Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. februar 2022Nr. 19
Kunngerð um gjøld fyri løggildingar og góðkenning av fakligum ábyrgdarum
Við heimild í § 11, stk. 2 í løgtingslóg nr. 76 frá 5. mai 2021 um løggilding av elinnleggingarfyritøkum verður ásett:
§ 1. Elnevndin krevur eitt gjald í sambandi við umsóknir um løggilding, hjávinnuløggildingar og góðkenning sum fakligur ábyrgdari. Løggild fyritøka skal harumframt rinda eitt árligt gjald fyri at varðveita løggildingina.
§ 2. Elinnleggingarfyritøkur skulu rinda eitt gjald upp á kr. 1500 fyri at fáa løggilding umframt eitt árligt gjald upp á kr. 1500 fyri at varðveita løggildingina.
§ 3. Persónar skulu fyri at fáa góðkenning sum fakligur ábyrgdari samstundis við innlating av umsókn um góðkenning sum fakligur ábyrgdari rinda eitt gjald upp á kr. 1500.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 22. februar 2022
Magnus Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)