Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. september 2020Nr. 135
Kunngerð um broyting í kunngerð um tilgerð og útgerð hjá akførum (Útgerðarkunngerðin)
(Broytingar í ásetingum um ljósføring á lastbilum og lendisakførum)
§ 1
Í kunngerð nr. 61 frá 16. mai 2017 um tilgerð og útgerð hjá akførum (Útgerðarkunngerðin) verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 9, stk. 1, nr. 1 verður orðað soleiðis:
“1) Tvær hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir, E- ella e-merktar, við assymetriskum ljósi ella, sum eru DOT-merktar og, sum uttan at blinda, kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 metrar, og tvær, fýra ella seks hvítar ella gulligar fjarljóslyktir, ið venda frameftir, E- ella e-merktar, sum kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 metrar, og sum eru settar til eina eftirlitslampu við føraraplássið, og sum skulu vera íbundnar soleiðis, at í mesta lagi fýra fjarljóslyktir kunnu vera tendraðar samstundis. Bilur, hvørs loyvda heildarvekt fer upp um 3.500 kg, kann hava tvær ella fleiri fjarljóslyktir, ið venda frameftir, E- ella e-merktar, sum kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 metrar og sum eru settar til eina eftirlitslampu við føraraplássið.”
2. Í § 11, stk. 1, nr. 2 verður “Eina ella tvær” broytt til: “Eina ella fleiri”.
3. Í § 11, stk. 1, nr. 6 verður “eina ella tvær arbeiðslyktir” broytt til: “eina ella fleiri arbeiðslyktir”.
4. § 11, stk. 2 og 3 verða orðað soleiðis:
“Stk. 2. Lastbilur, vognrað, smábussur og bussur kann hava tvær ella fleiri hvítar bakkilyktir og tvær ella fleiri reyðar steðgilyktir, ið venda aftureftir.
Stk. 3. Lastbilur, vognrað, smábussur og bussur kann á hvørjari síðu framman, hava tvær gular leiðvísandi blunklyktir, á hvørjari síðu tvær gular leiðvísandi blunklyktir og á hvørjari síðu aftan, tvær ella fleiri gular leiðvísandi blunklyktir.”
5. Í § 33 verður sum nr. 7 sett:
“7) Tríggjar hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir, og sum uttan at blinda kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 metrar, og tríggjar fjarljóslyktir, ið venda frameftir, ið kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 metrar.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 1. september 2020
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)