Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. august 2025Nr. 140
Kunngerð um býtið av bókasavnsgjaldinum
Við heimild í § 22, stk. 5 í løgtingslóg nr. 78 frá 1. juni 2023 um bókasøvn (Bókasavnslógin) verður ásett:
§ 1. Bókasavnsgjaldið er gjald til rithøvundar, tónaskøld, týðarar, upplesarar, myndlistafólk og fotografar, hvørs bøkur, ljóðbøkur, e-bøkur og týðingar eru skrásett í Føroyskum Bókalista og hvørs listaverk eru skrásett í Lista yvir listaverk á bókasøvnum í Føroyum, og sum eru til láns á bókasøvnum í Føroyum.
Stk. 2. Landsbókasavnið umsitur Føroyska Bókalistan og Lista yvir listaverk á bókasøvnum í Føroyum.
Stk. 3. Bókasavnsgjaldið verður roknað eina ferð um árið og skal vera goldið í seinasta lagi 1. desember.
§ 2. Rithøvundur, tónaskald, týðari, upplesari, myndlistafólk ella fotografur skal vera skrásettur ella skrásett sum móttakari av bókasavnsgjaldi á Landsbókasavninum.
Stk. 2. Tey, ið ikki áður hava fingið bókasavnsgjald, skulu lata inn umsókn um at verða skrásett sum móttakari av bókasavnsgjaldi á serstøkum oyðublaði, ið skal vera Landsbókasavninum í hendi í seinasta lagi 1. oktober. Eru broytingar í viðurskiftunum hjá móttakara, skulu hesar eisini fráboðast Landsbókasavninum á serstøkum oyðublaði frá Landsbókasavninum.
§ 3. Bókasavnsgjaldið verður latið fyri bøkur sambært § 5, ljóðbøkur og e-bøkur sambært § 6, týðingar sambært § 7 og listaverk sambært § 8, ið tann 31. desember árið fyri vóru skrásett í Føroyskum Bókalista ella í Lista yvir listaverk á bókasøvnum í Føroyum, og sum vóru til láns á fólkabókasøvnum, skúlabókasøvnum, bókasøvnum á hægri útbúgvingarstovnum, Námi og Landsbókasavninum, tó undantikið bøkur á Landsbókasavninum, ið ikki eru til útláns.
§ 4. Rithøvundar, tónaskøld, týðarar, upplesarar, myndlistafólk og fotografar fáa lutir í upphæddini, ið er sett av til bókasavnsgjald á løgtingsfíggjarlógini sbr. §§ 5-8.
Stk. 2. Fyri myndprýðing av bókum hava myndlistafólk og fotografar rætt til bókasavnsgjald, tá ið myndirnar eru í minsta lagi 40% av verkinum, eisini tá ið talan er um ljóðbøkur og e-bøkur, sbr. § 9, stk. 4.
Stk. 3. Ritstjórar kunnu fáa bókasavnsgjald fyri bøkur, um sjávstøðuga íkastið hjá ritstjóranum til verkið er í minsta lagi 32 síður, sbr. § 9, stk. 4.
Stk. 4. Upplesarar hava rætt til bókasavnsgjald fyri ljóðbøkur, tá ið upplesarin hevur lisið upp tað, ið svarar til í minsta lagi 32 síður í prentaðari útgávu, sbr. § 9, stk. 4.
Stk. 5. Bókasavnsgjald verður ikki latið fyri útgávur, ið eru lesifrøðiligar viðgerðir av bókum, sbr. § 9, stk. 4.
Stk. 6. Bókasavnsgjald til rithøvund, tónaskald, týðara, upplesara, myndlistafólk ella fotograf, har upphæddin er undir kr. 500, verður ikki útgoldið, sbr. § 22, stk. 3 í løgtingslógini.
§ 5. Sum bók verður roknað hvørt sjálvstøðugt bind av prentaðum og útgivnum verki, sum hevur í minsta lagi 32 síður, og ljóðbók, ið svarar til í minsta lagi 32 síður í prentaðari útgávu, sum er givin út á fløgu, og sum er skrásett í Føroyskum Bókalista.
Stk. 2. Bókasavnsgjaldið fyri bøkur verður roknað soleiðis:
1) Móttakari fær 2 lutir í bókasavnsgjaldinum fyri hvørt eintakið av bók, ið hevur ein rithøvund, tónaskald, myndlistafólk ella fotograf.
2) Móttakari fær 1 lut í bókasavnsgjaldinum fyri hvørt eintakið av bók, ið hevur tveir rithøvundar, tónaskøld, myndlistafólk ella fotografar.
3) Móttakari fær 2/3 lutir í bókasavnsgjaldinum fyri hvørt eintakið av bók, ið hevur tríggjar rithøvundar, tónaskøld, myndlistafólk ella fotografar.
4) Lutur í bókasavnsgjaldinum verður ikki roknaður fyri bók, ið hevur fýra ella fleiri rithøvundar, tónaskøld, myndlistafólk ella fotografar.
Stk. 3. Bókasavnsgjaldið fyri upplesing av ljóðbókum, ið er givin út á fløgu ella øðrum fysiskum miðli, verður roknað soleiðis:
1) Upplesari fær 1/3 lut í bókasavnsgjaldinum fyri hvørja ljóðbók, ið hevur ein upplesara.
2) Upplesari fær 1/6 lut í bókasavnsgjaldinum fyri hvørja ljóðbók, ið hevur tveir upplesarar.
3) Upplesari fær 1/9 lutir í bókasavnsgjaldinum fyri hvørja ljóðbók, ið hevur tríggjar upplesarar.
4) Lutur í bókasavnsgjaldinum fyri upplesing verður ikki roknaður fyri ljóðbøkur, ið hava fýra ella fleiri upplesarar.
§ 6. Sum ljóðbók ella e-bók verður roknað hvør sjálvstøðug eind av útgivnum verki, ið svarar til í minsta lagi 32 síður í prentaðari útgávu, ið er tøk á netinum á føroysku bókasøvnunum, og sum er skrásett í Føroyskum Bókalista.
Stk. 2. Bókasavnsgjaldið fyri ljóðbøkur og e-bøkur á netinum verður roknað soleiðis:
1) Móttakari fær 24 lutir í bókasavnsgjaldinum fyri hvørja ljóðbók ella e-bók, ið hevur ein rithøvund tónaskald, myndlistafólk ella fotograf.
2) Móttakari fær 12 lutir í bókasavnsgjaldinum fyri hvørja ljóðbók ella e-bók, bók, ið hevur tveir rithøvundar, tónaskøld, myndlistafólk ella fotografar.
3) Móttakari fær 8 lutir í bókasavnsgjaldinum fyri hvørja ljóðbók ella e-bók, bók, ið hevur tríggjar rithøvundar, tónaskøld, myndlistafólk ella fotografar.
Stk. 3. Bókasavnsgjaldið fyri upplesing av ljóðbókum á netinum verður roknað soleiðis:
1) Upplesari fær 8 lutir í bókasavnsgjaldinum fyri hvørja ljóðbók, ið hevur ein upplesara, sbr. § 4, stk. 4.
2) Upplesari fær 4 lutir í bókasavnsgjaldinum fyri hvørja ljóðbók, ið hevur tveir upplesarar, sbr. § 4, stk. 4.
3) Upplesari fær 8/3 lutir í bókasavnsgjaldinum fyri hvørja ljóðbók, ið hevur tíggjar upplesarar, sbr. § 4, stk. 4.
4) Lutur í bókasavnsgjaldinum fyri upplesing verður ikki roknaður fyri ljóðbøkur, ið hava fýra ella fleiri upplesarar.
§ 7. Sum týðing verður roknað hvørt sjálvstøðugt bind av prentaðum og útgivnum týddum verki, sum hevur í minsta lagi 32 síður, og sum er skrásett í Føroyskum Bókalista.
Stk. 2. Bókasavnsgjaldið fyri týðingar av prentaðum eintøkum av bókum verður roknað soleiðis:
1) Móttakari fær 1/2 lut í bókasavnsgjaldinum fyri hvørt eintakið av eini týðing.
2) Móttakari fær 1/4 lut í bókasavnsgjaldinum fyri hvørt eintakið av týðing, ið hevur tveir týðarar.
3) Móttakari fær 1/6 lut í bókasavnsgjaldinum fyri hvørt eintakið av týðing, ið hevur tríggjar týðarar.
4) Lutur í bókasavnsgjaldinum verður ikki roknaður fyri týðing, ið hevur fýra ella fleiri móttakarar.
Stk. 3. Fyri týddar myndabøkur fær týðarin 1/4 lut í bókasavnsgjaldinum, tá ið teksturin er týðandi partur av verkinum, sbr. § 9, stk. 4.
Stk. 4. Er í týddari bók eisini upprunatekstur, kunnu 2 lutir verða latnir, tá ið hesin upprunatekstur er týðandi partur av bókini og í minsta lagi 32 síður, sbr. § 9, stk. 4.
Stk. 5. Bókasavnsgjaldið fyri týddar ljóðbøkur og e-bøkur verður roknað soleiðis:
1) Móttakari fær 12 lutir í bókasavnsgjaldinum fyri hvørja týðing, ið hevur ein týðara.
2) Móttakari fær 6 lutir í bókasavnsgjaldinum fyri hvørja týðing, ið hevur tveir týðarar.
3) Móttakari fær 4 lutir í bókasavnsgjaldinum fyri hvørja týðing, ið hevur tríggjar týðarar.
4) Lutur í bókasavnsgjaldinum verður ikki roknaður fyri týðing, ið hevur fýra ella fleiri móttakarar.
Stk. 6. Fyri týddar myndabøkur fær týðarin 6 lutir í bókasavnsgjaldinum, tá ið teksturin er týðandi partur av verkinum, sbr. § 9, stk. 4.
Stk. 7. Er í týddari bók eisini upprunatekstur, kunnu 24 lutir verða latnir, tá ið hesin upprunatekstur er týðandi partur av bókini og í minsta lagi 32 síður, sbr. § 9, stk. 4.
§ 8. Fyri listaverk, ið eru skrásett í Lista yvir listaverk á bókasøvnum í Føroyum, verður latið bókasavnsgjald, ið verður roknað soleiðis:
1) Móttakari fær 8 lutir í bókasavnsgjaldinum fyri hvørt verk, ið hevur eitt myndlistafólk.
2) Móttakari fær 4 lutir í bókasavnsgjaldinum fyri hvørt verk, ið hevur tvey myndlistafólk.
3) Móttakari fær 8/3 lutir í bókasavnsgjaldinum fyri hvørt verk, ið hevur 3 myndlistafólk.
4) Lutur í bókasavnsgjaldinum verður ikki roknaður fyri listaverk, ið hava fýra ella fleiri myndlistafólk.
§ 9. Landsbókasavnið umsitur bókasavnsgjaldið sambært løgtingslógini.
Stk. 2. Landsbókasavnið kunnar um tíðarfreistir og annað í sambandi við bókasavnsgjaldið í góðari tíð.
Stk. 3. Landsbókasavnið almannakunnger hagtøl, ið vísa árliga býtið av bókasavnsgjaldinum.
Stk. 4. Landsbókavørðurin tekur støðu til ivamál og ger av, nær talan er um móttakara eftir § 2 og um bók, ljóðbók, e-bók, týðing, upplesing ella listaverk eftir §§ 5-8.
Stk. 5. Avgerð sambært hesi kunngerð kann kærast til landsstýrisfólkið.
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer kunngerð nr. 70 frá 18. juni 2024 um býtið av bókasavnsgjaldinum úr gildi.
Almanna- og mentamálaráðið, 15. august 2025
Eirikur í Jákupsstovu (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)