Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. februar 2022Nr. 22
Kunngerð um góðkenning sum fakligur ábyrgdari á eløkinum
Við heimild í § 8, stk. 1, nr. 2, § 11, stk. 2 og § 23 í í løgtingslóg nr. 76 frá 5. mai 2021 um løggilding av elinnleggingarfyritøkum verður ásett:
§ 1. Umsókn um góðkenning sum fakligur ábyrgdari skal latast inn til Elnevndina á umsóknarblað, ið fæst frá skrivstovu elnevndarinnar t.e. Arbeiðs- og brunaeftirlitið.
§ 2. Umsókn sbrt. § 1 skal innihalda fylgjandi:
Fulla navn á umsøkjara.
2) Upplýsingar um umsøkjarans adressu, telefonnummar og teldupostadressu.
3) Skjalprógv um førleikagevandi útbúgving og starvsroyndir, sbr. §§ 3 og 4.
4) Skjalprógv um løggildingarroynd, sbr. § 3, stk. 2.
§ 3. Persónur, sum hevur gjøgnumført og staðið eina av niðanfyri nevndu førleikagevandi royndum, kann søkja um at verða góðkendur sum fakligur ábyrgdari, og tá treytirnar í § 7, stk. 1 og 2 í løgtingslógini annars eru loknar, sbr. tó § 6 í løgtingslógini:
1) Prógv sum elinnleggjari frá Maskinsmeistaraskúlanum ella Vinnuháskúlanum eftir tí stevnumiði um framhaldandi útbúgving innan sterkstreymstøkniliga økið, sum landsstýrið fyrisetur.
2) Elektroinstallatørprøven af 1952 eftir reglunum hjá Ministeriet for offentlige arbejder, sbr. bekendtgørelse nr. 172 af 14. maj 1952 om prøver for elektroinstallatører § 1, III, jfr. §§ 6-11.
3) Maskinmeistaraprógv eftir landsstýrisins reglum.
4) Víðkað maskinmeistaraprógv eftir landsstýrisins reglum.
5) Maskinmeistari í Danmark eftir reglum sum Styrelsen for Videregående Institutioner og Uddannelsesstøtte hevur sett.
6) Endaligt prógv sum elverkfrøðingur frá hægri lærustovni, treytað av, at Elnevndin, við serligum atliti at sterkstreymsreglugerðini, hevur góðkent tað.
7) Aðrar royndir, sum Elnevndin hevur góðkent, við í minsta lagi sama innhaldi, sum nr. 1-5.
Stk. 2. Tað er harumframt ein treyt fyri at verða góðkendur sum fakligur ábyrgdari, at umsøkjarin hevur staðið eina løggildingarroynd, sum Elnevndin hevur góðkent. Um so er, at 5 ár ella meira eru gingin frá tí degi, hesin stóð royndina, skal umsøkjarin hava havt í minsta lagi 1 árs tøkniligt starv í løggildari fyritøku.
Stk. 3. Elnevndin kann víkja frá útbúgvingarkrøvunum í stk. 1 og 2, tá hetta verður mett ráðiligt við atliti at trygd.
§ 4. Tær í § 3 nevndu útbúgvingar geva atgongd til góðkenning sum fakligur ábyrgdari, tá fylgjandi arbeiðsroyndir eru skjalprógvaðar:
1) Er umsøkjarin útbúgvin elektrikari, kann góðkenning sum fakligur ábyrgdari gevast uttan víðari krøv um arbeiðsroyndir.
2) Hevur umsøkjari aðra viðkomandi handverkaraútbúgving innanfyri elteknikk ella jarn og metal, kann góðkenning sum fakligur ábyrgdari gevast aftan á arbeiðsroyndir í 1 ár í sterkstreymstekniskari fyritøku undir ábyrgd av góðkendum fakligum ábyrgdara.
3) Elverkfrøðingar, sbr. § 3. stk. 1, nr. 6, skulu hava annaðhvørt sveinabræv sum elektrikari ella elektromekanikari ella útbúgving samsvarandi hesum ella útbúgving svarandi til hetta, ella aftan á staðið verkfrøðingsprógv hava arbeitt minst 1 ár í sterkstreymsfyritøku undir ábyrgd av góðkendum fakligum ábyrgdara.
4) Hevur umsøkjari aðra útbúgving, verður góðkenning sum fakligur ábyrgdari givin aftan á arbeiðsroyndir í 2 ár í sterkstreymstekniskari fyritøku sum elektrikari undir ábyrgd av góðkendum fakligum ábyrgdara.
Stk. 2. Elnevndin kann víkja frá krøvunum um arbeiðsroyndir í stk. 1, tá hetta verður mett ráðiligt við atliti at trygd.
§ 5. Umsókn sum fakligur ábyrgdari í fyritøku við hjávinnuløggilding verður latin inn samstundis sum umsókn um hjávinnuløggilding, og verður givin samstundis sum hjávinnuløggildingin verður givin.
Stk. 2. Í góðkenning sum fakligur ábyrgdari í fyritøkum við hjávinnuløggildingum, skal verða sett krav um, at fakligur ábyrgdari heldur fakliga førleikan við líka og í góðkenningi kann verða sett krav til skeiðsluttøku.
§ 6. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
§ 7. Persónligar løggildingar, sum eru givnar áðrenn 1. januar 2022, verða verandi í gildi, til tær møguliga verða skiftar um við eina góðkenning sum fakligur ábyrgdari ella falla burtur.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið 22. februar 2022
Magnus Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)