Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. august 2025Nr. 144
Kunngerð um broyting í kunngerð um veiting av drekkivatni
(Broyttir parametrar og markvirði o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 127 frá 22. november 2013 um veiting av drekkivatni, sum broytt við kunngerð nr. 103 frá 9. juli 2019, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Sum stytt heiti á kunngerðini verður sett:
“(Drekkivatnskunngerðin)”
2. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 3, stk. 1, § 4, stk. 1, § 5, stk. 1, §§ 6-8, § 15, §§ 23-24, § 43, stk. 2 og 3, § 56, stk. 1 og § 58, stk. 4 í løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010 um matvørur v.m. verður ásett:”
3. § 5, stk. 4, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“§ 6, stk. 1 og 2, sbrt. skjali 1 í kunngerð um heilsufrøðiligar treytir fyri framleiðslu av matvørum og krøv til høli í sambandi við matvøruframleiðslu er somuleiðis galdandi fyri innaneftirlit hjá vatnveitarum.”
4. § 19 verður orðað soleiðis:
“§ 19. Avgerðir, tiknar við heimild í hesi kunngerð, kunnu kærast til Føroya Kærustovn. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, at avgerðin er fráboðað.”
5. Skjal 2 í kunngerð nr. 127 frá 22. november 2013 um veiting av drekkivatni verður orðað sum ásett í skjali 1.
6. Skjal 4 í kunngerð nr. 127 frá 22. november 2013 um veiting av drekkivatni verður orðað sum ásett í skjali 2.
§ 2
Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Veitarar av drekkivatni skulu í seinasta lagi 12. januar 2027 lúka markvirðini, ið eru ásett í hesi kunngerð.
Stk. 3. Undantikin frá freistini í stk. 2 eru markvirðini fyri blýggj og krom, sum skulu vera lokin í seinasta lagi 12. januar 2036.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 14. august 2025
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Herálvur Joensen (sign.)
Skjal 1
“Skjal 2
Góðskukrøv til drekkivatn
1. partur
Um talvurnar
Í talvunum í hesum skjali eru ásett ítøkilig krøv til drekkivatnsgóðskuna. Í teigunum er fyri hvønn einstakan parametur upplýst navn á parametri, mátieind, markvirði og tiltaki. Harafturat er ein teigur við vegleiðandi viðmerkingum.
Talva 1 vísir krøv viðvíkjandi sansabærum eginleikum (til at máta lit og turbiditet eru brúkt objektiv fysisk mát).
Talvur 2 vísa krøv viðvíkjandi mikrobiologiskum kanningarparametrum. Talva 2.1 er fyri drekkivatn til brúkara, ið vanliga verður veitt gjøgnum rørskipan. Talva 2.2 vísir krøv til drekkivatn, sum verður bjóðað út í fløskum ella øðrum pakningi í smásølu.
Talvur 3 vísa krøv viðvíkjandi kemiskum og fysiskum parametrum. Talva 3.1 vísir parametrar, sum verða mátaðir (kannaðir við mátitólum), meðan talva 3.2 vísir parametrar, sum verða útroknaðir.
2. partur
Markvirðini í talvunum 1, 2 og 3 eru galdandi á hesum støðum og við hesum allýsingum:
Fyri vatn, sum verður veitt gjøgnum rørskipan: Á tí staði, har vatnið verður latið móttakara.
Fyri vatn í fløsku ella øðrum ílati: Á tí staði, har vatnið verður latið í fløskuna ella ílatið.
Fyri vatn, brúkt á matvøruvirkjum: Á tí staði, har vatnið verður nýtt til matvøruviðgerðina.
Fyri vatn, veitt úr tanga: Á tí staði, har vatnið verður tikið úr tanganum.
3. partur
Lýsing av tiltøkum
Tá farið er út um ásetta markvirðið, skulu tiltøk beinanvegin setast í verk fyri at greiða orsakirnar til frávikini. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal hava boð soleiðis, sum ásett er í hvørjum einstøkum føri.
Tað eru 3 ymisk tiltøk: A, B og C. Hesi vísa, hvat gerast skal í einstaka førinum, og hvørji undantøk, Heilsufrøðiliga starvsstovan kann loyva í einstaka førinum.
Tiltak A: Tiltøk skulu beinanvegin setast í verk soleiðis, at parameturvirðið verður innan fyri ásetta markvirðið. Veitast kunnu ikki undantaksloyvi fyri hesi markvirði. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal beinanvegin hava boð. Fyri vatn í fløskum merkir slíkt frávik, at søluforboð eru galdandi.
Tiltak B: Neyðug tiltøk skulu setast í verk so skjótt sum gjørligt fyri at fáa parameturvirðið niður um markvirðið, og Heilsufrøðiliga starvsstovan skal hava boð. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann veita undantak frá einstaka markvirðinum, men hetta er treytað av, at undantakið ikki kann elva til heilsuvanda, og at tað ikki er gjørligt at fáa til vegar betri vatn. Undantaksloyvið skal vera so stutt sum gjørligt og ikki longri enn 3 ár.
Tiltak C: Neyðug tiltøk skulu setast í verk so skjótt sum gjørligt fyri at fáa parameturvirðið niður um markvirðið. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal hava boð. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann veita undantaksloyvi frá markvirðinum í eitt tíðarskeið, um hetta verður mett neyðugt og hóskandi fyri at fáa viðurskiftini í rættlag. Hetta er tó treytað av, at frávikini ikki kunnu metast at elva til heilsuvanda. Fyri vatnveitingar, sum ikki krevja góðkenning, kann undantaksloyvi gerast varandi.
4. partur
Talvurnar við góðskukrøvum
Talva 1: Sansabærir parametrar
Nr. |
Parametrar |
Eind |
Markvirði |
Tiltøk |
Viðmerkingar |
1 |
Litur |
Milligramm/l Pt |
20 |
B |
|
2 |
Luktur |
Ávísingarmark |
2 við 12° C 3 við 25° C |
C |
|
3 |
Turbiditetur |
NTU |
1
4 |
B
C |
Út frá vatnviðgerðartólum (beint eftir viðgerð).
Inni hjá móttakara. |
Talva 2: Mikrobiologiskir parametrar
Talva 2.1: Fyri vatn til móttakara/brúkara
Nr. |
Parametrar |
Eind |
Markvirði |
Tiltøk |
Viðmerkingar |
5 |
Clostridium perfringens (íroknað sporar) |
Tal/100 ml |
0 |
C |
Um farið er út um ásetta markvirðið, skal vatnverkið eftirkanna og tryggja sær, at vatnið ikki kann elva til sjúku orsakað av sjúkuelvandi mikroorganismum. Her verður hugsað um t.d. Cryptosporium ella Norwalk-líknandi virus. |
6 |
E. coli |
Tal /100 ml |
0 |
A |
|
7 |
Intestinalir enterokokkar |
Tal /100 ml |
0 |
A |
|
8 |
Kimtal 22° C |
Tal /ml |
- |
C |
Fyri virði omanfyri 100 skal orsøkin kannast. |
9 |
Koliformar bakteriur |
Tal /100 ml |
0 |
B |
Talva 2.2: Fyri vatn, latið og boðið út í fløskum ella líknandi pakningi
Nr. |
Parametrar |
Eind |
Markvirði |
Tiltøk |
Viðmerkingar |
10 |
Clostridium perfringens (íroknaðir eru sporar) |
Tal /100ml |
0 |
A |
Um farið er út um ásetta markvirðið, skal vatnverkið eftirkanna og tryggja sær, at vatnið ikki kann elva til sjúku. Her verður hugsað um sjúkuelvandi mikroorganismur, t.d. Cryptosporium ella Norwals-líknandi virus. |
11 |
E. coli |
Tal /250 ml |
0 |
A |
|
12 |
Intestinale enterokokkar |
Tal /250 ml |
0 |
A |
|
13 |
Kimtal 22° C |
Tal /ml |
100 |
A |
|
14 |
Kimtal 37° C |
Tal /ml |
20 |
A |
|
15 |
Koliformar bakteriur |
Tal /250 ml |
0 |
A |
|
16 |
Pseudomonas aeruginosa |
Tal /250 ml |
0 |
A |
Talva 3: Kemiskir og fysiskir parametrar
Talva 3.1: Fyri parametrar, sum verða mátaðir
Nr. |
Parametrar |
Eind |
Markvirði |
Tiltøk |
Viðmerkingar |
17 |
1,2-dikloroetan |
μg/l |
3,0 |
B |
|
18 |
Aluminium |
mg/l |
0,2 |
C |
|
19 |
Ammonium |
mg/l |
0,50 |
C |
|
20 |
Antimon |
μg/l |
5,0 |
B |
|
21 |
Arsen |
μg/l |
10 |
B |
|
22 |
Benzen |
μg/l |
1,0 |
B |
|
23 |
Bisphenol A |
μg/l |
2,5 |
B |
|
24 |
Benzo(a)pyren |
μg/l |
0,010 |
B |
|
25 |
Blýggj |
μg/l |
5 |
B |
Sýni skal takast á slíkan hátt, at tað gevur eina umboðandi mynd av vikuligum miðalvirði fyri vatnið, sum brúkarin fær. Markvirðið upp á 5μg/l skal vera lokið seinast tann 12. januar 2036. Markvirðið inntil tá, er 10 μg/l. |
26 |
Bor |
mg/l |
1,0 |
B |
|
27 |
Bromat |
μg/l |
5 |
B |
Nýtist bert at kannast, um vatnið verður ozonerað, ella um kemisku evnini, sum brúkt verða, innihalda bromid ella bromat. |
28 |
Chlorat |
mg/l |
0,25 |
B |
Eitt parameturvirði upp á 0,70 mg/l verður nýtt, har ein sóttreinsingarháttur, sum framleiðir chlorat og klordioxid, verður nýttur til at sóttreinsa drekkivatn. Hesin parametur verður bert mátaður, tá ið slíkur sóttreinsingarháttur verður nýttur. |
29 |
Chlorit |
mg/l |
0,25 |
B |
Eitt parameturvirði upp á 0,70 mg/l verður nýtt, har ein sóttreinsingarháttur, sum framleiðir chlorit og klordioxid, verður nýttur til at sóttreinsa drekkivatn. Hesin parametur verður bert mátaður, tá ið slíkur sóttreinsingarháttur verður nýttur. |
30 |
Cyanid |
μg/l |
10 |
B |
|
31 |
Fluorid |
mg/l |
1,5 |
B |
|
32 |
Halogenaðar edikssýrur (HAA) |
μg/l |
60 |
B |
Nýtist bert at kannast, tá ið sóttareinsingarháttur til reinsan av drekkivatni verður nýttur, sum kann elva til HAA. Tað er summurin av fylgjandi fimm evnum: monochlor-, dichlor- og trichlorethansyre og mono- og dibromethansyre. |
33 |
Glykolir |
μg/l |
1 |
B |
Nýtist bert at kannast, tá illgruni er um dálking við slíkum evnum. |
34 |
Hydrokarbonir, mineraloljur |
μg/l |
10 |
B |
Nýtist bert at kannast, tá illgruni er um dálking við slíkum evnum. |
35 |
Jarn |
mg/l |
0,2 |
C |
|
36 |
Kadmium |
μg/l |
5,0 |
B |
Sýni skal takast á slíkan hátt, at hetta gevur eina umboðandi mynd av vikuligum miðalvirði fyri vatnið, sum brúkarin fær. |
37 |
Kemisk oksygen-nýtsla, COD-Mn (KMnO4 ) |
mg/l |
5,0 |
C |
Nýtist ikki at kannast, um parameturin TOC verður kannaður. |
38 |
Klorid |
mg/l |
200 |
C |
Vatnið skal ikki vera tærandi (korrosivt). |
39 |
Leiðingarevni |
mS/m) við 25° C |
250 |
C |
Vatnið skal ikki vera tærandi (korrosivt). |
40 |
Kopar |
mg/l |
0,1
1,0 |
B
B |
Sýni skal takast av vatni, sum er farið ígjøgnum vatnviðgerðartólini (beint eftir viðgerð).
Hjá móttakaranum. |
41 |
Krom |
μg/l |
25 |
B |
Hjá móttakaranum. Markvirðið upp á 25 μg/l skal vera lokið seinast tann 12. januar 2036. Inntil tá er markvirðið 50 μg/l. |
42 |
Kyksilvur |
μg/l |
0,5 |
B |
|
43 |
Microcystin-LR |
μg/l |
1,0 |
B |
Nýtist bert at kannast, tá ið møgulig uppblóman er í vatnkeldu (øktur cyanobakteriellur kyknutýttleiki ella uppblóman) |
44 |
Mangan |
mg/l |
0,05 |
C |
|
45 |
Natrium |
mg/l |
200 |
C |
|
46 |
Nikkul |
μg/l |
20 |
B |
Sýni skal takast á slíkan hátt, at tað gevur eina umboðandi mynd av tí vatni, sum brúkarin nýtir. |
47 |
Nitrat (NO3 -N) |
mg/l |
10 |
B |
|
48 |
Nitritt (NO2 –N) |
mg/l |
0,05 |
B |
|
49 |
pH (mát fyri hvussu súrt vatnið er) |
|
6,5 - 9,5 |
C |
Vatnið skal ikki vera tærandi (korrosivt). Fyri vatn í fløskum ella í øðrum pakningi, sum ikki inniheldur kolsýru, eru markvirðini 4,5 ≤ pH ≤ 9,5. Fyri vatn í fløskum ella øðrum pakkitilfari, sum ætlanin er at selja sum vatn við tilsettari koltvíiltu ella við koltvíiltu, íkomnari av natúrgivnum orsøkum, kann markvirðið vera lægri enn 4,5. |
50 |
Pestisidir |
μg/l |
0,10 |
B |
Markvirðið er galdandi fyri hvørt einstakt pestisid (plantuverjuevni)1 Fyri aldrin, dieldrin, heptaklor og heptaklorepoxid er markvirðið 0,030 mikrogramm/l. Tað er bert neyðugt at kanna fyri tey plantuverjuevni, sum sannlíkt kunnu vera í viðkomandi vatnveitingarskipan. |
51 |
Pestisidir – totalt |
μg/l |
0,50 |
B |
Pestisidir (plantuverjuevni o.tíl.) – samanlagt. Hetta er summurin av teim einstøku pestisidunum, sum kannað verða og kvantifiserað eftir kanningarætlan, sum upplýst undir viðmerkingunum fyri einstaka plantuverjuevnið. |
52 |
PFAS - Sum |
μg/l |
0,004 |
B |
Summurin av perflouroktansulfonsýru (PFOS), perflouroktansýru (PFOA), perflurononansýra (PFNA) og perfluorhexansulfonsýra (PFHxS). Nýtist ikki at kannast, um tað á annan hátt kann skjalprógvast, at virðini eru langt undir markvirðinum. |
53 |
Polysyklisk aromatisk hydro-karboner (PAH) |
μg/l |
0,10 |
B |
Galdandi samanlagda innihald av hesum evnum: - benzo(b)fluoranten - benzo(k)fluoranten - benzo(ghi)perylen - indeno(1,2,3-cd)pyren |
54 |
Radon |
Bq/l |
100 |
C |
Nýtist ikki at kannast, um tað á annan hátt kann skjalprógvast, at virðini eru langt undir markvirðinum. Um innihaldið av radon í vatninum í onkrum húsarhaldi er omanfyri 500 Bq/l, eiga tiltøk at setast í verk. |
55 |
Selen |
μg/l |
10 |
B |
|
56 |
Sulfat |
mg/l |
100 |
C |
Vatnið skal ikki vera tærandi (korrosivt). |
57 |
Tetrakloreten og trikloreten |
μg/l |
10 |
B |
Samanlagda innihaldið (virðið) av hesum parametrum. |
58 |
Total indikativ dosa |
mSv/ár |
0,10 |
C |
Umfatar ikki tritium, kalium-40, radon og evni, avleidd úr radon. Nýtast ikki at kannast, um tað á annan hátt kann skjalprógvast, at virðini eru langt undir markvirðinum. |
59 |
Totalt organiskt karbon (TOC) |
mg/l |
5,0 |
C |
Ikki neyðugt at kanna í vatnveitingum, sum veita minni enn 10.000 m3 um samdøgrið. |
60 |
Trihalometanir – samanlagt |
μg/l |
50 |
B |
Galdandi fyri samanlagda innihaldið av hesum evnum: kloroform bromoform dibromklormetan bromdiklormetan |
61 |
Tritium |
Bq/l |
100 |
C |
Nýtist ikki at kannast, um tað á annan hátt kann skjalprógvast, at virðini eru langt undir markvirðinum. |
|
1 Við pestisidir (plantuverjuevni o.tíl.) er at skilja: Organisk evni at drepa flogkykt, ókrút, soppar, parasittar, midur, algur, rottur, slím og líknandi vørur (m.o. vakstrarregulerandi evni) og teirra metabolittar, restir og produkt.
Talva 3.2: Fyri parametrar, sum verða útroknaðir
Nr. |
Parametrar |
Eind |
Markvirði |
Tiltøk |
Viðmerkingar |
56 |
Akrylamid |
μg/l |
0,10 |
Sí viðm. |
Parameturin nýtist ikki at kannast, men verður útroknaður.
Tá kemisk vøra við akrylamidinnihaldi verður beinleiðis tilsett (doserað), sum liður í viðgerðini av drekkivatninum, vísir parameturvirðið til restinnihald av monomerum í vatninum. Hetta virðið verður roknað út frá maximalum innihaldi av monomerum í polymerupploysingum og tí brúktu doseringsnøgdini. Um útrokningarnar vísa, at virðini eru ov høg, má nøgdin (doseringin), sum verður tilsett, lækkast. Tá talan einans er um dálking frá byggitilfari, sum kemur í samband við vatnið, vísir parameturvirðið til restinnihald av monomerum í vatninum. Hetta verður útroknað sambært spesifikatiónum av maximum upploysn, út frá royndum við samsvarandi polymerum (er galdandi millum annað fyri epoxytilfar, brúkt at tetta við, ella sum filturtilfar). |
57 |
Epiklorhydrin |
μg/l |
0,10 |
Sí viðm. |
Sama viðmerking sum fyri akrylamid. |
58 |
Vinylklorid |
μg/l |
0,50 |
B |
Parameturin nýtist ikki at kannast, men verður bert útroknaður. Virðið vísir til restinnihald av monomerum í vatninum, útroknað í samsvari við spesifikatiónir fyri maksimalu upploysn frá samsvarandi polymerum, tá hesir eru í sambandi við vatn (er galdandi fyri PVC-tilfar). |
”
Skjal 2
“Skjal 4
Um góðskustýring á kanningarstovunum, kanningarhættir og góðskukrøv í sambandi við kanningarnar
A. Krøv um góðskustýring
Vatnveitingarskipanir, ið skulu góðkennast, skulu fyri einfalt og víðkað rutinueftirlit brúka kanningarstovu, sum er undir eftirliti av akkrediteringsorgani ella av einum persóni, ið er góðkendur av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Kanningar í sambandi við neteftirlit skulu gerast eftir viðurkendum og standardiseraðum kanningarhættum á eini kanningarstovu, sum hevur góðskutrygging av kanningunum.
Sýnistøka, flutningur og goymsla av sýnunum skulu somuleiðis gerast sambært viðurkendum arbeiðsrutinum og mannagongdum.
B. Parametrar, har kanningarháttur er ásettur
Her verður víst til fylgjandi referensuhættir at brúka, til CEN/ISO-hættir eru ásettir. Alternativir hættir, sum eru góðkendir, kunnu eisini nýtast.
Referansehættir | |
E. coli |
MF, EN ISO 9308-1 |
Koliformar bakteriur |
MF, EN ISO 9308-1 |
Intestinalir enterokokkar |
EN ISO 7899-2 |
Pseudomonas aeruginosa |
EN 12780 |
Tal av mikroorganismum 22° C og 37° C |
EN ISO 6222 |
Clostridium perfringens |
mCP agar (sí 98/83/EF) |
Luktur |
EN 1622 / NMKL 185, 2005 (bert til einfalt og víðkað rutinueftirlit) |
Turbiditetur |
EN ISO 7027 |
C. Parametrar við ávísum góðskukrøvum
Fyri hesar parametrar eru ásett góðskukrøv viðvíkjandi neyvleika (nøjagtighed), beinleika (præcision), ávísingarmarki (detektionsgrænse), sum brúktu kanningarhættir skulu lúka.
Uttan mun til hvussu viðkvæmir (“følsom”) kanningarhættirnir eru, so skulu úrslitini upplýsast við sama tali av desimalum, sum markvirðini í talvu 3 hava.
Parametur |
Miðalvirðisneyvleiki (nøjagtighed) í % av markvirðinum1 |
Variansneyvleiki (præcision) í % av markvirðinum2 |
Ávísingarmark í % av markvirðinum3 |
1,2-dikloretan |
25 |
25 |
10 |
Aluminium |
10 |
10 |
10 |
Ammonium |
10 |
10 |
10 |
Antimon |
25 |
25 |
25 |
Arsen |
10 |
10 |
10 |
Benzen |
25 |
25 |
25 |
Bisphenol A |
50 |
|
|
Benzo(a)pyren |
25 |
25 |
25 |
Blýggj |
30 |
||
Bor |
10 |
10 |
10 |
Bromat |
50 |
50 |
50 |
Chlorat |
40 |
|
|
Chlorit |
40 |
|
|
Cyanid |
20 |
20 |
20 |
Fluorid |
10 |
10 |
10 |
Jarn |
10 |
10 |
10 |
Kadmium |
10 |
10 |
10 |
Klorid |
10 |
10 |
10 |
Kemiskt oksygenforbrúk, COD-Mn (KMnO4) |
25 |
25 |
10 |
Leiðingarevni |
10 |
10 |
10 |
Kopar |
10 |
10 |
10 |
Krom |
30 |
||
Kyksilvur |
20 |
10 |
20 |
Mangan |
10 |
10 |
10 |
Natrium |
10 |
10 |
10 |
Nikkul |
10 |
10 |
10 |
Nitrat |
10 |
10 |
10 |
Nitritt |
10 |
10 |
10 |
PAH |
25 |
25 |
25 |
Pestisidir |
25 |
25 |
25 |
PFAS - Sum |
50 |
|
|
Selen |
10 |
10 |
10 |
Sulfat |
10 |
10 |
10 |
Tetrakloreten og trikloreten |
25 |
25 |
10 |
Trihalometanir |
50 |
50 |
20 |
1 Miðalvirðisneyvleiki (nøjagtighed) er eitt mát fyri systematiskan feil og er munurin millum miðalvirðið á einum stórum tali av endurtiknum mátingum og sanna virðið, dividerað við sanna virðinum. Mátið verður eisini kallað “frávik frá sonnum virði”.
2 Variansneyvleiki (præcision) er eitt mát fyri tilvildarligar feilir, lýst sum standardfrávik í spreiðing av úrslitum uttanum miðalvirðið, dividerað við sanna virðinum. Góðtakiligur neyvleiki er tvær ferðir relativa standardfrávikið. Mátið verður eisini kallað varianskvotientur.
3 Ávísingarmarkið er annaðhvørt: Tríggjar ferðir relativt standarfrávik við endurtiknum mátingum av einum umboðandi sýni við lágum innihaldi ella fimm ferðir relativt standarfrávik við endurtiknum mátingum fyri eitt blint sýni.
D. Parametrar uttan ásettan kanningarhátt
Litur
Totalt organiskt karbon
Hydrokarbonir
Glykolir
”