Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. desember 2015Nr. 131
Kunngerð frá Fjarskiftiseftirlitinum um krøv til fjarskiftisútbúnað
Við heimild í § 59, stk. 1 í løgtingslóg nr. 72 frá 22. mai 2015 um fjarskifti verður ásett:
§ 1. Fjarskiftisútbúnaður, ið skal nýtast í Føroyum, skal verða CE-merktur, sambært skjali 1.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2016.
Fjarskiftiseftirlitið, 11. desember 2015
Jógvan Thomsen (sign.)
/ Jóhan Troest Davidsen (sign.)
Skjal 1
CE-merki
1. CE-merking
CE er stytting fyri Conformité Européenne og merkir evropeisk einsháttan.
CE-merking inniheldur bókstavirnar CE. Skriftslagið er sum víst á mynd niðanfyri
CE-merkingin skal í minsta lagi verða 5 mm í hædd. Um CE-merkingin verður minka ella víðka, skal lutvísa avmyndin, sum sett omanfyri framhaldandi lúkast. CE-merkingin verður sett á tólið, útbúnaðin ella á spjaldrið.