Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. august 2025Nr. 136
Kunngerð um gjøld fyri skipauppmáling
Við heimild í § 9, stk. 1 í løgtingslóg nr. 90 frá 10. juni 1982 um skipauppmáling verður ásett:
§ 1. Fyri millumlanda málibræv aftan á uppmáling eftir § 3, stk. 1, í løgtingslógini krevur Sjóvinnustýrið gjald, sum er 2 kr. fyri hvørt bruttotonsatalið, sum skipið er mált til, tó í minsta lagi 645 kr.
§ 2. Fyri nýtt millumlanda málibræv ella fyri rætting í millumlanda málibrævi krevur Sjóvinnustýrið gjald, sum er 1 kr. fyri hvørt bruttotonsatalið, sum skipið er mált til, tó í minsta lagi 645 kr.
§ 3. Fyri millumlanda málibræv til skip, sum er keypt uttanlands, og sum hevur gildugt millumlanda málibræv, tá tað verður yvirtikið, krevur Sjóvinnustýrið gjald, sum er 2 kr. fyri hvørt bruttotonsatalið, sum skipið er mált til, tó í minsta lagi 645 kr.
§ 4. Fyri øll onnur málibrøv ella máliprógv, íroknað fyri før undir 24 metrar til longdar, krevur Sjóvinnustýrið gjald upp á 645 kr.
Stk. 2. Fyri øll avrit av málibrævi ella máliprógvi krevur Sjóvinnustýrið gjald upp á 645 kr.
§ 5. Fyri nýtt málibræv ella máliprógv ella fyri rætting í málibrævi ella máliprógvi, sbrt. § 4, krevur Sjóvinnustýrið gjald upp á 645 kr.
§ 6. Brotparturin av tonsi verður ikki tikið við, tá gjald eftir hesi kunngerð verður roknað.
§ 7. Gjaldsskyldan er hjá skipaeigaranum.
§ 8. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 91 frá 21. september 1989 um gjøld fyri skipauppmáling.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 11. august 2025
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Herálvur Joensen (sign.)