Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. september 2021Nr. 136
Kunngerð um broyting í kunngerð um starvsskipan fyri Grannskoðaraeftirlitið
(Broyttur inngangur, broytt føleikakrøv o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 86 frá 2. juli 2012 um starvsskipan fyri Grannskoðaraeftirlitið, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 32, stk. 1 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Grannskoðaralógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 26. mars 2012, løgtingslóg nr. 76 frá 22. mai 2015 og løgtingslóg nr. 51 frá 4. mai 2021, verður ásett:”.
2. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Grannskoðaraeftirlitið hevur 1 formann og 4 aðrar limir, harav 2 limir skulu hava hóskandi útbúgving og viðkomandi royndir innan grannskoðan og roknskapargreiðslu, og 2 limir skulu umboða roknskaparbrúkararnar. Formaðurin og limirnir skulu ikki innanfyri seinastu 3 árini hava verið góðkendir grannskoðarar ella hava verið í starvi hjá ella rikið eitt grannskoðanarvirki saman við góðkendum grannskoðarum. Fyri hvønn lim verður valdur ein varalimur. Tá ið limur hevur forfall luttekur varalimurin í hansara stað. Varalimirnir verða valdir á sama hátt sum limirnir.”
3. § 9, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Tá eftirlitið viðgerð ávís mál skulu, umframt formannin, eins nógvir limir við serkunnleika innan grannskoðan luttaka, sum limir, ið umboða roknskaparbrúkararnar.”
4. Í § 10, stk. 5, 1. pkt. verður “smb.” broytt til: “sbr.”
5. Í § 11, stk. 4, 2. pkt. verður “smb.” broytt til: “sbr.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 23. september 2021
Magnus Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)