Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. august 2025Nr. 139
Kunngerð um gjøld fyri skráseting o.a. í Føroysku Altjóða Skipaskránni
Við heimild í § 10 a, stk. 2, § 10 b, stk. 2 og § 12, stk. 2 og 3, í løgtingslóg nr. 78 frá 10. mars 1992 um Føroyska Altjóða Skipaskrá, sum broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 7. mai 2010, verður ásett:
Gjøld fyri skrásetingar og avrit
§ 1. Fyri upptøku og eigaraskifti av skipi í Føroysku Altjóða Skipaskránni verður gjald kravt eftir hesum reglum:
1) Skip upp til 1.000 bruttotons (bt): 65.000 kr.
2) Skip frá 1.000 bt og upp til 3.000 bt: 95.000 kr.
3) Skip frá 3.000 bt og upp til 10.000 bt: 125.000 kr.
4) Skip frá 10.000 bt og uppeftir: 155.000 kr.
§ 2. Fyri tjóðskaparbræv verður gjald kravt eftir hesum reglum:
1) Skip upp til 1.000 bt: 4.200 kr.
2) Skip frá 1.000 bt og upp til 3.000 bt: 6.000 kr.
3) Skip frá 3.000 bt og upp til 10.000 bt: 13.000 kr.
4) Skip frá 10.000 bt og uppeftir: 25.000 kr.
§ 3. Gjaldið fyri at skráseta veð í skipi og fyri at hækka veðupphædd er 6.000 kr. Sama upphædd verður at gjalda fyri at skráseta transport.
§ 4. Gjaldið fyri at strika skip úr skránni er 600 kr.
§ 5. Gjaldið fyri at geva út avrit av skipsblaði er 300 kr. fyri hvørt avrit.
Ársgjald
§ 6. Eigari av skipi, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, skal gjalda Skipaeftirlitinum eitt árligt gjald fyri hvørt skip.
Stk. 2. Fyri hvørt skip, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, verður grundgjald upp á 18.000 kr. rindað. Harumframt verður rindað eitt gjald, sum er ásett eftir støddini á skipinum, sbrt. talvu 1 í skjali 1 og eitt prosentgjald, ásett eftir aldri á skipinum, sbrt. talvu 2 í skjali 1.
Stk. 3. Árliga gjaldið verður kravt 1. januar á hvørjum ári fyri hvørt skip, sum er skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, galdandi fyri verandi árið. Partur av gjaldinum verður ikki endurrindaður, um skip bert er skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni part av árinum, sum rindað er fyri.
Stk. 4. Tann, sum er skrásettur eigari 1. januar, hevur skyldu til at rinda árliga gjaldið fyri alt árið.
At flyta millum skráir
§ 7. Skip, ið verður skrásett í skipaskrásetingini eftir, at henda kunngerð er komin í gildi, og síðani verður flutt til Føroysku Altjóða Skipaskránna, kemur undir gjald sambært §§ 1-3 og 6.
Revsing
§ 8. Tann, ið letur Føroysku Altjóða Skipaskránni skeivar, villleiðandi ella ófullfíggjaðar upplýsingar í sambandi við skráseting o.a., verður revsaður við sekt.
Stk. 2. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum eftir reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Gildiskoma o.a.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 71 frá 8. juni 2010 um gjøld fyri skráseting v.m. í Føroysku Altjóða Skipaskrá.
Stk. 2. Skip, sum eru skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, og sum hava goldið ársgjald fyri 2025 sbrt. kunngerð nr. 71 frá 8. juni 2010 um gjøld fyri skráseting v.m. í Føroysku Altjóða Skipaskrá, eru fevnd av hesi kunngerð frá 1. januar 2026.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 11. august 2025
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Herálvur Joensen (sign.)
Skjal 1
Útrokningarfrymil o.a.
Dømi 1: (Grundgjald upp á 18.000 kr. (bt x talva 1)) x aldursfaktor
Dømi 2: Skip A
Stødd: 4000 bt
Aldur: 16 ár
Útrokning:
(Grundgjald + (bt x talva 1)) = (18.000 + (4000 x 1,0)) = 22.000
Aldurs faktor, sbrt. talvu 2: 16 ár = 15%
Ársgjald = 22.000 kr. x 1,15 = 25.300 kr.
Talva 1
Bruttotons (bt) |
kr./bt | |
Frá |
Til | |
0 |
3000 |
1,3 |
3001 |
7500 |
1,0 |
7501 |
24000 |
0,7 |
24001 |
30000 |
0,5 |
30001 |
45000 |
0,4 |
45001 |
- |
0,3 |
Talva 2
% ásett eftir aldri | ||
Frá |
Til |
% |
0 |
4 |
0 |
5 |
9 |
5 |
10 |
14 |
10 |
15 |
19 |
15 |
20 |
24 |
20 |
25 |
29 |
50 |
30 |
49 |
75 |
50 |
- |
100 |