3. februar 2026Nr. 14
Kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðul
(At áseta skráseting sambært Landsfólkayvirlitinum sum treyt fyri hægra lestrarstuðlinum til lesandi á miðnámsútbúgvingunum, pørtum av miðnámsútbúgvingum ella útbúgvingum á framhaldsdeildarstigi, sum búgva til leigu, tó ikki fyri forsyrgjarar)
§ 1
Í kunngerð nr. 107 frá 25. august 2011 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við kunngerð nr. 157 frá 15. oktober 2025, verður § 3, stk. 7 orðað soleiðis:
“Stk. 7. Lesandi, ið býr á sama matrikli sum foreldur ella verji, verður roknaður at búgva heima. Studni leggur í útgangsstøðinum skrásetta bústaðin sambært Landsfólkayvirlitinum og almennar upplýsingar um matriklar til grundar í hesum sambandi. Tó kann Studni leggja veruliga bústaðin hjá lesandi, foreldrum ella verja til grundar, um hesin verður mettur at vera ein annar enn tann, ið er skrásettur í Landsfólkayvirlitinum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 3. februar 2026
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)