Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. desember 2011Nr. 150
Kunngerð um fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi, sum broytt við kunngerð nr. 29 frá 4. apríl 2016
1) Við heimild í § 8, stk. 4 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 16. mars 2015, verður ásett:
§ 1. Heilsutrygd veitir ískoyti til viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi til:
1) Ráns-, harðskaps- og neyðtøkuoffur.
2) Ferðslu- og vanlukkuoffur.
3) Avvarðandi til álvarsliga sálarliga sjúk fólk.
4) Fólk, rakt av álvarsligari avlemjandi sjúku.
5) Avvarðandi til fólk, sum eru rakt av álvarsligari avlemjandi sjúku.
6) Avvarðandi við andlát.
7) Fólk, sum hava roynt sjálvmorð og/ella hótt við sjálvmorði.
8) Kvinnur, sum hava fingið framt fosturtøku eftir 12. viku.
9) Fólk, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, áðrenn tey fyltu 18 ár.
§ 2. Treytin fyri, at ískoyti verður veitt er, at ein kommunulækni skrivliga hevur ávíst sjúklinginum til viðgerð, áðrenn hon byrjar. Tó kann ein lækni ávísa á annan hátt, um mett verður, at sjúklingurin hevur brúk fyri bráðfeingis sálarligari hjálp. Eftir hetta skal læknin skjótast gjørligt útflýggja eina skrivliga ávísing.
§ 3. Ávísingin kann ikki veitast seinni enn 18 mánaðar eftir, at tilburðurin sambært § 1 er farin fram. Persónar, fevndir av § 1, nr. 9, kunnu tó fáa ískoyti til sálarviðgerð, til tey fylla 25 ár.
Stk. 2. Ávísingin er bert galdandi, um sálarfrøðingurin móttekur hana í seinasta lagi ein mánað eftir, at hon varð útflýggjað.
§ 4. Ískoyti til gjald fyri viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi kann verða veitt sum einstaklingaviðgerð, tveypersónaviðgerð ella bólkaviðgerð.
§ 5. Viðgerðin frá privatstarvandi sálarfrøðingum skal verða veitt samsvarandi treytunum, sum eru ásettar í sáttmála millum felagið Føroyskir Sálarfrøðingar og Heilsumálaráðið.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 10 frá 11. februar 2000 um ískoyti til sálarviðgerð fyri serliga útsettar bólkar.
Heilsumálaráðið, 6. desember 2011
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)