19. september 2022Nr. 128
Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum
(Undantak fyri at landa makrel, sum er veiddur í norskum sjógvi, í Noreg til og við 31. desember 2022)
§ 1
Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 16 frá 10. mars 2020, kunngerð nr. 40 frá 22. apríl 2021, kunngerð nr. 127 frá 24. august 2021, kunngerð nr. 154 frá 6. desember 2021 og kunngerð nr. 50 frá 22. apríl 2022, verður í § 1 sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Makrelur, sum føroysk fiskifør fiska í norskum sjógvi í 2022, er undantikin kravinum um landing og avreiðing um bryggjukant í Føroyum, tá makrelurin verður landaður og avreiddur í Noreg.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2023.
Fiskimálaráðið, 19. september 2022
Árni Skaale (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)