Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. november 2009Nr. 140
Kunngerð um útbúgving av fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum
Við heimild í § 3, stk. 1 og 4 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya verður ásett:
Kapittul 1
Felags fyri útbúgvingarnar
§ 1. Endamálið er at útbúgva fólkaskúlalærarar og námsfrøðingar, sum eru førir fyri at samstarva um heildarmenning av menniskjanum.
Stk. 2. Útbúgvingarnar eru granskingargrundaðar og á slíkum støði, at tær verða viðurkendar í grannalondunum, bæði yrkisrættaðar og sum grundstøði undir framhaldslestri.
Stk. 3. Útbúgving av fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum fer fram á Fróðskaparsetri Føroya.
Upptøka
§ 2. Upptøkutreyt er gymnasial miðnámsútbúgving.
Stk. 2. Í serligum føri kann víkjast frá tí í stk. 1 nevnda kravi, um umsøkjarin á annan hátt hevur ognað sær vitan og lestrarførleika, ið kann javnsetast við gymnasiala miðnámsútbúgving.
Stk. 3. Fróðskaparsetur Føroya hevur møguleika til at bjóða út ískoytisskeið sum lestrarfyrireiking.
Stk. 4. Dekanurin hevur ábyrgdina av upptøku.
Luttøka
§ 3. Lesandi hava skyldu at taka lut í allari undirvísing, vegleiðing og eftirmeting.
Stk. 2. Lesandi hava luttøkuskyldu til tær verkætlanir, arbeiðsuppgávur, venjingar o.a., ið teimum verða álagdar.
Stk. 3. Lærararnir hava skyldu at skráseta luttøkuna hjá lesandi.
Stk. 4. Mishald av luttøkuni hevur við sær, at lesandi ikki kunnu verða eftirmett ella fara til próvtøku. Dekanurin tekur avgerð í slíkum føri.
Felags innihald í útbúgvingunum
§ 4. Útbúgvingarnar taka 4 ár og eru skipaðar sum ein 3-ára bachelorútbúgving, ið gevur rætt til heitið baccalaurius educationes, stytt B.Ed., og telur 180 ECTS. Fjórða lestrarárið er serliga yrkisrættað starvinum sum fólkaskúlalærari ella námsfrøðingur. Lesturin er skipaður í skeiðum (modulum), ið øll eru ECTS-lýst og enda við eftirmeting ella próvtøku. Hvørt lestrarár telur 60 ECTS-stig, samanlagt 240.
Stk. 2. Fyrsta lestrarár kann lutvíst verða samlestur millum útbúgvingarnar.
Fyrsta lestrarhálva fevnir um hesi evni, ið liggja til grund fyri at gerast fólkaskúlalærari ella námsfrøðingur:
1) vísindaástøði
2) barna- og ungdómsmentan
3) skapandi læra
4) føroyskt
5) lívsáskoðan/siðalæra
6) samskifti
Stk. 3. Onnur lestrarhálva fevnir um:
1) didaktikk
2) námsfrøði,
3) sálarfrøði
4) starvslæru.
Stk. 4. Lesturin annað lestrarár er hvør sær lýstur í § 7, stk. 2 og § 9, stk. 2.
Stk. 5. Triðja og fjórða lestrarár er linjulestur, ið telur 45 ECTS, har møguleiki er fyri samlestri millum útbúgvingarnar í ávísum linjugreinum, fyri at hesir yrkisbólkar kunnu samstarva á fakøkjum, ið eru samanfallandi ella hoyra saman.
Stk. 6. Triðja lestrarár endar við bachelorverkætlan, sbr. §§ 10 og 11. Fjórða lestrarár, ið gevur rætt til heitið diplom til yrkið sum fólkaskúlalærari ella námsfrøðingur, endar við yrkisrættaðari verkætlan, sbr. § 12.
Stk. 7. Dekanurin tekur avgerð um, hvørji evni, linjugreinar og ískoytisskeið verða boðin út hvørt lestrarár, sbr. stk. 2, § 7, stk. 2-4 og § 9, stk. 2-4
§ 5. Føroya Læraraskúli kann bjóða út styttri ískoytisskeið í føroyskum máli, retorikki, teld og øðrum.
Kapittul 2
Fólkaskúlalærari
§ 6. Endamálið við læraraútbúgvingini er at útbúgva lærarar til fólkaskúlan. Útbúgvingin miðar eisini ímóti at leggja støði undir undirvísing innan aðrar skúlaformar og annað virksemi, ið er fólkaskúlanum viðkomandi.
Stk. 2. Útbúgvingin skal geva førleika at leggja til rættis, fremja og eftirmeta fjølbroyttar læringartilgongdir, so einstaki næmingurin kann mennast við støði í egnum fortreytum.
Stk. 3. Útbúgvingin skal læra tey lesandi at samstarva við allar partar, ið hava ábyrgd av barnsins menning í einum skúla og samfelagi í støðugari broyting.
Stk. 4. Tann lesandi skal ogna sær førleika at samskifta og at orða seg rætt og greitt bæði munnliga og skrivliga.
§ 7. Fyrsta lestrarár verður skipað sbrt. § 4, stk. 2-3. Dentur verður lagdur á at yrkisrætta lesturin í didaktikki, námsfrøði, sálarfrøði og starvslæru til verkliga arbeiðið sum fólkaskúlalærari.
Stk. 2. Annað lestrarár velja lesandi aðra av linjugreinunum náttúru ella føroyskt og málundirvísing, ið hvør telur 60 ECTS.
Stk. 3. Triðja og fjórða lestarár kunnu lesandi velja millum tær av hesum linjugreinum, ið verða bodnar út einstaka lestrarárið, og sum allar telja 45 ECTS: Alis-/evnafrøði, danskt, enskt, føroyskt, handarbeiði, heimkunnleiki, ítrótt, kunningartøkni, kristni, landalæra, lívfrøði, myndlist, náttúru/tøkni, samfelagsfrøði, smíð, støddfrøði, søga, tónleik, týskt, sernámsfrøði, skúlabúgving/innskúling og námsfrøðilig leiðsla og fyrisiting.
Stk. 4. Dekanurin hevur heimild at bjóða út aðrar linjugreinar, umframt linjugreinar, ið eru samansettar av fleiri av teim í stk. 3 nevndu.
Stk. 5. Linjugreinalestur endar við próvtøku við uttanhýsis próvdómara.
Stk. 6. Starvslæra er øll 4 lestrarárini, og skal samantvinnast við fakliga innihaldið hvørt lestrarár. Lesandi skifta millum at fara í starvslæru einsæris og í toymi.
Stk. 7. Endamál, innihald og vav (tímatal) fyri allar partar av læraraútbúgvingini verður nærri ásett í ECTS-skeiðslýsingum, ið rektarin skal góðkenna.
Kapittul 3
Námsfrøðingur
§ 8. Endamálið við námsfrøðingaútbúgvingini er at útbúgva námsfrøðingar til at arbeiða á vøggustovum, barnagørðum, barna- og frítíðarheimum, stovnum til fólk, ið bera brek ella eru tarnað, viðgerðarstøðum og annars, har námsligt virksemi fer fram.
Stk. 2. Útbúgvingin skal geva førleika at leggja til rættis, fremja og eftirmeta fjølbroytt menningarvirksemi hjá børnum, ungum og vaksnum út frá fortreytunum hjá tí einstaka.
Stk. 3. Útbúgvingin skal læra tey lesandi at samstarva við allar partar, ið hava ábyrgd av barnsins og brúkarans menning í einum samfelagi í støðugari broyting.
Stk. 4. Útbúgvingin skal fremja eginmenningina hjá tí lesandi so at hon/hann fær innlit í og tilvitsku um egnan og annara virðileik, áskoðanir og støðutakan bæði til viðskiftafólk og samfelagsligar spurningar.
Stk. 5. Tann lesandi skal ogna sær førleika at samskifta og at orða seg rætt og greitt bæði munnliga og skrivliga.
§ 9. Fyrsta lestrarár verður skipað sbrt. § 4, stk. 2-3. Dentur verður lagdur á at yrkisrætta lesturin í didaktikki, námsfrøði, sálarfrøði og starvslæru til verkliga arbeiðið sum námsfrøðingur.
Stk. 2. Annað lestrarár verður høvuðsdentur lagdur á sernámsfrøðiliga økið, ið telur 30 ECTS. Hini evnini eru: menniskja, stovnur og samfelag, ið telur 15 ECTS og mál, mentan og siðsøga, ið telur 15 ECTS.
Stk. 3. Triðja og fjórða lestarár kunnu lesandi velja millum tær av hesum linjugreinum, ið verða bodnar út einstaka lestrarárið, og sum allar telja 45 ECTS:
1) smábarnapedagogikk
2) heilsa, kroppur og rørsla,
3) námsfrøðilig leiðsla og fyrisiting,
4) estetiskar lærutilgongdir og kreativa barnið,
5) sernámsfrøði og
6) skúlabúgving/innskúling
Stk. 4. Dekanurin hevur heimild at bjóða út aðrar linjugreinar, umframt linjugreinar, ið eru samansettar av fleiri av teim í stk. 3 nevndu.
Stk. 5. Linjugreinalestur endar við próvtøku við uttanhýsis próvdómara.
Stk. 6. Starvslæra er øll 4 lestrarárini, og skal samantvinnast við fakliga innihaldið hvørt lestrarár. Lesandi skifta millum at fara í starvslæru einsæris og í toymi.
Stk. 7. Endamál, innihald og vav (tímatal) fyri allar partar av námsfrøðingaútbúgvingini verður nærri ásett í ECTS-skeiðslýsingum, ið rektarin skal góðkenna.
Kapittul 4
Felags um verkætlan og eftirmeting
Bachelorverkætlanin
§ 10. Triðja lestrarár endar við bachelorverkætlan, ið telur 15 ECTS-stig.
Stk. 2. Verkætlanin skal verða rættað endamálinum við útbúgvingunum til B.Ed., antin innan fólkaskúlalærarayrkið ella námsfrøðingayrkið, og skal hava slíkt støði, at hon verður viðurkend sum grundarlag undir framhaldslestri til diplom ella MA, bæði í Føroyum og uttanlands.
Stk. 3. Fróðskaparsetur Føroya ásetir nærri reglur um bachelorverkætlan á Føroya Læraraskúla.
§ 11. Bachelorverkætlanin skal hava ein almennan didaktiskan ella fakdidaktiskan part, ið fevnir um minst triðing av uppgávuni.
Stk. 2. Bacheloruppgávan kann skrivast einsæris ella í bólki við í mesta lagi 3 luttakarum. Um skrivað verður í bólki skal skilmarkast, hvønn part av uppgávuni hvør lesandi kann ábyrgdast fyri.
Stk. 3. Bachelorverkætlanin endar við munnligari próvtøku. Eitt próvtal verður givið fyri samlaða avrikið. Lesandi, ið fara til próvtøku í bólki, verða eftirmett hvør sær.
Stk. 4. Lokin bachelorútbúgving sum B. Ed. er grundarlag undir framhaldslestri til diplom- ella masterútbúgving.
Yrkisrættaða verkætlanin
§ 12. Í fjórða lestrarári verður skrivað yrkisrættað verkætlan, ið telur 15 ECTS-stig.
Stk. 2. Endamálið er at samantvinna vísindaligt ástøði við væl grundaðar royndir frá egnari starvslæru fyri at koma til sjálvstøðugar niðurstøður um námsfrøðiligt virksemi á høgum støði.
Stk. 3. Innihaldið skal bæði ástøðiliga og verkliga verða yrkisrættað arbeiðinum sum fólkaskúlalærari ella námsfrøðingur.
Stk. 4. Yrkisrættaða verkætlanin skal hava ein almennan didaktiskan ella fakdidaktiskan part, ið fevnir um minst triðing av uppgávuni.
Stk. 5. Yrkisrættaða verkætlanin skal skrivast einsæris og endar við munnligari próvtøku. Eitt próvtal verður givið fyri samlaða avrikið.
Stk. 6. Fróðskaparsetur Føroya ásetir neyvari reglur um yrkisrættaða verkætlan á Føroya Læraraskúla.
Eftirmeting og próvtøka
§ 13. Øll ECTS-lýst skeið enda við eftirmeting ella próvtøku.
Stk. 2. Í ECTS-skeiðslýsingunum verður nærri ásett, um eftirmetingar og próvtøkur eru innanhýsis ella við uttanhýsis próvdómara. Skilt verður millum, um avrikið verður mett sum staðið/ikki staðið, eftir 13-próvtalsstiganum, ella eftir øðrum góðkendum próvtalsstiga.
Stk. 3. Skift verður millum, at eftirmetingar og próvtøkur verða skipaðar sum einstaklingsavrik ella í bólki.
Stk. 4. Lesandi fáa grundgivna lýsing av einstøku eftirmetingini og próvtøkuni.
Stk. 5. Fróðskaparsetur Føroya hevur ábyrgd av at útnevna uttanhýsis próvdómarar.
Stk. 6. Fróðskaparsetur Føroya ásetir neyvari reglur um eftirmeting og próvtøku á Føroya Læraraskúla.
Kapittul 5
Undir og eftir lokna útbúgving
Undirvísing og vegleiðing
§ 14. Endmálið við allari undirvísing, vegleiðing og eftirmeting er at menna persónliga, fakliga og sosiala førleikan hjá tí einstaka lesandi at virka innan sítt starvsøki, bæði í tøttum samstarvi við onnur og sjálvstøðugt.
Stk. 2. Til alt ECTS-lýst undirvísingarvirksemi er knýtt vegleiðing og eftirmeting ella próvtøka.
Stk. 3. Undirvísingin er í høvuðsheitum skipað sum fyrilestrar, floksundirvísing, bólkaarbeiði, ráðstevnur og sum einsæris vegleiðing og eftirmeting. Somuleiðis verður eggjað til at aðrir undirvísingarhættir støðugt verða mentir og royndir.
Stk. 4. Partar av útbúgvingini kunnu takast sum fjarlestur.
Stk. 5. Fróðskaparsetur Føroya ásetir neyvari reglur um vegleiðing í sambandi við eftirmeting og próvtøku á Føroya Læraraskúla.
Eftirútbúgving og framhaldslestur
§ 15. Útbúgvingin skal geva tí lesandi fortreytir fyri framhaldandi at ogna sær førleika at mennast fakliga og námsfrøðiliga.
Stk. 2. Avlærdir fólkaskúlalærarar og námsfrøðingar kunnu taka partar av lærara- ella námsfrøðingaútbúgvingini heilt ella lutvíst sum samlestur við lærara- og námsfrøðingalesandi. Hendan eftirútbúgving gevur ECTS-stig.
Kapittul 6
Kærur og gildiskoma
Kærur
§ 16. Reglurnar í kapittul 8 í kunngerð nr. 85, frá 9. mai 2009, um skiftisreglur fyri lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, sum byrjað hava lesturin áðrenn 1. august 2008 og reglur um alment próvskeið í føroyskum, galda fyri kærur sbrt. hesi kunngerð.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 17. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Kunngerðin er galdandi fyri lesandi, ið eru upptikin í 2008 og seinni.
Stk. 3. Lesandi, ið eru upptikin fyri 2008, halda fram við lestrinum sambært løgtingslóg nr. 69 frá 28. mai 1980 um læraraútbúgving, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 26 frá 20. apríl 2006.
Mentamálaráðið, 13. november 2009
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýriskvinna
/ Leivur Harryson (sign.)