Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. mars 2025Nr. 19
Kunngerð um gjøld fyri løggildingar, ávís eftirlit og loyvisbrøv frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum
Við heimild í § 62 b, nr. 3, 7 og 8 í løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi, sum broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 13. mai 2013, § 17, stk. 1 í løgtingslóg nr. 46 frá 15. mai 2007 um kavaravinnu og kavaraútgerð, og § 18 í løgtingslóg nr. 28 frá 30. apríl 2007 um spreingievni og spreingiarbeiði v.m., verður ásett:
§ 1. Ársgjald fyri løggilding av serkønum virki, sambært kunngerð um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, er 4.000 kr.
§ 2. Gjøld fyri myndugleikaeftirlit, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger við lyftum o.ø., sambært kunngerð um uppseting og nýtslu av lyftum o.ø.:
1) Uppsetingareftirlit: 3.600 kr.
2) Regluligt eftirlit við fólkalyftum: 3.100 kr.
3) Regluligt eftirlit við góðslyftum, rullutrappum, byggilyftum o.tíl.: 1.400 kr.
§ 3. Gjøld fyri myndugleikaeftirlit, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger av dampketlum og trýstskipanum, sambært kunngerð um innrætting og nýtslu av trýstberandi útbúnaði:
1) Uppsetingareftirlit av dampketli: 5.000 kr.
2) Regluligt eftirlit við dampketli: 4.400 kr.
3) Trýstroynd av dampketli: 4.500 kr.
4) Uppsetingareftirlit av øðrum trýstskipanum, rørskipanum o.ø.: 6.000 kr.
5) Regluligt eftirlit við øðrum trýstskipanum, rørskipanum o.ø. við upp til 100 kg av kølievni: 1.200 kr.
6) Regluligt eftirlit við øðrum trýstskipanum, rørskipanum o.ø. við meira enn 100 kg og minni enn 5.000 kg av kølievni: 3.000 kr.
7) Regluligt eftirlit við øðrum trýstskipanum, rørskipanum o.ø. við 5.000 kg og meira av kølievni: 4.400 kr.
§ 4. Gjøld fyri loyvisbrøv, sambært kunngerð um loyvisbræv til kranar, gaffiltrukkar og onnur lyfti- og flutningstól, kunngerð um innrætting og nýtslu av trýstberandi útbúnaði og kunngerð um kavaraskúlar, kavaraskeið og góðkenda kavaraútbúgving:
1) Útskriva nýtt loyvisbræv: 1.200 kr.
2) Endurútskriva loyvisbræv: 500 kr.
3) Útskriva prógv, sum er burturblivið: 500 kr.
4) Umbýti av loyvisbrævi frá øðrum landi: 1.200 kr.
§ 5. Gjald fyri ummæli frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sambært § 7, stk. 2 í kunngerð um innrætting av føstum arbeiðsplássum, er 3.000 kr.
§ 6. Gjald fyri góðkenning av spreingievnagoymslum, sambært § 1, stk. 7, § 3, stk. 1, § 4, stk. 2 og § 6, stk. 3 í kunngerð um goymslur til spreingievni, er 3.500 kr.
§ 7. Gjald fyri myndugleikaeftirlit, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger, sambært § 27, stk. 2. í kunngerð um útinnan av kavaraarbeiði á tryggan hátt, er 3.000 kr.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 120 frá 22. august 2018 um gjøld fyri løggildingar, ávís eftirlit og loyvisbrøv frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Umhvørvismálaráðið, 3. mars 2025
Margit Stórá (sign.)
landsstýriskvinna
/ Pól Edvard Egholm (sign.)