Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. desember 2020Nr. 194
Kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág
Við heimild í § 18, stk. 6 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, verður ásett:
§ 1. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár minni enn 525 kr., verður einki tilskot veitt.
§ 2. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár 525 kr. ella størri, er tilskotið:
1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 525 kr. ella størri, men minni enn 1.049 kr.,
2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 1.049 kr. ella størri, men minni enn 2.099 kr.,
3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 2.099 kr. ella størri, men minni enn 5.564 kr.,
4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 5.564 kr. ella størri, og
5) 100% av tí partinum sum er 2.498 kr. ella størri hjá persónum, sum eru fyltir 67 ár og hjá fyritíðarpensjónistum.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 5 frá 27. januar 2020 um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág.
Heilsumálaráðið, 17. desember 2020
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)