Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. mars 2025Nr. 20
Kunngerð um gjøld fyri eftirlit sambært løgtingslóg um mát og vekt
Við heimild í § 6 í løgtingslóg nr. 68 frá 5. mai 2022 um mát og vekt verður ásett:
§ 1. Fyri eftirlit og váttan við myndugleikasertifikati av klassa III og IV single range vektum tekur Arbeiðs- og brunaeftirlitið:
1) 0-30 kg: 1.900 kr.
2) 30-60 kg: 2.800 kr.
3) 60-150 kg: 3.400 kr.
4) 150-600 kg: 4.000 kr.
5) 600-1.500 kg: 4.500 kr.
6) 1.500-3.000 kg: 5.400 kr.
7) 3.000-6.000 kg: 9.000 kr.
§ 2. Fyri eftirlit og váttan við myndugleikasertifikati av klassa II single range vektum tekur Arbeiðs- og brunaeftirlitið:
1) 0-10 kg: 1.600 kr.
2) 10-75 kg: 2.400 kr.
3) 75-300 kg: 3.600 kr.
4) 300-1.000 kg: 4.200 kr.
5) 1.000-3.000 kg: 5.800 kr.
§ 3. Fyri eftirlit og váttan við myndugleikasertifikati av klassa I single range vektum tekur Arbeiðs- og brunaeftirlitið eitt gjald, ið er ásett eftir kostnaðinum fyri tíðarnýtslu sambært § 11, umframt avleiddan kostnað, ið myndugleikin hevur av at gera eftirlitið.
§ 4. Fyri eftirlit og váttan við myndugleikasertifikati av brúgvavektum og øðrum ikki-automatiskum single range vektum við max kapasiteti > 6.000 kg tekur Arbeiðs- og brunaeftirlitið 18.000 kr., umframt útreiðslur fyri leigu av útgerð o.ø.
§ 5. Fyri ISO stilling og eftirlit av vektum tekur Arbeiðs- og brunaeftirlitið:
1) 0-1 kg (DV ≤ 1 mg): 3.000 kr.
2) 0-10 kg (DV > 1 mg): 2.300 kr.
3) 10-60 kg: 3.000 kr.
4) 60-300 kg: 3.400 kr.
5) 300-600 kg: 4.200 kr.
6) 600-1.500 kg: 5.700 kr.
7) 1.500-3.000 kg: 7.000 kr.
8) 3.000-6.000 kg: 9.000 kr.
§ 6. Fyri eftirlit og góðkenning við myndugleikasertifikati av ikki-automatiskum vektum við multiple-range tekur Arbeiðs- og brunaeftirlitið 3.600 kr.
§ 7. Fyri eftirlit og góðkenning við myndugleikasertifikati av automatiskum vektum, EU/DK/MID ≤ 50 kg, tekur Arbeiðs- og brunaeftirlitið:
1) Uppsamlingsvektir: 9.900 kr.
2) Prísmerkjarar og sekkjavektir og fyllivektir: 9.900 kr.
3) Doseringsvektir: 10.900 kr.
4) Karvektir: 11.600 kr.
§ 8. Fyri eftirlit og góðkenning við myndugleikasertifikati av automatiskum vektum, EU/DK/MID > 50 kg, tekur Arbeiðs- og brunaeftirlitið:
1) Uppsamlingsvektir: 9.600 kr.
2) Doseringsvektir: 9.600 kr.
3) Karvektir: 9.600 kr.
4) Flutningsbandsvektir: 9.600 kr.
§ 9. Fyri eftirlit og góðkenning við myndugleikasertifikati av fleirdimensiónellum mátarum, volumeskannarar, við atliti at OIML R129, tekur Arbeiðs- og brunaeftirlitið 12.000 kr., umframt avleiddan kostnað, ið myndugleikin hevur av at gera eftirlitið.
§ 10. Fyri eftirlit við nøgdarmátarum við myndugleikasertifikatum til olju og bensin tekur Arbeiðs- og brunaeftirlitið:
1) 0-99 l/min., 1 funktión: 2.100 kr.
2) 0-99 l/min., 2 funktiónir: 2.800 kr.
3) 0-99 l/min., 3 funktiónir: 3.500 kr.
4) 0-99 l/min., 4 funktiónir: 4.200 kr.
5) 0-99 l/min., 5 funktiónir: 4.800 kr.
6) 0-99 l/min., 6 funktiónir: 5.600 kr.
7) 0-99 l/min., 7 funktiónir: 6.300 kr.
8) 0-99 l/min., 8 funktiónir: 7.000 kr.
9) 0-99 l/min., 9 funktiónir: 7.600 kr.
10) 0-99 l/min., 10 funktiónir: 8.300 kr.
11) 0-99 l/min., 11 funktiónir: 9.000 kr.
12) 0-99 l/min., 12 funktiónir: 9.800 kr.
13) 100-249 l/min., 1 funktión: 5.100 kr.
14) 100-249 l/min., 2 funktiónir: 7.000 kr.
15) 100-249 l/min., 3 funktiónir: 8.900 kr.
16) 100-249 l/min., 4 funktiónir: 10.900 kr.
17) 100-249 l/min., 5 funktiónir: 12.900 kr.
18) 100-249 l/min., 6 funktiónir: 14.800 kr.
19) 250-1000 l/min., 1 funktión: 6.000 kr.
20) 250-1000 l/min., 2 funktiónir: 9.300 kr.
21) 250-1000 l/min., 3 funktiónir: 14.800 kr.
22) 250-1000 l/min., 4 funktiónir: 15.500 kr.
23) 1001-2000 l/min., 1 funktión: 8.100 kr.
24) 1001-2000 l/min., 2 funktiónir: 12.500 kr.
Stk. 2. Er neyðugt at stilla útgerðina hjá kundanum, verður tímagjald lagt afturat sambært § 11.
§ 11. Fyri at bíða, um útgerðin hjá kundanum ikki er klár, um bíðast skal eftir, at útgerðin verður umvæld, ella um onnur líknandi viðurskifti gera, at eftirlitsfólkið hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum bíðar, tekur Arbeiðs- og brunaeftirlitið 350 kr. um tíman. Tikið verður fyri hvønn byrjaðan hálvan tíma.
§ 12. Fyri eftirlit og góðkenning uttan fyri vanliga arbeiðstíð, ið er mánadag til fríggjadag frá klokkan 08:00 til 17:00, tekur Arbeiðs- og brunaeftirlitið 525 kr. um tíman. Tikið verður fyri hvønn byrjaðan hálvan tíma.
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 100 frá 13. september 2023 um gjøld fyri eftirlit sambært løgtingslóg um mát og vekt.
Umhvørvismálaráðið, 3. mars 2025
Margit Stórá (sign.)
landsstýriskvinna
/ Pól Edvard Egholm (sign.)