Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. februar 2022Nr. 23
Kunngerð um løggilding og rakstur av elinnleggingarfyritøkum
Við heimild í § 5, stk. 1, nr. 1 og 2, § 5, stk. 2, nr. 1-3, § 8, stk. 1, nr. 1, § 10, stk. 2, § 11, stk. 2, § 23 og § 26, stk. 2 í løgtingslóg nr. 76 frá 5. mai 2021 um løggilding av elinnleggingarfyritøkum verður ásett:
Umsókn um løggilding
§ 1. Umsókn um løggilding skal latast inn til Elnevndina á umsóknarblað, ið fæst frá skrivstovu elnevndarinnar t.e. Arbeiðs- og brunaeftirlitið.
§ 2. Umsóknin skal innhalda fylgjandi:
1) Upplýsing um fysiska bústaðin hjá fyritøkuni.
2) Navn á teimum persónum, sum eru fakligir ábyrgdarar hjá fyritøkuni.
3) Upplýsing um, hvørt fakligi ábyrgdarin í fyritøkuni, sbr. nr. 2, er knýttur at fyritøkuni sum starvsettur, sum einasti eigari av eini einstaklingafyritøku ella sum luttakari í einum íognarfelag ella komandittfelag. Er umsøkjarin knýttur at fyritøkuni sum starvssettur, skal umsóknin harumframt innihalda upplýsing um, hvørt fakligi ábyrgdarin er settur við uppsagnarfreist upp á í minsta lagi 3 mánaðir eftir 6 mánaðar starvstíð.
4) Upplýsing um, hvørt fakligi ábyrgdarin í fyritøkuni er knýttur at fyritøkuni í minsta lagi 30 tímar um vikuna innanfyri fyritøkunnar vanligu handilstíð.
5) Skjalprógvan um, at fyritøkan hjá Elnevndini hevur søkt um góðkenning av góðskuleiðsluskipan síni, og at Elnevndin eftir eina fyribils gjøgnumgongd av góðskuleiðsluskipanini hevur mett skipanina nøktandi.
6) Váttan um, at fyritøkan ikki er undir trotabúaviðgerð ella avtøku.
Stk. 2. Stk. 1 er ikki galdandi fyri fyritøkur við hjávinnuløggilding, sbr. §§ 9 og 10.
Undantak
§ 3. Eftir umsókn frá løggildari fyritøku, ella frá fyritøku, ið søkir um løggilding, kann Elnevndin geva undantak frá kravinum um fakligan ábyrgdara sambært § 4, stk. 1, nr. 1 í løgtingslógini, millum annað í teimum førum, har fakligi ábyrgdarin hjá fyritøkuni:
1) er deyður,
2) er sjúkrameldaður í fleiri enn 6 vikur,
3) er í barnsburðarfarloyvi í fleiri enn 6 vikur,
4) er farin frá, og tann, ið skal koma ístaðin sum fakligur ábyrgdari, enn ikki hevur staðið løggildingarroyndina, ella
5) er farin frá, og fyritøkan hevur eina haldgóða grundgeving fyri, hví tað ikki hevur verið gjørligt at knýta annan fakligan ábyrgdara at fyritøkuni, frá tí at fyrrverandi fakligi ábyrgdarin fór frá.
Stk. 2. Umsókn um undantak skal fara fram við at nýta umsóknarblað frá Elnevndini.
Stk. 3. Tá søkt verður um undantak sambært stk. 1 skal upplýsast, um fyritøkan hevur tikið støðu til, hvussu uppgávurnar hjá fyritøkuni, ið eru fevndar av kravinum um løggilding, verða avgreiddar í tíðarskeiðinum, sum undantakið er galdandi fyri.
Stk. 4. Undantøk sambært stk. 1 kunnu gevast í eitt tíðarskeið upp í 3 mánaðir, út frá einari samlaðari meting av umstøðunum í málinum.
Stk. 5. Undantøk sambært stk. 1 kunnu í serligum førum leingjast upp í 1 ár, um fyritøkan er undir eftirliti av einari aðrari løggildari ella góðkendari fyritøku, hvørs virkisøki fevnir um sama virksemi sum fyritøkan, sum er undir eftirliti.
Stk. 6. Elnevndin kann áseta treytir fyri undantaki sambært stk. 1 og fyri leingjan av undantaki sambært stk. 5.
Stk. 7. Stk. 1-6 verða ikki nýtt upp á fyritøkur við hjávinnuløggilding.
Útinnan av vinnu við løggilding
§ 4. Ein løggild elinnleggingarfyritøka kann ikki átaka sær ábyrgd fyri arbeiði, sum er gjørt av persóni, ið ikki er í starvi hjá fyritøkuni, sbr. tó § 5.
Stk. 2. Í teimum førum, har fyritøkan, sum hevur gjørt eitt arbeiði, noktar ella ikki er før fyri at gera arbeiðið liðugt, kann ein onnur løggild fyritøka gera arbeiðið liðugt. Tann løggilda fyritøkan yvirtekur harvið ikki ábyrgdina fyri gjørda arbeiðið, men skal gera eina gjøgnumgongd av innleggingini við tí fyri eyga at tryggja, at hetta er gjørt í samsvari við galdandi reglur. Gjøgnumgongdin skal gerast sambært ásetingum frá Elnevndini hesum viðvíkjandi.
Stk. 3. Stk. 2 er eisini galdandi fyri fyritøkur við hjávinnuløggilding.
§ 5. Ein løggild fyritøka hevur ábyrgd av einum arbeiði, sum er gjørt av starvsfólki, sum ikki er í starvi í fyritøkuni, um viðkomandi starvsfólk er innleigað. Í slíkum førum skal ein skrivligur og undirskrivaður sáttmáli gerast við fyritøkuna, har viðkomandi starvsfólk vanliga er í føstum starvi. Sáttmálin skal gerast áðrenn innleigaða starvsfólkið byrjar í starvinum, og kann bert gerast fyri eitt avmarkað tíðarskeið.
Stk. 2. Tað skal framganga greitt av sáttmálanum sambært stk. 1, at fyritøkan, sum viðkomandi starvsfólk er innleigað til, hevur ábyrgdina av arbeiðinum, sum innleigaða starvsfólkið ger. Harumframt skal tað greitt framganga, hvat tíðarskeið avtalan er gjaldandi fyri.
Stk. 3. Innleigaða starvsfólkið er fevnt av góðskuleiðsluskipanini hjá fyritøkuni.
Stk. 4. Stk. 1-3 eru ikki galdandi fyri fyritøkur við hjávinnuløggilding, sbr. §§ 9 og 10.
Fakligi ábyrgdarin
§ 6. Fakligi ábyrgdarin skal vera knýttur at fyritøkuni í minsta lagi í 30 tímar um vikuna innanfyri vanligu arbeiðstíðina hjá fyritøkuni, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Elnevndin kann loyva undantak frá kravinum í stk. 1, um serlig viðurskifti gera seg galdandi, og um arbeiðsuppgávurnar hjá fyritøkuni, ið eru fevndar av kravinum um løggilding, ikki gera tað neyðugt, at fakligi ábyrgdarin er knýttur at fyritøkuni í 30 tímar um vikuna.
§ 7. Fakligi ábyrgdarin hevur til uppgávu at tryggja, at hóskandi starvsfólk verða sett at gera uppgávurnar hjá fyritøkuni, har krav er um løggilding, at starvsfólkini verða nøktandi vegleidd og at nøktandi eftirlit er við, hvussu arbeiðið verður útint.
Stk. 2. Fakligi ábyrgdarin skal tryggja, at arbeiðið verður útint í samsvari við galdandi reglur fyri elinnleggingar og í samsvari við góðskuleiðsluskipan hjá fyritøkuni.
§ 8. §§ 6 og 7 eru ikki galdandi fyri fyritøkur við hjávinnuløggilding, sbr. §§ 9 og 10.
Hjávinnuløggilding
§ 9. Hjávinnuløggilding er treytað av, at:
1) at eigarin av fyritøkuni samstundis fær góðkenning sum fakligur ábyrgdari í fyritøkuni,
2) at tað ikki eru onnur starvssett í fyritøkuni, sum gera løggildingarkravt arbeiði, og
3) at talan ikki er um størri og fakliga meira krevjandi uppgávur.
Stk. 2. Við størri og fakliga meira krevjandi uppgávur skilst m.a. innleggingar í elektriskum útbúnaði, innleggingar í størri virkisbygningum, almennum bygningum, t.d. skúlum og sjúkrahúsum og raðhúsabyggingum. Elnevndin metir í hvørjum føri sær, um talan er um størri og fakliga meira krevjandi uppgávur.
§ 10. Umsókn um hjávinnuløggilding skal latast inn saman við umsókn um góðkenning sum fakligur ábygdari.
Stk. 2. Umsókn um hjávinnuløggilding skal innihalda fylgjandi:
1) Upplýsing um, hvørji arbeiði umsøkjarin ætlar at hjávinnuløggildingin skal fevna um, sbr. § 9, stk. 1, nr. 3.
2) Fysiska bústaðin hjá fyritøkuni.
3) Navn, adressa, telefonnummar, teldupostadressa hjá eigaranum av fyritøkuni.
4) Skjalprógvan fyri, at fyritøkan hevur søkt Elnevndina um góðkenning av síni góðskuleiðsluskipan, og at Elnevndin eftir eina fyribils gjøgnugnumgongd av góðskuleiðsluskipanini, hevur mett skipanina nøktandi.
5) Váttan um, at fyritøkan ikki er undir trotabúaviðgerð ella í avtøku.
Skyldur hjá løggildum fyritøkum mótvegis Elnevndini, netfelagnum og eigarum av elektriskum útbúnaði og elektriskum innleggingum
§ 11. Fyritøkan skal fylgja ásetingum og serligum leiðbeiningum frá Elnevndini og netfelagnum.
Stk. 2. Skyldan sambært stk. 1 er eisini galdandi í samband við fráboðan um, at innleggingararbeiði fer í gongd ella er liðugt. Fyritøkan, sum útinnir innleggingararbeiðið, hevur skyldu til at boða frá.
Stk. 3. Løggildar fyritøkur skulu, í samband við alt samskifti við og fráboðanir til netfelagið, upplýsa løggildingarnummarið hjá fyritøkuni.
§ 12. Staðfestir ein løggild fyritøka brek ella aðrar manglar við einari elinnlegging, og kunnu teir ikki verða rættaðir, skal fyritøkan gera eigaran ella brúkaran varugan við hetta, umframt tann vanda og ábyrgd, sum kann standast av at brek ella manglar ikki verða fingin í rættlag.
§ 13. Netfelagið hevur heimild til at hava eftirlit við, at arbeiðið er gjørt í samsvari við galdandi ásetingar, bæði meðan arbeiðið er í gongd og tá tað er liðugt.
Stk. 2. Netfelagið kann nokta at binda í innleggingar, sum eru gjørdar í stríð við reglurnar í sterkstreymskunngerðini um trygd fyri gerð og rakstur av elektriskum innleggingum.
Stk. 3. Elinnleggingarfyritøka kann ikki uttan loyvi frá netfelagnum bróta tey innsigli, sum netfelagið hevur fest, ella gera nakrar broytingar í leiðingarútbúnaðum, ið leiða ómáldan streym, og við elmálarar, uttan so slík viðurskifti eru t.d. skammlop, fráleiðing, eldsbruni, ið ger at ábót er neyðug í stundini. Elinnleggingarfyritøkan skal, tá ið so er, beinanvegin boða netfelagnum frá tí, fyritøkan hevur gjørt.
Stk. 4. Ein løggild fyritøka verður ikki frítikin fyri ábyrgd av, at arbeiðið verður gjørt í samsvari við reglurnar í sterkstreymskunngerðini um trygd fyri gerð og rakstur av elektriskum innleggingum, tá netfelagið hevur góðkent útbúnaðin ella tekningarnar til útbúnaðin.
Stk. 5. Í sambandi við projektering og útinnan av fráboðaðum arbeiði, skal løggilda fyritøkan, um netfelagið krevur tað, lata netfelagnum allar viðkomandi upplýsingar um vav og slag av innlegging.
Revsing
§ 14. Er ikki harðari revsing ásett í aðrari lóggávu, verður við sekt revsaður tann, sum brýtur ásetingarnar í § 4, stk. 1 ella § 11, stk. 1-3.
Gildiskoma
§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Løggildingar, sum eru givnar eftir løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993 um løggilding av elinnleggjarum v.m., verða verandi í gildi við teimum avmarkingum, sum eru ásettar í einstøku løggildingunum, og skulu í seinasta lagi 1. juli 2022 verða broyttar samsvarandi nýggju reglunum.
Stk. 3. Løggildingar, sum vóru givnar áðrenn 1. januar 2022, skulu ikki lúka kravið um góðsluleiðsluskipan sbrt. §§ 2 og 7 áðrenn 1. januar 2024.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 23. februar 2022
Magnus Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)