Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. august 2021Nr. 130
Kunngerð um endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing innan Almannaverkið
Við heimild í § 37, stk. 4 og § 38, stk. 4 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur verður ásett:
Endurvenjing
§ 1. Endurvenjing sbrt. hesi kunngerð verður veitt grundað á eina fakliga meting hjá Almannaverkinum.
Stk. 2. Endurvenjing verður veitt sum bólkavenjing, einstaklingavenjing ella sum ein samanseting av báðum.
Stk. 3. Endurvenjingin endar, tá ið Almannaverkið, grundað á eina fakliga meting, staðfestir, at førleikin er endurvunnin, ella at førleikin ikki kann endurvinnast.
§ 2. Áðrenn endurvenjing verður sett í verk, skal Almannaverkið í samstarvi við borgaran leggja eina endurvenjingarætlan.
Stk. 2. Endurvenjingarætlanin skal í minsta lagi fevna um:
1) frágreiðing um førleikar, herundir mistar førleikar hjá persóninum,
2) hvar og hvussu endurvenjingin skal fara fram,
3) eitt høvuðsmál og eitt ella fleiri stutttíðarmál við endurvenjingini,
4) hvør samskipar arbeiðið við endurvenjingini sbrt. § 3,
5) innihaldið í endurvenjingini,
6) nær endurvenjingin skal byrja,
7) nær endurvenjingin væntandi endar,
8) nær eftirmetingar skulu verða gjørdar, og
9) samtykki frá persóni um, at endurvenjingarætlanin kann latast øðrum viðkomandi myndugleikum.
Stk. 3. Almannaverkið skal sbrt. avtalu við persónin lata avvarðandi kommunu ella sjúkrahúsi endurvenjingarætlanina, um endurvenjing skal halda áfram har.
§ 3. Almannaverkið tilnevnir eitt starvsfólk at hava ábyrgdina av at samskipa endurvenjingartilboðið til persónin sbrt. stk. 2 og 3.
Stk. 2. Um mett verður, at persónur, ið fær endurvenjing frá Almannaverkinum, tørvar endurvenjing frá sjúkrahúsi ella kommunu, skal Almannaverkið samstarva við sjúkrahúsi ella kommununa.
Stk. 3. Um mett verður, at persónur, ið fær endurvenjing frá sjúkrahúsi ella kommunu, tørvar endurvenjing frá Almannaverkinum, skal Almannaverkið samstarva við sjúkrahúsi ella kommununa.
Stk. 4. Samstarv sbrt. stk. 2 og 3 skal setast í verk skjótast gjørligt.
§ 4. Endurvenjing fer fram í venjingarhølum, ið Almannaverkið hevur atgongd til kring landið, og so nær bústaðnum hjá viðkomandi, sum gjørligt.
Stk. 2. Endurvenjingin ella partar av endurvenjingini kann verða framd í heiminum, um umstøðurnar loyva hesum og tað verður mett gagnligt fyri úrslitið av venjingini.
Viðlíkahaldsvenjing
§ 5. Viðlíkahaldsvenjing sbrt. hesi kunngerð verður veitt grundað á eina fakliga meting hjá Almannaverkinum.
Stk. 2. Viðlíkahaldsvenjing er málrættað venjing fyri at fyribyrgja førleikamissi, fasthalda ella betra um verandi førleika, ella fyri at seinka sjúkugongdina. Viðlíkahaldsvenjing fevnir um viðlíkahald av likamligum førleikum, herundir taluvenjing.
Stk. 3. Viðlíkahaldsvenjing verður í høvuðsheitum veitt sum bólkavenjing.
Stk. 4. Viðlíkahaldsvenjingin endar, tá ið Almannaverkið, grundað á eina fakliga meting, staðfestir, at venjingin ikki munar nakað fyri førleikarnir hjá borgaranum.
§ 6. Áðrenn viðlíkahaldsvenjing verður sett í verk, skal Almannaverkið í samráð við persónin leggja eina viðlíkahaldsvenjingarætlan.
Stk. 2. Viðlíkahaldsvenjingarætlanin skal í minsta lagi fevna um:
1) stutta frágreiðing um førleikar, herundir mistar førleikar hjá persóninum,
2) hvar og hvussu viðlíkahaldsvenjingin fer fram,
3) eitt høvuðsmál fyri viðlíkahaldsvenjingini,
4) hvør samskipar arbeiðið við viðlíkahaldsvenjingini sbrt. § 7,
5) nær viðlíkahaldsvenjingin byrjar, og
6) samtykki frá persóni um, at viðlíkahaldsvenjingarætlanin kann latast øðrum viðkomandi myndugleikum.
Stk. 3. Viðlíkahaldsvenjing verður í mesta lagi játtað fyri 24 mánaðir í senn, sbr. tó § 9, stk. 3.
§ 7. Almannaverkið tilnevnir eitt starvsfólk at hava ábyrgdina av at samskipa viðlíkahaldsvenjingartilboðið til persónin sbrt. stk. 2 og 3.
Stk. 2. Um mett verður, at persónur, ið fær viðlíkahaldsvenjing frá Almannaverkinum, tørvar viðlíkahaldsvenjing frá sjúkrahúsi ella kommunu, skal Almannaverkið samstarva við sjúkrahús ella kommununa.
Stk. 3. Um mett verður, at persónur, ið fær viðlíkahaldsvenjing frá sjúkrahúsi ella kommunu, tørvar viðlíkahaldsvenjing frá Almannaverkinum, skal Almannaverkið samstarva við sjúkrahúsi ella kommununa.
Stk. 4. Samstarv sbrt. stk. 2 og 3 skal setast í verk skjótast gjørligt.
§ 8. Viðlíkahaldsvenjing fer fram í venjingarhølum, ið Almannaverkið hevur atgongd til kring landið, og so nær bústaðnum hjá viðkomandi sum gjørligt.
Stk. 2. Viðlíkahaldsvenjingin ella partar av viðlíkahaldsvenjingini kann verða framd í heiminum, um umstøðurnar loyva hesum, og tað verður mett gagnligt fyri úrslitið av venjingini.
Umsókn
§ 9. Umsókn um endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing skal sendast Almannaverkinum á serligum umsóknarblaði.
Stk. 2. Um persónur er í einum endurvenjingartilboði, sum ikki heldur fram, kann Almannaverkið uttan nýggja umsókn meta um, um viðkomandi skal hava tilboð um viðlíkahaldsvenjing.
Stk. 3. Er persónur í viðlíkahaldsvenjingartilboði, ger Almannaverkið innan 24 mánaðir nýggja meting av støðuni hjá viðkomandi. Verður mett, at tørvur er á framhaldandi viðlíkahaldsvenjing, kann Almannaverkið, uttan nýggja umsókn, veita tilboð um at leingja viðlíkahaldsvenjingina.
§ 10. Almannaverkið kann játta persóni, sum fær endurvenjing frá Almannaverkinum, stuðul til hjálparráð sbrt. § 29, stk. 1 í løgtingslógini, hóast viðkomandi ikki lýkur treytina um varandi tørv, um mett verður, at hjálparráðið kann stuðla undir, at persónurin kann endurvinna mistar førleikar.
Gildiskoma og úrgildisseting
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2021, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 20 frá 21. mars 2017 um endurvenjing innan Almannaverkið.
Almannamálaráðið, 24. august 2021
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)