Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. oktober 1992Nr. 144
Kunngerð um skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins, sum seinast broytt við kunngerð nr. 19 frá 24. mars 2010
1) Við heimild í § 4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 10. mai 2000, hevur landsstýrismaðurin ásett:
§ 1. Rúsdrekkasøla Landsins er stovnur undir Føroya landsstýri og hevur einkarrætt til innflutning og sølu av rúsdrekka.
Stk. 2. Rúsdrekkasøla Landsins verður skipað við sølustøðum um landið.
§ 2. Rúsdrekkasøla Landsins hevur egið rakstrarstað á fíggjarlógini, har ásett verður, hvussu stórt rakstraravlopið skal vera.
Stk. 2. Stovnurin eigur í so stóran mun sum gjørligt at verða rikin út frá handilsligum sjónarmiðum tó við neyðugum atliti til heilsuligu sjónarmiðini, sum eru ásett í endamálsgreinini í lógini.
Stk. 3. Einkarsølan eigur at vera við í upplýsandi tiltøkum um rúsdrekka og vanda við rúsdrekka.
§ 3. Rúsdrekkasølan hevur sín egna roknskap, sum verður grannskoðaður av Grannskoðaradeild Landskassans og síðani góðkendur eftir reglunum fyri almennar roknskapir.
Stk. 2. Rúsdrekkasølan kunnar hvønn mánað landsstýrið um roknskaparligu gongdina.
Stk. 3. Roknskaparárið er fíggjarárið.
Stk. 4. Grannskoðaður ársroknskapur við ársfrágreiðing og hagtølum um virksemi stovnsins skal latast landsstýrinum í seinasta lagi 5 mánaðir aftaná, at fíggjarárið er lokið.
§ 4. Landsstýrið setir leiðaran á rúsdrekkasøluni. Øll onnur størv setir stovnsleiðarin.
Stk. 2. Landsstýrið ásetir starvsfólkatalið. Leiðari og starvsfólk verða sett og starvast eftir reglum, sum landsstýrið ásetir.
§ 5. Starvsfólk á Rúsdrekkasølu Landsins hava tagnarskyldu eftir § 152 í revsilógini.
§ 6. Prísásetingin hjá rúsdrekkasøluni er undir eftirliti landsstýrisins.
Stk. 2. 1) 2) Ikki er loyvt at geva avsláttur í prísinum, eitt nú mongdaravsláttur. Somuleiðis er ikki loyvt at selja uppá borg. Tó er loyvt at selja uppá borg til skeinkiloyvishavarar. Eisini er loyvt at geva avsláttur í prísinum, eitt nú mongdaravsláttur til skeinkiloyvishavarar, tá tað snýr seg um at selja vín og hvítvín.
Stk. 3. Leiðarin skal í samráð við landsstýrið gera uppskot um fíggjarætlan fyri stovnin, har miðað verður ímóti einum árligum rakstaravlopi, sum ásett verður á fíggjarlógini sambært § 2, stk. 1.
§ 7. Rúsdrekkasølan skal hava fjølbroytt úrval av rúsdrekka á goymslu.
Stk. 2. Um biðið verður um tað, útflýggjar rúsdrekkasølan lista yvir vøruúrval og prísir.
§ 8. Um keypari ætlar at keypa serstakt slag av rúsdrekka, ið ikki vanliga er á goymslu, skal rúsdrekkasølan um gjørligt fáa tað til vega og kann krevja, at keyparin rindar eykakostnaðin, og setir hóskandi trygd fyri keypsprísin.
§ 9.3) Sølubúðirnar kunnu hava opið mánadag til fríggjadag millum kl. 10.00 og kl. 18.00, tó ein av døgunum til kl. 19.00. Stjórin ásetir hesar karmar, nær opið er.
Stk. 2. Leygardag kunnu sølubúðirnar hava opið millum kl. 10.00 og kl. 16.00.
§ 10. Rúsdrekka kann umframt at verða keypt beinleiðis, verða bílagt skrivliga ella í telefon.
Stk. 2. Rúsdrekkasølan avgreiðir bíleggingina, og vøran verður send næsta posthúsi (postrutu) til útflýggjan.
Stk. 3. Móttakarin fær fráboðan og skal sjálvur heinta vøruna ella ein, ið hevur fingið skrivliga fulltrú til tess.
Stk. 4. Vøran skal verða goldin, áðrenn hon verður útflýggjað.
Stk. 5. Tá talan er um sølu av rúsdrekka til gistingarhús ella matstovur, ið hava loyvi at selja rúsdrekka, er keyparin at skilja sum eigarin ella leiðarin.
§ 11. Rúsdrekka kann bert verða útflýggjað í vanligu avgreiðslutíðini hjá sølustaðnum ella posthúsinum.
§ 12. Rúsdrekka má ikki verða útflýggjað fullum fólki.
§ 13. Ikki er loyvt at útflýggja persóni yngri enn 18 ár rúsdrekka. Um orsøk er at halda, at keyparin ella móttakarin er yngri enn 18 ár, skal útsølan ella posthúsið krevja skjalprógv fyri aldurin.
§ 14. Henda kunngerð fær gildi 2. november 1992.