Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. mars 2023Nr. 34
Kunngerð um broyting í kunngerð um lærusáttmálar, umsitingargjald o.a.
(Áseting um, at Yrkisdepilin innskrivar lærling í skúla)
§ 1
Í kunngerð nr. 99 frá 12. juli 2011 um lærusáttmálar, umsitingargjald o.a., verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 22, stk. 10 og § 31, stk. 3 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yvkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, verður ásett:”
2. § 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. Yrkisdepilin, sum fyrisitur ráðsskipanina hjá Yrkisútbúgvingarráðnum, veitir sáttmálapørtunum hjálp og ráðgeving í sambandi við, at lærusáttmáli verður undirskrivaður.”
3. § 5, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Tá ið Yrkisdepilin hevur góðkent lærusáttmálan, innskrivar Yrkisdepilin lærlingin til góðkendan yrkisskúla.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 14. mars 2023
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)