina og virksemið á henni. Greiningarnar skulu lýsa allar viðkomandi vandar, eftirmeta teir í mun til lýst góðtøkumerki, lýsa tiltøk, ið kunnu minka um vandarnar og áseta tilbúgvingina.
Stk. 2. Ásett góðtøkumerki skulu grundast á lógásett krøv og eginkrøv fyristøðufelagsins til heilsu, trygd og umhvørvi. Góðtøkumerki skulu verða ásett og skjalfest áðrenn greiningin verður gjørd.
Stk. 3. Ásett góðtøkumerki skulu í minsta lagi seta krøv til:
1) rýming,
2) trygg tilhaldsøki,
3) eyðflyting,
4) varðveitan av tamarhaldi í vanlukkustøðum og
5) umhvørvi.
Stk. 4. ALARP kann verða nýtt, tá mett verður um vandaminkandi tiltøk, um útreiðslurnar til at fremja tiltøk ikki standa mát við ta vandaminking, sum fæst burturúr.
§ 17. Fyristøðufelagið á havstøðini skal lýsa hættislig arbeiði, ið kunnu hava við sær vanda fyri tann einstaka, umhvørvið ella tinglig virði. Fyri slík arbeiði skal ein greining av arbeiðstrygdini gerast at lýsa neyðug tiltøk, ið skulu til at tryggja eitt góðtakiligt stig fyri heilsu, trygd og umhvørvi.
§ 18. Tilbúgvingin skal greinast og ásetast við støði í
1) vanda- og vanlukkustøðum samsvarandi lýstum váða og
2) smærri vanda- og vanlukkustøðum, ið kunnu skaða tann einstaka, umhvørvið ella tinglig virði.
§ 19. Greiningarnar skulu fevna um eina ávísa havstøð og ætlaða bori- og brunnvirksemi, framleiðsluroyndir, um farið verður fyribils ella endaliga frá einum brunni, og um broytingar verða framdar.
Stk. 2. Fyri at tryggja góðsku í greiningunum skal fyristøðufelagið kunna prógva nøktandi førleika í greiningaryrkislag og kunnleika til skipanir og boriviðurskifti.
§ 20. Greiningarnar skulu lýsa tøka og nøktandi tilbúgving og hvørji krøvini eru til tilbúgving.
Stk. 2. Óvissa í vandametingum skal skjalfestast. Metingar av og fortreytir fyri greiningunum skulu skjalfestast og eftirmetast í mun til broytingar í skipanum og nýtslu av havstøðini.
Stk. 3. Greiningarnar skulu lýsa altýðandi trygdarskipanir. Viðbreknið í skipanunum skal greinast og metast í mun til heildina í skipanunum. Einstakar hendingar skulu ikki kunna leggja skipanir, ið eru altýðandi fyri trygdina, lamnar.
§ 21. Áætlað ella roknað álitissemi í trygdarumráðandi skipanum skal varðveitast, soleiðis at váðastigið er innanfyri ásett góðtøkumerki. Serstøk greining skal skjalfesta álitissemið í skipanunum.
Fjórði partur. Tøkni
Kapittul 5
Havstøðir, útgerð v.m.
§ 22. Tann, ið stendur fyri virkseminum, skal syrgja fyri, at havstøðin er bygd og útgjørd á tøkniliga hóskandi hátt, soleiðis at støðin við útgerð er fult forsvarlig við atliti at heilsu, trygd og umhvørvi.
§ 23. Fyristøðufelagið skal áseta tey eyðkenni, ið havstøðin skal lúka, og skulu hesi í minsta lagi vera:
1) vanlukkuváðin, grundaður á greiningar,
2) arbeiðshátturin,
3) dýpi, streymur og sjóvarhiti,
4) veður- og vindur,
5) knattstøða og
6) viðurskifti, ið eyðkenna borivirksemið, eitt nú mesta dýpi á brunni, trýst, hiti og eginleikar í jarðløgunum.
Stk. 2. Havstøðir skulu í minsta lagi lúka krøvini, sum eru ásett í MODU Code, og onnur viðkomandi IMO-krøv so sum Marpol, Solas og Loadline. Áðrenn havstøðir verða tiknar í brúk, skulu tær vera klassaðar, hava neyðug sertifikat og hava royndarkoyrt altýðandi trygdarskipanir.
§ 24. Høvuðstrygdarskipanirnar á havstøðini skulu lýsast á eintýddan hátt. Niðanfyrinevnda skal virka hóast óhapp henda:
1) byrgingar at forða hendingum at versna,
2) styrki í berandi konstruktiónum,
3) støðufesti á havstøðini,
4) trygg goymslupláss til sløkkiútgerð,
5) trygg tilhaldsøki hjá starvsfólki at søkja skjól og
6) í minsta lagi ein eyðflytingarleið er opin.
§ 25. Útbúnaður, útgerð og skipanir skulu vera gjørdar soleiðis, at brek á stakluti ella einstakt mistak ikki hava við sær avleiðingar, ið ikki kunnu góðtakast.
Stk. 2. Útbúnaður, útgerð og skipanir, íroknað flytbar útgerð, skulu vera merkt, løtt at brúka og halda við líka.
§ 26. Havstøð skal hava trygdarskipanir sambært krøvunum í MODU Code.
Stk. 2. Havstøð skal hava boritrygdarskipanir, ið forða fyri at mistøk og óvanligar umstøður verða til vanda- og vanlukkustøður.
Stk. 3. Trygdarskipanirnar skulu, óheftar av øðrum skipanum, megna tað, tær eru ætlaðar til. Støðan á trygdarskipanunum skal til hvørja tíð vera kend.
§ 27. Havstøð skal hava tól, sum ansa eftir og skráseta viðurskifti og hendingar, ið hava týdning fyri at tryggja at virksemið verður útint á forsvarligan hátt við atliti at heilsu, trygd og umhvørvi. Í minsta lagi hesi viðurskifti og hendingar skulu eftiransast og skrásetast:
1) rørslur á havstøðini,
2) niðurbrótan av tilfari,
3) hættisligt virksemi og
4) náttúruupplýsingar.
Stk. 2. Tól, sum ansa eftir og skráseta viðurskifti í altýðandi trygdarskipanunum, skulu vera sett til neyðstreymskipan.
Stk. 3. Havstøð, ið ikki áður hevur verið brúkt til kolvetnisvirksemi, skulu hava mátingartól til at savna og viðgera upplýsingar, so til ber at staðfesta útrokningargrundarlagið, ið er lagt til grundar, tá havstøðin varð gjørd.
Kapittul 6
Tøkniligt arbeiðsumhvørvi
§ 28. Innrættingar og flutningsleiðir skulu vera gjørdar soleiðis, at tilfar kann verða handfarið ótarnað og á forsvarligan hátt og í mest møguligan mun við at brúka tøkniskipanir og tøkniliga hjálpiútgerð.
Stk. 2. Fjarstýrd mekaniserað bori- og brunnútgerð skal brúkast, tá boristreingir skulu flytast, handfarast og skrúvast saman.
Stk. 3. Fjarstýrdu skipanirnar skulu í minsta lagi megna at handfara lutirnar í boristreinginum hvør sær og tá teir eru settir saman.
Stk. 4. Havstøð skal hava sjálvvirkandi ávaringarskipanir, sum boða frá, um frávik og brek koma í útgerð og skipanir, ið eru knýtt at borivirkseminum.
§ 29. Arbeiðsøki og -útgerð skulu vera gjørd og staðsett soleiðis, at arbeiðstakari ikki verður overvaður á ein hátt, ið kann føra við sær skaðar ella sjúku, og soleiðis at tað slepst undan mistøkum í størst møguligan mun.
Stk. 2. Ljósviðurskiftini skulu vera so háttað, at arbeiði og flutningur kunnu fara fram á tryggan hátt undir vanligum arbeiðsumstøðum og í tilbúgvingarstøðu.
§ 30. Havstøð skal vera soleiðis skapað, at arbeiðstakarar ikki eru fyri heilsuskaðiligum larmi. Óljóð og hoyriviðurskifti skulu ikki darva samskifti, ið hevur týdning fyri trygdina.
Stk. 2. Larmur, ið kann skaða hoyrnina, skal fyrst og fremst minkast við at nýta ljóðveika útgerð ella við tøkniligum verndarloysnum.
§ 31. Á arbeiðsøkjum, har teldur og líknandi útgerð verður brúkt, skal tøkniútgerðin, skapið á arbeiðsplássinum, sjónviðurskifti og umhvørvi annars vera samsvarandi viðurkendum evropeiskum reglum.
§ 32. Uttandura arbeiðsøki skulu í mest møguligan mun vera skapað soleiðis, at vernd er móti ampa av veðri og vindi.
§ 33. Útgerð ætlað til fólkaflutning, skal hava sertifikat svarandi til brúkið.
§ 34. Útgerð til eldsløkking, bjarging og eyðflyting og leiðirnar til útgerðina skulu vera merktar og skelti sett upp.
Stk. 2. Merkingar skulu vera sjónligar, eintýddar og skilligar. Skelti skulu vera í samsvari við evropeiskar reglur um trygdar- og ávaringarskelti.
§ 35. Bústaðarøkið skal vera merkt og skelti sett upp, soleiðis at altíð sæst hvar ein er staddur. Øll rúm í bústaðarøkinum skulu vera skilliga merkt, soleiðis at tað sæst, hvat tey eru ætlað til. Koyggjupláss skulu merkjast.
Stk. 2. Tilfar, sum er brúkt í bústaðarøkinum, skal vera av slíkum slag, at tað ikki darvar reingerðini.
Stk. 3. Bústaðarrøkið skal vera innrættað og útgjørt at hýsa kvinnum og monnum.
§ 36. Bústaðarøkið skal hava hóskandi tal av kømrum, sjúkra-, uppihalds-, matar-, skifti-, vaski-, goymslu-, arbeiðs-, kokka-, proviant-, frysti- og kølirúmum; rúm til klædnavask og -turking, nátthúsum og skrivstovum. Rúmini skulu hóska og hava neyðugu útgerðina til tað brúk, tey eru ætlað til.
Stk. 2. Í mesta lagi tvey fólk skulu búgva á hvørjum kamari og er nátthús og bað ikki á kamarinum, skulu í minsta lagi vera 6 fermetrar í part. Er hinvegin nátthús og bað á kamarinum, skal gólvvíddin í minsta lagi vera 4,75 fermetrar í part.
§ 37. Bústaðarøkið skal vera bjálvað móti kulda, hita og larmi umframt luftdálking frá havstøðini annars.
§ 38. Sjúkrarúm skulu vera staðsett soleiðis, at ongar forðingar eru, tá sjúkrabøra skal flytast millum arbeiðsøkið og sjúkrarúm og millum sjúkrarúm og tyrlupall.
Stk. 2. Um streymurin fer, skulu sjúkrarúmini hava nøktandi arbeiðsljós, og altýðandi útgerin skal vera sett til neyðstreymskipanina.
Kapittul 7
Bori- og brunnútgerð
§ 39. Brunnbyrgingar skulu gerast á slíkan hátt, at tað ber til skjótt at endurskapa mistar byrgingar. Brunnbyrgingar skulu í minsta lagi seta krøv til:
1) tal,
2) skap,
4) virkisføri og
5) royndir.
Stk. 2. Byrgingar, sum verða brúktar samstundis, skulu ikki vera tengdar hvør at aðrari, soleiðis at brek í eftirlits- ella stýriskipanum gera tær allar óvirknar.
§ 40. Bori- og brunnvirksemi skal kunna stýrast og vera undir eftirliti av útgerð, sum er gjørd soleiðis, at til ber at tippa og tryggja brunnin, um ein brunnbyrging fer fyri skeytið.
Stk. 2. Útblástrartryggingin skal vera gjørd soleiðis, at væta og gass kunnu leiðast upp úr brunninum undir tamarhaldi og út í eitt greinrør gjøgnum tvær ósamantengdar rørleiðingar. Øll úttøk á renslirørum á útblástrartryggingini skulu hava tveir stoppikranar so nær úttøkunum sum til ber.
Stk. 3. Útblástrartryggingin skal kunna setast til frá í minsta lagi trimum støðum á havstøðini. Starttalvurnar skulu, óheft av hvørjum øðrum, senda boð til eftirlitsskipanina á útblástrartryggingini.
§ 41. Eftirlitsútgerð, ið nýtt verður í sambandi við brunninntriv, skal hava fjarstýrdar ventilar við mekaniskum læsiskipanum í læstari støðu.
Stk. 2. Eftirlitsútgerð, ið nýtt verður í sambandi við brunninntriv, skal kunna setast til frá í minsta lagi tveimum støðum á havstøðini. Onnur starttalvan skal standa í tryggum øki.
§ 42. Nøktandi akkumulatororka skal vera tøk til at brúka brunneftirlitsútgerðina so ofta sum neyðugt, og til at seta í verk byrgingar sambært allýsta virkseminum.
§ 43. Havstøð skal hava beri-, spenni- og doyviskipan, soleiðis at lodrættar rørslur á havstøðini ikki ávirka reisirørið. Havstøð við dýnamiskari positionering skal hava eina virkna doyviskipan, so til ber at kopla útgerð í og úr aftur brunninum.
Stk. 2. Havstøð skal hava úrkoplingarskipan, ið ger ventilarnar á útblástrartryggingini virknar og sum loysir reisirørið. Henda skipan skal vera raðstýrd.
§ 44. Áðrenn farið verður at bora á djúpum vatni, skal metast um innantvørmátið á týni- og sleppirørunum á reisirørinum orsakað av trýsttapi og gníggimótstøðu, ið eru grundað á krøv til tamarhald á brunninum.
§ 45. Havstøð skal hava útgerð so til ber undir tamarhaldi at sleppa og pumpa borimóru aftur í brunnin, um brunnur sparkar frá sær.
Stk. 2. Í neyðstøðu skal tað bera til at burturveita jarðlagavætu gjøgnum skipanir til avgassingarútbúnað ella fyri borð. Tað skal vera gjørligt at vaka yvir altýðandi viðurskiftum í sambandi við hetta virksemið.
§ 46. Havstøð skal hava borivætutbúnað, sum støðugt kann blanda, goyma og pumpa vætu.
Stk. 2. Tað skal bera til áhaldandi at vaka yvir borivætuútbúnaðinum, sum skal hava útgerð, ið lýkur krøvum til nøktandi tamarhaldi á brunninum.
Stk. 3. Tangar skulu rúma so mikið, at brunnrúmdin kann verða skift út við uppvigaðari borivætu.
Stk. 4. Goymslu- og blandiorka skulu vera nøktandi til varðveiting av tamarhaldinum um missur kemur fyri.
§ 47. Hátrystpumpuútbúnaðurin til sementing skal hava útgerð, ið lýkur krøv til blandilutfall, pumpunøgdir og evnistyngd, ið eru lagað til brunnin. Pumpuútbúnaðurin skal um neyðugt kunna brúkast til løg, sum etjar og elvir til rust.
Stk. 2. Hátrýstpumpueindin við tilhoyrandi hátrýstskipanum skulu hava nøktandi orku og arbeiðstrýst at trýstroyna brunnin og brunnútgerðina, samstundis sum tamarhaldið á brunninum verður varðveitt.
§ 48. Tá væta verður leidd úr brunni undir skipaðum viðurskiftum, skal útgerðin á havstøðini og í brunninum vera lagað til umstøðurnar í brunninum og tørvin á upplýsingum um brunnin. Meðan væta verður leidd, skal hátrýstskipanin vera sett til týnisíðuna á royndartrænum, so til ber at týna brunnin uttan drál.
Stk 2. Øll væta, ið verður leidd úr brunninum, skal kunna burturveitast til eina skipan við greinrørum og haðani til brennimastur, har kolvetni kunnu verða brend.
§ 49. Niðanfyrinevndu minstukrøv verða sett til útgerð, sum verður nýtt til brunnroyndir:
1) royndarstrongur og framleiðslurør skulu megna at:
a) avbyrgja eitt framleiðsluøki uttan at pakningur verður settur í opið hol,
b) gera trygdarventilin í holinum virknan so stongt verður fyri vætuni,
c) leiða vætu úr rúminum millum royndarstrongin og framleiðslurørið til royndarstrongin og øvugt,
d) savna upplýsingar úr holinum,
e) leiða vætu frá jarðløgum til útgerð á havstøðini gjøgnum gasstætta skipan,
f) taka sýnisroyndir í holinum ella við veiri,
g) innspræna vætu og
h) kopla úr á havbotni, um steðgur verður í arbeiðinum.
2) Útgerðin á havstøðini skal megna at:
a) hava fult tamarhald á væturensli,
b) skilja sundur og máta gass-, olju- og vatnnøgdir,
c) taka sýnisroyndir og gera standardgreiningar av jarðlagavætu og
d) steðga virkseminum á tryggan hátt frá minst tveimum støðum.
3) Gatingarútgerð skal ikki kunna latast av ótilætlað, hvørki á havstøðini ella í brunninum.
§ 50. Lasti- og lossiútbúnaður og útgerð til flutning av kolvetnisvætu millum havstøð og hjálpar-, ser- ella útgerðarskip, skulu vera gjørd soleiðis, at tað slepst undan dálkandi útlátum.
Fimti partur. Virksemi
Kapittul 8
Havstøðir v.m.
§ 51. Tann, ið stendur fyri virkseminum, skal syrgja fyri at bori- og brunnvirksemi í leitiskeiðinum er fult forsvarligt til heilsu, trygd og umhvørvi.
§ 52. Havstøðir skulu staðsetast, brúkast og avriggast á forsvarligan hátt og í samsvari við fortreytirnar, ið góðkenningin av bori- og brunnvirkseminum er grundað á.
Stk. 2. Trygdarøkið kring havstøðir er 500 metrar. Ikki er loyvt óviðkomandi at sigla, reka fiskiskap, flúgva ella á annan hátt virka í trygdarøkinum.
Stk. 3. Broytast fortreytirnar fyri virkseminum, skulu tiltøk til varðveiting av heilsu, trygd og umhvørvi setast í verk.
§ 53. Tøkniligar trygdarskipanir, ið hava týdning fyri havstøðir og brunnar, skulu altíð vera virkisførar. Tað skal bera til í eftirlitsrúminum at avlesa støðuna á altýðandi trygdarskipanunum.
Stk. 2. Um ein trygdarskipan ella partur av henni er koplað úr manuelt, ella kemur ólag á hana ella partar av henni, skulu tiltøk at bøta um støðuna setast í verk skjótast til ber.
Stk. 3. Er trygdarskipan sett í gongd, skal skipanin setast til aftur manuelt, tá greiða og tamarhald eru fingin á støðuni.
§ 54. Havstøð og útgerðareindir, íroknað útgerð, sum triðimaður eigur, skulu vera væl hildin og haldast soleiðis við líka, at tøknistigið viðvíkjandi heilsu, trygd og umhvørvi verður varðveitt.
§ 55. Langtíðarætlanir fyri viðlíkahald skulu í minsta lagi leggja dent á fortreytirnar fyri formgávu av havstøðini, útgerðina, virksemið og viðlíkahaldsstøðuna.
Stk. 2. Góðtøkumerki og leiðreglur fyri raðfesting av og títtleika í viðlíkahaldi skulu ásetast.
§ 56. Útbúnaður og útgerð, ið eru umráðandi fyri heilsu, trygd og umhvørvi, skulu royndar- og trýstkoyrast at staðfesta, at krøv til álitissemið í virkisførinum eru lokin. Títtleiki og markvirði fyri royndunum skulu grundast á álitissemi í útgerðini.
Stk. 2. Úrslit av royndar- og trýstkoyringum skulu fráboðast og skrásetast sambært ásettum mannagongdum.
§ 57. Havstøðin skal vera forsvarliga mannað, bæði tá talan er um vanligt virksemi, í tilbúgvingarstøðum og undir ósemjum á arbeiðsmarknaðinum.
Stk. 2. Høvuðseftirlitsrúmið skal altíð vera mannað.
Stk. 3. Ongin atgongd er til havstøðina uttan loyvi frá eigara ella fyristøðufelagi.
§ 58. Dagførdir listar skulu altíð vera yvir øll, ið eru umborð á havstøðini ella skipum, ið luttaka í virksemi, sum fyristøðufelagið hevur ábyrgdina av. Yvirlitið skal eisini fevna um tey, ið ferðast til og frá havstøðini ella skipunum.
Stk. 2. Hvør einstakur skal kunnast um viðurskifti, ið hava týdning fyri heilsu, trygd og umhvørvi umborð. Øll, ið luttaka í kolvetnisvirkseminum skulu kunnast um galdandi reglur um uppihald á havstøðini og á hjálparskipum.
Stk. 3. Tá starvsfólk verða skift, skal ansast eftir at støðan yvir virksemi, sum er í gongd og allar nýggjar ella broyttar upplýsingar, ið hava týdning fyri trygdina, verða kunnað nýggju starvsfólkunum.
§ 59. Eitthvørt arbeiði skal leggjast soleiðis til rættis, at øll viðkomandi krøv til arbeiðsgongd, trygd og tøkni verða lokin.
Stk. 2. Fyrilit skal havast fyri, at arbeiði sum í sjálvum sær eru vágalítil, kunnu ávirka hvørt annað og elva til ein heildarváða, ið krevur, at serskild váðaminkandi tiltøk verða sett í verk.
Stk. 3. Arbeiðsloyvi skulu útskrivast til arbeiði, ið krevja serlig trygdartiltøk. Í loyvunum skulu treytir og tiltøk, sum skulu setast í verk innan, meðan og aftaná at arbeitt verður, tilskilast.
Stk. 4. Bráðfeingis trygdarskelti skulu setast upp, tá vandi er fyri óhappum ella heilsuskaða.
Kapittul 9
Arbeiðsumhvørvi
§ 60. Starvsfólk, ið taka lut í kolvetnisvirkseminum, skulu hava fylt 18 ár.
§ 61. Tíðin, ið fer til ferðing til og frá arbeiði, verður ikki roknað sum arbeiðstíð.
Stk. 2. Arbeiðstíðin skal skipast soleiðis, at í hvørjum samdøgri, roknað frá byrjan av vanligari arbeiðstíð, skulu starvsfólk hava eina hvíldartíð, ið er minst ellivu samfeldar tímar.
Stk. 3. Tá hvíldartíðin endar, skal næsta hvíldartíð byrja innan sekstan tímar eru farnir.
Stk. 4. Minst hálvur tími skal vera til hvíldarsteðg, um arbeitt verður minni enn átta tímar um samdøgrið. Verður arbeitt longri, er hvíldarsteðgurin í minsta lagi ein tími. Hesir steðgir verða roknaðir uppí arbeiðstíðina.
Stk. 5. Ásetingarnar í stk 3. og stk. 4. eru ikki galdandi fyri persónar í leiðandi størvum.
Stk. 6. Frítíðarskeið skal í minsta lagi vera trý samfeld samdøgur. Arbeiðstíðin millum tvey frítíðarskeið skal í mesta lagi vera 14 dagar.
Stk. 7. Í einum tíðarskeiði uppá 26 vikur skal samlaða arbeiðstíðin ikki fara upp um 1040 tímar.
§ 62. Undir serligum umstøðum kunnu avtalur gerast millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara um at stytta dagligu hvíldartíðina niður í átta tímar í einum avmarkaðum tíðarskeiði.
Stk. 2. Avtalur kunnu gerast um umskipan av frítíðarskeiðum. Tað skulu ikki vera fleiri enn 28 samdøgur millum tvey frítíðarskeið.
§ 63. Arbeiðið skal leggjast soleiðis til rættis hvat longdini á arbeiðskeiðinum viðvíkir, at arbeiðstakarar ikki vera fyri óforsvarligari arbeiðsbyrðu. Arbeiðið skal í øllum lutum skipast og gerast soleiðis at líkindini fyri mistøkum eru minst møgulig.
Stk. 2. Dentur skal leggjast á, at javnvág er millum tey krøv, ið sett verða arbeiðstakara og hansara fatan av tamarhaldi á arbeiðsumstøðunum. Fyrilit skal havast fyri sosialum samskifti av týdningi fyri heilsu, tryggleika og trivna.
§ 64. Arbeiðstakarar skulu ikki vera fyri byrðum, ið kunnu elva til skaða ella sjúku orsakað av manuellari handfaring, arbeiðsstøðu, rørslum upp í saman ella ovurarbeiði.
Stk. 2. Hóskandi útgerð skal vera tøk, tá tungar byrðar skulu handfarast. Handamboð, hjálpitól og reiðskapur skulu vera lagað til endamálið og evnað soleiðis til, at tey ikki elva til skaða ella sjúku.
Stk. 3. Arbeiðsgevarar skulu syrgja fyri at arbeiðstakarar læra at brúka reiðskap og tól á rættan hátt.
§ 65. Persónlig verndarútgerð skal verða brúkt at verja arbeiðstakarar móti váða, ið ikki slepst undan á annan hátt ella ikki annars kann avmarkast í hóskandi mun.
§ 66. Arbeiðstakarar skulu í minst møguligan mun vera fyri ávirkan av heilsuskaðiligum kemikalium og evnum, krabbameinselvandi evnum og tilgongdum ella lívfrøðiligum virkevnum. Heilsuskaðilig kemikaliir, evni ella tilfar mega ikki vera brúkt, um tað ber til í staðin at brúka ikki vandamikil, minni vandamikil ella minnni nervandi kemikaliir, evni ella tilfar.
Stk. 2. Heilsuskaðilig evni og kemikaliir, skulu vera flokkað, merkt, innballað og goymd samsvarandi viðurkendum evropeiskum reglum.
Stk. 3. Áðrenn heilsuskaðilig kemikaliir verða tikin í brúk, skulu tilfarsgreiningar vera tøkar og lættar at fáa hendur á. Dagførd evnisskrá skal vera til skjals á havstøðini.
§ 67. Arbeiðstakarar skulu verjast móti geislavirkni sambært lóggávu. Arbeiðstakarar skulu í minst møguligan mun vera fyri jónandi geisling. Geislavirknar keldur skulu ikki verða brúktar, um til ber í staðin at brúka óskaðiligar, minni skaðiligir ella minni nervandi mannagongdir, sum í aðrar mátar kunnu metast at vera tøkniliga nøktandi.
Stk. 2. Á havstøðini skulu til hvørja tíð vera fullfíggjað yvirlit yvir geislavirkin evni, slag av útgerð og geislavirknar keldur, geislingarstig, verndarkrøv og hvar tílík evni vera goymd. Geislavirknar keldur og evni skulu vera merkt sambært fyriskipanum.
Stk. 3. Arbeiði, ið hevur við sær samband við lággeislavirkið botntilfar, skal leggjast soleiðis til rættis, at tað slepst undan dustgerð, og at vandin fyri innanding av dustbitlum verður sum minst.
Stk. 4. Arbeiðstakarar skulu í minst møguligan mun vera fyri ikki jónandi geislingum.
§ 68. Arbeiðstakarar skulu ikki vera fyri larmi, ið kann skaða hoyrnina.
§ 69. Arbeiðstakarar skulu ikki vera fyri ristingum, ið kunnu skaða heilsuna ella elva til óynsktar hendingar.
§ 70. Arbeiðstakarar mugu ikki vera fyri ávirkan av veðri og vindi, ið kann skaða heilsuna ella økja sannlíkindini fyri at mistøk henda. Mørk skulu setast fyri, nær veðurlagið krevur serlig verndartiltøk, tá arbeitt verður á dekkinum, og nær arbeiðið skal avmarkast ella halda uppat.
§ 71. Tann, ið hevur ábyrgdina av virkseminum, skal tryggja at heilsu- og reinførisviðurskifti, eitt nú heilsutænasta, heilsutilbúgving, flutningur av sjúkum og skaddum, drekkivatn, framleiðsla og útbjóðing av mati, og onnur viðurskifti av týdningi, verða umsitin á forsvarligan hátt.
Stk. 2. Fullgóð heilsutænasta til bót og betring skal tryggjast øllum umborð.
§ 72. Góðkendur lækni skal hava fakligu ábyrgdina av heilsutænastuni.
Stk. 2. Í minsta lagi ein góðkend sjúkrasystir skal altíð vera tøk umborð.
Stk. 3. Fyristøðufelagið skal hava mannagongdir, ið tryggja, at samband altíð fæst við lækna, og at hesin um neyðugt kann koma umborð.
§ 73. Heilivágur og útgerð til sjúkra- og heilsurøkt skulu altíð vera tøk í hóskandi nøgdum til dagliga nýtslu og í tilbúgvingarstøðum. Heilivágurin skal lúka lógarkrøv.
§ 74. Fyristøðufelagið skal tryggja, at starvsfólk eru heilsuliga før fyri at røkja arbeiðið, tey eru sett til.
Stk. 2. Heilsustøðan skal skjalprógvast við heilsuváttan fyri tey, ið taka lut í kolvetnisvirkseminum.
§ 75. Framleiðsla, innballing, goymsla, flutningur og útboð av matvørum skulu vera samsvarandi matvørulóggávuni.
Kapittul 10
Tilbúgving
§ 76. Samskiftisskipanirnar skulu taka sær av innanhýsis og uttanhýsis boðgeving, ávaring og samskifti undir vanligum arbeiði, undir til- og avrigging og í vanda- og vanlukkustøðum.
Stk. 2. Havstøðir skulu hava samskiftisútgerð til talu og dátuflutning til land alt samdøgrið. Samband skal til hvørja tíð kunna fáast við aðrar havstøðir, skip og tyrlur.
§ 77. Tilbúgvingarætlanir skulu gerast. Hesar skulu lýsa neyðug tiltøk, sum skulu setast í verk tá nærri lýstar vanda- og vanlukkustøður koma upp.
Stk. 2. Tilbúgvingarætlanin skal lýsa á hvønn hátt neyðuga orkan verður tikin í brúk.
Stk. 3. Tilbúgvingarætlanin skal áhaldandi dagførast og áseta hvør hevur ábyrgdina av hesum.
Stk. 4. Tilbúgvingarætlanin skal fevna um heilsutilbúgving og tilbúgving við bráðfeingis dálking av havumhvørvinum.
§ 78. Tilbúgvingarbygnaðurin skal byggja á nærri lýst tilbúgvingartiltøk.
Stk. 2. Tá uppgávur og arbeiði í tilbúgvingarbygnaðinum verða áløgd ávísum persóni, skal ansast eftir at tey eru sambærilig við hansara dagliga starv.
§ 79. Starvsfólk skulu hava staðið grundleggjandi trygdar- og tilbúgvingarskeið eftir galdandi vesturevropeiskum reglum.
Stk. 2. Krøv til førleika í trygd og tilbúgving skulu setast øllum starvsfólkum. Serstøk krøv skulu setast starvsfólki, sum:
1) tekur lut í stovnan, viðlíkahaldi og framhaldandi umbøting av tilbúgvingini og
2) er við í tilbúgvingarbólkum og í tilbúgvingarleiðsluni.
Stk. 3. Venjingarætlanir skulu gerast fyri øll, sum eru partur av tilbúgvingarbygnaðinum, og venjingarskráir skulu gerast við støði í nærri lýstum vanda- og vanlukkustøðum.
§ 80. Ávarast skal um vanda- og vanlukkustøður manuelt ella gjøgnum sjálvvirkandi ávaringarskipanir til høvuðseftirlitsrúmið.
Stk. 2. Ávarðingar yvirhøvur skulu gerast við ljóð- og ljósbáknum.
§ 81. Fyristøðufelagið skal, har tað er hóskandi, formliga samskipa tilbúgvingarætlanir og –orku á egnari havstøð við onnur fyristøðufeløg, aðrar loyvishavarar og almennar tilbúgvingarætlanir og -orku.
Kapittul 11
Bori- og brunnvirksemi
§ 82. Knattstøðan á brunninum skal vera lýst í landafrøðiligum longdar- og breiddarstigum og vera í samsvari við ETRS89.
Stk. 2. Áðrenn farið verður undir bori- ella brunnvirksemi, skal staðseting á umlættingarbrunni ásetast.
Stk. 3. Tilætlað staðseting av brunni og brunnrás í havbotninum skal ikki vera nærri marknalinju til grannaloyvi ella meginlandsstøði hjá øðrum landi enn óvissan í ETRS89 treytar.
Stk. 4. Upplýsingar um staðseting av brunnrás skulu altíð vera atkomuligar.
§ 83. Umboð hjá fyristøðufelagnum og tann, ið hevur ábyrgd av rakstrinum av boriútbúnaðinum ella brunninntrivsútgerðini og leiðararnir fyri bori- og brunnvirksemi, sum er í gongd, skulu hava førleika í trýsteftirliti.
§ 84. Boristaðið skal veljast soleiðis, at vandin fyri ervagassi ella øðrum jarðvætum er so lítil sum møguligt.
Stk. 2. Greitt skal verða frá, hvussu ætlanin er, at havstøðin og útgerðin skulu handfara ervagass og vatn undir trýsti.
§ 85. Fóðrirør og brunnfesti skulu gerast soleiðis, at brunnurin verður verandi óskalaður. Tað skal vera gjørligt at kvetta fóðrirør uttan brúk av spreingievnum.
§ 86. Tá byrging ella partur av byrging verða ísett, skal tað staðfestast, at hesi lúka ásett krøv til brunnbyrgingar.
Stk. 2. Svíkur brunnbyrging, skal fyristøðufelagið seta tiltøk í verk at varðveita eitt forsvarligt trygdarstig inntil byrgingin er endurnýggjað. Ímeðan skal onki annað arbeiði gerast í brunninum.
Stk. 3. Bøtandi tiltøk skulu setast í verk, tá arbeiði hava við sær at byrgingin viknar ella ikki longur lýkur kravinum til byrging.
Stk. 4. Nágreiniligar mannagongdir skulu gerast fyri, hvussu tamarhald fæst á brunnspørkum, og starvsfólk skulu javnan hava venjing í mannagongdunum.
Stk. 5. Metast skal um tørvin á reisirørsmarginali samanborið við vandan fyri at byrging ikki heldur.
§ 87. Nøktandi nøgd av borivætu skal vera liðugt blandað á havstøðini til brúks um vandi er á ferð.
§ 88. Tað skal bera til at flyta havstøðina burtur frá brunninum um ótemjandi útblástur berst á ella um aðrir vandar eru. Mannagongdir skulu vera gjørdar fyri, hvussu koplað verður úr, og hvussu havstøðin verður flutt.
§ 89. Mátingar av trýsti og staðfesting av styrki í jarðløgunum, skulu byrja í seinasta lagi áðrenn byrjað verður at bora niður úr festirøri.
Stk. 2. Veikasta jarðlagsstyrkin í brunninum skal vera roknað út. Er styrkin ikki nøktandi, skal restin av boriætlanini dagførast og rættleiðandi tiltøk setast í verk.
Stk. 3. Tekin úr brunninum um at jarðlagstrýstið nærkast ella fer uppum trýstið í brunninum, skulu kunna skrásetast í nóg góðari tíð til, at møguligur floymur ikki ger at brunnurin ella havstøðin koma í vanda.
§ 90. Arbeiðsligar avmarkingar av brunnroynd skulu allýsast við atliti at sjálvari royndini, tøkniligu fortreytunum á havstøðini umframt umhvørvi og veðri og vindi.
§ 91. Fyristøðufelagið skal tryggja at neyðugar og álítandi upplýsingar verða savnaðar til eftirmeting av eginleikunum í brunninum og jarðgoymsluni.
§ 92. Áðrenn farið verður frá brunninum, skal fyristøðufelagið lata gera skráir og ætlanir, til tess at prógva at jarðvæta ikki fær runni millum jarðløgini ella upp í sjógv.
Stk. 2. Brunnurin skal tryggjast við í minsta lagi tveimum byrgingum.
Stk. 3. Fyribils propping av brunninum skal gerast soleiðis, at tað er gjørligt á tryggan hátt at kopla í aftur brunnin.
§ 93. Eftirlitsútgerðin á brunninum skal trýst- og royndarkoyrast sambært altjóða viðurkendum standardum.
Kapittel 12
Sjóvirksemi v.m.
§ 94. Fyristøðufelagið skal gera ætlan um staðseting av havstøðini, um neyðugt eisini akkersætlan og ætlanir um arbeiði í sjógvi til uppseting av botnútgerð. Ætlanirnar skulu grundast á gjørdar greiningar.
Stk. 2. Arbeiðsligar avmarkingar skulu allýsast, skjalfestast og dagførast samsvarandi royndunum við havstøðini.
§ 95. Val av útgerðarflokki til dýnamiska positionering skal vera samsvarandi IMO/ MSC 645 rundskrivi.
Stk. 2. Fyristøðufelagið skal syrgja fyri, at starvsfólk, sum taka lut í boriarbeiði og tey, sum stýra skipanina til dýnamiska positionering, halda seg til galdandi mannagongdir fyri samvirkan millum tílík arbeiði.
§ 96. Hjálparskip og onnur skip, sum taka lut í kolvetnisvirkseminum, skulu lúka krøvini, ið sjóvinnulóggávan setir tílíkum skipum.
§ 97. Lyftiarbeiði skal verða gjørt sambært viðurkendum reglum og eginkrøvum, sum gjøllari ásett í mannagongdum fyri tryggum arbeiði.
Stk. 2. Øll, sum taka lut í lyftiarbeiði, skulu hava tvívegis radiosamskiftisútgerð.
§ 98. Flutningur av starvsfólki við lyftiútgerð skal avmarkast í mest møguligan mun, og bert gerast, um loyvi er fingið frá stjóranum á havstøðini. Lyftiútgerðin skal vera góðkend til endamálið.
§ 99. Farmur til og frá havstøðini skal vera merktur við vekt og innihaldi.
Sætti partur. Upplýsingar og skjalfesting
Kapittul 13
Skjalfesting, frágreiðingar v.m.
§ 100. Tann, ið stendur fyri virkseminum, skal seta í verk skipanir til savnan, goymslu og viðgerð av upplýsingum og skjalfesting.
Stk. 2. Upplýsingar og skjalfestingar skulu latast avvarðandi myndugleikum uttan kostnað.
§ 101. Loyvishavarar, eigarar ella brúkarar av havstøðum, skulu savna dátur og upplýsingar í loyvisskeiðnum og goyma tær so leingi, sum tað er neyðugt til forsvarligt kolvetnisvirksemi. Tilfarið skal goymast á slíkan hátt at tað kann verða lisið, avlurtað, framvíst, yvirført ella endurskapað á annan hátt.
Stk. 2. Dátur og upplýsingar skulu, tá goymslutíðin er av, bjóðast avvarðandi myndugleikum.
§ 102. Skulu dátur og upplýsingar vera mettar sum skjalatilfar, skal talan vera um eina avmarkaða og samanhangandi nøgd av dátum og upplýsingum, ið eru framleidd og goymd til eitt ávíst endamál.
§ 103. Umsóknir um góðkenning av bori- og brunnvirksemi sambært § 15 í kolvetnislógini skulu latast inn í fimm eintøkum, og skal eitt eintak vera teldutøkt. Umsóknin skal í minsta lagi innihalda:
1) viðkomandi tøkni- og virkisligar upplýsingar til at meta um, hvørt havstøðin er hóskilig at arbeiða á viðkomandi havøki,
2) umhvørvisfylgjumeting sambært § 23 í kolvetnisvirksemislógini,
3) fullfíggjaða og samskipaða váða- og tilbúgvingargreining sambært § 16,
4) meting av boriøki við atliti at ervagassi, ervavatni undir trýsti, svávulbrintum og eginleikum í havbotninum,
5) tilbúgvingarætlanir fyri fólk, umhvørvi og tinglig virði,
6) tilbúgvingarætlan fyri boring av umlættingarbrunni, skuldi útblástur komið fyri,
7) forsøgn og ætlan fyri boring ella ætlan fyri brunninntrivum,
8) fyristøðufelagið skal gera royndarætlan við lýsingum av royndarøkjum, útgerð og mannagongdum, áðrenn brunnroyndir verða gjørdar,
9) ætlan fyri sigling,
10) manningar-, vaktarskiftis- og upplæringarætlanir og
11) virkisætlan fyri trygd og arbeiðsumhvørvi.
Stk. 2. Fyristøðufelagið skal við støði í aktuellum upplýsingum gera eina ítøkiliga royndarætlan, við lýsingum av royndarøki, útgerð og mannagongdum. Endalig royndarætlan skal góðkennast av Oljumálastýrinum.
§ 104. Vaktar- og Bjargingartænastan skal hava fráboðan um, hvar havstøðin væntandi fer at liggja og um endaligu knattstøðuna, tá farið verður undir kolvetnisvirksemið.
§ 105. Teldutøk frágreiðing um bori- og brunninntrivsvirksemið skal sendast Oljumálastýrinum dagliga. Frágreiðingin skal í minsta lagi geva upplýsingar um:
1) siglingarvirksemi,
2) støðuna viðvíkjandi boriforsøgnini og boriætlanini,
3) veður og vind,
4) starvsfólk umborð og
5) hildnar venjingar í trygd- og tilbúgving.
§ 106. Endalig frágreiðing um bori- og brunninntrivsvirksemið skal latast inn í trimum eintøkum, og skal eitt eintak vera teldutøkt. Frágreiðingin skal í minsta lagi geva upplýsingar um:
1) arbeiðsætlan, endamál og úrslit,
2) niðurstøðu og tilmæli,
3) lýsing av brunni,
4) frávik frá upprunaligari arbeiðsætlan og mannagongdum,
5) brunnroyndir við úrslitum,
6) kostnað í mun til kostnaðarmeting og
7) tíðarnýtslu í mun til ætlan.
§ 107. Frágreiðing um fólkaskaða á havstøðini ella umborð á skipum sum lasta og lossa, skal sendast Oljumálastýrinum í seinasta lagi 9 dagar eftir at skaðin hendi. Frágreiðingin skal skrivast á oyðublað, sum Oljumálastýrið útflýggjar.
§ 108. Frágreiðingar um hildnar venjingar í trygd og tilbúgving, ið fevna um alla tilbúgvingarskipanina, skulu í minsta lagi geva upplýsingar um:
1) ætlan og endamál umframt úrslit og
2) niðurstøður og tilmæli.
§ 109. Myndugleikar á landi skulu alt fyri eitt hava fráboðan sambært talvuni niðanfyri. Skrivlig váttan skal vera somu myndugleikum í hondum í seinasta lagi tveir tímar eftir at tilburðurin hendi ella kom í ljós.
Stk. 2. Er ivi um, hvørt tilburðurin kemur undir tey viðurskifti, ið nevnd eru í talvuni niðanfyri, ella um støðan kann elva til álvarsaman vanda ella bráðvanda, skal fráboðast alt fyri eitt.
Fráboðanartalva
|
|
MRCC HAVN |
OLJU- MÁLA- STÝRIÐ |
DEILDIN FYRI ARBEIÐS- OG ALMENNA- HEILSU |
LANDS- SJÚKRA- HÚSIÐ |
FØROYA LAND- FÚTI |
VÁGA FLOG- HAVN |
HEILSU- FRØÐI- LIGA STARVS- STOVAN |
LANDS- LÆKNIN |
|
Farsóttir ella mateitranir |
|
X |
X |
X |
|
|
X |
X |
|
Deyði og álvar- sligir fólka- skaðar |
X |
X |
X |
X |
X |
|
|
|
|
Spreingingar, eldar og tilrend til eld |
X |
X |
X |
X |
X |
|
|
|
|
Bráfeingis dál- king ella vandi fyri slíkari |
X |
X |
|
|
X |
|
X |
|
|
Gasslekar |
X |
X |
X |
X |
|
|
X |
|
|
Útblástrar |
X |
X |
X |
X |
X |
|
X |
|
|
Tyrluvanlukkur |
X |
X |
X |
X |
X |
X |
|
|
|
Hendingar í sam- band við geisla- virknar keldur |
X |
X |
X |
|
|
|
X |
X |
|
Aðrar vanda- og vanlukkustøður |
X |
X |
X |
|
X |
|
|
|
|
Brotsverk |
|
X |
|
|
X |
|
|
|
§ 110. Eftirlitsmyndugleikar skulu hava fráboðan, tá tilbúgvingarstøðan er avhæsað og áðrenn fyristøðufelagið tekur vanliga virksemið uppaftur.
Sjeyndi partur. Eftirlit, kæra, revsing v.m.
Kapittul 14
Eftirlit, kæra, revsing v.m.
§ 111. Oljumálastýrið ella aðrir eftirlitsmyndugleikar hava eftirlit við, at reglur og treytir sambært hesi kunngerð verða hildnar.
§ 112. Tann, ið brýtur reglurnar í hesi kunngerð ella reglur givnar sambært kunngerðini, ikki aktar boð ella forboð ásett í kunngerðini ella við heimild í kunngerðini, verður revsaður við bót ella hefti.
Stk. 2. Arbeiðsgevari, ið brýtur reglur, boð og forboð í kunngerðini ella reglur, boð og forboð givnar sambært kunngerðini, kann verða revsaður við bót, sjálvt um brotið ikki er framt tilætlað ella av ósketni.
Stk. 3. Verður brotið framt av partafelagi, smápartafelagi, lutafelagi ella tílíkum feløgum, kann bótin verða kravd av felagnum sjálvum.
§ 113. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Oljumálastýrið, 8. mars 2001
Eyðun Elttør (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)