27. august 2020Nr. 133
Kunngerð um broyting í kunngerð um ástøðiliga fjarundirvísing av koyrinæmingum og útsetan av fyrstahjálparskeiði í ferðsluni vegna COVID-19
(Leingjan av tíðarskeiðnum fyri fjarundirvísing og leingjan av freistini hjá koyrinæmingum til at fara til koyriroynd og fáa koyrikort útskrivað, hóast teir ikki hava lokið fyrstahjálparskeið)
§ 1
Í kunngerð nr. 49 frá 17. apríl 2020 um ástøðiliga fjarundirvísing av koyrinæmingum og útsetan av fyrstahjálparskeiði í ferðsluni vegna COVID-19, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 1 verður “14. september 2020” broytt til: “31. desember 2020”.
2. Í § 3, stk. 1 verður “, sbr. tó stk. 2” strikað.
3. § 3, stk. 2 verður strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 27. august 2020
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)