Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. juli 2020Nr. 125
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum
(Koppseting ímóti pneumokokkum)
§ 1
Í kunngerð nr. 126 frá 2. desember 2015 um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum, sum broytt við kunngerð nr. 148 frá 22. november 2018, kunngerð nr. 116 frá 19. juli 2019 og kunngerð nr. 134 frá 25. oktober 2019, verður aftan á § 6 a, men áðrenn yvirskriftina yvir § 7 sett:
“Koppseting ímóti pneumokokkum til ávísar persónar
§ 6 b. Tilboð um ókeypis koppseting ímóti pneumokokkum verður veitt til fylgjandi persónar, ið eru búsitandi í Føroyum:
1) Persónar, sum fáa bútilboð, sum eru skipað sambært §§ 27, 32 og 32 e í forsorgarlógini og sambært § 13, stk. 2, nr. 1, 2 og 3 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
2) Persónar, sum hava fylt 65 ár.
3) Persónar, sum hava eina av hesum varandi sjúkum, ið nevndar eru undir litra a-h, eftir eini læknaligari meting.
a) Persónar uttan milt, ella har miltið ikki virkar, sum tað skal.
b) Persónar, har andadrátturin er ávirkaður av, at vøddamegin er niðursett.
c) Persónar, sum hava órinsbrek, immundefekt, ið antin er viðfødd ella íkomin.
d) Persónar við leka av heilavætu, liquor-lækage.
e) Persónar, sum hava havt invasiva pneumokoksjúku, pneumokokkbruna í blóðinum ella pneumokokk-meningitis.
f) Persónar, sum hava fingið Cochlear implantatión.
g) Persónar, sum hava fingið upprunakyknuflutning, stamcelletransplantation.
h) Persónar, sum hava fingið yrkisgagns-flutning, organtransplantation.
4) Persónar yngri enn 18 ár, sum hava sjúku ella støðu, ið hevur við sær sera stóran vanda fyri at fáa invasiva pneumokokk sjúku, ið eru nevndar undir litra a-h, eftir eini læknaligari meting.
a) Persónar við hjartasjúku, ið hevur við sær niðursetta iltmettan í blóðinum, cyanotiske hjertesygdomme.
b) Persónar, sum hava hjartaviknan, hjerteinsufficiens.
c) Persónar, sum hava fingið palliativa skurð-viðgerð fyri hjartasjúku.
d) Persónar, sum hava týðandi fylgir á blóðrenslið eftir hjartaskurðviðgerð.
e) Persónar við varandi lungnalíðing, t.d. cystiska fibrosu.
f) Persónar, sum hava niðursett lungnavirkni, orsakað av veikum andadráttsvøddum, hypodynamisk respirationsinsufficiens.
g) Persónar, sum hava nefrotisk sjúkueyðken-ni, nefrotisk syndrom.
h) Persónar, sum hava órinsverjubrek, immundefekter, undantikið agammaglobulinæmi og SCID.
5) Persónar, sum hava aðrar álvarsamar sjúkur ella eru í eini hættisligari støðu, sum eftir ítøkiligu meting læknans, hevur við sær sera stóran vanda fyri at fáa invasiva pneumokokksjúku.
Stk. 2. Koppsetingin verður veitt sum ein 23-valent pneumokokk koppseting.
Stk. 3. Koppsetingin eftir stk. 1, nr. 2-4, verður veitt til persónar, sum ikki eru koppsettir seinastu 6 árini, ella eftir eini læknaligari meting við støði í eini andevnismáting, antistofmåling.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2020.
Heilsumálaráðið, 30. juli 2020
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)