Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. september 2021Nr. 135
Kunngerð um internetøkisnavnið .fo
Við heimild í § 6, stk. 4 og § 10, stk. 4 í løgtingslóg nr. 56 frá 4. mai 2021 um økisnøvn á internetinum (Netøkisnavnalógin) verður ásett:
Umsitari
§ 1. Umsitari skal vera skipaður sum eitt felag, hvørs virksemi ikki verður útint við vinningi fyri eyga.
Stk. 2. Í evstu leiðslu felagsins skulu vera umboð fyri føroyska internetsamfelagið, heruppií umboð fyri professionellar brúkarar, professionellar veitarar og privatar brúkarar. Í minsta lagi fýra limir skulu vera í evstu leiðslu felagsins, harav KT-felagið velur eitt umboð fyri professionellar veitarar, Felagið Samskifti velur eitt umboð fyri professionellar brúkarar, Brúkaraumboðið velur eitt umboð fyri privatar brúkarar og Gjaldstovan velur eitt umboð fyri tað almenna. Evsta leiðsla umsitarans skal hava hóskandi førleikar at umsita økisnavnið .fo.
Stk. 3. Umsitari ger viðtøkur fyri virksemi felagsins, heruppií reglur um tilnevning av limum í evstu leiðslu felagsins o.tíl.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin skal góðkenna viðtøkurnar.
Virkisætlan
§ 2. Umsitari skal árliga gera eina virkisætlan fyri eitt tvey ára tíðarskeið, heruppií eina fíggjarætlan, har inntøkur og útreiðslur eru tilskilaðar. Ætlanin skal í minsta lagi innihalda:
1) týdningarmestu málini og gerðir í virkisætlanarskeiðinum,
2) ætlan fyri nýggjum tænastum, príspolitikki og kunning um nýggjar standardar, og
3) eina dagførda váðameting og eina upphædd, sum við støði í váðametingini verður avsett í roknskapinum.
Stk. 2. Meting av fíggjarligu avleiðingunum av virkisætlanini verður gjørd sambært meginreglunum í ársroknskaparlógini viðvíkjandi frágreiðing um nýttan roknskaparhátt. Avsett eigur at verða ein upphædd í roknskapinum fyri at minka um váðan í stk. 1, nr. 3.
Stk. 3. Umsitari skal í seinasta lagi í november mánaði gera og samtykkja virkisætlanina fyri tað komandi árið. Umsitari skal innan 14 dagar hereftir senda Fjarskiftiseftirlitinum virkisætlanina.
Stk. 4. Um Fjarskiftiseftirlitið metir, at virkisætlanin ikki er í samsvari við meginreglurnar í § 6, stk. 2 í løgtingslógini, at fíggjarligu váðarnir eru ov stórir, ella ov lítið er avsett í mun til váðarnar, kann Fjarskiftiseftirlitið áleggja umsitara at gera broytingar í virkisætlanini ella gera nýggja virkisætlan.
Innihaldið í ársfrásøgnini
§ 3. Ársfrásøgn umsitarans skal góðkennast av evstu leiðsluni og skal í minsta lagi innihalda frágreiðing, ið vísir:
1) at evsta leiðslan hevur breiða umboðan úr internet samfelagnum, sbr. § 6, stk. 1 og 2 í løgtingslógini,
2) at umsitari hevur hóskandi fakligar førleikar og fíggjarliga orku, sbr. § 6, stk. 1 og 2 í løgtingslógini,
3) at umsitari kunnar alment um týðandi broytingar í handilstreytunum, onnur viðurskifti av týdningi fyri skráseting og nýtslu av økisnøvnum, sbr. § 8, stk. 5 í løgtingslógini,
4) at umsitari er kostnaðartilvitaður, sbr. § 6, stk. 2 í løgtingslógini,
5) hvussu umsitari tryggjar, at allar upplýsingar um verandi avtalur við skrásetarar og aðrar upplýsingar, sum eru viðkomandi til tess at yvirtaka og reka virksemið víðari, kostnaðarfrítt kunnu útflýggjast einum nýggjum umsitara, sbr. 14, stk. 2 í løgtingslógini,
6) hvussu umsitari tryggjar støðugan, tryggan og framhaldandi rakstur av økisnavninum .fo, sbr. § 10, stk. 1 í løgtingslógini,
7) í hvønn mun tað í tíðarskeiðinum eru framdar aðrar kt-trygdargóðkenningar av skipanum og kt-trygdarútbúgving av starvsfólkum enn tær, ið eru kravdar sambært § 5, og
8) upplýsingar um árligu rakstrarútreiðslurnar fyri hvørt økisnavn.
Stk. 2. Umsitari skal hvørt ár og í seinasta lagi tann 31. mai senda Fjarskiftiseftirlitinum ársfrásøgnina.
Almannakunngering
§ 4. Umsitari skal á heimasíðu síni almannakunngera:
1) ársfrágreiðing,
2) viðtøkur,
3) handilstreytir, heruppií kostnaðir o.a.,
4) yvirskipaða virkisætlan,
5) hoyringar um broytingar í viðskiftatreytum,
6) lýsingar av umsitingarligu mannagongdunum fyri skráseting, suspensión, blokering og nýtslu av økisnøvnum,
7) lýsing av umsitingarligu mannagongdunum viðvíkjandi økisnøvnum, heruppií hvussu økisnøvn verða løgd afturat, og í hvørji raðfylgju tey verða broytt og strikað,
8) talið á skrásettum økisnøvnum, og
9) talið á skrásettum IDN-økisnøvnum.
KT-trygdargóðkenning
§ 5. Umsitari skal vera góðkendur sambært ISO/IEC 27001-trygdarstandardinum ella øðrum javngildum ella nýggjari standardi.
Stk. 2. Umsitari skal hvørt ár og í seinasta lagi tann 31. mai senda Fjarskiftiseftirlitinum eitt akkrediterað góðkenningarprógv viðvíkjandi tí í stk. 1 nevnda standardi.
Landafrøðilig staðseting
§ 6. Umsitari skal innrætta sínar skipanir og virksemi soleiðis, at internetið í Føroyum virkar uttan mun til, um samskiftissambandið við umheimin er virkið.
Stk. 2. Umsitari skal hvørt ár og í seinasta lagi tann 31. mai senda Fjarskiftiseftirlitinum skjalprógv fyri loysnini sambært stk. 1 við tilskilan um landafrøðiliga staðseting av skipanum og avrit av rakstraravtalu við triðjapart.
DNSSEC-signering
§ 7. Skipanir umsitarans, ið skulu stuðla undir, at Domain Name System Security Extensions verður sett í verk, skulu vera innrættaðar soleiðis, at DNSSEC-signering av økisnøvnum undir .fo kann gerast skjótt og lætt.
Stk. 2. Umsitari kann krevja, at onnur, sum møguliga bjóða út økisnøvn undir .fo, í seinasta lagi tann 1. juli 2022 stuðla upp undir DNSSEC og bjóða DNSSEC-signering, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Um annar útbjóðari, sbrt. stk. 2, ikki veitir navnaambætaratænastu, skal verða upplýst, hvar DNSSEC-signering kann fara fram.
Stk. 4. Umsitari kann fyri at fremja útbreiðsluna av DNSSEC krevja ymiskar prísir fyri viðlíkahald av eini økisnavnaskráseting treytað av, um økisnavnið er DNSSEC-signerað ella ikki.
Tryggur og støðugur rakstur
§ 8. Umsitari skal í minsta lagi tryggja brúkarunum 99% gagntíð til umsitingarligu skipanirnar og miða eftir 100% gagntíð til økisnavnaambætaratænastuna mátað mánaðarliga.
Stk. 2. Umsitari kann fyri hvørt kalendaraár hava upp í fýra umvælingartíðarskeið fyri umsitingarligu skipanirnar, hvørt við mest loyvdari longd upp á 12 tímar í tíðarbilinum 19:00 til 07:00, uttan at vantandi atgongdin til umsitingarligu skipanirnar í umvælingartíðarskeiðinum eru partur av útrokningini av gagntíðini upp á 99,0%, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Eitt umvælingartíðarskeið fevnt av stk. 2 skal vera fráboðað í minsta lagi 14 dagar frammanundan á heimasíðu umsitarans uttan so, at umvælingartíðarskeiðið er grundað á neyðuga trygdardagføring.
Stk. 4. Ein og hvør ótilætlaður rakstrarsteðgur og samanbrot í økisnavnaambætaratænastuni skal uttan óneyðugt drál fráboðast Fjarskiftiseftirlitinum.
Stk. 5. Umsitari skal á hvørjum ári, í seinasta lagi tann 31. mai, senda Fjarskiftiseftirlitinum rakstrarhagtøl. Rakstrarhagtølini skulu vera gjøgnumgingin og áteknað av einum kt-grannskoðara, ið er góðkendur grannskoðari, og sum skjalprógvar hvønn ársfjórðing mánaðarligt samansavnaðar mátingar av rakstrarstøðufestinum í umsitingarligu skipanunum og atgongdini til økisnavnaambætaratænastuna.
Samleikaupplýsingar
§ 9. Um umsitari fær fráboðan um, at grundaður illgruni er um, at samleikaupplýsingarnar hjá skrásetara av einum økisnavni í WHOIS-dátugrunni umsitarans ikki eru rættar, kannar umsitari rættleikan í skrásettu samleikaupplýsingunum í WHOIS-dátugrunninum fyri viðkomandi økisnavn.
Stk. 2. Um so er, at úrslitið av kanning umsitarans sambært stk. 1 vísir, at samleikaupplýsingarnar aftan fyri eitt økisnavn ikki eru rættar, áliggur tað umsitara í seinasta lagi 30 dagar aftaná, at fráboðanin er móttikin, at tryggja, antin at samleikaupplýsingarnar í WHOIS-dátugrunninum hjá skrásetara av økisnavninum eru rættar, ella at økisnavnið verður fyribils sett úr gildi og strikað, tá tað eru gingnir 30 dagar afturat.
Nýtsla av serteknum
§ 10. Skrásetarar skulu kunna skráseta økisnøvn, ið innihalda ASCII tekn, og eisini fylgjandi tekn, ið ikki eru í ASCII: æ, ø, ð, á, í, ó, ú og ý.
Stk. 2. Umsitari skal tryggja, at skrásett økisnøvn kunnu umsetast sambært altjóða reglum.
Um Internet Protokol versión 6
§ 11. Skipanir umsitarans, herundir økisnavnaambætarar, skulu stuðla upp undir IPv6.
Um gjøgnumskygni o.tíl.
§ 12. Umsitari skal tryggja, at almenningurin verður kunnaður um og fær høvi til at gera viðmerkingar til:
1) uppskot, ið kunnu hava prinsipiellan ella víðfevnandi týdning, heruppií uppskot um broyting í reglum viðvíkjandi skráseting av økisnøvnum, og
2) nýggjar ella broyttar reglur, ásettar av umsitara.
Framleiðslumál og góðskumál
§ 13. Umsitari skal tryggja, at økisnavnið er trygt, støðugt og ódýrt.
Stk. 2. Umsitari skal leypandi eftirkanna, um málini sambært stk. 1 eru rokkin.
Gildiskoma og skiftisregla
§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Kravið í § 5, stk. 1 um góðkenning sambært ISO/IEC 27001-trygdarstandardinum skal vera lokið í seinasta lagi tann 31. desember 2023.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 22. september 2021
Magnus Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)