Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. apríl 2010Nr. 25
Kunngerð um elektrikaraútbúgving
Við heimild í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 16, stk. 2, § 17, stk. 2, og § 18, stk. 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 15 frá 16. mars 2006, verður ásett:
Kapittul 1
Endamál og bygnaður
§ 1. Útbúgvingin til elektrikara skal:
1) geva lærlinginum førleika at útinna tað handverk, ið er knýtt at arbeiðinum,
2) leggja grundarlag undir framtíðar yrki og framhaldandi útbúgving,
3) menna tann einstaka og hjálpa viðkomandi til samfelagsliga fatan,
4) geva lærlinginum førleika at samstarva við sínar arbeiðsfelagar og leiðsluna á virkinum,
5) geva lærlinginum førleika at tilrættaleggja arbeiðið á skilagóðan hátt, og
6) geva lærlinginum førleika at seta seg inn í galdandi reglur og lóggávu innan starvsøkið.
Stk. 2. Tann útbúni elektrikarin skal kunna arbeiða sjálvstøðugt og í samsvari við galdandi reglur og lóggávu. Elektrikarin skal kunna finna brek, umvæla, góðskutryggja og halda viðlíka elektriskar skipanir.
Stk. 3. Yrkisútbúgvingin hevur tvær sergreinir:
1) ljós- og stýringartøkni, og
2) samskiftis- og tryggingartøkni
Stk. 4. Sergreinin verður vald, tá ið lærusáttmáli verður skrivaður við virkið. Virkið skal vera góðkent sum lærupláss í viðkomandi sergrein.
Stk. 5. Skúlagongdin í sergreinini ljós- og stýringartøkni fer fram í føroyskum yrkisskúla.
Stk. 6. Í sergreinini samskiftis- og tryggingartøkni fer 1. skúlaskeið fram í føroyskum yrkisskúla. Innihaldið í hesum skúlaskeiði er tað sama sum í sergreinini ljós- og stýringartøkni. Írestandi skúlaskeiðini fara fram á donskum yrkisskúla.
§ 2. Lærutíðin í sergreinini ljós- og stýringartøkni er 4 ár.
Stk. 2. Í sergreinini samskiftis- og tryggingartøkni er lærutíðin sambært longdini á útbúgvingini í Danmark.
§ 3. Skúlagongdin í sergreinini ljós- og stýringartøkni er 55 vikur.
Stk. 2. Býtið millum verkligu læruna og skúlagongdina er skipað soleiðis:
1) Verklig læra,
2) 1. skúlaskeið, 20 vikur,
3) verklig læra , uml. 30 vikur,
4) 2. skúlaskeið, 10 vikur,
5) verklig læra , uml. 30 vikur,
6) 3. skúlaskeið, 10 vikur,
7) verklig læra , uml. 30 vikur,
8) 4. skúlaskeið, 10 vikur,
9) verklig læra , uml. 30 vikur,
10) 5. skúlaskeið, 5 vikur, og
11) verklig læra restina av lærutíðini.
Kapittul 2
Innihaldið í útbúgvingini
Skúlaparturin
§4. Samlaða skúlagongdin í elektrikaraútbúgvingini er 2200 tímar, av hesum er skemalagda undirvísingartíðin 1980 tímar, sbr. 4, stk. 2 í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar.
Stk. 2. Skemalagda undirvísingartíðin er lutað sundur sbr. § 12, stk. 2 í lógini.
§ 5. Skemalagda tímatalið til yrkislærugreinir fyri sergreinina ljós- og stýringartøkni er tilsamans 1320 tímar við hesum lærugreinum:
Lærugrein |
Ravmagnslæra |
Diagramlæra |
Stýringar |
Innlegging og elektrotøkni, byrjanarstig |
Innlegging og tilgerðartøkni, vanastig |
Innlegging og dimensionering, framkomið stig |
Elektrotøkni, vanastig |
Elektrotøkni, framkomið stig |
Góðskustýring, byrjanarstig |
Góðskustýring, vanastig |
Góðskustýring, framkomið stig |
Stýringartøkni, vanastig |
Stýringartøkni, framkomið stig |
Sjálvirkandi skipanir, framkomið stig |
Vitugar innleggingar, framkomið stig |
Ljósskipanir, framkomið stig |
Orkutøkni |
§ 6. Høvuðsevnini í yrkislærugreinunum verða neyvari lýst í lesiætlan fyri hesar lærugreinir, sbr. kunngerð um lesiætlanir í yrkislærugreinum.
§ 7. Skemalagda tímatalið til almennar lærugreinir fyri sergreinina ljós- og stýringartøkni er tilsamans 460 tímar við hesum lærugreinum:
Lærugrein | Tímatal |
Føroyskt E | 80 |
Enskt E | 80 |
Støddfrøði E | 80 |
Støddfrøði D | 60 |
Alisfrøði E | 80 |
Arbeiðsumhvørvi | 80 |
Í alt: | 460 |
§ 8. Skemalagda tímatalið til vallærugreinir er tilsamans 200 tímar, og innihaldið verður neyvari lýst í viðkomandi lesiætlan.
Verkligi parturin
§ 9. Á læruplássinum skal lærlingurin gjøgnumganga og arbeiða við øllum teimum viðkomandi arbeiðsuppgávunum, sum eru á virkinum. Hesar uppgávur verða neyvari lýstar í arbeiðsætlan fyri verkliga partin, ið avvarðandi yrkisnevnd tilevnir og góðkennir.
Stk. 2. Um læruplássið ikki kann geva lærlinginum møguleika at arbeiða við øllum arbeiðsuppgávunum í sergreinini, kann læruplássið gera avtalu við útisetavirki, so at lærlingurin fær upplæring í teimum arbeiðsuppgávum, sum vanta.
Stk. 3. Avvarðandi yrkisnevnd skal góðkenna avtalur eftir stk. 2 millum lærupláss og útisetavirki.
Kapittul 3
Eftirmeting áðrenn sveinaroynd
1. skúlaskeið
§ 10. Eftir 1. skúlaskeið verður hildin roynd í yrkislærugreinum og próvtøka í almennum lærugreinum sambært § 13 í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar.
Stk. 2. Í almennum lærugreinum, sum Mentamálaráðið tekur út, verður farið til próvtøku tríggjar ferðir í 1. skúlaskeiði.
Stk. 3. Próvtøkurnar í almennum lærugreinum fara fram sambært ásetingum í lesiætlanini fyri einstøku lærugreinina.
Fylgjandi skúlaskeið
§ 11. Fakliga støðið hjá einstaka lærlinginum skal í øllum fylgjandi skúlaskeiðum eftirmetast sambært § 19 í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar.
Stk. 2. Í almennum lærugreinum, sum Mentamálaráðið tekur út, verður farið til próvtøku eina ferð í 2. og eina ferð í 3. skúlaskeiði.
Kapittul 4
Sveinaroynd
§ 12. Tá ið lærlingurin hevur staðið skúlapartin, og áðrenn lærlingurin hevur lokið verkligu læruna, verður farið til sveinaroynd.
Stk. 2. Treytin fyri at verða tikin upp til sveinaroynd er, at lærlingur hevur staðið øll skúlaskeiðini sambært § 10 og §11.
Stk. 3. Sveinaroyndin er býtt upp í tveir partar:
1) skrivlig roynd, og
2) verklig roynd.
Stk. 4. Tann skrivliga royndin er ein samansett roynd innan yrkislærugreinirnar. Loyvdir hjálparmiðlar í hesum sambandi eru nýttar lærubøkur, fylgiskjøl og lummaroknari, góðkend av skúlanum. Lærlingurin fær 120 minuttir til at svara spurningunum.
Stk. 5. Til verkligu royndina verður ein uppgáva gjørd í sambandi við skúlaundirvísingina og ein munnlig framløga við støði í tí elektrotøkniliga innihaldinum í verkligu uppgávuni.
Stk. 6. Tann verkliga uppgávan verður annaðhvørt gjørd einsæris ella í bólki.
Stk. 7. Lærlingurin ella bólkurin fær 100 klokkutímar til verkligu uppgávuna og 20 minuttir til framløguna fyri hvønn lærling.
§ 13. Fyri skrivliga partin av sveinaroyndini geva lærarin og báðir metingardómararnir í felag eitt próvtal.
Stk. 2. Fyri verkliga partin av sveinaroyndini geva lærarin og báðir metingardómararnir í felag próvtal fyri ávikavist útinning av verkligu uppgávuni og munnliga yvirhoyring í elektrotøkniliga innihaldinum í uppgávuni.
Stk. 3. Í dømingini av avrikinum verður dentur lagdur á, at lærlingurin vísir hollan kunnleika til fakliga grundarlagið í yrkinum, og at lærlingurin loysir settu uppgávurnar sjálvstøðugt og á ein fullgóðan hátt.
Stk. 4. Fyri at standa royndina krevst, at próvtalið fyri skrivligu royndina og miðaltalið av próvtølunum fyri verkligu royndina bæði eru í minsta lagi 6.
Stk. 5. Sveinaroyndarpróvtalið er miðaltalið av próvtalinum fyri skrivligu royndina og miðalpróvtalinum fyri verkligu royndina.
Stk. 6. Lærlingurin fær upplýst próvtøkuúrslitið frá læraranum og báðum metingardómarunum beint eftir, at royndin er liðug.
Stk. 7. Skúlin sendir upplýsingarnar um próvtal lærlingsins, sum er givið eftir stk. 5, til avvarðandi yrkisnevnd.
Sjúkra- og endurroynd
§ 14. Sjúkra- og endurroynd verður skipað samsvarandi § 6, stk. 2 í kunngerð um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir.
Kapittul 5
Gildiskoma
§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er er eisini galdandi fyri lærlingar, sum hava byrjað læruna, áðrenn kunngerðin kemur í gildi.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 1 frá 2. januar 2007 um elektrikaraútbúgving.
Mentamálaráðið, 23. apríl 2010
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýriskvinna
/ Leivur Harryson (sign.)