Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mars 1996Nr. 25
Kunngerð um at merkja liðugt pakkaðar matvørur
Við heimild í §§ 23, 24, 41, 42 og 51 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. hevur landsstýrið fyrisett:
1. kapittul
Øki, allýsingar
§ 1. Henda kunngerð fevnir um at merkja liðugt pakkaðar matvørur og matveitingar, ætlaðar til sølu í Føroyum.
Stk. 2. Kunngerðin fevnir ikki um merking av tilsetingarevnum.
Stk. 3. Kunngerðin fevnir ikki um merking av matvørum til útflutnings.
§ 2. Liðugt pakkaðar matvørur eru matvørur, pakkaðar í smásølueindir, áðrenn tær verða bodnar út til sølu, og sum fyrst eru ætlaðar at verða latnar upp av brúkaranum sjálvum.
§ 3. Matveitingar eru liðugt pakkaðar matvørur, antin pakkaðar í smásølueindir ella í størri eindir, seldar til stórkøkar, flutningsfør, sum proviantur ella sum matur út av húsinum til størri samkomur o.t.
§ 4. Tilfar eru øll evni, sum eru nýtt at gera ella virka eina matvøru, og sum eru í tí lidnu vøruni.
Stk. 2. Er tilfar samansett av fleiri tilfarspørtum, skal hvør tilfarspartur roknast sum eitt serstakt tilfar.
§ 5. Tíðarfesting fyri haldføri á einari matvøru er seinasti dagurin/mánaðurin/árið matvøran varðveitir sínar serligu eginleikar, um hon verður goymd sum fyriskrivað.
§ 6. Sukurvørur eru matvørur, sum bert innihalda sukur ella har meginparturin av vøruni er sukur. Tað vil siga sukur, hunangur, sjokoláta, konfekt, marsipan, sukurkrem, kokosbollar, bomm, lakresvørur, gummibomm, tyggigummi o.t.
§ 7. Leysasøla er søla av matvørum, tá viðskiftafólkið sjálvt, á staðnum, tekur avgerð um nøgd, stødd, tal ella vekt á vøruni/vørunum, sum verða keyptar. Vørurnar eru í flestu førum ópakkaðar og verða seldar um disk, so sum bakaravørur, vørur frá krásadeild o.l. Leysasøla í sjálvtøku kann vera góðgæti, sum fólk sjálvi koyra í posar.
2. kapittul
Almennar fyriskipanir
§ 8. Merkingin skal halda væl, vera eyðlisin og síggjast væl.
Stk. 2. Merkingin skal standa á sjálvari sølueindini, og skal vera á føroyskum ella á øðrum nærskyldum máli.
Stk. 3. Vøruheiti, nettoinnihald, haldføri og alkoholinnihald skal standa saman.
Stk. 4. Á vørum til matveitingar er nóg mikið at merkja hvørt kolli.
§ 9. Liðugt pakkaðar matvørur skulu vera merktar við hesum upplýsingum:
1) Løggildingar-/góðkenningar nr. ella navn og atstaður á framleiðara ella virki.
2) Upprunaland, um so er, at tað er villleiðandi fyri brúkaran, um henda upplýsing ikki stendur.
3) Vøruheiti sambært §§ 10-11.
4) Haldføri og serligar goymslu- og nýtsluleiðbeiningar sambært §§ 12-16.
5) Tilfar sambært §§ 17-21.
6) Nettoinnihald sambært §§ 22-24.
3. kapittul
Vøruheiti
§ 10. Matvøra skal merkjast við vøruheiti.
Stk. 2. Vøruheiti er tað heitið, sum vanliga verður nýtt um matvøruna. Er onki heiti, sum er vanliga kent millum fólk, kann frágreiðandi heiti nýtast, sum greitt sigur frá, av hvørjum slagi matvøran er.
§ 11. Matvøruheitið skal greitt lýsa, hvussu matvøran er viðgjørd. Framgongur hetta ikki av vøruheitinum, skal viðgerðarhátturin tilskilast áðrenn ella aftaná vøruheitið, um tað kann hava við sær, at brúkarin fer at ivast, um upplýsingin ikki stendur.
4. kapittul
Haldføri, goymslu- og nýtslufyriskipanir
§ 12. Tá tíðarfestingin fyri haldføri verður skrivað, skal tilskilast:
1) “Heldur sær í minsta lagi til... “ tá tíðarfestingin tilskilar ein ávísan dag, ella
2) “Heldur sær í minsta lagi til og við... “ tá tíðarfestingin tilskilar ávíst tíðarskeið, t.d. mánað ella ár.
Stk. 2. Tá talan er um serliga viðbreknar matvørur, sum av mikrobiologiskum orsøkum spillast skjótt, og tí kunnu verða vandamiklar sum fólkamatur, skal tíðarfestingin fyri haldføri tilskilast við: “Seinasti nýtsludagur... “
§ 13. Dagfestingin fyri haldføri skal standa beint eftir tilskilanina í § 12, ella skal á hesum stað vera víst á, hvar á sølueindini dagfestingin stendur.
Stk. 2. Dagfestingin skal skrivast skilliga og vera eyðlisin, og hon skal tilskila dag, mánað og ár. Øvugt raðfylgja kann nýtast, um allar tríggjar upplýsingar verða nýttar: ár, mánaður og dagur.
Stk. 3. Á matvørum har haldførið er:
1) styttri enn tríggjar mánaðir, er nóg mikið at skriva dag og mánað
2) longri enn tríggjar mánaðir, men styttri enn hálvt annað ár, er nóg mikið at skriva mánað og ár
3) longri enn hálvt annað ár, er nóg mikið at skriva árið.
§ 14. Tíðarfesting fyri haldføri krevst ikki á hesum vørum:
1) Nýggjari, óvirkaðari frukt og nýggjum, óvirkaðum grønmeti, tó undantikið spírað fræ og sprotar.
2) Drykkjuvørum við alkoholprosenti, sum er 10% volumen ella meiri.
3) Ediki
4) Sukur og sukurvørum
§ 15. Skal matvøran goymast á ein ávísan hátt, um hon skal halda sær, sum fyriskrivað í tíðarfestingini, skal goymsluhátturin tilskilast á pakkanum.
§ 16. Er vandi fyri, at ein matvøra ikki verður nýtt á rættan hátt, um hetta ikki stendur á pakkanum, skal nýtsluhátturin tilskilast.
5. kapittul
Tilfar
§ 17. Matvørur samansettar úr ymiskum tilfari skulu merkjast við einari tilfarsskrá, sum tilskilar, hvat tilfar er nýtt í vøruni.
Stk. 2. Hesi krøv verða sett tilfarsskránni:
1) Alt tilfarið, sum er nýtt í vøruni, skal nevnast við sínum vanliga heiti.
2) Tað ymiska tilfarið skal raðfestast eftir vekt, fyrst tað tyngsta og síðani niðureftir.
3) Er ein vøra samansett av ymiskum tilfari, har onki av tilfarinum er høvuðspartur av vøruni, og har tað ikki ber til at nevna tilfarssløgini í fallandi vekt, kunnu tey ymisku tilfarini nevnast í tilvildarligari raðfylgju, treytað av, at tað verður tilskilað: “Í skiftandi nøgdum í mun til hvørt annað “.
4) Fyri tilfar, sum er samansett av fleiri tilfarspørtum, og sum er meiri enn 25% av vøruni, skulu tilfarspartarnir nevnast niðanfyri ella við síðuna av heitinum á samansetta tilfarinum. Hesir tilfarspartar skulu nevnast í fallandi vekt ella sum tilskilað í nr. 3.
Stk. 3. Vatn skal bert nevnast í tilfarsskránni, um tað er 5% ella meiri av lidnu vøruni.
§ 18. Tilfar í turkaðum ella samandrignum matvørum kann skrivast eftir vekt, tá vøran er endurskipað, um henda verður endurskipað við vatni, og tað verður tilskilað: “Tilfar í endurskipaðari matvøru “.
Stk. 2. Turkað ella samandrigið tilfar, sum verður endurskipað í framleiðsluni av einari matvøru, kann skrivast við sínari uppruna vekt, áðrenn endurskipanina.
§ 19. Ongin tilskilan av tilfari krevst fyri:
1) Matvøru gjørdari úr einum tilfari.
2) Óviðgjørdari frukt og óviðgjørdum grønmeti.
3) Vatn, sum onki annað enn kolsýra er latin útí, og tað sæst á heitinum, at kolsýra er latin í.
4) Vatn í laka, sum vanliga ikki verður drukkin.
5) Edik framleiddan við gering, um hasin bara stavar frá einum grundúrdrátti, og onki annað tilfar er í.
6) Ost, smør, súrgað mjólk ella róma, um ikki annað tilfar er í enn mjólkarúrdráttir, kveikar og aldar mikroorganismur, sum eru neyðugar í framleiðsluni, ella tað salt sum skal til at framleiða annan ost enn feskan ost og bræðiost.
7) Drykkjuvørur við meiri enn 1,2 rúmdarprosentum av alkoholi.
8) Matvørur, sum verða framleiddar, liðugt pakkaðar og bodnar út í leysasølu í somu smásølu.
§ 20. Inniheldur ein matvøra tilfar ella tilfarspartar í smáum nøgdum, sum dentur verður lagdur á í merkingini ella í vøruheitinum, skal nøgdin av hesum tilfari/tilfarspørtum skrivast beint við vøruheitið. Nøgdin av tilfarinum/tilfarspørtunum skal tilskilast í prosentum, og verða roknað út frá nøgdini/nøgdunum nýtt í framleiðsluni.
§ 21. Drykkjuvørur við meiri enn 1,2 rúmdarprosentum av alkoholi skulu merkjast við upplýsing um veruliga alkoholinnihaldið.
Stk. 2. Alkoholinnihald skal merkjast við % vol. aftanfyri.
6. kapittul
Nettoinnihald
§ 22. Matvørur skulu merkjast við nettoinnihaldi:
1) nettorúmd, tá talan er um flótandi matvørur, ella
2) nettovekt, tá talan er um aðrar matvørur.
Stk. 2. Fyri matvørur í laka sambært stk. 3, har lakin vanliga ikki verður etin, skal nettovektin á avveiddu matvøruni eisini tilskilast.
Stk. 3. Laki er vatn, edikur, vatnut saltloysing, sukurloysing, frukt- og grønmetisloysingar og aðrar evnisloysingar.
§ 23. Er ein liðugt pakkað vøra í tveimum ella fleiri eins pøkkum, verður nettovektin í hvørjum pakka sær tilskilað, og hvussu nógvir pakkar eru. Henda tilskilan er ikki neyðug, um skilliga sæst uttanífrá, hvussu nógvir pakkar eru, og um upplýsingin um nettoinnihaldið í tí einstaka pakkanum er lætt at síggja uttanífrá, í hvussu er á einum pakka.
§ 24. Tilskilan av nettoinnihaldi er ikki neyðug:
1) á matvørum, har innihaldið er minni enn 5 gramm ella 5 ml, tó ikki galdandi fyri krydd og kryddurtir.
2) á sukurvørum í pakkum lættari enn 50 gramm.
7. kapittul
Eftirlit, umsjón
§ 25. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við, at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar. Hetta eftirlit verður at fremja fyri kommununnar rokning, og gjaldið verður eftir gjaldskránni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
§ 26. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann geva tey boð ella forboð, sum eru neyðug fyri at tryggja, at kunngerðin verður hildin. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann eisini gera av, at hald skal verða lagt á vørur, sum ikki lúka krøvini í kunngerðini, at beinast skal fyri vørunum, at vørurnar kunnu endurnýtast á ein hvønn hátt, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan ásetur, og at virki skulu taka matvørurnar úr aftur smásølunum.
§ 27. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann gera leiðbeiningar um útinning av hesi kunngerð og sýnistøkur í hesum sambandi.
8. kapittul
Undantaksloyvi
§ 28. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann, um serlig viðurskifti tala fyri tí, geva undantaksloyvi í ásetingunum í hesi kunngerð.
9. kapittul
Revsing, gildiskoma
§ 29. Brot á hesa kunngerð verða revsað við bót, hefting ella fongsul upp í 1 ár.
§ 30. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Bannað er at selja matvørur, sum ikki lúka krøvini í hesi kunngerð, frá 1. apríl 1997.