Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. mars 2016Nr. 15
Kunngerð um avgjald til Tryggingareftirlitið fyri eftiransan av løgtingslóg um P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag
Við heimild í § 18, stk. 2 í løgtingslóg nr. 53 frá 12. mai 2015 um P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag, verður ásett:
Avgjald
§ 1. P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag rindar í avgjaldi árliga 5,5% av játtan Tryggingareftirlitsins, frádrigið sølu av vørum og tænastuveitingum saman við rentuinntøkum, sbrt. § 207 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
Stk. 2. Útreiðslur hjá Tryggingareftirlitinum til uttanhýsis hjálp, sbrt. § 17, stk. 2 í løgtingslógini, verða rindaðar av P/F Lív Lívs- og pensiónstryggingarfelag.
Stk. 3. Ársavgjaldið, sbr. stk. 2 og 3, verður kravt inn í januar fyri undanfarna árið.
Gildiskoma
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 9. mars 2016
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)