Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. november 2020Nr. 155
Kunngerð um ávísing til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15 og 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi
Við heimild í § 2, stk. 2. í løgtingslóg nr. 153 frá 30. oktober 2020 um royndarskipan um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15 og 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi verður ásett:
§ 1. Ein treyt fyri at fáa ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð er, at viðgerðin verður veitt av løggildum sálarfrøðingi, sum virkar sambært sáttmála við Heilsutrygd.
Stk. 2. Á heimasíðuni hjá Heilsutrygd sæst yvirlit yvir sálarfrøðingar, sum virka sambært sáttmála við Heilsutrygd.
§ 2. Áðrenn viðgerðin kann byrja, skal tað fyriliggja ein skrivlig ella teldutøk ávísing frá kommunulækna.
Stk. 2. Um kommunulæknin metir, at ein persónur hevur bráðfeingis tørv á sálarfrøðiligari viðgerð, kann ávísingin gerast umvegis telefon. Skjótast gjørligt eftir hetta skal tað gerast ein skrivlig ella teldutøk ávísing. Ávísingin er bert galdandi, um sálarfrøðingurin fær ávísingina í seinasta lagi 1 mánað eftir, at hon er gjørd.
Stk. 3. Kommunulækni kann bert ávísa til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð, um persónurin lýkur treytirnar nevndar í skjali 1.
Stk. 4. Sálarfrøðingur kann bert viðgera persónar, sum lúka treytirnar nevndar í skjali 1.
§ 3. Borgarin avger sjálvur, hvønn sálarfrøðing, sum hevur sáttmála við Heilsutrygd, hann vil til. Eisini er tað møguligt at skifta sálarfrøðing í viðgerðartíðini.
§ 4. Sálarfrøðingurin velur sjálvur sína tilgongd í mun til viðgerðarhætt. Tó skal viðgerðarhátturin vera ætlaður at viðgera angist og lætt til moderat tunglyndi.
Stk. 2. Borgarin kann fáa 12 ókeypis sálarfrøðiligar viðgerðir, sum antin kunnu vera einstaklingaviðgerðir ella bólkaviðgerðir.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi 1. desember 2020.
Heilsumálaráðið, 5. november 2020
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)
Skjal 1
Treytir fyri at fáa ávísing frá kommunulækna til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð
Avmarking av persónsbólki við løttum til moderatum tunglyndi
Treytir fyri at persónar við løttum til moderatum tunglyndi eru fevndir av skipanini:
1) Persónurin skal vera læknafakliga diagnostisk útgreinaður sambært galdandi kliniskum leiðreglum innan økið; harumframt kann tað gerast ein psykometrisk screening so sum “Major ICD-10 Depression Spørgeskema”.
2) Virkisførleikin hjá persóninum skal vera lætt ella moderat niðursettur orsakað av tunglyndinum hjá persóninum.
3) Sambært eini læknafakligari meting vil persónurin fáa gagn av sálarfrøðiligari viðgerð hjá løggildum sálarfrøðingi, og mett verður harumframt, at tað ikki er nóg mikið við viðtalum hjá kommunulækna sum einasta viðgerð.
Avmarking av persónsbólki við angist
Treytir fyri at persónar við angist eru fevndir av skipanini:
1) Persónurin skal vera læknafakliga diagnostisk útgreinaður sambært galdandi kliniskum leiðreglum innan økið; harumframt kann tað gerast ein psykometrisk screening so sum “Angst-Symptom-Spørgeskemaet (ASS)”.
2) Kommunulæknin hjá persóninum skal hava diagnostiserað viðkomandi við einari av niðanfyrinevndu diagnosum (sambært ICD-10 klassifikatiónum):
F40.0 Agorafobi
F40.1 Sosialfobi
F40.2 Einkult fobi
F41.0 Panikkangist
F41.1 Generaliserað angist
F41.2 Lætt angist-tunglyndi
F41.3 Onnur blandað angiststøða
F41.8 Aðrar angiststøður
F41.9 Angiststøða, sum ikki er greinað eftir slagi
F42.0 Obsessiv-kompulsiv atferð
F43.1 Posttraumatisk belastningsreaktión
3) Virkisførleikin hjá persóninum skal vera lætt ella moderat niðursettur orsakað av angiststøðuni hjá persóninum.
4) Sambært eini læknafakligari meting vil persónurin fáa gagn av sálarfrøðiligari viðgerð hjá løggildum sálarfrøðingi, og mett verður harumframt, at tað ikki er nóg mikið við viðtalum hjá kommunulækna sum einasta viðgerð.