Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. desember 2010Nr. 128
Kunngerð um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum
Við heimild í § 26, § 27, § 29, stk. 1, § 30, § 32, stk. 1, § 32, stk. 2, § 34, § 35, stk. 1 og 3, § 46, § 52, stk. 4, og § 58, stk. 4-5, í løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010 um matvørur v.m., verður ásett:
1. kapittul
Øki og allýsingar
§ 1. Henda kunngerð fevnir um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum v.m., jvb. tó stk. 2.
Stk. 2. Um ikki annað er ásett í aðrari lóggávu, galda ásetingarnar í hesi kunngerð fyri virksemi, sum fevnir um viðgerð, keyp og sølu av fiski og fiskavørum á sjógvi og á landi og virksemi, sum fer fram á fiskiførum.
§ 2. Um ikki annað er ásett í hesi kunngerð eru allýsingar í ES fyriskipan nr. 178/2002 frá 28. januar 2002 um meginreglur og krøv í matvørulóggávu galdandi.
§ 3. Eftir kunngerðini er at skilja:
1) Matvøruvirki: Eitt og hvørt virki, alment ella privat, sum við ella uttan vinningi fyri eyga, fæst við eitt og hvørt virksemi, sum er partur av einum og hvørjum liði í framleiðslu, hagreiðing ella veitan av matvøru.
2) Hagreiðing: Ein og hvør handfaran av matvøru, sum hevur við sær eina broyting av matvøruni, t.d. frysting, hitaviðgerð ella útskering.
3) Veitan: Ein og hvør søla, latan, flutningur og útflýggjan av matvørum ella fóðri, líkamikið um hetta fer fram við vinningi fyri eyga ella ikki.
4) Smásøla: Ein og hvør hagreiðing, viðgerð og goymsla av matvørum á tí staði, tær verða veittar til endabrúkaran, undir hesum eisini matstovur, virkismatstovur, stovnskøkar og aðrar matarveitingarskipanir, umframt handlar, útbýtingarstøðir og heilsølur.
5) Matvørur, sum spillast skjótt: Matvørur, sum eftir stutta goymslu í stovuhita byrja at fáa útsjónd, lukt ella smakk, sum víkir frá, ella sum kunnu gerast gróðrarlendi fyri framvøkstri av sjúkuelvandi mikroorganismum til eitt støði, ið kann vera heilsuskaðiligt.
2. kapittul
Løggilding av matvøruvirkjum
§ 4. Matvøruvirki, sum hevur til endamáls at veita matvørur til eitt annað matvøruvirki, kann byrja, tá løggilding er fingin til hetta virksemi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
§ 5. Smásøluvirki, ið fevnir um sølu ella viðgerð av matvørum, og heilsøluvirki, ið fevnir um sølu, goyming, áfylling, pakking, umpakking ella flutning av matvørum, kann byrja, tá løggilding er fingin til hetta virksemi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Stk. 2. Tað sama er galdandi fyri sølu av matvørum á gistingarhúsum, matstovum og fyri virkismatstovur og stovnskøkar við fleiri enn 12 føstum kostgangarum, og fyri høli, ið verða leigað út til matgerð og/ella borðreiðing.
§ 6. Hagreiðing av matvørum, sum fer fram á øðrum staði enn tí øki, har vørurnar verða veittar endabrúkaranum, kann verða løggildað sambært § 5, um veitingin fer fram frá einum einstøkum føstum ella koyrandi sølustaði, og um hagreiðingin og veitingin verður fyriskipað av sama eigara ella brúkara.
§ 7. Matvøruvirki mugu ikki, uttan serligt loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, takast við annað virksemi enn tað, sum løggildingin fevnir um.
Stk. 2. Høli, amboð og innbúgv mugu bert nýtast til tað virksemi, sum løggildingin fevnir um. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann tó í serligum førum loyva, at høli, amboð og innbúgv verða nýtt til virking av øðrum matvørum, antin samstundis ella tá vanliga virksemi ikki fer fram.
3. kapittul
Skráseting av matvøruvirkjum
§ 8. Niðanfyrinevnda virksemi, sum hevur til endamáls at veita matvørur til onnur virki, kann byrja, tá matvøruvirkið hevur fingið váttan um, at matvøruvirkið er skrásett hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni:
1) Virki, sum einans takast við at goyma, flyta ella veita matvøru, sum ikki spillist skjótt, og
2) virki, sum einans takast við at veita matvøru, uttan at henda matvøra verður goymd á virkinum.
§ 9. Niðanfyrinevnda virksemi, sum hevur til endamáls at veita matvørur í smásølu, kann byrja, tá matvøruvirkið hevur fingið váttan um, at matvøruvirkið er skrásett hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni:
1) Avmarkað hagreiðing av matvøru, t.d. at skera sundur breyð, køkur, frukt og grønmeti, mala kaffibønir o.tíl., um ikki heilsufrøðiligir trupulleikar eru tengdir at hesum virksemi,
2) hagreiðing ella veitan av matvørum, ið ikki spillast skjótt,
3) goymsla, flutningur ella veitan av matvørum, sum spillast skjótt, um matvøran er pakkað á hóskandi hátt, og
4) virksemi, sum bert fevnir um veitan av matvørum, og ikki um goymslu av matvørum.
§ 10. Matvøruvirki mugu ikki, uttan serligt loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, takast við annað virksemi enn tað, sum skrásetingin fevnir um.
Stk. 2. Høli, amboð og innbúgv mugu bert nýtast til tað virksemi, sum skrásetingin fevnir um. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann tó í serligum førum loyva, at høli, amboð og innbúgv verða nýtt til virking av øðrum matvørum, antin samstundis ella tá vanliga virksemi ikki fer fram.
4. kapittul
Skráseting av serligum virksemi
§ 11. Innflutningur av matvørum frá samhandilslondum ella triðjalondum við veitan sum endamáli kann bert verða framdur av virkjum, sum eru løggildað ella skrásett sambært §§ 4-10.
Stk. 2. Innflutningur eftir stk. 1 kann byrja, tá virkið er ávikavist løggildað av ella skrásett hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og virkið hevur fingið fráboðan um hetta.
5. kapittul
Virksemi, sum er undantikið løggilding og skráseting
§ 12. Niðanfyrinevnda virksemi, sum hevur til endamáls at veita vøru beinleiðis til endabrúkaran, skal ikki verða løggildað ella skrásett, um ikki heilsufrøðiligir trupulleikar eru tengdir at hesi hagreiðing:
1) Veitan av føroyskum seyða- og neytakjøti við durasølu til endabrúkaran,
2) veitan av matvøru til vitjandi í privata húsarhaldinum (Heimablídni),
3) veitan av morgunmati í sambandi við Ból og Bita í privata húsarhaldinum,
4) veitan av matvøru á virkismatstovum og stovnskøkum, sum hava færri enn 12 fastar kostgangarar, og
5) hissini søla av matvørum, sum bert fer fram til serlig høvi, t.d. í sambandi við stevnur, framsýningar og lýsingarátøk.
6. kapittul
Umsókn og treytir fyri løggilding og skráseting
§ 13. Skrivlig umsókn um løggilding verður latin Heilsufrøðiligu starvsstovuni á serligum oyðublað. Virkir, sum søkja um løggilding, skulu saman við umsóknini lata starvsstovuni eitt avrit av innaneftirlitshandbókini, umframt allar neyðugar upplýsingar.
Stk. 2. Eitt virki, sum fevnir um fleiri framleiðslueindir ella bygningar, sum, orsakað av landafrøðiligari frástøðu, ikki natúrliga eru samanhangandi, skal søkja um løggilding fyri hvørja einstaka framleiðslueind ella bygning.
Stk. 3. Løggildingartreytirnar kunnu áseta, at virkið fyri egnan kostnað skal lata gera bakteriologiskt og kemiskt eftirlit ella annað rakstrareftirlit við teimum vørum, ið verða hagreiddar og veittar, og hava eftirlit við reinførisviðurskiftunum á virkinum.
Stk. 4. Heilsufrøðiliga starvsstovan boðar skrivliga frá, um løggilding verður givin. Um neyðugt, inniheldur løggildingin serlig krøv, t.d. viðvíkjandi innrætting, framleiðsluslagi og -nøgd.
Stk. 5. Virkinum verður tillutað eitt løggildingarnummar, og skal øll vøra, sum verður veitt frá hesum virki, vera merkt við antin løggildingarnummarinum ella atstaði virkisins.
§ 14. Umsókn um skráseting skal verða send Heilsufrøðiligu starvsstovuni á serligum oyðublað. Virkir, sum søkja um skráseting, skulu saman við umsóknini lata starvsstovuni allar neyðugar upplýsingar.
Stk. 2. Eitt virki, sum fevnir um fleiri framleiðslueindir ella bygningar, sum, orsakað av landafrøðiligari frástøðu, ikki natúrliga eru samanhangandi, skal søkja um skráseting fyri hvørja einstaka framleiðslu-eind ella bygning.
7. kapittul
Endurnýggjan og afturtøka av løggilding ella skráseting
§ 15. Í hesum førum skal søkjast um nýggja løggilding:
1) um munandi broytingar verða framdar av løggildaðu framleiðslueindunum ella bygningunum,
2) um munandi broytingar verða framdar í innrættingini av virkinum, og
3) um munandi broytingar verða framdar í framleiðsluhátti ella vøruúrvali.
§ 16. Tann, sum yvirtekur eitt løggildað ella skrásett virki, skal í seinasta lagi yvirtøkudagin fráboða yvirtøkuna til Heilsufrøðiligu starvsstovuna.
Stk. 2. Fráboðanin skal innihalda upplýsing um, um nýggi eigarin ynskir nýggja løggilding ella skráseting.
§ 17. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann viðgera eina løggilding av nýggjum, tá fimm ár eru liðin síðani løggilding var givin.
§ 18. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann taka aftur eina løggilding ella strika eina skráseting ella geva boð um, at raksturin skal steðga, um so er, at:
1) virkið ikki longur lýkur treytirnar fyri løggilding ella skráseting,
2) grundarlagið undir løggildingini ella skrásetingini broytist munandi, ella
3) eini boð ella forboð frá Heilsufrøðiligu starvstovuni ikki verða fylgd.
Stk. 2. Afturtøka av løggilding ella striking av skráseting hevur virknað frá tí, at avgerðin um afturtøku ella striking er fráboðað virkinum, um ikki annað er ásett í aðrari lóggávu ella í avgerðini.
Stk. 3. Í sambandi við endurnýggjan av eini løggilding ella skráseting, sum er tikin aftur av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan áseta serliga treytir, sum eru grundaðar á virkisraksturin o.a. frammanundan afturtøkuni ella strikingini.
8. kapittul
Krøv til innaneftirlitsstarvsstovur
§ 19. Sýni, sum verða tikin sum liður í innaneftirliti virkisins, skulu verða kannað á eini starvsstovu, sum hevur eina skjalfesta góðskuskipan, sum er grundað á akkreditering, góðkenning ella á eina góðskuskipan, sum er grundað á viðurkendar meginreglur innan góðskutrygging av starvsstovum.
9. kapittul
Revsiásetingar
§ 20. Um ikki hægri revsing er uppiborin eftir lóggávuni annars, verður við bót revsaður tann, sum
1) ikki heldur ásetingarnar í §§ 4, 5, 6, 7, 8, 9, 10 og 11, § 13, stk. 5, § 15 og § 19, ella
2) ikki lýkur treytirnar í § 13, stk. 1-4, og § 14.
Stk. 2. Revsingin, ásett í stk. 1, kann verða herd til fongsul í upp til 2 ár, um gerðin ella undanlátið er framt tilætlað ella av grovum ósketni, og um henda gerð ella undanlát hevur havt við sær
1) fólkaskaða ella vanda fyri fólkaskaða, ella
2) fíggjarligan vinning, ella ætlan um fíggjarligan vinning, fyri viðkomandi sjálvan ella onnur.
Stk. 3. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
§ 21. Verður eitt brot ikki mett at hava við sær harðari revsing enn bót, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan boða frá, at málið kann verða gjørt av uttan rættarsókn, um tann, sum hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og váttar innan eina nærri ásetta freist, ið eftir umsókn kann verða longd, at rinda eina í fráboðanini ásetta bót.
10. kapittul
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 22. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, jvb. tó stk. 3.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi § 12, stk. 3, í kunngerð nr. 122 frá 24. august 2001 um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á landi.
Stk. 3. Fyri virki, sum við vinningi fyri eyga, takast við at slátra seyð og neyt fyri onnur, kemur kunngerðin í gildi 1. september 2011.
Vinnumálaráðið, 28. desember 2010
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)