Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. apríl 2024Nr. 20
Kunngerð um at fáa Umhvørvisstovuni uppgávur og heimildir sambært náttúruverndarlógini at sita fyri
Við heimild í § 34 í løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2023 um náttúruvernd (Náttúruverndarlógini) verður ásett:
Uppgávur og heimildir hjá Umhvørvisstovuni
§ 1. Niðanfyri nevndu uppgávur og heimildir sambært løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2023 um náttúruvernd verða fingnar Umhvørvisstovuni at sita fyri:
1) At taka avgerðir um at loyva tøku av dýrum, sum natúrliga liva vill, sambært § 7, stk. 1 og 2, í løgtingslógini.
2) At seta tøku í verk av dýrum, sum natúrliga liva vill, sambært § 7, stk. 3, í løgtingslógini.
3) At fyrireika reglur fyri tøku av dýrum, sum natúrliga liva vill, sambært § 7, stk. 3, í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið.
4) At avlíva ryggleys dýr, sum eru til ónáðir ella skaða, og fremmand ryggleys dýr á fastogn hjá øðrum sambært § 8, stk. 2, í løgtingslógini.
5) At taka avgerðir um tøku av ryggleysum landdýrum sambært § 8, stk. 3, í løgtingslógini.
6) At fyrireika reglur um tøku av ryggleysum landdýrum sambært § 8, stk. 3, í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið.
7) At seta tiltøk í verk á ognini hjá øðrum til at verja fyri skaða á heilsuna hjá fólki og dýrum, á grøði ella aðra á ogn og at taka stig til at taka plantur burtur á ognini hjá øðrum til at verja natúrlig sløg og vistskipanir sambært § 9, stk. 2, í løgtingslógini.
8) At taka avgerðir um heysting ella aðra tøku av plantum sambært § 9, stk. 3, í løgtingslógini.
9) At fyrireika kunngerðir um vard sløg sambært § 10 í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið.
10) At fyrireika virkisætlanir til at tryggja vistfrøðilig nyttuøkir hjá vardum sløgum sambært § 11, stk. 3, 1. pkt., í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið.
11) At fyrireika avtalur um at røkja vistfrøðilig nyttuøkir hjá vardum sløgum sambært § 11, stk. 3, 2. pkt., í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið til støðutakan.
12) At taka avgerðir um undantøk frá kunngerðum um vard sløg sambært § 11, stk. 4, í løgtingslógini.
13) At fyrireika reglur fyri innflutningi, útflutningi, flutningi, sølu, varðveitslu ella ognarhaldi av dýrasløgum og plantusløgum, sum natúrliga liva vill, sambært § 12 í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið.
14) At fyrireika reglur um virksemi ella tiltøk, sum kunnu hava við sær vanda fyri, at lívverur, sum ikki liva natúrliga á einum stað, spjaðast ella ótilætlað sleppa út, og um fráboðanarskyldu sambært § 13, stk. 4, í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið.
15) At fyrireika reglur um at flyta livandi ella lívførar lívverur inn og um, at ávísar lívverur ella bólkar av lívverum bara skulu kunna flytast inn í landið við loyvi frá landsstýrisfólkinum, sambært § 14, stk. 1, í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið.
16) At fyrireika reglur um forboð fyri at flyta ávísar lívverur ella bólkar av lívverum inn sambært § 14, stk. 2, í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið.
17) At geva loyvir til seta lívverur út sambært § 15, stk. 1, í løgtingslógini.
18) At fyrireika reglur um krøv um loyvi til at seta út lívverur, sum ikki frammanundan finnast natúrliga á einum stað, og um forboð fyri at seta út og selja ávísar lívverur, tá ið tað verður mett at vera neyðugt til at sleppa undan skaðiligum avleiðingum fyri lívmargfeldið, sambært § 15, stk. 2, í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið.
19) At leggja treytir við loyvum at seta lívverur út sambært § 15, stk. 3, 2. pkt., í løgtingslógini.
20) At fyrireika reglur um krøv til umsóknir um loyvi at seta lívverur út sambært § 15, stk. 3, 5. pkt., í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið.
21) At fyrireika reglur um, at nærri tilskilaðar lívverur ella bólkar av lívverum skulu kunna setast út uttan serligt loyvi, um útsetingin ikki kann væntast at fáa skaðiligar avleiðingar fyri lívmargfeldi, sambært § 16, stk. 2, í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið.
22) At fyrireika verndarkunngerðir sambært § 19 í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið.
23) At fyrireika umsitingarætlanir og røktarætlanir fyri tjóðgarðar sambært § 20, stk. 3, í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið.
24) At fyrireika røktarætlanir og avtalur um brúk fyri partar av landslagsverndarøkjum, har ið brúk er ein týðandi fyritreyt fyri at røkja verndarendamálið, sambært § 21, stk. 3, í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið til støðutakan.
25) At fyrireika umsitingarætlanir og røktarætlanir fyri landslagsverndarøkir sambært § 21, stk. 4, í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið.
26) At fyrireika røktarætlanir og avtalur um brúk fyri náttúrufriðøkir, sum krevja virkin endurreisingartiltøk, ella har ið brúk er ein fyritreyt fyri at røkja verndarendamálið, sambært § 22, stk. 4, í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið til støðutakan.
27) At fyrireika røktarætlanir og avtalur um brúk fyri lívøkisvernd, sum krevur virkin endurreisingartiltøk, ella har ið brúk er ein fyritreyt fyri at røkja verndarendamálið, sambært § 23, 3. pkt., í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið til støðutakan.
28) At fyrireika verndarætlanir sambært § 25 í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið.
29) At fyrireika bráðfeingisvernd sambært § 27 í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið.
30) At skipa fyri røkt og uppmerking og fyrireika avtalur um at røkja røktaruppgávur í verndarøkjum sambært § 28, stk. 1, í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið til støðutakan.
31) At fyrireika røktarætlanir fyri verndarøkir sambært § 28, stk. 5, í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið.
32) At taka avgerðir um undantøk frá verndarkunngerðum sambært § 29 í løgtingslógini.
33) At skjóta upp fyri landsstýrisfólkinum metingarfólk at meta um møguligan fíggjarligan miss, sum stendst av, at økisvernd darvar brúk, sum er í gongd, og fyrireika tilboð um endurgjald fyri slíkan miss sambært § 31, stk. 1, í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið til støðutakan.
34) At leggja fyri landsstýrisfólkið tilmælir um ognartøku til at fremja røktartiltøk og umvælingartiltøk, sum munandi broyta standin, sum náttúran er í, tá ið farið verður undir verndararbeiðið, sambært § 32 í løgtingslógini.
35) At fyrireika avtalur við eigarar ella rættindahavarar um endurgjald fyri ognartøku sambært § 33, stk. 1, í løgtingslógini at leggja fyri landsstýrisfólkið til støðutakan.
36) At hava eftirlit við náttúrustandinum og við, at tað, sum ásett er í og við heimild í løgtingslógini, verður hildið, sambært § 36 í løgtingslógini.
37) At útinna kanningarvirksemi sambært § 37 í løgtingslógini.
38) At strika, broyta ella áseta nýggjar treytir í loyvum og taka loyvir aftur sambært § 39, stk. 1, í løgtingslógini.
39) At linka avmarkingar og treytir í loyvum sambært § 39, stk. 2, 2. pkt., í løgtingslógini.
40) At áleggja teimum, sum hava ábyrgdina, at fáa aftur í rætt lag ella steðga viðurskiftum, sum ikki eru í samsvari við løgtingslógina ella avgerðir við heimild í løgtingslógini, sambært § 40, stk. 1, í løgtingslógini.
41) At áleggja teimum, sum hava ábyrgdina av virksemi í samsvari við løgtingslógina ella reglur ella avgerðir við heimild í løgtingslógini, sum vísir seg at fáa munandi óvæntaðar avleiðingar fyri náttúrumargfeldið, at fremja tiltøk og, tá ið tað ikki er teimum, sum hava ábyrgdina, til serligan ampa, at geva boð um at endurreisa standin, sum náttúrumargfeldið var í frammanundan, sambært § 41, stk. 2, í løgtingslógini.
42) At bera so í bandi, at tiltøk verða sett í verk, tá ið tann, sum hevur ábyrgdina, ikki lýðir eini boð, sum bera í sær áleggingar um at fáa aftur í rættlag ella steðga viðurskiftum, sum ikki eru í samsvari við løgtingslógina ella avgerð við heimild í løgtingslógini, ella um at seta rímilig tiltøk í verk til at forða fyri ella avmarka skaða ella vansar, tá ið virksemi í samsvari við løgtingslógina ella reglur ella avgerð við heimild í løgtingslógini vísir seg at fáa munandi óvæntaðar avleiðingar fyri náttúrumargfeldi, sambært § 42, stk. 1, í løgtingslógini.
43) At áleggja teimum, sum ikki lýða boð, sum bera í sær álegging um at fáa aftur í rættlag ella steðga viðurskiftum, sum ikki eru í samsvari við løgtingslógina ella avgerð við heimild í løgtingslógini, ella álegging um at seta rímilig tiltøk í verk til at forða fyri ella avmarka skaða ella vansar, tá ið virksemi í samsvari við løgtingslógina ella reglur ella avgerð við heimild í løgtingslógini vísir seg at fáa munandi óvæntaðar avleiðingar fyri náttúrumargfeldið, at bera útreiðslurnar av, at landsstýrisfólkið ber so í bandi, at tiltøkini verða sett í verk, sambært § 42, stk. 2, í løgtingslógini.
44) At brúka ogn hjá tí, sum hevur ábyrgdina, ella, um neyðugt, fastogn hjá øðrum, tá ið tað krevst til at fremja tiltøk eftir §§ 40-42 í løgtingslógini, sambært § 43, stk. 1, í løgtingslógini.
45) At áleggja tvingsilssektir til at tryggja, at tað, sum ásett er í ella við heimild í løgtingslógini, verður framt, sambært § 44, stk. 1, í løgtingslógini.
46) At taka avgerðir um at sleppa áløgdum tvingsilssektum sambært § 44, stk. 4, í løgtingslógini.
47) At seta fram fyrisitingarlig sektaruppskot, har ið brot ikki verða mett at koma undir strangari revsing enn sekt, sambært § 46, stk. 1, í løgtingslógini.
Gildiskoma
§ 2. Henda kunngerðin kemur í gildi, dagin eftir at hon er kunngjørd.
Umhvørvismálaráðið, 2. apríl 2024
Ingilín D. Strøm (sign.)
landsstýriskvinna
/ Pól E. Egholm (sign.)