Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. november 2025Nr. 178
Kunngerð um upplýsingar í skránni hjá Landsfólkayvirlitinum
Við heimild í § 4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 41 frá 8. mai 2007 um fólkayvirlit verður ásett:
§ 1. Fylgiskjal 1 í løgtingslóg nr. 41 frá 8. mai 2007 um fólkayvirlit verður orðað sum ásett í skjali 1.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmálaráðið, 19. november 2025
Bjarni K. Petersen (sign.)
landsstýrismaður
/ Nella Festirstein (sign.)
Skjal 1
“Skjal 1
Upplýsingar í skránni hjá Landsfólkayvirlitinum, sbrt. § 4, stk. 1
1) Persónstal, sum er føðingardagur, føðimánaður og føðiár, umframt eitt raðtal og eitt eftirlitstal. Raðtalið vísir í hvørjari øld, ein persónur er føddur.
2) CPR-nummar, sum verður givið einstaklingum í donsku fólkaskránni. Nummarið er føðingardagur, føðimánaður og føðiár, umframt eitt serligt eindartal. Eindartalið vísir í hvørjari øld, ein persónur er føddur.
3) Navn:
a) Eftirnavn.
b) Millumnavn.
c) Fornavn.
d) Kallinavn, t.e. tað av fornøvnunum, sum persónurin verður nevndur.
e) Føðieftirnavn, t.e. ættarnavn.
4) Bústaður:
a) Gøta.
b) Hjá bústaður, sum er c/o bústaður.
c) Postsmoga.
d) Húsanummar.
e) Bygd ella býur.
f) Postnummar.
g) Land.
h) Bústaðarvernd.
i) Fyrrverandi bústaðir.
5) Føðiskráseting:
a) Føðingarstaður.
b) Føðingardagur.
c) Kyn.
6) Dópsdagur, dópsstaður og myndugleiki.
7) Ríkisborgararættur.
8) Kirkjustøða, sum er upplýsing um persónurin er limur í fólkakirkjuni.
9) Ættarsamband:
a) Hjá foreldrum: p-tal hjá børnum.
b) Hjá børnum: p-tal faðirs, móðurs.
10) Foreldramyndugleiki.
11) Hjúnastøða og hjúnadagfesting:
a) Upplýsing um persónurin er ógiftur, giftur, fráskildur, einkja ella einkjumaður ella sundurlisin.
b) Upplýsing um, hvørt persónurin er deyður.
c) Upplýsing um maka, undir hesum p-tal makans.
12) Starv. Møgulig upplýsing um starv, sum persónurin sjálvur hevur upplýst.
13) Sjálvræði. Møgulig upplýsing um, at persónurin hevur mist sjálvræðið.
14) Yvirlit yvir allar stovningar og broytingar í upplýsingunum, sum nevndar eru í nr. 1-13, eisini søguligar upplýsingar.”