Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. februar 2023Nr. 17
Kunngerð um sáttmálaskylduga yrkisútbúgving, upptøku í skúla og floksbýtistal, sum broytt við kunngerð nr. 183 frá 22. desember 2023
Við heimild í § 5, stk. 1 og 2 og § 6, stk. 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar verður ásett:
§ 1. Tær yrkisútbúgvingar, ið eru nevndar í skjali 1, koma undir sáttmálaskyldu.
Stk. 2. Tær yrkisútbúgvingar, ið eru nevndar í skjali 2, hevur landsstýrismaðurin stovnsett.
Stk. 3. Teir skúlar, ið eru nevndir í skjali 2, eru góðkendir at hava undirvísing í teimum yrkisútbúgvingum, sum teir í sama skjali eru knýttir at.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin hevur umsjón við, at fyrisitingarligu viðurskiftini við atliti at góðkenning eftir stk. 2 eru í lagi og í samsvari við fakliga og námsfrøðiliga førleikan, ið krevst.
§ 2. Landsstýrismaðurin setir býtisnevnd, sum skal gera tilmæli um:
1) upptøku av lærlingum til yrkisútbúgvingar,
2) býti av flokkum millum skúlar, og
3) nær upptøka fer fram.
Stk. 2. Nevndin er sett saman soleiðis:
1) Skúlastjórarnir, sum varða av yrkisskúlum, ið hava undirvísing innan somu útbúgvingar,
2) umboð fyri Yrkisútbúgvingarráðið, og
3) umboð fyri Undirvísingarstýrið.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 26 frá 23. apríl 2010 um sáttmálaskylduga útbúgving, upptøku í skúla og floksbýtistal.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 14. februar 2023
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
Skjal 1 1)
Yvirlit yvir sáttmálaskyldugar yrkisútbúgvingar
Samsvarandi § 1, stk. 1 í hesi kunngerð, koma hesar yrkisútbúgvingar undir sáttmálaskyldu:
DISCED Útbúgvingarlykil - yvirskipað |
Útbúgvingarlykil - audd |
Heimild: “Hevur staðið útbúgving sum…” |
Bygging | ||
30251510 |
4622 |
Anlegsgartnari, við ella uttan sergrein |
30351510 |
4269 |
Anlegssmiður |
30351510 |
4288 |
Byggismiður |
30353510 |
4279 |
Bygningssnikkari |
30354010 |
4497 |
Gólvleggjari |
30354010 |
FO |
Húsasmiður |
30352010 |
4274 |
Málari |
30353515 |
4277 |
Maskinsnikkari |
30353010 |
4278 |
Múrari |
30351510 |
4271 |
Steinsetari |
30355525 |
4281 |
Steinhøggari |
30355525 |
4205 |
Steintøkningur |
Matur | ||
30201010 |
4440 |
Bakari |
30201010 |
4421 |
Bakivirkari |
30203010 |
4431 |
Føðsluatstøðingur |
30203010 |
FO |
Føðsluhjálpari |
30201510 |
4425 |
Gourmetslaktari við ella uttan sergrein |
30203510 |
4448 |
Kokkahjálpari |
30203510 |
4424 |
Kokkur |
30201010 |
4441 |
Kondittari |
30202510 |
4432 |
Meiaristur |
30204510 |
4442 |
Móttøkufólk |
30204010 |
4416 |
Ráðstevnu- og veitslutænari |
30201515 |
4421 |
Slaktari við ella uttan sergrein |
30204010 |
4422 |
Tænari |
Skrivstova, handil og tænasta | ||
30151510 |
4991 |
Advokatskrivari |
30152510 |
4923 |
Blómubindari (sølufólk við sergrein) |
30153010 |
4965 |
Handilsfólk við ella uttan sergrein |
30155510 |
4557/4558 |
Húsavørður við ella uttan sergrein |
30154010 |
4990 |
Læknaskrivari |
30153010 |
4963 |
Logistikkatstøðingur |
30151510 |
4978/FO |
Skrivstovufólk við ella uttan sergrein |
30152510 |
4938/FO |
Sølufólk við ella uttan sergrein |
Tilfeingi og náttúra | ||
30902510 |
FO |
Alari |
30251527 |
3302 |
Gartnari við sergrein innan gróðurstøðir |
30251528 |
3303 |
Gartnari við sergrein innan havamiðstøðir |
30251520 |
3301 |
Gartnari við sergrein innan vakstrarhús |
30253510 |
4640 |
Djórasjúkrarøktari |
Tøkni - el og kt | ||
30401510 |
4242 |
Automatikktøkningur |
30404020 |
4579 |
AV-tøkningur |
30102010 |
4260 |
Dátutøkningur við sergrein |
30402510 |
FO |
Elektrikari |
30403510 |
4250 |
Elektronikkfaktøkningur |
30402010 |
4218 |
KT-supportari |
30403510 |
4212 |
Medikotøkningur |
30404020 |
4310/4316 |
Tiltakstøkningur við ella uttan sergrein |
Tøkni - flutningsfør | ||
30502510 |
4276 |
Billakkerari |
30502010 |
4379/4319/4252 |
Bilplátusmiður við ella uttan sergrein |
30501515 |
FO |
Bilsmiður |
30501520 |
4262 |
Entreprenørmaskinmekanikari |
30501525 |
4247 |
Flogmekanikari |
30501525 |
6257/4247 |
Flogtøkningur við ella uttan sergrein |
30501515 |
4215 |
Lastbilmekanikari |
Tøkni - grafikkur og miðling | ||
30451510 |
4479 |
Films- og sjónvarpsframleiðslutøkningur |
30452010 |
4461 |
Fotografur |
30453010 |
4469 |
Grafiskur tøkningur |
30452520 |
4460 |
Miðlagrafikari |
30453510 |
4275 |
Skeltatøkningur |
Tøkni - maskin og framleiðsla | ||
30555510 |
4335 |
Bátasmiður |
30553525 |
4251 |
Fínstálsmiður |
30553525 |
4326 |
Fínstálsmiður í rustfríum tilfari |
30553010 |
4259 |
Kølitøkningur |
30551510 |
FO |
Maskinsmiður |
30555010 |
4548 |
Plastmakari |
30553525 |
FO |
Rør- og blikksmiður |
30553525 |
FO |
Rørsmiður |
30555510 |
4530 |
Seglmakari |
30553525 |
FO |
Sveisari |
Uppliving og tænasta | ||
30302010 |
FO |
Hárfríðkari |
30302510 |
4524 |
Kosmetikari |
30301010 |
4197 |
Tiltakssamskipari |
Heilsa og umsorgan | ||
30103010 |
4511 |
Tannatstøðingur |
Skjal 2
Yvirlit yvir góðkendar skúlar í Føroyum
Samsvarandi § 1, stk. 2 í hesi kunngerð, eru nevndu skúlar góðkendir at hava undirvísing í teimum í skjali 1 nevndu útbúgvingunum, sum koma undir sáttmálaskyldu:
Yrkir |
Skúlar |
Bygging: Húsasmiður (broyta útbúgvingarkunngerð) |
Glasir og TSK |
Tøkni - El og kt: Elektrikari |
Glasir og TSK |
Tøkni - Flutningsfør: Bilsmiður |
Glasir |
Tøkni - Maskin- og framleiðsla: Fínstálsmiður Maskinsmiður Rørsmiður Rør- og blikksmiður Sveisari |
Glasir Glasir og TSK Glasir Glasir Glasir |
Uppliving og tænasta: Hárfríðkari |
Glasir |
Matur: Føðsluatstøðingur Føðsluhjálpari Kokkahjálpari Kokkur |
TSK TSK TSK TSK |
Skrivstova, handil- og tænasta: Skrivstovufólk Sølufólk |
Glasir Glasir |
Tilfeingi og náttúra: Alari |
Miðnám í Vestmanna |
Harumframt eru skúlarnir góðkendir at hava undirvísing í ávísum skúlaskeiðum í hesum útbúgvingum:
Yrkir |
Skúlar |
Skúlaskeið/vikur |
Bygging: Bygningssnikkari |
Glasir og TSK |
1. |
Tøkni - El og kt: Automatiktøkningur Elektronikfaktøkningur |
Glasir og TSK Glasir og TSK |
1. 1. |
Tøkni – Flutningsfør: Bilplátusmiður |
Glasir |
1. |
Tøkni - Maskin- og framleiðsla: Fínstálsmiður í rustfríum tilfari Rørsmiður Rør- og blikksmiður |
Glasir TSK TSK |
40 vikur 1. 1. |
Skrivstova, handil og tænasta: Skrivstovufólk Sølufólk |
Miðnám á Kambsdali Miðnám í Suðuroy |
40 vikur (FHS) 40 vikur (FHS) |