Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. februar 2022Nr. 18
Kunngerð um einføld elinnleggingarbeiði, sum ein og hvør kann gera
Við heimild í § 3, stk. 1, nr. 3 í løgtingslóg nr. 76 frá 5. mai 2021 um løggilding av elinnleggingarfyritøkum verður ásett:
§ 1. Hesi arbeiði kann ein og hvør gera:
1) Útskifting av avbrótarum upp á í mesta lagi 250 V á støðum, har krav ikki er um hægri kapslingsklassa enn IP20.
2) Útskifting av stikkkontaktum upp á í mesta lagi 250 V á støðum, har krav ikki er um hægri kapslingsklassa enn IP20, um innleggingin er vard av HPFI-avbrótara ella HFI-avbrótara.
3) Uppseting og niðurtøka av ljósútbúnaði á støðum, har krav ikki er um hægri kapslingsklassa enn IP20, umframt í baðirúmum.
4) Broyting og umvæling av ikki-sterkstreymsriknum stýringsskipanum og reguleringsskipanum í privatum bústøðum, sum verða nýttar til at stýra sterkstreymsfunktiónum.
§ 2. Henda kunngerð kemur í dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 22. februar 2022
Magnus Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)