Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. desember 2019Nr. 159
Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020, sum seinast broytt við kunngerð nr. 121 frá 23. juli 2020
Við heimild í § 22, stk. 1, § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 1, nr. 1-4, stk. 2, nr. 2-4 og 6-10 og stk. 3, § 38, stk. 3, § 39, stk. 2, § 50, stk. 4 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin) verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin skipar fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020 og ásetir treytir um umskiping, lating og móttøku av veiðu í tí sambandi.
Kapittul 2
Kvotur, fiskiloyvi, fiskileiðir, o.a.
Føroysk kvota
§ 2. Føroyska kvotan av makreli í 2020 er 116.188 tons.
Stk. 2. 1) Afturat kvotuni í stk. 1 verða 1.000 tons av makreli, ið ikki vórðu fiskað í 2019, flutt til at verða fiskað við føroyskum skipum í 2020.
Býti av føroysku kvotuni
§ 3. Av kvotuni, sambært § 2, verða 95.788 tons sett av til fiskifør undir føroyskum flaggi at fiska og at nýta til vísindaligar rannsóknir, vinnuligar royndir og verkætlanir, hjáveiðu og vinnuligar fiskiroyndir.
Stk. 2. Heildarkvotan av makreli í 2020 er 81.612 tons.
Stk. 3. Kvotan, sambært stk. 1, kann fiskast í føroyskum sjógvi, norskum sjógvi, ES-sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum, samanber tó §§ 15, 16, 18 og 19.
§ 4. 2) Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 36.998 tons latin teimum persónum ella feløgum, sum í 2019 høvdu rættindi at fiska av egnari árskvotu av makreli, undantikin kvota keypt á uppboði. Kvotuparturin hjá hvørjum rættindahavara er, tá henda kunngerð fær gildi, settur sum samanløgdu egnu kvotupartarnir fyri rættindi, sambært 1. pkt., viðkomandi hevði rætt til í 2019. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
Stk. 2. Rættindahavari, sambært stk. 1, kann flyta kvotu fyri 2020 fram til 2021, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2020. Á sama hátt kann rættindahavari, sambært stk. 1, fiska upp um egnu árskvotuna í 2020, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2020. Ov nógv fiskað í 2020 verður mótroknað av egnari árskvotu í 2021.
§ 5. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 7.833 tons latin øðrum persónum ella feløgum enn teimum í § 4 nevndu persónum ella feløgum, sum í 2009, við fiskifari undir føroyskum flaggi, høvdu rætt til fiskiloyvi at fiska uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi, ella fiskifari, sum hesin rættur seinni er fluttur á, og var í gildi 31. desember 2019.
Stk. 2. Kvotan verður latin sum felagskvota við hámarki. Hámarkið í tonsum hjá hvørjum rættindahavara verður sett eftir, hvussu nógv fiskiloyvi viðkomandi persónur ella felag, sambært stk. 1, hevði rætt til 31. desember 2019, faldað við 2.154 tonsum.
§ 6. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 1.966 tons latin persónum ella feløgum, sum høvdu trolara, hvørs fiskirættindi upprunaliga vóru avmarkað til altjóða sjógv, og sum í 2017 hevði rætt at fiska makrel í føroyskum sjógvi. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu, har tey 1.966 tonsini verða býtt javnt í 4 partar.
§ 7. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 1.966 tons latin teimum, sum í 2016 fingu útskrivað fiskiloyvi við fiskifari undir føroyskum flaggi at veiða rækjur í NEAFC-skipanarøkinum ella teimum, sum hesi rættindi seinni eru flutt til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu, har tey 1.966 tonsini verða býtt javnt millum talið av fiskiloyvum, sambært 1. pkt.
§ 8. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 13.601 tons latin persónum ella feløgum, sum í 2020 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 2, sambært § 19, stk. 1, nr. 1 í løgtingslógini. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu, har tey 13.601 tonsini verða býtt javnt millum talið av veiðiloyvum 31. desember 2017.
§ 9. 2) Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 4.000 tons latin persónum ella feløgum, sum hava rætt til fiskiloyvi í bólki 3, sambært § 19, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu, her tey 4.000 tonsini verða býtt javnt millum talið av veiðiloyvum í bólkinum 31. desember 2017.
§ 10. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 1.400 tons latin persónum ella feløgum, sum í 2019 høvdu rætt til fiskiloyvi sambært kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum, undantikin tey, ið eru fevnd av § 9. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu, her tey 1.400 tonsini verða býtt javnt millum talið av fiskiloyvum 31. desember 2019, sambært nevndu kunngerð.
§ 11. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 1.331 tons latin teimum, sum í 2020 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 4 T, sambært § 19, stk. 1, nr. 5 í løgtingslógini. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu, her tey 1.331 tonsini verða býtt javnt millum talið av veiðiloyvum í bólkinum 31. desember 2017.
§ 12. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 277 tons latin hesum:
1) persónum ella feløgum, sum hava rætt til fiskiloyvi í bólki 4 A, bólki 4 B og bólki 5, sambært § 19, stk. 1, nr. 3, 4 og 6 í løgtingslógini, og
2) persónum ella feløgum, sum í 2019 høvdu loyvi at fiska skeljadjór við fiskifari undir føroyskum flaggi í føroyskum sjógvi.
Stk. 2. Tey 277 tonsini verða latin nevndu fiskiførum sum felagskvota at fiska við øðrum reiðskapi enn troli ella nót.
§ 13. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 1.900 tons sett av til Havstovuna at nýta sum samsýning í sambandi við vísindaligar fiskirannsóknir á føroysku landleiðunum. Rættindi at fiska av hesi kvotu verða latin sum egin árskvota.
§ 14. 1) Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 2.815 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir sambært § 24.
Stk. 2. 2) Kvotan verður latin skipum sum felagskvota og kann fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-skipanarøkinum.
§ 15. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 5.142 tons sett av til 3 ella 8 ára rættindi keypt á uppboðssølu eftir ásetingunum í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi. Fiskiskapurin eftir hesi kvotu kann fara fram í føroyskum sjógvi, ES-sjógvi, norskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum. Fiskiskapurin í ES-sjógvi av teimum 5.142 tonsunum er avmarkaður til í mesta lagi 1.263 tons og í norskum sjógvi til 2.325 tons.
§ 16. 2) 1) Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 9.961 tons sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir, samsvarandi § 14 í løgtingslógini. Menningarkvotur, latnar sambært § 60 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, og sum hava gildi 1. januar 2020, verða roknaðar av hesi nøgdini. Kvotan verður latin sum felagskvota og kann fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-skipanarøkinum, tó so, at av tí partinum, ið er settur av til menningarkvotur, kunnu upp til 3.408 tons fiskast í ES-sjógvi og upp til 3.890 tons í norskum sjógvi í 2020.
Stk. 2. 2) 3) Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 7.100 tons sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir, samsvarandi § 15 í løgtingslógini. Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
§ 17. Eru líkindi fyri, at felagskvotan, ásett í § 5, ikki verður fullnýtt, kann landsstýrismaðurin hækka ella taka burtur ásetta hámarkið.
Stk. 2. Eru líkindi fyri, at kvoturnar í §§ 5 ella 12 ikki verða fullnýttar, kann landsstýrismaðurin loyva øðrum, sum hava rættindi sambært §§ 4-12 at fiska av hesum kvotum.
Stk. 3. Eru kvoturnar, sambært §§ 13 og 14, ikki latnar, ella líkindi eru fyri, at latnar kvotur ikki verða fiskaðar, kann landsstýrismaðurin loyva øðrum, sum hava rættindi sambært §§ 4-12 at fiska av hesum kvotum.
Stk. 4. Við almennari fráboðan skal landsstýrismaðurin í góðari tíð, og í seinasta lagi 10 dagar áðrenn, boða frá avgerð um broytingar sambært stk. 1-3.
§ 18. Persónur ella felag, sum í 2020 hevur rættindi at fiska makrel, keypt á uppboði, kann flyta upp til 10% av uppboðskvotuni í 2020 til at verða fiskað í 2021.
Atgongd at fiska makrel í norskum og ES-sjógvi
§ 19. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, kunnu føroysk skip fiska upp til 34.856 tons í ES-sjógvi og 40.666 tons í norskum sjógvi.
Stk. 2. Í ES-sjógvi er bert loyvt at royna eftir makreli í ICES–øki IIa, IVa, norðan fyri 59°N í tíðarskeiðunum frá 1. januar til og við 15. februar og frá 1. oktober til og við 31. desember.
§ 20. 2) Fiskiskapurin, av kvotuni sambært § 4, stk. 1 í ES-sjógvi, er avmarkaður til í mesta lagi 17.379 tons og í norskum sjógvi til í mesta lagi 19.835 tons. Atgongdin at fiska kvotuna, sum kann fiskast í ávikavist norskum og ES-sjógvi, verður tillutað hvørjum rættindahavara í sama lutfalli sum egna árskvotan. Talið av fiskiloyvum, hvør rættindahavari kann hava í senn, kann í mesta lagi vera tað talið av skipum, sum viðkomandi hevði rætt at fáa fiskiloyvi til í 2017.
§ 21. Eftir umsókn og við loyvi frá Vørn kunnu rættindahavarar við loyvi sambært §§ 5-13 og 15 og meinngarkvotur sambært § 16 og treytað av, at fiskiførini, ið verða nýtt til fiskiskapin, eru útgjørd at fiska við nót ella uppsjóvartroli, sjálvi taka fongin inn og eru útgjørd og hava orku at hagreiða, køla ella frysta veiðuna, fáa atgongd at fiska makrel í norskum sjógvi og ES-sjógvi. Køling er RSW, Refrigerated Sea Water, ella CSW, Chilled Sea Water, køling í tangum ella kørum, har temperatururin á fiskinum verður lækkaður soleiðis, at hann skjótt kemur niður á umleið 0°C, sum samsvarar við kuldan á bráðnandi ísi, og at fiskurin heldur sær køldur undir goymslu umborð. Skip, sum frysta veiðuna, og skip við RSW-tangum, verða tikin framum skip, sum eru útgjørd við øðrum køliskipanum, tá atgongdin til ES-sjógv og norskan sjógv verður avgjørd og raðskipað sambært stk. 2 og 3. Raðfestingin av skipunum verður harumframt skipað eftir stødd í bruttotonsum fyri skip sum frysta og skip við RSW-tangum. Skip við aðrari køling verða eisini raðfest eftir stødd í bruttotonsum.
Stk. 2. Fiskiskapur í ES-sjógvi, av kvotu sambært §§ 5-13, er avmarkaður til í mesta lagi 12.806 tons. Í mesta lagi 14 skip kunnu vera til fiskiskap í senn, íroknað fiskifør, sum fiska sambært § 4, ið hava framíhjárætt til ES-sjógv. Talið av fiskiloyvum, hvør rættindahavari kann hava í senn, kann í mesta lagi vera tað talið av skipum, sum viðkomandi hevði rætt at fáa fiskiloyvi til í 2017.
Stk. 3. Fiskiskapurin í norskum sjógvi, av kvotu sambært §§ 5-13, er avmarkaður til í mesta lagi 14.616 tons. Í mesta lagi 15 skip kunnu vera til fiskiskap í senn, íroknað fiskifør, sum fiska sambært § 4, ið hava framíhjárætt til norskan sjógv. Hvør rættindahavari kann í mesta lagi fáa fiskiloyvi, sum samsvarar við talið av skipum, viðkomandi hevði rætt at fáa fiskiloyvi til í 2017.
Stk. 4. Veiða í ES-sjógvi og norskum sjógvi, sambært stk. 1, verður roknað av kvotuni, sum persónur ella felag eigur lut í sambært §§ 5-13, 15 og 16.
Stk. 5. Tilsøgn til fiskiskap, sambært stk. 1, verður givin fyri ein túr í senn. Ein túrur verður roknaður frá tí, fiskifarið byrjar fiskiskap, til fiskifarið fer inn at landa, letur ella umskipar veiðuna til móttøkuskip ella flutningsskip.
Stk. 6. Fer fiskifar ikki til fiskiskap í norskum ella ES-sjógvi innan fyri 24 tímar eftir, at Vørn hevur givið tilsøgn at byrja fiskiskap, fellur tilsøgnin burtur.
Stk. 7. Skip, sum ætla at partrola sambært § 25, skulu søkja um atgongd sum par og kunnu bert fáa atgongd til ES-sjógv ella norskan sjógv, um tvey pláss eru tøk sambært stk. 2 ella 3. Um bert eitt pláss er eftir, kann umsøkjarin velja annað skipið at fara.
§ 22. Skiparin skal fylgja teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap eftir makreli fyri skip undir føroyskum flaggi í ES-sjógvi.
Stk. 2. Skiparin skal fylgja teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap eftir makreli fyri skip undir føroyskum flaggi í norskum sjógvi.
Fiskiloyvi
§ 23. Fiskiskapur eftir makreli, sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn.
Stk. 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap í norskum sjógvi, ES-sjógvi ella í NEAFC-skipanarøkinum, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum Noreg ella ES hava givið loyvi at fiska í teirra sjóøki, ella eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 3. Tá søkt verður um fiskiloyvi til fiskiskap eftir makreli, sambært §§ 4-13, skal umsóknarblað nýtast, ið er tøkt á heimasíðuni hjá Vørn.
Vinnuligar fiskiveiðiroyndir
§ 24. Fiskimálaráðið kann eftir umsókn lata fiskifari undir føroyskum flaggi lut í kvotu, ið er sett av til vinnuligar fiskiroyndir sambært § 14.
Stk. 2. Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í hendi áðrenn 1. juni 2020, kl. 12.00. Umsóknin skal lýsa endamál, tíðarætlan og kostnaðarætlan fyri royndunum, umframt upplýsingar um, hvat fyri fiskifar ætlanin er at brúka, reiðskap, útgerð og leiðir.
Stk. 3. Fiskimálaráðið sendir umsóknir, ið lúka formligu krøvini í stk. 2, til Havstovuna ella onnur serkøn innan økið, sum lata Fiskimálaráðnum ummæli.
Stk. 4. Í viðgerðini og ummælum av umsóknum skal dentur serliga leggjast á menningarvirði og nýskapanarvirði í royndunum.
Partroling
§ 25. Partroling kann bert fara fram við fiskiførum, har støddarmunurin á fiskiførunum í mesta lagi er 10% í bruttotonsatali, BT, sum skrásett í málibrævi skipsins.
Stk. 2. Áðrenn fiskifar fer at partrola, skal fráboðan sendast Vørn um, hvørjum trolað verður saman við. Eisini skal fráboðan sendast Vørn, tá partrolingin, saman við fráboðaða fiskifarinum, endar.
Stk. 3. Tað er bert loyvt at skifta skip, ið partrolað verður saman við, eftir at fráboðan er send Vørn um veiðu flokkað á fiskaslag. Fiskifør, sum hava veiðu umborð, sum ikki er farin um eina góðkenda innvigingarskipan, kunnu ikki partrola við øðrum skipi, fyrr enn veiðan er farin um eina góðkenda innvigingarskipan, sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum. Treytað av, at eftirlitið verður mett nøktandi, kann Vørn eftir umsókn geva skipum, sum hava veiðu umborð, loyvi at skifta skip, ið partrolað verður saman við, hóast veiðan ikki er farin um eina góðkenda innvigingarskipan.
Stk. 4. Tá fiskifør partrola, og annað ella bæði førini hava felagskvotu, verður veiðan, fyri hvørt fiskaslag sær, skrásett javnt býtt millum fiskiførini.
Stk. 5. Tá veiða frá partroling verður landað, skulu skipararnir ella eigararnir av fiskiførunum, sum hava partrolað, senda Vørn upplýsingar um helvtina av veiðinøgdini frá partrolingini, greinað á fiskaslag. Hava skipini bæði egna árskvotu, er tað tó bert farið, ið landar, sum sendir upplýsingar um veiðinøgdina. Verður landað til flutningsfar, er tað bert skiparin ella eigarin av flutningsfarinum, ið skal senda hesar upplýsingar. Hóast ásetingarnar í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum skulu upplýsingarnar sendast elektroniskt í tí sniði og eftir teimum krøvum, sum Vørn ásetir, og skulu tær sendast í seinasta lagi ein tíma eftir landingina.
Landing
§ 26. Hóast ásetingarnar í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum og kunngerð um avreiðing av feskum uppsjóvarfiski at frysta ella meirvirka í Føroyum, skal allur fiskur, og øll fiskavøra vigast, tá veiða sambært hesi kunngerð fer um eina innvigingarskipan, undantikið, tá veiðan verður goymd í kørum ella kassum umborð, og undantikið, tá veiðan verður fryst og pakkað umborð.
Kapittul 3
Hjáveiða og undirmálsmakrelur
Hjáveiða
§ 27. Hjá fiskiførum, sum hava loyvi at fiska uppsjóvarfisk, sum er undir kvotuskipan, er hjáveiða av hesum uppsjóvarfiskasløgum loyvd í beinleiðis fiskiskapi eftir makreli. Hjáveiðan verður roknað av egnu árskvotuni hjá viðkomandi fiskifari ella av felagskvotuni hjá viðkomandi fiskiførum.
Stk. 2. Hjá fiskiførum, sambært stk. 1, har kvota av uppsjóvarfiski er uppfiskað, og hjá fiskiførum, sum ikki eru fevnd av stk. 1, kann hjáveiða av uppsjóvarfiski, sum er undir kvotuskipan, í mesta lagi vera 10% av samlaðu vektini fyri hvørja avreiðing, lating, uppskiping ella umskiping.
§ 28. Samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur á føroysku landleiðunum skal ikki vera meiri enn 2% av samlaðu veiðuni fyri túrin, hálið ella kastið.
Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur er meiri enn 2% av vektini í hvørjum háli ella kasti.
Bráðfeingis veiðibann
§ 29. Sambært § 59, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn lýsa bráðfeingis veiðibann fyri ávísan fiskiskap á ávísum leiðum í føroyskum sjógvi, har íblandingin av ungfiski ella hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðibann verður ásett fyri upp til 4 vikur hvørja ferð.
Undirmálsfiskur
§ 30. Veiðan av undirmálsmakreli skal ikki vera meira enn 10% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin.
Stk. 2. Makrelur, ið er undir 30 cm, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hann er strektur, er undirmálsmakrelur.
Kapittul 4
Reiðskapur
Meskar í uppsjóvartroli
§ 31. Tá makrelur verður veiddur við uppsjóvartroli á føroysku landleiðunum og í NEAFC-skipanarøkinum, skulu meskarnir ikki fara niður um 35 mm.
Stk. 2. Ásetingarnar um trolposan í § 8, stk. 1-3 í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, eru ikki galdandi í beinleiðis fiskiskapi eftir makreli.
Gørn
§ 32. Beinleiðis veiða eftir makreli við gørnum á føroysku landleiðunum er ikki loyvd innan fyri linjur drignar millum hesar knattstøður:
1) 62°24´7090 N, 006°33´3655 V
2) 62°22´7108 N, 006°17´1607 V
3) 62°21´5780 N, 006°12´9309 V
4) 62°20´6219 N, 006°11´8598 V
5) 62°16´4800 N, 006°13´9060 V
6) 62°13´7883 N, 006°16´6000 V
7) 62°11´2594 N, 006°21´5132 V
8) 62°07´2027 N, 006°31´4429 V
9) 61°58´5259 N, 006°35´0994 V
10) 61°37´8020 N, 006°38´5500 V
11) 61°28´2366 N, 006°38´3683 V
12) 61°24´9380 N, 006°34´0792 V
13) 61°24´9380 N, 006°34´0792 V
14) 61°21´6976 N, 006°44´9684 V
15) 61°23´9291 N, 006°51´6311 V
16) 61°28´7341 N, 006°57´2607 V
17) 61°37´3000 N, 007°03´6000 V
18) 61°46´0000 N, 006°54´4180 V
19) 61°54´7500 N, 007°00´9000 V
20) 61°59´2200 N, 007°03´5000 V
21) 61°59´7498 N, 007°14´5000 V
22) 62°04´5000 N, 007°43´5000 V
23) 62°05´5000 N, 007°44´7766 V
24) 62°06´3000 N, 007°44´5005 V
25) 62°06´8998 N, 007°43´7879 V
26) 62°08´3500 N. 007°39´5000 V
27) 62°10´2000 N, 007°28´0000 V
28) 62°15´6000 N, 007°17´6600 V
29) 62°19´1298 N, 007°13´6356 V
30) 62°22´7411 N, 006°50´4492 V
31) 62°24´7090 N, 006°33´3655 V
Stk. 2. Veiðibannið í stk. 1 fevnir ikki um royndir, sum Havstovan skipar fyri.
Kapittul 5
Ymiskar ásetingar
Umrokningarfaktorar
§ 33. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt í sambandi við uppgerð av veiðu, skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri makrel:
1) Kruvdur, við høvdi 1,15.
2) Kruvdur, avhøvdaður 1,30.
3) Flak við skræðu og beinum 2,60.
4) Flak, skrædlað, við beinum 2,60.
5) Flak skrædlað, uttan bein 2,60.
6) Fiskamjøl 5,11.
Ymiskar ásetingar um útgerð umborð
§ 34. Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, skulu ikki vera meiri enn 15 mm í tvørmát.
§ 35. Skip skulu ikki vera innrættað soleiðis, at møguligt er at tøma fisk úr tangunum yvir borð undir vatnlinjuni.
§ 36. Vørn kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð og um tømingarmøguleikar. Skip skulu til einhvørja tíð hava avrit av hesum tekningum.
§ 37. Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð. Um veiðan verður fryst ella virkað umborð, skal hetta gerast beint eftir støddarskiljing.
Umskiping, virking, o.a.
§ 38. Fiskifør, og onnur før, undir føroyskum flaggi, kunnu eftir umsókn fáa loyvi frá Vørn til at umskipa, lata og taka ímóti veiðu, sum er fiskað sambært hesi kunngerð. Sama er galdandi fyri før undir fremmandum flaggi á føroysku landleiðunum, sum eru limir í NEAFC ella hava støðu sum samstarvandi land í NEAFC.
Stk. 2. Í 2020 er loyvt at virka veiðu sambært hesi kunngerð umborð eftir treytum, sum Vørn ásetir. Virking umborð er eftir hesi kunngerð, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur ella avhøvdaður, sama hvussu hann er goymdur.
Stk. 3. Í loyvið, sambært stk. 1, verða settar treytir um innvigingarskipan, fráboðanir í sambandi við landing til móttøkuskip ella flutningsskip og umskiping, eygleiðara o.a.
Stk. 4. Umskiping frá skipum, sum taka ímóti og frysta makrel á føroysku landleiðunum, kann bert fara fram við bryggju í føroyskari havn og við loyvi frá Vørn. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum geva undantak frá hesum kravi treytað av, at eftirlitið í sambandi við umskiping verður mett nøktandi.
Stk. 5. Vørn kann áleggja skipum, sum taka ímóti og frysta makrel á føroysku landleiðunum, at koma í føroyska havn til eftirlit, áðrenn tey fara úr føroyskum sjógvi.
Stk. 6. Treytað av, at eftirlitið verður mett nøktandi, kann Vørn eftir umsókn geva skipum, sum taka ímóti veiðu frá øðrum á føroysku landleiðunum og flyta veiðuna til innvigingarstað í Føroyum, undantak frá kravinum um at hava góðkenda innvigingarskipan sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum.
Eygleiðari
§ 39. Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð, og førum, sum umskipa, taka ímóti frá øðrum fari ella lata øðrum fari veiðu ella úrdrátt úr veiðu. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.
Sýni
§ 40. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
§ 41. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, herundir av stødd, vekt og dygd.
Fráboðanir
§ 42. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Tá farið verður í ES-sjógv, norskan sjógv ella NEAFC-skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í ES-sjógv, norskan sjógv ella í NEAFC-skipanarøkið.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Tá farið verður úr ES-sjógvi, norskum sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr ES-sjógvi, norskum sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum.
§ 43. Fiskifør, sum fiska í ES-sjógvi sambært hesi kunngerð, skulu senda fráboðan til ES-myndugleikar, sum nærri ásett í skjali 2 til hesa kunngerð.
Kapittul 6
Revsireglur og gildistíð
Revsing
§ 44. 2) 4) Brot á § 23, stk. 2, § 25, stk. 1 og 2, stk. 3, 1. og 2. pkt. og stk. 5, § 26, § 27, stk. 2, § 28, § 30, stk. 1, § 31, stk. 1, § 32, stk. 1, §§ 33-35, § 36, 2. pkt., § 37, § 38, stk. 4, 1. pkt. og §§ 39, 42 og 43 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum virkar, umskipar, letur ella tekur ímóti veiðu uttan loyvi, sambært § 38, stk. 1, ikki fylgir treytum ásettar sambært § 38 stk. 2 og 3 ella ikki ger eftir boðum sambært § 36, 1. pkt., § 38, stk. 5, §§ 40 og 41.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 45. Henda kunngerð kemur í gildi 3. januar 2020 og fer úr gildi 31. desember 2020.
Fiskimálaráðið, 30. desember 2019
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í norskan sjógv, ES-sjógv ella NEAFC-skipanarøkið.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
2) CAT - Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr norskum sjógvi, ES-sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu) í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn |
PO |
Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað |
TR |
Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað |
PD |
Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað |
PT |
Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking |
RE |
Viðmerking |
Skjal 2
Fráboðanir í sambandi við veiðu eftir makreli í ES-sjógvi í 2020
Føroysk fiskifør, ið hava loyvi at fiska makrel í ES-sjógvi, skulu halda seg til hesar treytir um fráboðanir:
a) Fiskifør, ið ætla sær í ES-sjógv at fiska makrel, hava ikki loyvi at hava veiðu umborð, tá tey fara inn í ES-sjógv.
b) Fiskifarið kann bert byrja fiskiskap, eftir at hava fingið loyvið frá avvarðandi myndugleika í ES-limalandi. Fiskifarið skal sigla inn í ES-sjógv gjøgnum eitt av hesum eftirlitsøkjum:
ICES rektangul 48 E2 í ICES-øki VIa
ICES rektangul 48 E6 í ICES-øki IVa
ICES rektangul 50 F1 í ICES-øki IVa
ICES rektangul 46 F1 í ICES-øki IVa
Skiparin á fiskifarinum skal, í seinasta lagi fýra tímar áðrenn skipið kemur inn í ES-sjógv gjøgnum eitt av nevndu eftirlitsøkjum, boða UK Fisheries Monitoring Centre (Edinburgh) frá í telduposti til ukfmc@gov.scot ella á telefon +44 131 271 9700.
Í fráboðanini skal upplýsast navn, kallibókstavir, havnarkenningarnummar hjá fiskifarinum, samlað nøgd av fiski umborð, flokkað á fiskasløg, og hvat fyri eftirlitsøki fiskifarið kemur inn í ES-sjógv ígjøgnum. Fiskifarið kann ikki byrja fiskiskap, fyrr enn tað hevur fingið játtan um fráboðanina og boð, um fiskifarið skal kannast ella ikki. Hvør játtan um fráboðan hevur eitt nummar, sum skiparin skal hava umborð, til túrurin endar.
Hóast eftirlit vanliga verður gjørt á sjónum, kann avvarðandi myndugleiki í heilt serligum førum krevja, at fiskifarið kemur til eftirlit í havn í Killybegs, Lerwick ella Scrabster.
c) Túrurin endar, tá ið skipið fer úr ES-sjógvi, ella tá skipið fer í ES-havn, og øll veiðan verður landað.
Skip kunnu bert fara úr ES-sjógvi gjøgnum eitt av nevndu eftirlitsøkjum.
Skiparin skal, í seinasta lagi tveir tímar áðrenn skipið fer úr ES-sjógvi og kemur í eitt av eftirlitsøkjunum, boða UK Fisheries Monitoring Centre, Edinburgh, frá í telduposti til ukfmc@gov.scot ella á telefon +44 131 271 9700.
Í fráboðanini skal upplýsast navn, kallibókstavir, havnarkenningarnummar hjá fiskifarinum, samlaða nøgdin av fiski umborð, flokkað á fiskasløg, og hvat fyri eftirlitsøki, fiskifarið fer úr ES-sjógvi ígjøgnum. Skipið skal ikki fara úr eftirlitsøkinum, fyrr enn tað hevur móttikið játtan um fráboðanina og boð, um fiskifarið skal kannast ella ikki. Hvør játtan um fráboðan hevur eitt nummar, sum skiparin skal hava umborð, til skipið fer úr ES-sjógvi.
Hóast eftirlit vanliga verður gjørt á sjónum, kann avvarðandi myndugleiki í heilt serligum førum krevja, at fiskifarið kemur til eftirlit í Blacksod Bay ella í havn í Killybegs, Lerwick ella Scrabster.
d) Fiskifør, ið sigla gjøgnum ES-sjógv, skulu hava fiskireiðskapin goymdan burtur, so hann ikki lættliga kann brúkast, samsvarandi hesum treytum:
(i) Net, vektir og líknandi útgerð skal vera loyst úr trollemmum og trolveirum og breidlum, og
(ii) net, sum er omandeks, skal vera trygt surrað.