Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. oktober 2021Nr. 141
Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. 1) 2)
(SOLAS)
Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7-11 og 14, § 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013 og løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014, verður ásett:
§ 1. Uttan so, at annað er ásett í einstøku kapitlunum í skjali 2, er henda kunngerð galdandi fyri:
1) Ferðamannaskip í altjóða sigling, uttan mun til stødd.
2) Handilsskip, 15 metrar og longri, ella við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira uttan mun til, um skipið er í innanoyggja sigling ella í altjóða sigling, sbr. tó stk. 2.
3) Stuttleikafør, 24 metrar og longri.
Stk. 2. Handilsskip, 15 metrar og longri, ella við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira, tó styttri enn 24 metrar, sum sigla innanfyri 100 sjómíl úr landi, kunnu ístaðin fyri hetta regluverkið koma undir ásetingarnar í kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerð o.a. til smærri vinnufør (Fráboðan F).
Stk. 3. Byggikrøvini og útgerðarkrøvini til tey í stk. 1 og 2 nevndu skip eru nærri útgreinaði í skjali 2 til hesa kunngerð.
§ 2. Reiðarin skal syrgja fyri, at manningin hevur kunnleika til ásetingar í hesi kunngerð, sum hava týdning fyri arbeiðið hjá viðkomandi umborð á skipinum.
§ 3. Brot á § 2 og ásetingarnar í skjali 2 verða revsað við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar, koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. november 2021.
Stk. 2. Krøvini í kunngerð frá Sjóvinnustýrinum nr. 98 frá 23. juni 2017 um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. (Fráboðan B – 1. juli 2017), eru framvegis galdandi, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð.
Sjóvinnustýrið, 21. oktober 2021
Hans Johannes á Brúgv (sign.)
/ Gunnvá S. á Lofti (sign.)
Skjal 1
Alment um kunngerðina
Ásetingarnar í hesi kunngerð skulu lesast, skiljast og tulkast við atliti til niðanfyri nevndu broytingar og tillagingar til føroysk viðurskiftir:
1) Allastaðni, har “Søfartsstyrelsen” ella annar danskur myndugleiki er nevndur í skjali 2 til hesa kunngerð, skal, tá ræður um føroyskt myndugleikaøki, skiljast “Sjóvinnustýrið”, ella møguliga annar heimilaður føroyskur myndugleiki.
2) Allastaðni, har orðingar sum “Danmark/dansk”, “Grønland/grønlandsk”, ella “dansk skib/grønlandsk skib” verða nýttar í skjali 2 til hesa kunngerð, skal skiljast “Føroyar/føroyskt” ella “føroyskt skip” uttan so, at ásetingarnar viðvíkja viðurskiftum uttan fyri føroyskt myndugleikaøki.
3) Tá Føroyar ikki er limur í ES, eru ásetingarnar í hesi kunngerð viðvíkjandi formligum innanhýsis rættindum og skyldum hjá einum ES-limalandi mótvegis einum øðrum limalandi, ella fráboðanarskyldur o.a. mótvegis einum ES-myndugleika, ikki galdandi fyri Føroyar uttan so, at hetta beinleiðis verður álagt triðjalandsskipum. Teknisk krøv, ið stava frá ES reglum, og sum eru ásett í hesi kunngerð, eru tó galdandi fyri avvarðandi føroysk skip, fevnd av hesi kunngerð, í tann mun nevndu ES reglur eisini eru galdandi fyri skip, sum ikki sigla undir ES-flaggi.
4) Sjóvinnustýrið kann, annaðhvørt alment ella í tí einstaka førinum, víkja frá teimum í skjali 2 nevndu tíðarfreistum fyri lúkan av krøvum, um tað ikki stríðir ímóti skyldum Føroya sbrt. altjóða sáttmálum og møguligum ES-reglum.
5) Alment skal kunngerðin lesast og skiljast við atliti til føroysk skip, føroysk viðurskifti og føroyskt myndugleikaøki.
6) Dagfestingarnar nevndar í skjølunum til hesa kunngerð, sum eru tengdar at gildiskomuni av avvarðandi donsku reglunum, skulu í føroyskum høpi skiljast sum galdandi frá tí degi, hendan kunngerð frá Sjóvinnustýrinum kemur í gildi.
7) Tær til eina og hvørja tíð galdandi vegleiðingarnar frá danska Søfartsstyrelsen, sum knýta seg til hesa kunngerð, verða við neyðugum tillagingum eisini nýttar av Sjóvinnustýrinum.
Serføroyskar reglur um innflaggaði skip undir 500 BT og SOLAS-skip:
1) Bæði ferðamannaskip og handilsskip, fevnd av hesi kunngerð, sum sbrt. ásetingunum í kap. 1, brot A, reglu 2 (t) eru minni enn 500 BT, og sum verða innflutt/innflaggaði til Føroya eftir 1. okt. 2007, verða, uttan mun til nær tey eru kjølløgd, viðgjørd sum nýggj skip samsvarandi reglunum fyri skip kjølløgd tann 1. januar 2002 ella seinni. Sjóvinnustýrið kann loyva undantaki frá ásetingunum í 1. pkt., um skip og reiðarí lúka ávísar nærri treytir settar av Sjóvinnustýrinum um m.a. standin á skipinum, nøktandi sýn og rakstur av skipi og reiðaríi.
2) Fyri handilsskip undir 500 BT verður útskrivað eitt siglingarloyvi eftir fyrsta sýn. Í siglingarloyvinum verður ásett í hvørjum øki skipið kann sigla, umframt undir hvørjum treytum skipið kann nýtast. Harumframt verður tað hægst loyvda talið av ferðafólki ásett, sum við verandi bjargingarútgerð kunnu vera umborð.
3) Skip, 500 BT ella størri (SOLAS-skip), skulu sum byrjanarstøði lúka øll krøvini í hesi kunngerð sum annaðhvørt nýggj ella verandi skip, sbrt. kap. 1, brot A, regla 2 (k) og (1). Sjóvinnustýrið kann tó loyva hesum skipum at verða heilt ella lutvíst undantikin frá møguligum donskum serkrøvum í hesi kunngerð, ið ikki stava frá altjóða sáttmálum, sum Føroyar hava tikið undir við. Somuleiðis kunnu hesi skip heilt ella lutvíst verða frítikin fyri møgulig ES-krøv, sum ikki fevna um skip, ið sigla undir øðrum flaggi enn ES-flaggi.
Heimildir:
1. Ásetingarnar í hesi kunngerð eru grundaðar á altjóða sáttmálan um bjarging av mannalívum á sjónum (SOLAS) 1974 við seinni broytingum og tilhoyrandi protokollum.
2. Ásetingarnar í kapittli XIII í skjal 2 seta í verk skoðanarskipanina hjá IMO fyri limalond.
3. Ásetingarnar í kapittli XIV í skjal 2 seta í verk altjóða koduna um trygdarátøk fyri skip, ið sigla í pólhøvum.
1) Bert skjal 1 er lagt út á logir.fo, hini skjølini eru at finna í Kunngerðablaðnum, sí vinstra bredda á logir.fo, og á Regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum. Broytingarásetingar í Fráboðanum frá Sjóvinnustýrinum, sum verða kunngjørdar í kunngerðablaðnum verða ikki samanskrivaðar við upprunaásetingarnar her í logir.fo
2) Broytt við kunngerð nr. 118 frá 22. august 2022, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2022.”