Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. februar 2022Nr. 20
Kunngerð um góðskuleiðsluskipan fyri løggildar elinnleggingarfyritøkur
Við heimild í § 13, stk. 3 í løgtingslóg nr. 76 frá 5. mai 2021 um løggilding av elinnleggingarfyritøkum verður ásett:
Góðskuleiðsluskipanin
§ 1. Góðskuleiðsluskipanin skal venda sær móti tí partinum av handilsgrundarlagnum hjá eini løggildari fyritøku, sum viðvíkur tí løggildingarkravda arbeiðinum. Góðskuleiðsluskipanin skal vera tillagað bygnaðin hjá fyritøkuni og hvørjar heimildir fakligi ábyrgdarin hevur í fyritøkuni.
§ 2. Góðskuleiðsluskipanin skal innihalda teir tættir, sum eru lýstir í skjali 1.
§ 3. Góðskuleiðsluskipanin skal skjalprógvast.
Stk. 2. Góðskuleiðsluskipanin skal vera atkomulig hjá Elnevndini. Skjalprógvan fyri gjørt arbeiði skal harumframt vera atkomulig hjá netfelagnum, sbr. skjal 1, nr. 2.1.
Stk. 3. Fyritøkan skal varðveita góðskuleiðsluskipanina og skjalprógvan á tryggan hátt í 5 ár.
§ 4. Fyritøkan hevur ábyrgdina av, at góðskuleiðsluskipanin er sett í verk, og at hon verður dagførd og eftirmett í minsta lagi eina ferð um árið. Fyritøkan hevur skyldu til at lata góðskuleiðsluskipanina eftirkanna av Elnevndini.
Góðkenning og eftirkanning av góðskuleiðsluskipanini
§ 5. Umsókn um góðkenning av góðskuleiðsluskipanini skal sendast til skrivstovu nevndarinnar t.e. Arbeiðs- og brunaeftirlitið. Saman við umsóknini skal sendast eitt eintak av góðskuleiðsluskipanini umframt upplýsingar um, nær skipanin er sett í verk, undir hesum um einstakir partar enn ikki eru settir í verk. Umsókn um góðkenning av góðskuleiðsluskipanini kann latast inn elektroniskt.
§ 6. Elnevndin gevur forhandagóðkenning, tá Elnevndin aftan á eftirmetingina av skipanini hevur mett skipanina nøktandi. Um Elnevndin metir, at skipanin ikki er nøktandi, boðar Elnevndin frá, at forhandagóðkenning verður noktað.
Stk. 2. Forhandagóðkenningin skal verða givin av Elnevndini innan fyri teir seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn fyritøkan søkir um løggilding.
Stk. 3. Ein fyritøka, sum aftur søkir um løggilding, eftir at løggildingin er fallin burtur sbr. 14 í løgtingslógini, kann lúka treytina um at hava eina góðkenda góðskuleiðsluskipan við:
1) at lata inn seinasta góðkenningarprógvið frá Elnevndini, ella
2) at fáa góðskuleiðsluskipanina forhandagóðkenda av nýggjum.
§ 7. Góðskuleiðsluskipanin skal góðkennast endaliga av Elnevndini innan eitt ár eftir, at løggildingin er givin. Elnevndin metir um ta góðskuleiðsluskipan, sum er móttikin, og fremur eina eftirkanning hjá fyritøkuni fyri at meta um, hvørt góðskuleiðsluskipanin er sett í verk.
Stk. 2. Um Elnevndin kann góðkenna ta íverksettu góðskuleiðsluskipanina, verður givið eitt góðkenningarprógv. Um Elnevndin ikki kann góðkenna góðskuleiðsluskipanina, boðar Elnevndin frá, at góðkenning verður noktað.
§ 8. Ein fyritøka, hvørs løggilding er afturtikin innan fyri seinastu 6 mánaðirnar sambært § 16, stk. 1 nr. 1 og 2 í løgtingslógini, skal við nýggjari umsókn um løggilding senda inn skjalprógv til Elnevndina um góðkenning av góðskuleiðsluskipan.
§ 9. Elnevndin fremur áhaldandi eftirkanning av, um fyritøkan í royndum nýtir og fylgir góðskuleiðsluskipanini, og um skipanin lýkur galdandi krøv. Eftirkanning av góðskuleiðsluskipanini verður framd við millumbilum soleiðis, at ein nýggj góðkenning av góðskuleiðsluskipanini ikki fer upp um 2 ár.
Stk. 2. Fyritøkan skal seta í verk neyðug betrandi tiltøk í mun til tey frávik, sum Elnevndin staðfestur. Elnevnin skal vátta úrslitið av teimum betrandi tiltøkunum, áðrenn Elnevndin kann góðkenna góðskuleiðsluskipanina.
Stk. 3. Fyritøkan skal fylgja viðmerkingum frá Elnevndini upp innan fyri eina av Elnevndini ásetta freist, sum ikki kann vera longri enn 6 mánaðir. Um Elnevndin síðani staðfestir, at fyritøkan ikki hevur fylgt viðmerkingunum upp við einum tiltaki innan fyri ta ásettu freistina, hevur hetta við sær eitt frávik, sbr. stk. 2.
Stk. 4. Um Elnevndin við áhaldandi eftirkanningini ella í góðkenningartíðarskeiðinum staðfestir, at krøvini til góðskuleiðsluskipanina ikki verða hildin, tekur Elnevndin góðkenningina av góðskuleiðsluskipanini aftur.
Serstøk eftirkanning
§ 10. Elnevndin kann gera eina serstaka eftirkanning av góðskuleiðsluskipanini í førum, tá fyritøkan hevur víst vansketni við gerð av innleggingararbeiði og kann áseta eina freist fyri, nær serstaka eftirkanningin skal verða framd.
Stk. 2. Um Elnevndin við serstøku eftirkanningina staðfestir, at krøvini til góðskuleiðsluskipanina ikki verða hildin, tekur Elnevndin góðkenningina aftur.
Fígging
§ 11. Fyritøkan rindar Elnevndini fyri góðkenning og eftirkanning av góðskuleiðsluskipanini, sbr. § 13, stk. 2 í løgtingslógini, og fyri serstaka eftirkanning av góðskuleiðsluskipanini, sbr. § 10 í hesi kunngerð.
Gildiskoma
§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 22. februar 2022
Magnus Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)
Skjal 1
Tættir í góðskuleiðsluskipainini
Leiðsla fyritøkunnar hevur ábyrgdina av, at fyritøkunnar góðskuleiðsluskipan er sett í verk og áhaldandi verður eftirkannað av Elnevndini. Góðskuleiðsluskipanin hevur til endamál at tryggja at innleggingar verða gjørdar og seviseraðar rætt sambært galdandi lóggávu. Fyritøkan skal hava ein fakligan ábyrgdara atknýttan við neyðugu fakligu førleikunum.
1. Fyritøkan skal í góðskuleiðsluskipanini lýsa:
1.1. Fyritøkunnar data.
1.2. Bygnaðin hjá fyritøkuni.
1.3. Fyritøkunnar ábyrgdarviðurskifti, førleikaviðurskifti og heimildir.
1.4. Manning av uppgávunum, vegleiðing av starvsfólki, eftirlit og endaeftirlit.
1.5. Eftirmeting av góðskuleiðsluskipanini sbrt. § 4.
1.6. Betringartiltøk við avvikum í tí framda løggildingarkravda arbeiðinum.
2. Fyritøkan skal í góðskuleiðsluskipanini varðveita:
2.1. Skjalprógvan fyri framt endaeftirlit við eyðmerking av innleggingini, hvør framdi arbeiðið við innleggingini, hvør framdi endaeftirlitið, dagfesting fyri fremjanina av endaeftitliti og úrslitið av endaeftirlitinum.
2.2. Skjalprógvan fyri framt eftirlit í samsvari við lýsingina nr. 1.4.
2.3. Eftirmeting í mun til avvik.
2.4. Frágreiðingar til skjalprógvan av:
2.4.1. Betringartiltøk, sum eru framd fyri at sleppa undan, at ítøkilig avvik henda aftur.
2.4.2. Haldan av eftirkanningarmillumbilum fyri royndarútgerð og mátiútgerð, sum er neyðug fyri at gerð, rakstur og viðlíkahald av innleggingum verður framt á tryggan hátt.
2.4.3. Eftirlitsstovnsins eftirkanningar av góðskuleiðsluskipanini og fyritøkunnar betringartiltøk og uppfylging upp á viðmerkingar.
2.4.4. Avtalur um leiðan av starvsfólki frá aðrari fyritøku.