Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. desember 2024Nr. 153
Kunngerð um veiðu eftir botnfiski o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO-skipanarøkinum í 2025, sum broytt við kunngerð nr. 47 frá 1. apríl 2025
Við heimild í § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 1, nr. 1-4, stk. 2, nr. 1-4, 6-8 og 10 og stk. 3, § 41, stk. 2, § 56, stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 71 frá 5. mai 2021, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021 og løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023, verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki og allýsingar
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski o.ø. í NAFO-skipanarøkinum í 2025.
Allýsingar
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) NAFO: Northwest Atlantic Fisheries Organization, Fiskiveiðifelagsskapurin fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum.
2) NAFO-skipanarøkið: Tann parturin av sáttmálaøkinum hjá NAFO, sum er uttan fyri løgdømið hjá strandarlondunum, norðan fyri 35°N og vestan fyri linju drigin eftir longdarstignum 42°V til knattstøðuna 59°N, 42°V og víðari eftir longdarstignum 44°V til strond Grønlands.
3) NAFO Conservation and Enforcement Measures, NAFO CEM: Reglur galdandi fyri fiskiskap í NAFO-skipanarøkinum, samtyktar av NAFO-sáttmálapørtum. Tøkar á heimasíðuni hjá NAFO, www.nafo.int.
4) NAFO-undirøki og NAFO-deildarøki: Sundurbýting av NAFO-skipanarøkinum við tali frá 1 til 6 og bókstavi. Kort av hesum er í NAFO CEM.
Kapittul 2
Fiskiskapur eftir toski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap, og NAFO-deildarøki 3L 1)
Heildarkvota og býti av kvotuni
§ 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2025 fiska í mesta lagi 2.819 tons av toski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap, sum eru føroysk fiskirættindi í NAFO-skipanarøkinum.
Stk. 2. Heildarkvotan sambært stk. 1 verður latin teimum, sum í 2024 høvdu rætt til egna árskvotu av toski á Flemish Cap ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
Stk. 3. 1) Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu fram til 15. apríl 2025 fiska í mesta lagi 38,28 tons av toski í NAFO-skipanarøkinum í NAFO-deildarøki 3L.
Stk. 4. 1) Heildarkvotan sambært stk. 3 verður latin teimum, sum í 2024 høvdu rætt til egna árskvotu av toski á Flemish Cap ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður sum felagskvota.
Fiskiloyvi
§ 4. 1) Fiskiskapur eftir toski á NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap, og NAFO-deildarøki 3L kann bert fara fram við fiskifari við veiðiloyvi, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
§ 5. Skiparin skal taka sýni av veiðuni og gera kanningar av longd og vekt á toski eftir leiðbeining frá Havstovuni.
Treytir um landing
§ 6. 1) Hóast ásetingina í § 41, stk. 1 í løgtingslógini kann øll veiða av toski, fiskaður á NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap, og NAFO-deildarøki 3L, verða landað uttanlands, um veiðan verður flutt óvirkað til Føroyar, og fyrsta søla av veiðuni fer fram í Føroyum.
Stk. 2. Tá landað verður uttanlands, skal øll veiðan um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Vørn.
Kapittul 3
Fiskiskapur eftir svartkalva og kongafiski
Heildarkvotur og býti av kvotunum
§ 7. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2025 fiska í mesta lagi 188 tons av svartkalva í NAFO-deildarøki 3LMNO og 69 tons av kongafiski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap.
Stk. 2. Heildarkvoturnar sambært stk. 1 verða latnar teimum, sum í 2024 høvdu rætt til egna árskvotu av hesum fiskasløgum í NAFO-skipanarøkinum ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
Fiskiloyvi
§ 8. Fiskiskapur eftir svartkalva og kongafiski í NAFO-skipanarøkinum kann bert fara fram við fiskifari við veiðiloyvi, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
Kapittul 4
Fiskiskapur eftir felagskvotum fyri NAFO-sáttmálapartar
Aðrar NAFO-kvotur
§ 9. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2025 fiska av kvotum, ásettar sum felagskvotur fyri NAFO-sáttmálapartar:
1) 36 tons av kongafiski í NAFO-deildarøki 3LN,
2) 100 tons av kongafiski í NAFO-deildarøki 3O,
3) 79 tons av yellowtail flounder, Limanda ferruginea, í NAFO-deildarøki 3LNO,
4) 14 tons av lállu, witch flounder, Glyptocephalus cynoglossus, í NAFO-deildarøki 3NO,
5) 59 tons av hvítum lýsingi, white hake, Urophycis tenuis, í NAFO-deildarøki 3NO,
6) 258 tons av skøtu, skates, Rajidae, í NAFO-deildarøki 3LNO, og
7) 794 tons av høgguslokki, squid, Illex, í NAFO-undirøki 3 og 4.
Stk. 2. Fiskiskapur eftir kvotum sambært stk. 1 verður skipaður við felags árskvotu.
Fiskiloyvi
§ 10. Fiskiskapur eftir kvotum sambært § 9, stk. 1 kann bert fara fram við fiskifari við veiðiloyvi, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
Kapittul 5
Fiskiskapur eftir rækjum
§ 11. Føroysk skip kunnu ikki fara til fiskiskap eftir rækjum í NAFO-skipanarøkinum í 2025.
Kapittul 6
Fiskiskapur eftir øðrum fiskasløgum
§ 12. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2025 fiska í NAFO-skipanarøkinum eftir fiskasløgum, sum ikki eru fevnd av samtyktum í NAFO, ásettar í Annex I í NAFO CEM.
Stk. 2. Fiskiskapur eftir øðrum fiskasløgum sambært stk. 1 kann bert fara fram við fiskifari við veiðiloyvi, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap. Í umsóknini skal ásetast fiskaslag, ætlanin er at veiða.
Hákelling
§ 13. Hóast ásetingina í § 12, stk. 1 er øll beinleiðis veiða eftir hákelling, Greenland shark, Somniosus microcephalus, bannað.
Stk. 2. Hjáveiða av hákelling, Greenland shark, Somniosus microcephalus, í veiði eftir øðrum fiskasløgum, skal beinanvegin sleppast út aftur livandi.
Treytir um landing
§ 14. Hóast ásetingina í § 41, stk. 1 í løgtingslógini kann øll veiða sambært § 9, stk. 1 og § 12, stk. 1 verða landað og avreidd uttanlands.
Stk. 2. Tá landað verður uttanlands, skal øll veiðan um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Vørn.
Kapittul 7
Hjáveiða, reiðskapur, minstamát o.a.
Hjáveiða
§ 15. 1) Í beinleiðis veiði eftir toski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap, og NAFO-deildarøki 3L, kann hjáveiðan av kongafiski í mesta lagi vera 1% av samlaðu veiðuni umborð og landaðu veiðuni.
Stk. 2. Í beinleiðis veiði eftir kongafiski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap, kann hjáveiðan av toski í mesta lagi vera 1% av samlaðu veiðuni umborð og landaðu veiðuni.
§ 16. Hjáveiðan av toski í NAFO-deildarøki 3L og 3M, kongafiski í NAFO-deildarøki 3LN ella lállu í NAFO-deildarøki 3NO í veiði eftir øðrum fiskasløgum kann í mesta lagi vera 1.250 kg ella í mesta lagi 5% av samlaðu veiðuni umborð, alt eftir hvat er hægri.
Stk. 2. Hjáveiðan av toski í NAFO-deildarøki 3NO í veiði eftir øðrum fiskasløgum kann í mesta lagi vera 1.000 kg ella í mesta lagi 4% av samlaðu veiðuni umborð, alt eftir hvat er hægri.
Stk. 3. Hjáveiðan av øðrum fiskasløgum ásett í Annex I.A í NAFO CEM, undantikin rættindi ásett í kapittul 2 og 3 í hesi kunngerð, í veiði eftir øðrum fiskasløgum kann í mesta lagi vera 2.500 kg ella í mesta lagi 10% av samlaðu veiðuni umborð, alt eftir hvat er hægri.
Stk. 4. Hjáveiðan av fiskasløgum, ið eru undir veiðibanni ásett í Annex I.A í NAFO CEM, ella av rættindum ásett í kapittul 4 í hesi kunngerð, tá kvotan er uppfiskað í veiði eftir øðrum fiskasløgum, kann í mesta lagi vera 1.250 kg ella í mesta lagi 5% av samlaðu veiðuni umborð, alt eftir hvat er hægri.
Stk. 5. Hjáveiðan av amerikanskari reyðsprøku, American plaice, Hippoglossoides platessoides, í fiskiskapi eftir yellowtail flounder, Limanda ferruginea, í NAFO-deildarøki 3LNO kann í mesta lagi vera 15% av samlaðu veiðuni umborð.
Stk. 6. Er hjáveiðan í einum háli ella setu meira enn ásett í stk. 1-5, skal skipið flyta 10 fjórðingar frá teimum knattstøðum, har tóvað ella sett varð. Er hjáveiðan í næsta háli ella setu aftur meira enn ásett í stk. 1-5, skal skipið fara úr deildarøkinum, og ikki koma inn aftur í deildarøkið fyrr enn 60 tímar seinni.
Stk. 7. Tá skipið kemur inn aftur í deildarøkið 60 tímar seinni, sambært stk. 6, kann skipið royndarhála ella draga í mesta lagi 3 tímar. Er hjáveiðan í royndarhálinum ella setuni meira enn ásett í stk. 1-5, skal skipið flyta 10 fjórðingar frá teimum knattstøðum, har tóvað ella sett varð. Er hjáveiðan í næsta háli ella setu aftur meira enn ásett í stk. 1-5, skal skipið fara úr deildarøkinum, og ikki koma inn aftur í deildarøkið fyrr enn 60 tímar seinni.
Meskavídd í troli
§ 17. Í botnfiskiveiði er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 130 mm.
Stk. 2. Í beinleiðis veiði eftir kongafiski við uppsjóvartroli er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 90 mm.
Stk. 3. Í beinleiðis veiði eftir høgguslokki er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 60 mm.
Stk. 4. Í beinleiðis veiði eftir skøtu er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 280 mm í posanum og 220 mm í øðrum pørtum av trolinum.
Stk. 5. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur mát eftir stk. 1-4, skal vera fyri seg í serligum rúmi ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
Skiljirist
§ 18. Tá roynt verður við troli eftir toski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap, skal trolið hava innsetta skiljirist. Skiljiristin skal í mesta lagi hava 55 mm millum rimarnar.
Merking av fiskireiðskapi
§ 19. Allar boyur á faststandandi ella drívandi fiskireiðskapi, so sum lína, teinar, rúsur, gørn o.a., skulu vera merktar við havnarkenningarnummarinum hjá fiskifarinum. Allar endaboyur skulu hava eina minst 1,5 metur høga stongboyu við vimpli við havnarkenningarnummari.
Minstamát
§ 20. Fiskur, ið ikki stendur mát sambært skjali 1 til hesa kunngerð, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er undirmálsfiskur. Veiða av undirmálsfiski er ikki loyvd, og er talið av undirmálsfiski í einum háli meiri enn 10% í tali, skal fiskifarið flyta 5 fjórðingar frá teimum knattstøðum, har tóvað ella sett varð.
Hávafjaðrar
§ 21. Tað er ikki loyvt at skera burtur hávafjaðrar ella hava umborð, umskipa og landa hávafjaðrar.
Kapittul 8
Eygleiðari
§ 22. Fiskifør, sum veiða í NAFO-skipanarøkinum sambært hesi kunngerð, skulu hava eygleiðara frá Vørn umborð. Vørn kann loyva, at eygleiðari bert er umborð 25% av tíðini, fiskifarið er í NAFO-skipanarøkinum. Vørn kann áleggja skipinum at sigla í havn ella á ávísa posisjón at taka ímóti ella seta av eygleiðara.
Stk. 2. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara frá Vørn umborð.
Stk. 3. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.
Kapittul 9
Fráboðanir
§ 23. Fiskifar, sum fiskar í NAFO-skipanarøkinum, skal senda Vørn elektroniskar fráboðanir sambært skjali 2:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 6 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NAFO-skipanarøkið.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 6 tímar, áðrenn skipið fer úr NAFO-skipanarøkinum.
Stk. 2. Vørn kann áleggja skipunum at senda fráboðanir oftari enn ásett í stk. 1.
Kapittul 10
Eftirlitsfólk
§ 24. Sambært § 56, stk. 2, 1. pkt. í løgtingslógini hava eftirlitsfólk frá NAFO-sáttmálapørtum rætt at fremja eftirlit umborð á fiskiførum, sum veiða í NAFO-skipanarøkinum. Eftirlitsfólk skulu hava samleikaprógv, sum er útflýggjað av NAFO.
Stk. 2. Skiparin skal síggja til, at NAFO- eftirlitsfólk kunnu fremja eftirlit sambært grein 35 í NAFO CEM.
Stk. 3. Eftirlitsfólk skulu frítt kunna nýta samskiftisútgerðina umborð í tann mun, tað er neyðugt fyri at útinna starv teirra.
Kapittul 11
Lastarrúm, lastarplanur, framleiðsludagbók og merking av pakningi
Lastarrúm
§ 25. Fiskifør, sum veiða í NAFO-skipanarøkinum, skulu hava umborð tekningar yvir lastarrúm, sum eru góðkendar av Sjóvinnustýrinum ella klassingarfelag. Góðkenningin skal endurnýggjast annað hvørt ár.
Lastarplanur
§ 26. Skiparin skal føra lastarplan, sum vísir, hvar hvørt fiskaslag og vøruslag er í lastarrúminum uppgivið í nøgd, kg.
Stk. 2. Lastarplanurin skal dagførast hvønn dag fyri undanfarna samdøgur frá 0001 UTC til 2400 UTC.
Stk. 3. Lastarplanurin skal goymast umborð, til øll veiðan hjá skipinum er landað.
Stk. 4. Øll veiða, fiskað í NAFO-skipanarøkinum, skal stúgvast burtur frá veiði fiskað aðrastaðni.
Framleiðsludagbók
§ 27. Skiparin skal føra framleiðsludagbók, har fiskaslag og vøruslag er skrásett, uppgivið í nøgd, kg, og í hvørjum NAFO-deildarøki veiðan er fiskað.
Stk. 2. Framleiðslan av hvørjum fiskaslagi skal dagførast hvønn dag fyri undanfarna samdøgur frá 0001 UTC til 2400 UTC.
Stk. 3. Fyri hvørt vøruslag skal skrásetast, hvør umrokningarfaktorur er nýttur at rokna um til runda vekt.
Stk. 4. Framleiðsludagbókin skal goymast umborð, til øll veiðan hjá skipinum er landað.
Merking av pakningi
§ 28. Fiskifør, sum veiða í NAFO-skipanarøkinum, skulu merkja allan pakning við fiskavøru við:
1) navn á fiskifari,
2) fiskaslag sambært FAO 3-Alpha kodu í Annex I.C í NAFO CEM,
3) fyri rækjur, veiðidagfesting,
4) NAFO-deildarøki, og
5) vøruslag sambært FAO 3-Alpha kodu í Annex II.K í NAFO CEM.
Stk. 2. Í hvørjum pakningi, eskju, við fiskavøru skal bert vera:
1) eitt vøruslag,
2) eitt NAFO-deildarøki,
3) fyri rækjur, ein veiðidagfesting, og
4) eitt fiskaslag.
Kapittul 12
Revsireglur og gildistíð
Revsing
§ 29. Brot á § 5, § 6, stk. 2, § 13, § 14, stk. 2, §§ 15-19, § 20, 2. pkt., § 21, § 22, stk. 1, 1. pkt., § 23, § 24, stk. 2 og 3 og §§ 25-28 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum sambært § 22, stk. 1, 3. pkt., ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 22.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 30. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2025 og fer úr gildi 1. januar 2026.
Stk. 2. 1) Loyvt er at fiska tosk í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap, sambært kapitli 2 frá 1. apríl til og við 31. desember 2025. Loyvt er at fiska tosk í NAFO-deildarøki 3L sambært kapitli 2 til 15. apríl 2025.
Stk. 3. Loyvt er at fiska høgguslokk sambært kapitli 4 frá 1. juli til og við 31. desember 2025.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 19. desember 2024
Dennis Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)
Skjal 1
Minstamát
Minstamát á fiski
Mátini eru forklongd fyri tosk og totallongd fyri hini sløgini. Fyri avhøvdaðan og flaktan/klovnan tosk er mátið 25 cm fyri saltfisk, sum ikki er íligin.
|
Kruvdur og sløgdur við ella uttan skræðu Feskur ella ísaður, frystur ella saltaður | |||
Fiskaslag |
Rundur |
Avhøvdaður |
Avhøvdaður og uttan stert |
Avhøvdaður og flaktur/klovin |
Toskur |
41/43* cm |
27 cm |
22 cm |
27/25 cm |
Svartkalvi |
30 cm |
- |
- |
- |
Amerikansk reyðsprøka |
25 cm |
19 cm |
15 cm |
- |
Yellowtail flounder |
25 cm |
19 cm |
15 cm |
- |
*toskur í NAFO-deildarøki 3L
Skjal 2
Fráboðanir til Vørn
Niðan fyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “Veiðifráboðanir”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis Elektronisku veiðidagbókina, sum er góðkend av Vørn.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 6 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NAFO-skipanarøkið (vestur um 42°V)
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst og raðfylgju:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiðiøki |
RA |
NAFO deildarøki, hvagar skipið fer til fiskiskap |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (YYYYMMDD) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (HHMM) |
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Veiðan skal uppgevast í rundari vekt |
Eygleiðari umborð |
OO |
Eygleiðari umborð – “Yes” ella “No” |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst og raðfylgju:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
NAFO Sáttmálapartur |
IR |
FRO - NAFO Sáttmálapartur Føroyar |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
NAFO deildarøki, har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað síðan seinastu veiðifráboðan (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Veiðan skal uppgevast í rundari vekt |
Leigusáttmáli við NAFO Sáttmálapart |
CH |
NAFO Sáttmálapartur, um skipið er útleigað øðrum |
Fiskidagar |
DF |
Tal av fiskidøgum síðan seinastu veiðifráboðan (CAT) |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (YYYYMMDD) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (HHMM) |
3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 6 tímar, áðrenn skipið fer úr NAFO-skipanarøkinum (eystur um 42°V)
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst og raðfylgju:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiðiøki |
RA |
NAFO deildarøki, hvaðan skipið kemur av fiskiskapi |
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað síðan seinastu veiðifráboðan, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Veiðan skal uppgevast í rundari vekt |
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Veiðan skal uppgevast í rundari vekt |
Fiskidagar |
DF |
Tal av fiskidøgum síðan túrurin hjá skipinum byrjaði í NAFO skipanarøkinum |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (YYYYMMDD) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (HHMM) |