23. oktober 2025Nr. 162
Kunngerð um javningarprosent til almannaveitingar 2026
Við heimild í § 3, stk. 1 í løgtingslóg nr. 64 frá 30. apríl 2018 um javningarprosent til almannaveitingar verður ásett:
§ 1. Javningarprosentið í 2026 er 2,71.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við januar 2026.
Almanna- og mentamálaráðið, 23. oktober 2025
Eirikur í Jákupsstovu (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)