Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. oktober 2020Nr. 151
Kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 135 frá 24. oktober 2022
Við heimild í § 2, stk. 1 í løgtingslóg nr. 118 frá 12. desember 2007 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum og § 15 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, verður ásett:
§ 1. Tilboð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum verður veitt persónum, ið eru búsitandi í Føroyum.
Koppseting til børn
§ 2. Børn og ung, yngri enn 18 ár, kunnu verða koppsett ókeypis ímóti kikhosta, difteritis, stívkrampa og polio.
Stk. 2. Børn og ung, yngri enn 18 ár, kunnu verða koppsett ókeypis ímóti meslingum, fárasjúku og reydlingum. Koppsetingin verður bjóðað sum ein samansett MFR-koppseting.
Stk. 3. Børn, yngri enn 6 ár, kunnu verða koppsett ókeypis ímóti Hæmophilis influenzae, typa b, Hib.
Stk. 4. Børn, yngri enn 2 ár, kunnu verða koppsett ókeypis ímóti pneumokoksjúku.
MFR-koppseting til vaksin
§ 3. Kvinnur, sum hava fylt 18 ár, kunnu verða koppsettar ókeypis ímóti reydlingum. Koppsetingin kann t.d. verða bjóðað sum ein MFR-koppseting.
Stk. 2. Persónar, ið hava fylt 18 ár, sum ikki hava havt meslingar og ikki eru koppsettir ímóti meslingum, kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti meslingum. Koppsetingin verður bjóðað sum ein MFR-koppseting.
HPV-koppseting
§ 4. Kvinnur í aldrinum 12-27 ár kunnu verða koppsettar ókeypis ímóti humant papillomavirus HPV. Dreingir í aldrinum 12-17 ár kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti humant papillomavirus HPV.
Koppseting ímóti influensu
§ 5. 1) 2) Tilboð um ókeypis koppseting ímóti influensa verður veitt hesum persónum:
1) Persónar, ið hava fylt 65 ár.
2) Fyritíðarpensjónistar.
3) Persónar, sum hava eina av hesum varandi sjúkum, ið eru nevndar undir litra a-g:
a) Persónar, sum hava varandi lungnasjúku.
b) Persónar, sum hava hjartasjúku og æðrasjúku, undantikið hækkað blóðtrýst við ongari sjúku annars.
c) Persónar, sum hava diabetes 1 ella 2, sukursjúku.
d) Persónar, sum hava órinsbrek, immundefekt, ið antin eru viðfødd ella íkomin.
e) Persónar, har andadrátturin er ávirkaður av, at vøddamegin er niðursett.
f) Persónar, sum hava varandi livrasvigna og nýrasvigna.
g) Persónar við ovurfiti, vegleiðandi BMI > 35, eftir eini læknaligari meting.
4) Børn eldri enn 6 mánaðir, og vaksin, sum hava álvarsama sjúku, har læknin metir, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at influensa hevur við sær álvarsligan heilsuvanda.
5) Húski hjá barni, ið er í øktum vanda fyri at fáa álvarsliga influensu sbrt. § 5, nr. 4.
6) Persónar, sum hava aðra álvarsliga sjúku, og læknin heldur, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at influensa hevur við sær álvarsligan heilsuvanda.
7) Barnakonur frá 13. barnsburðarviku.
8) Húski hjá sjúklingum við nógv niðursettari órinsverju, sum antin er viðfødd ella íkomin, sbrt. nr. 3, litra d, eftir eini læknaligari meting.
9) Børn, ið hava fylt 2 ár, og sum ikki hava fylt 7. Børn, sum hava fingið fyrstu koppsetingina, áðrenn tey hava fylt 7 ár, kunnu verða liðugt koppsett, eftir, at tey hava fylt 7 ár.
10) Starvsfólk innan heilsuøkið og røktarrøkið, sum hava tætt samband við persónar, ið eru í øktum vanda fyri álvarsligari sjúklingagongd við influensu í sambandi við uppgávur innan røkt, umsorgan og viðgerð sbrt. nr. 1-6 og sum eru nevnd í litra a til gg:
a) Læknar.
b) Sjúkrarøktarfrøðingar.
c) Farmaseutar.
d) Kiropraktorar.
e) Tannlæknar.
f) Úrspenningarpedagogar.
g) Bandagistar.
h) Bioanalytikarar.
i) Ergoterapeutar.
j) Fysioterapeutar.
k) Ljósmøður.
l) Kliniskir dietistar.
m) Optometristar.
n) Radiografar.
o) Audiologassistentar.
p) Farmakonomar.
q) Fótterapeutar.
r) Neurofysiologassistentar.
s) Tannklinikassistentar.
t) Tannrøktarar.
u) Tanntøkningar.
v) Ítrívsvegleiðarar.
w) Pleygarar.
x) Røktarheimsassistentar.
y) Heilsurøktarar.
z) Heilsuhjálparar.
aa) Sjúkrahjálparar.
bb) Sálarfrøðingar.
cc) Læknaskrivarar.
dd) Heilsutænastuskrivarar.
ee) Portørar.
ff) Paramedisinarar.
gg) Viðgerðarar í Sjúkraflutningstænastuni.
hh) Atstøðingar í Sjúkraflutningstænastuni.
Stk. 2. 1) 2) Koppsetingin verður veitt sum ein 4-valent influensakoppseting, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. 1) 2) Koppsetingin verður veitt til børn í aldrinum 2 til 7 ár samsvarandi vegleiðing frá Sundhedsstyrelsen, tað merkir sum meginreglu, at koppsetingin verður veitt sum ein nasal 4-valent influensakoppseting.
Stk. 4. 1) 2) Koppseting verður bjóðað lesandi, næmingum, ófaklærdum o.ø., ið røkja størv svarandi til tey í § 5, stk. 1, nr. 10 nevndu yrkjum, og sum arbeiða við uppgávum innan viðgerð, røkt og umsorgan av borgarum, sum eru í serligum vanda fyri at verða álvarsliga sjúkir, um teir fáa influensu.
Koppseting ímóti hepatitis
§ 6. Innspræningar rúsevnismisnýtarar, injektiónsnarkomanar, sum ikki hava verið smittaðir við hepatitis B, kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti hepatitis B. Koppsetingin verður veitt sum ein samantvinnað koppseting, sum eisini verjir ímóti smittu við hepatitis A. Henda koppseting verður veitt uttan so, at hon læknafakliga verður hildin at vera óhóskandi.
Stk. 2. Persónar, sum búgva saman við einum persóni við hepatitis B ígerð, og fastir kynspartnarar hjá einum persóni við varandi hepatitis B ígerð, kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti hepatitis B. Persónar, sum eru yngri enn 18 ár, fáa eina samantvinnaða koppseting, sum samstundis verjir ímóti smittu við hepatitis A. Henda koppseting verður veitt uttan so, at hon læknafakliga verður hildin at vera óhóskandi.
Stk. 3. Persónar, sum hava fingið staðfest hepatitis C ígerð, kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti hepatitis B. Koppsetingin verður veitt sum ein samantvinnað koppseting, sum samstundis verjir ímóti smittu við hepatitis A. Henda koppseting verður veitt uttan so, at hon læknafakliga verður hildin at vera óhóskandi.
Stk. 4. Børn á dagstovnum kunnu verða koppsett ókeypis ímóti hepatitis B, um so er, at eitt barn á stovninum hevur eina staðfesta hepatitis B ígerð. Landslæknin metir um, hvørji børn á dagstovninum skulu fáa tilboð um koppseting.
Stk. 5. Børn yngri enn 15 ár, sum koma í bústaðarøki, har tilburður av hepatitis B ígerð er staðfestur, kunnu verða koppsett ókeypis ímóti hepatitits B, um Landslæknin mælir til, at tey verða koppsett. Koppsetingin verður veitt sum ein samantvinnað koppseting, sum samstundis verjir ímóti smittu við hepatitis A. Henda koppseting verður veitt uttan so, at hon læknafakliga verður hildin at vera óhóskandi.
Stk. 6. Børn yngri enn 2 ár, sum eru fødd av kvinnu við varandi hepatitis B ígerð, kunnu verða koppsett ókeypis ímóti hepatitis B.
Koppseting ímóti pneumokokkum til ávísar persónar
§ 7. 2) Tilboð um ókeypis koppseting ímóti pneumokokkum verður veitt niðanfyrinevndu persónum:
1) Persónar, sum fáa bútilboð, sum eru skipað sbrt. §§ 45, 46 og 47 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur sbrt. § 13, stk. 2, nr. 1, 2 og 3 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
2) Persónar, sum hava fylt 65 ár.
3) Persónar, sum hava eina av hesum varandi sjúkum, ið nevndar eru undir litra a-m:
a) Persónar uttan milt, ella har miltið ikki virkar, sum tað skal.
b) Persónar, har andadrátturin er ávirkaður av, at vøddamegin er niðursett.
c) Persónar, sum hava órinsbrek, immundefekt, ið antin er viðfødd ella íkomin.
d) Persónar við leka av heilavætu, liquor-lækage.
e) Persónar, sum hava havt invasiva pneumokoksjúku, pneumokokkbruna í blóðinum ella pneumokokk-meningitis.
f) Persónar, sum hava fingið Cochlear implantatión.
g) Persónar, sum hava fingið upprunakyknuflutning, stamcelletransplantation.
h) Persónar, sum hava fingið yrkisgagnsflutning, organtransplantation.
i) Persónar, sum hava diabetes mellitus.
j) Persónar, sum hava varandi hjartasjúku.
k) Persónar, sum hava varandi lungnasjúku.
l) Persónar, sum hava varandi nýrasjúku.
m) Persónar, sum hava varandi livrasjúku.
4) Persónar yngri enn 18 ár, sum hava sjúku ella støðu, ið hevur við sær sera stóran vanda fyri at fáa invasiva pneumokokk sjúku, ið eru nevndar undir litra a-h, eftir eini læknaligari metan:
a) Persónar, sum hava hjartasjúku, ið hevur við sær niðursetta iltmettan í blóðinum, cyanotiske hjertesygdomme.
b) Persónar, sum hava hjartaviknan, hjerteinsufficiens.
c) Persónar, sum hava fingið palliativa skurðviðgerð fyri hjartasjúku.
d) Persónar, sum hava týðandi fylgir á blóðrenslið eftir hjartaskurðviðgerð.
e) Persónar, sum hava varandi lungnalíðing, t.d. cystiska fibrosu.
f) Persónar, sum hava niðursett lungnavirkni, orsakað av veikum andadráttsvøddum, hypodynamisk respirationsinsufficiens.
g) Persónar, sum hava nefrotisk sjúkueyðkenni, nefrotisk syndrom.
h) Persónar, sum hava órinsverjubrek, immundefekter, undantikið agammaglobulinæmi og SCID.
5) Persónar, sum hava aðrar álvarsamar sjúkur ella eru í eini hættisligari støðu, sum eftir ítøkiligu meting læknans, hevur við sær sera stóran vanda fyri at fáa invasiva pneumokokksjúku.
6) Sveisarar.
Stk. 2. 2) Koppsetingin verður veitt sum ein 23-valent pneumokokk koppseting.
Stk. 3. 2) Koppsetingin eftir stk. 1, nr. 1-6, verður veitt til persónar, sum ikki eru koppsettir við eini 23-valent pneumokokk koppseting seinastu 6 árini, ella eftir eini læknaligari meting við støði í eini andevnismáting, antistofmåling.
Koppseting ímóti kikhosta til barnakonur
§ 8. Barnakonur kunnu verða koppsettar ókeypis ímóti kikhosta frá 28. barnsburðarviku at rokna.
Apoteksverkið
§ 9. Apoteksverk Føroya hevur skyldu til altíð at hava eina nøktandi mongd av vaksinu á goymslu, ið skal nýtast til koppseting ímóti teimum í §§ 2-8 nevndu sjúkum.
Koppsetingar
§ 10. Kommunulæknar, sum Heilsutrygd hevur sett í starv, kunnu koppseta ímóti teimum í §§ 2-8 nevndu sjúkum.
§ 11. Koppsetingarnar verða framdar samsvarandi vegleiðingum frá Sundhedsstyrelsen.
Útreiðslur
§ 12. Landskassin rindar kommunulæknum, sum eru starvssettir hjá Heilsutrygd, samsýning fyri at koppseta.
§ 13. Landskassin rindar útreiðslurnar til vaksinur, ið skulu nýtast til koppseting ímóti teimum í §§ 2-8 nevndu sjúkum, tá koppsetingin fer fram hjá kommunulækna.
Gildiskoma
§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 126 frá 2. desember 2015 um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum.
Heilsumálaráðið, 29. oktober 2020
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)