Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. oktober 2021Nr. 140
Kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðul
(Studningur til næmingar á gymnasialum miðnámsútbúgvingum í norðurlendskum samstarvi, ferðastudningur innanoyggja til næmingar á eftirskúlum og háskúlum, treytin fyri vistarhaldsstudningi, umframt tekniskar broytingar)
§ 1
Í kunngerð nr. 107 frá 25. august 2011 um lestrarstuðul, sum broytt við kunngerð nr. 97 frá 2. juli 2013, kunngerð nr. 91 frá 29. august 2014, kunngerð nr. 83 frá 16. august 2016, kunngerð nr. 121 frá 18. august 2017, kunngerð nr. 146 frá 19. november 2018, kunngerð nr. 107 frá 16. juli 2019 og kunngerð nr. 116 frá 9. juli 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 3 verður aftan á “stk. 2” sett: “, og gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum eru skipaðar sum liður í norðurlendskum samstarvi, og sum partvís eru staðsettar uttan fyri Føroyar”.
2. Í § 3 verður sum stk. 9 sett:
“Stk. 9. Næmingur, sum tekur gymnasiala miðnámsútbúgving, sum er skipað sum liður í norðurlendskum samstarvi, og sum partvís er staðsett uttan fyri Føroyar, skal lata Studna skjalprógv fyri útreiðslur til vistarhald uttanlands sbr. tó stk. 6, nr. 3.”
3. § 5, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Ferðastudningurin innanoyggja verður latin lesandi og næmingum sbr. stk. 4, ið nýta Strandfaraskip Landsins til og frá skúla.”
4. § 5, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Undantiknir treytunum í stk. 3 eru næmingar í skúlum, sum eru skipaðir við heimild í:
1) løgtingslóg um húsarhaldsskúlar,
2) løgtingslóg um eftirskúlar, og
3) løgtingslóg um studning til fólkaháskúlar.”
5. Í § 7, stk. 2 verður “50 km” broytt til: “35 km”.
6. Í § 27, stk. 1 verður “Altjóða Skrivstovan” broytt til: “Undirvísingarstýrið”.
7. Í § 27, stk. 2 verður “Stjórin” broytt til: “Leiðarin”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. august 2021.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 20. oktober 2021
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)