Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. september 2022Nr. 124
Kunngerð um forskriftir, heilivágsbílegging og skamtlutan av heilivági
Við heimild í § 9, stk. 1, § 13, stk. 1, §§ 17, 20 og 30 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991 og løgtingslóg nr. 14 frá 16. mars 2015, verður ásett:
Kapittul 1
Allýsingar
§ 1. Hendan kunngerð fevnir um forskriftaskyldigan heilivág.
§ 2. Forskrift er at skilja sum ávísing frá lækna, tannlækna ella djóralækna til apotek um útflýggjan av heilivági.
Stk. 2. Heilivágsbíleggingar er at skilja sum bílegging frá apoteki av:
1) heilivági til heilivágsgoymslu t.e. goymslu á sjúkrahúsi og øðrum viðgerðarstovni,
2) heilivági til sjúkrahúsdeildir og deildir á tílíkum stovni,
3) heilivági til onnur endamál, sbrt. §§ 69-80,
4) heilivági til vaktlæknaskipanina og kommunulæknaskipanina, og
5) nasasprey við naloxon til viðgerð av ov stórum skamti av opioidum.
Stk. 3. Skamtanarforskrift er at skilja sum ein ávísing frá lækna til apotek um útflýggjan av einum sertilbúningi, sum á apoteki skal pakkast til skamtlutan av heilivági.
Stk. 4. Skamtlutaður heilivágur er heilivágur, sum verður pakkaður á framleiðsluapotekinum í skamtposar, sum eru ætlaðir til ítøkiligu nýtsluna av heilivágnum. Skamtposar innihalda ein ella fleiri skamtar av einum ella fleiri sertilbúningum.
Stk. 5. Skamtur er at skilja sum ein avmáldur partur.
Stk. 6. Magistrellur heilivágur er at skilja sum heilivágur, ið er gjørdur á apoteki til einstakan heilivágsbrúkara ella einstakt djór eftir forskrift frá lækna, tannlækna ella djóralækna.
Stk. 7. Sertilbúningar eru heilivágar, sum ætlaðir eru at reka handil við og útflýggja til nýtaran í upprunapakking framleiðarans undir tí navni, framleiðarin hevur kosið.
Kapittul 2
Forskriftaskylda og útflýggjanarbólkar
§ 3. Skrásetingarráðið avger, hvør heilivágur skal vera forskriftaskyldigur, og hvønn útflýggjanarbólk heilivágur skal setast í, sbrt. § 6.
§ 4. Tá støða verður tikin til, hvør heilivágur skal leggjast undir serligt eftirlit, skal serligani vektast um heilivágurin:
1) inniheldur rúsandi evni, ið eru á lista A-C í skjali 1 í bekendtgørelse for Færøerne om euforiserende stoffer, um nøgdin ikki er undantikin ásetingunum í nevndu kunngerð,
2) við nýtslu í ósamsvari við leiðbeining kann hava við sær váða fyri misbrúki og bundinskapi, ella
3) inniheldur evni við nýggjum ella serligum eginleikum, ið av trygdarávum átti at verið lagt undir serligt eftirlit.
Stk. 2. Magistrellur heilivágur, ið inniheldur evni fevnd av bekendtgørelse for Færøerne om euforiserende stoffer, skal leggjast undir serligt eftirlit, sbrt. § 6.
§ 5. Tá støða verður tikin til, hvør heilivágur skal vera forskriftaskyldigur, skal serligur dentur leggjast á, um heilivágurin kann ávirka sjúklingatrygdina, og um heilivágurin:
1) beinleiðis ella óbeinleiðis hevur heilsuvanda við sær, hóast talan er um vanliga nýtslu, um hann verður nýttur uttan læknaligt eftirlit,
2) beinleiðis ella óbeinleiðis hevur heilsuvanda við sær, tí hann ofta og í stóran mun verður nýttur skeivt,
3) inniheldur evni ella tilbúgvingar, hvørs ávirkan ella hjáárin eru neyðug at hava eftirlit við, ella
4) skal gevast parenteralt t.e. innsprænast ella líknandi.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1, er fylgjandi heilivágur altíð forskriftaskyldigur:
1) Magistrellur heilivágur, og
2) heilivágur, ið ikki er marknaðarførdur í Føroyum.
§ 6. Skrásetingarráðið býtur, sbrt. § 3, forskriftaskyldigan heilivág í fylgjandi bólkar:
1) Útflýggjanarbólkur, A § 4.
2) Útflýggjanarbólkur, A.
3) Útflýggjanarbólkur, B.
4) Útflýggjanarbólkur, BEGR.
5) Útflýggjanarbólkur, NB-S.
6) Útflýggjanarbólkur, A § 4-BEGR.
7) Útflýggjanarbólkur, A § 4-NB-S.
Stk. 2. Heilivágur í útflýggjanarbólki, A § 4, kann bert útflýggjast eina ferð eftir somu forskrift, uttan so, at heilivágurin er ávístur sum skamtanarforskrift. Útflýggjanarbólkur APK, sbrt. § 6, stk. 1, nr. 12 í bekendtgørelse om recepter og dosisdispensering af lægemidler, sbrt. skjali 3, er at meta sum útflýggjanarbólkur A.
Stk. 3. Heilivágur í útflýggjanarbólki A, kann bert útflýggjast eina ferð eftir somu forskrift, uttan so, at útflýggjað verður í fleiri smærri nøgdum. Hetta ger seg tó ikki galdandi, um heilivágurin er ávístur sum skamtanarforskrift. Telefonforskriftir ella pappírsforskriftir kunnu bert avgreiðast eina ferð. Útflýggjanarbólkarnir AP og GA, sbrt. § 6, stk. 1, nr. 10 og 14 í bekendtgørelse om recepter og dosisdispensering af lægemidler, sbrt. skjali 3, er at meta sum útflýggjanarbólkur A.
Stk. 4. Heilivágur í útflýggjanarbólki B, kann bert útflýggjast eina ferð eftir somu forskrift, uttan so, at á forskriftini stendur, hvussu ofta útflýggjast skal. Hetta ger seg tó ikki galdandi, um heilivágurin er ávístur sum skamtanarforskrift. Telefonforskriftir ella pappírsforskriftir kunnu bert avgreiðast eina ferð. Útflýggjanarbólkarnir BP og BPK og GB, sbrt. § 6, stk. 1, nr. 11, 13 og 15 í bekendtgørelse om recepter og dosisdispensering af lægemidler, sbrt. skjali 3, er at meta sum útflýggjanarbólkur B.
Stk. 5. Heilivágur í útflýggjanarbólki BEGR, kann bert útflýggjast til sjúkrahús. Heilivágurin skal útflýggjast eftir somu krøvum, ið galdandi eru fyri heilivág í útflýggjanarbólki A.
Stk. 6. Heilivágur í útflýggjanarbólki NB-S, kann bert útflýggjast til sjúkrahús ella eftir forskrift frá sjúkrahúslæknum ella ávísum serlæknum. Skrásetingarráðið avger fyri hvønn einstakan heilivág, hvør serlækni fær loyvi at ávísa heilivágin. Heilivágurin skal útflýggjast eftir somu krøvum, ið galdandi eru fyri heilivág í útflýggjanarbólki A.
Stk. 7. Heilivágur í útflýggjanarbólki A § 4-BEGR, kann bert útflýggjast til sjúkrahús. Heilivágurin skal útflýggjast eftir somu krøvum, ið galdandi eru fyri heilivág í útflýggjanarbólki A § 4.
Stk. 8. Heilivágur í útflýggjanarbólki A § 4-NB-S, kann bert útflýggjast til sjúkrahús ella eftir forskrift frá sjúkrahúslæknum ella ávísum serlæknum. Skrásetingarráðið avger fyri hvønn einstakan heilivág, hvør serlækni fær loyvi at ávísa heilivágin. Heilivágurin skal útflýggjast eftir somu krøvum, ið galdandi eru fyri heilivág í útflýggjanarbólki A § 4.
§ 7. Tá støða verður tikin til, hvør heilivágur skal vísast til útflýggjanarbólk BEGR, NB-S, A § 4-BEGR og A § 4-NB-S, skal serligani vektast, um heilivágurin:
1) hevur serliga heiliráðfrøðiligan eginleika ella við atliti til fólkaheilsuna átti at verið lagdur burturav til viðgerð á sjúkrahúsi,
2) verður brúktur til viðgerð av sjúku, ið verður diagnostiserað á sjúkrahúsi o.a., ella
3) hóast ætlaður til ambulanta nýtslu, krevur serkunnleika og eitt serligt eftirlit.
§ 8. Heilivágur uttan marknaðarloyvi, undir hesum magistrellur heilivágur, skal útflýggjast eftir ásetingum, ið galdandi eru fyri útflýggjanarbólk A, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Tann í stk. 1 nevndi heilivágur skal útflýggjast eftir ásetingum, ið galdandi eru fyri útflýggjanarbólk A § 4, um hann inniheldur:
1) rúsandi evni, ið eru á lista A-B í skjali 1 í bekendtgørelse for Færøerne om euforiserende stoffer, um nøgdin ikki er undantikin ásetingum í nevndu kunngerð,
2) møgulig salt og simpul derivatir við líknandi eyðkennum sum evni, nevnd í nr. 1, ella
3) evni sbrt. skjali 1 í hesi kunngerð.
Kapittul 3
Ávísing, gildi og læknaforskriftanna og tannlæknaforskriftanna innihald o.a.
Ávísing og gildi
§ 9. Læknar og tannlæknar kunnu, sum liður í teirra virksemi, ávísa heilivág til nýtslu hjá ávísum heilivágsbrúkara ella til nýtslu í praksis.
§ 10. Forskriftir skulu ávísast talgilt umvegis galdandi talgildu heilsuskipan hjá heilsumyndugleikanum, THS.
Stk. 2. Landsapotekarin kann geva loyvi at víkja frá stk. 1, soleiðis at ávísast kann umvegis krypteraðan teldupost, telefon ella pappír. Telefonforskriftir og pappírsforskriftir skulu einans nýtast, um serlig viðurskifti tala fyri hesum, t.d. tá ólag kemur á THS ella í støðum, har læknar í styttri tíðarskeiðum arbeiða í Føroyum.
Stk. 3. Forskriftir til skamtlutan kunnu bert ávísast talgilt umvegis THS.
Stk. 4. Stk. 3 er ikki galdandi fyri ávísing til persónar, sjúkrahús og viðgerðarstovnar eftir § 81, nr. 1.
§ 11. Forskrift er gildig í 2 ár eftir dagfesting, sbr. tó stk. 2. Forskrift ávíst av vaktlækna er gildig í 7 dagar eftir dagfesting.
Stk. 2. Forskriftaávísari kann kortini, við átekning á forskrift, ógilda forskriftina áðrenn 2 ár eftir dagfesting ella áseta, at forskriftin skal vera gildig frá einum nærri ásettum tíðspunkti.
Stk. 3. Ein forskrift kann í mesta lagi framdagfestast 3 mánaðir.
§ 12. Apotekið skal eftir skrivligari umbøn frá heilivágsbrúkaranum, útflýggja yvirlit yvir avgreiddar forskriftir.
Felags reglur fyri innihaldið í læknaforskriftum og tannlæknaforskriftum
§ 13. Ein forskrift frá lækna ella tannlækna skal einans innhalda tær upplýsingar, sum krevjast, sbrt. hesi kunngerð, og aðrar upplýsingar, ið eru neyðugar fyri at fáa forskriftina avgreidda á apotekinum.
§ 14. Ein forskrift skal innihalda:
1) dagfesting fyri ávísing, og
2) navn, starv, adressu og telefonnummar hjá forskriftaávísara.
Stk. 2. Á eini heilivágsforskrift til nýtslu í starvi hjá forskriftaávísa, skal áteknast “Til nýtslu í starvi”.
§ 15. Ein forskrift skal innihalda P-tal, navn og bústað hjá heilivágsbrúkaranum, ið forskriftin er stílað til.
Stk. 2. Kann P-tal í serligum føri ikki útvegast, verður heilivágurin útflýggjaður við at tilskila navn, føðingardag og bústað.
§ 16. Ein forskrift, ávísandi ein sertilbúning, sum er skrásett í Føroyum, skal innihalda handilsnavn á heilivágnum, heilivágsform, styrki, um fleiri styrkir eru, og nøgd. Styrki og nøgd skal viðmerkjast eintýtt og soleiðis, at broytingar ikki kunnu gerast á.
§ 17. Á forskrift skal standa leiðbeining um, hvussu heilivágurin verður nýttur, hvat heilivágurin verður nýttur til og eintýdd skamt. Tilskilast skal, hvussu ofta heilivágurin skal takast fyri hvørja tíðareind, t.e. dag, viku, mánað o.a. Leiðbeiningin skal vera eyðskild.
Stk. 2. Á forskrift kann verða víst til leiðbeining, sum heilivágsbrúkari skrivliga hevur fingið frá forskriftaávísara.
Stk. 3. Stk. 1 er ikki galdandi, um lækni ella tannlækni ávísur heilivág til egna nýtslu ella til nýtslu í starvi sínum.
§ 18. Apotek skulu flýggja út heilivág uttan trygd fyri gjald, tá ið lækni á forskrift tilskilar:
1) at heilivágurin er fyri neyðini beinanvegin, og
2) hvør væntandi seinni skal gjalda fyri heilivágin.
§ 19. Forskriftaávísari kann, við at tilskila ella undirstrika nøgdina, gera kunnugt, at ikki má víkjast frá ávístu nøgdini, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Hevur forskriftaávísari tilskilað ella undirstrikað nøgdina, skal apotekið útflýggja ávístu nøgdina.
Stk. 3. Verður heilivágur ávístur í óvanligum skamti, skal skamtur á pappírsforskrift tilskilast við tølum og bókstavum ella undirstrikast.
Stk. 4. Verður heilivágur ávístur til óvanliga nýtslu, skal nýtslan undirstrikast.
Læknasamleiki
§ 20. Forskriftir, ávístar umvegis THS, skulu innihalda læknasamleika. Læknaforskriftir ella tannlæknaforskriftir skulu altíð innihalda læknasamleika ella tannlæknasamleika.
§ 21. Ein læknaforskrift skal innihalda serlæknaheiti og sjúkrahúsdeild, um forskriftaávísari hevur hesar upplýsingar.
Serligur heilivágur
§ 22. Á forskrift til magistrellan tilbúning, skal heilivágsevni vera týðiliga tilskilað, og um neyðugt skulu hjálparevni eisini vera tilskilað. Eisini skal eintýdd nøgd og styrki verða tilskilað.
Forskriftir, ið ikki eru avgreiddar
§ 23. Er forskrift, heilt ella parvíst ikki avgreidd, kann lækni ella tannlækni strika forskriftina, ið læknin ella tannlæknin sjálvur hevur ávíst.
Stk. 2. Í serligum føri kann lækni ella tannlækni strika forskrift, ávíst av øðrum lækna ella tannlækna.
Skamtanarforskriftir
§ 24. Skamtanarforskriftir skulu innihalda:
1) Upplýsingar um forskriftaávísara sbrt. § 14, stk. 1,
2) upplýsingar um heilivágsbrúkaranum sbrt. § 15, og
3) leiðbeining um, hvussu heilivágurin verður nýttur sbrt. § 17, stk. 1 og 3
Stk. 2. Um annað ikki er tilskilað av lækna, er gildistíðin fyri skamtanarforskriftir í mesta lagi 2 ár frá tí, hon varð ávíst av lækna ella frá tí degi, hon seinast varð broytt.
Stk. 3. Skal pakking av skamtlutaðum heilivági steðgast ella setast á pausu, m.a. við innleggjan á sjúkrahús, skal læknin avskamta heilivágin umvegis THS.
Stk. 4. Apotekið skal, í seinasta lagi frá næstu pakking, seta í verk broytingina, sbrt. stk. 3.
Pappírsforskriftir
§ 25. Pappírsforskriftir skulu vera skilliga og eintýdd orðaðar, skriva við maskin ella væl lesiligari hondskrift. Á pappírsforskrift skulu ikki nýtast styttingar ella tekin, ið kunnu elva til misfatan.
Stk. 2. Pappírsforskriftir skulu einans innihalda eitt pappírsblað.
Stk. 3. Apotekið kann einans avgreiða pappírsforskriftir eina ferð.
§ 26. Pappírsforskriftir skulu innihalda:
1) hondskrivaða undirskrift hjá forskriftaávísara,
2) læknasamleika hjá forskriftaávísara, og
3) ásetta ella stemplaða navn, starvsheitið, bústað og telefonnummar hjá forskriftaávísara.
§ 27. Pappírsforskriftir viðvíkjandi heilivági, ið eru skrásettar í Føroyum, skulu innihalda handilsnavn á heilivágnum, heilivágsform, styrki, um fleiri styrkir eru, og nøgd, sbr. § 16.
§ 28. Pappírsforskriftir skulu útflýggjast á oyðubløðum gjørd til endamálið, og sum eru góðkend av Landsapotekaranum, uttan so at serlig viðurskifti forða hesum. Oyðublaðið kann fáast frá Landsapotekaranum.
Stk. 2. Tær í §§ 14-17 og 19-22 nevndu upplýsingar skulu tilskilast beinleiðis á oyðublaðnum. Forskriftaávísari má ikki festa merkiseðil o.a. á oyðublaðið.
Teldupostforskriftir og telefonforskriftir
§ 29. Apotekið skal frámerkja, “Telefonforskrift”, á serligum oyðublaði gjørt til endamálið.
Stk. 2. Telefonforskriftir kunnu bert avgreiðast eina ferð.
§ 30. Teldupostforskriftir kunnu einans sendast apoteki av forskriftaávísara.
Stk. 2. Apotekið skal einans avgreiða teldupostforskriftir, ið eru móttiknar á krypteraðum teldupostbústaði hjá apoteksverkinum. Eitt ávíst format, góðkent av Landsapotekaranum, skal nýtast.
§ 31. Einans læknar, tannlæknar og djóralæknar kunnu telefonera forskriftir.
Stk. 2. Forskriftaávísari, ið telefonerar forskriftir til apotek, skal lata allar upplýsingar, ið ásettar eru um pappírsforskriftir í hesi kunngerð, sbrt. §§ 25-28.
Kapittul 4
Djóralæknaforskriftir og fiskiheilsulívfrøðingar
§ 32. Djóralæknar kunnu, sum liður í teirra virksemi, ávísa heilivág til ávís djór til nýtslu í starvi ella til víðaraútflýggjan.
§ 33. Fiskiheilsulívfrøðingar kunnu ávísa heilivág til nýtslu í alivinnuni í samsvari við reglurnar í hesum kapitli.
§ 34. Ásetingarnar í § 11, stk. 1, 1. pkt. og stk. 2, §§ 16, 17 og 19, § 25, stk. 1, og § 26 eru eisini galdandi fyri djóralæknaforskriftir.
§ 35. Djóralæknar kunnu ikki ávísa heilivág umvegis THS.
Stk. 2. Tær í hesum kapitli nevndu upplýsingar, skulu tilskilast beinleiðis á serligum oyðublaði, sum er góðkent av Landsapotekaranum. Forskriftaávísari má ikki festa merkiseðil o.a. á oyðublaðið.
Stk. 3. Einans djóralæknar ella fiskiheilsulívfrøðingar kunnu telefonera djóralæknaforskriftir.
§ 36. Djóralæknaforskriftir kunnu einans ávísast fleiri ferðir, um krypteraður teldupostur verður nýttur.
§ 37. Ein djóralæknaforskrift skal innihalda fylgjandi upplýsingar:
1) Navn á djóralækna ella fiskiheilsulívfrøðingi.
2) Navn, bústað og føðingardag hjá eigara av djórinum.
3) Djóraslag.
4) Undirskrift hjá forskriftaávísara.
5) Ásetta ella stemplaða navn, starvsheitið, bústað og telefonnummar hjá forskriftaávísara.
§ 38. Tilskilast skal á forskriftini, hvussu ofta og við hvørjum títtleika heilivágur kann útflýggjast, tá hetta krevst.
§ 39. Hvørja ferð apotekið avgreiðir eina djóralæknaforskrift, skal fylgjandi tilskilast á forskriftini:
1) Dagfesting.
2) Útflýggjaður heilivágur.
3) Útflýggjað nøgd.
Kapittul 5
Avgreiðsla av forskriftum
§ 40. Apotekið kann einans útflýggja forskriftaskyldigan heilivág, tá forskrift fyriliggur, sbr. tó §§ 49 og 50.
§ 41. Apotekarin skal fyriskipa arbeiðsgongdir soleiðis, at álítandi eftirlit er við:
1) at avgreiddar forskriftir eru orðaðar í samsvari við ásetingarnar í kapitlunum 3 og 4,
2) at tilskilan av styrki, skamti og nýtsluøki verður mett rætt, og at greiðu fæst á møguligum spurningum um samvirkan, um fleiri heilivágar verða útflýggjaðir í somu avgreiðslu,
3) at forskrift verður avgreidd og heilivágur verður frámerktur í samsvari við leiðbeiningina á forskriftini og ásetingarnar í hesi kunngerð, og
4) at heilivágsbrúkari, um neyðugt, verður vegleiddur um rætta nýtslu av heilivágnum.
Stk. 2. Apotekarin skal orða leiðreglur, ið lýsa mannagongdir og málsræðisviðurskifti í sambandi við móttøku, avgreiðslu og útflýggjan av forskriftum. Leiðreglurnar skulu góðkennast av Landsapotekaranum.
Stk. 3. Apotekarin skal síggja til, at arbeiðsgongdir o.s.fr. gera tað møguligt, at greiða kann fáast á, hvør hevur viðvirkað til eftirlitið, sbrt. stk. 1, nr. 1-3 í minsta lagi 3 mánaðir eftir, at ein forskrift er avgreidd.
Generisk umbýting
§ 42. Á forskrift skal skilliga síggjast, um forskriftaávísari ikki ynskir umbýti. Hetta verður gjørt við at skriva “ikki umbýtast, -U” ella líknandi. Tá ið “ikki umbýtast, -U” ella líknandi ikki stendur aftanfyri bílagda heilivágin, er § 43 galdandi.
§ 43. Apotekið skal flýggja út bíligasta heilivágin, ið sbrt. listanum yvir heilivág til generisk umbýting, er synonymur við bílagda heilivágin. Hesin listin kann fáast frá Landsapotekaranum.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi, um apotekið ikki hevur bíligasta heilivágin á goymslu.
Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi, tá ið munurin millum søluprísin á bílagda heilivágnum og synonyma heilivágnum, sbrt. listanum yvir heilivág til generisk umbýting, er minni enn 50 kr.
Stk. 4. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri skamtlutan av heilivági.
Stk. 5. Hóast ásetingina í stk. 1 kann apotekið, um heilivágsbrúkari ynskir tað, útflýggja bílagda heilivágin ella annan dýrari heilivág, ið sbrt. listanum yvir heilivág til generisk umbýting er synonymur við bílagda heilivágin.
§ 44. Er umbýtiligur heilivágur at finna á goymslu, ið er bíligari enn tann heilivágur, apotekið ætlar sær at útflýggja, sbrt. § 43, stk. 3, skal heilivágsbrúkari kunnast um hetta. Kunningin skal fevna um prísmunin millum heilivágarnar.
Stk. 2. Stk. 1 er ikki galdandi, um prísmunurin er 25 kr. ella lægri ella um forskriftaávísari hevur tilskilað, at heilivágurin ikki kann umbýtast, sbrt. § 42.
§ 45. Heilivágsbrúkari kann velja ímillum at fáa útflýggjað ávístu pakkingastøddina ella fleiri minni pakkingar.
Stk. 2. Ásetingarnar í § 19, stk. 2 og § 52 um, hvussu nógv útflýggjaði heilivágurin kann víkja frá ávístu nøgdini, ger seg eisini galdandi fyri minni pakkingar sbrt. stk. 1.
Stk. 3. Atgongdin hjá heilivágsbrúkara at fáa útflýggjað heilivágin í minni pakkar fellur ikki burtur, hóast forskriftaávísari hevur valt frá, at umbýting kann henda, sbrt. § 42.
Skamtanarmerkir
§ 46. Apotekið skal á heilivágspakkanum til heilivágsbrúkarar ella djór tilskila fylgjandi:
1) Navn á heilivágsbrúkara ella slag av dýri, og navn á eigara.
2) Leiðbeining, sbrt. § 17, stk. 1.
3) Avgreiðsludagur.
4) Avgreiðslunummar.
5) Tekstur um innihaldsevnini í heilivágnum sum orðað av Landsapotekaranum.
Stk. 2. Á ílat til heilivág til nýtslu í starvi hjá forskriftarávísara, skulu hesar upplýsingar setast:
1) upplýsingarnar nevndar í stk. 1, nr. 3 og 4,
2) navn á forskriftaávísara ella viðtalunummar, og
3) tilskilanin “Til nýtslu í starvi”.
Stk. 3. Á ílat til heilivág, ið verður útflýggjaður til læknar og djóralæknar, tá ið heilivágurin skal útflýggjast víðari, skulu upplýsingarnar nevndar í stk. 1, nr. 3 og 4 tilskilast.
Stk. 4. Upplýsingarnar, sbrt. stk. 1-3, ið apotekið skal seta á ílat til heilivág, skulu prentast ella maskinskrivast á navnaseðli.
Útlendskar forskriftir
§ 47. Forskriftir frá løggildum lækna ella tannlækna í Finnlandi, Íslandi, Noreg ella Svøríki, eru fevndar av hesi kunngerð. Eftirlit skal havast við, at:
1) Forskriftin er ávíst í heimlandi læknans.
2) Forskriftin er dagfest ella endurnýggjað minni enn 2 ár frammanundan, hon verður avgreidd.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1, skulu forskriftir til heilivág, sum eru fevndar av § 4, ikki avgreiðast.
Stk. 3. Hóast ásetingina í stk. 1, kunnu forskriftir til farmaseutiska sertilbúning bert avgreiðast, um so er, at sertilbúningin er skrásett og tøk til sølu bæði her á landi og í heimlandi læknans og inniheldur somu nøgd av virknum evni.
§ 48. Upplýsingar um norðurlendskar læknar og heilivág, ið er tøkur til sølu í Norðurlondum, fæst hjá Landsapotekaranum.
Rætting av forskrift og bráðfeingis viðgerðartørvur
§ 49. Er forskrift ikki orðað í samsvari við ásetingarnar í kapitlunum 3 og 4, skal apotekið royna at bøta um mistakið. Apotekið kunnar forskriftaávísaran um feilir og brek, til tess at ógilda forskriftina og útflýggja eina nýggja.
Stk. 2. Kann apotekið ikki seta seg í samband við forskriftaávísaran, kann apotekið eftir boðum frá øðrum lækna ella tannlækna ógilda upprunaligu forskriftina og gera nýggja telefonforskrift til eina útflýggjan, ið bøtir um feilirnar í upprunaligu forskriftini. Tað skal standa, hvør lækni hevur gjørt telefonforskriftina.
Stk. 3. Er tað ikki møguligt at bøta um feilin ella brekið, ella at fáa greiðu á møguligan iva, skal apotekið ikki avgreiða forskriftina, uttan so, at ongin ivi er um, hvat innihald forskriftaávísari ynskti at geva forskriftini. Apotekið skal tó avgreiða forskriftina, um heilivágsbrúkarin kann fáa álvarsligan skaða av, at heilivágurin ikki verður útflýggjaður, og viðgerðin hjá heilivágsbrúkara tí verður seinkað.
Stk. 4. Apotekið kann útflýggja forskriftaskyldigan heilivág, ið hevur somu ávirkan á viðgerðina, sum ávísti heilivágurin, uttan so, at § 43, stk. 3 er galdandi, og um:
1) apotekið ikki hevur ávísta heilivágin ella synonyman heilivág á goymslu, og
2) heilivágsbrúkarin kann fáa álvarsligan skaða, verður heilivágurin við somu ávirkan á viðgerðina ikki útflýggjaður, og viðgerðin av heilivágsbrúkaranum tí verður seinkað.
Stk. 5. Apotekið skal, skjótast gjørligt, kunna forskriftaávísara ella lækna hjá heilivágsbrúkaranum, tá apotekið ikki hevur møguleika fyri at bøta um feilin ella brekið, ella at fáa greiðu á møguligan iva, sbrt. stk. 3.
§ 50. Apotekið kann í serligum føri, um tað er neyðugt við atliti at heilsuni hjá heilivágsbrúkara, útflýggja forskriftaskyldigan heilivág uttan at fáa víst eina forskrift. Apotekið skal, skjótast gjørligt, kunna lækna heilivágsbrúkarans um hetta.
§ 51. Verður apotekið varugt við, at fleiri forskriftaávísarar ávísa heilivág til sama heilivágsbrúkara, og hetta kann hava við sær heilsuligar vandar fyri heilivágsbrúkara, eigur apotekið at kunna forskriftaávísarnar um avgreiðsluna av forskriftini, herundir navn hjá forskriftaávísarunum, navn og P-tal hjá heilivágsbrúkaranum, og navn, styrki og skamt heilivágsins.
Stk. 2. Apotekið skal kunna skjalprógva gongdina og grundgevingina fyri, at forskriftaávísarar eru kunnaðir um avgreiðsluna.
Útflýggjan
§ 52. Apotekið kann fyri § 4 heilivág og heilivág í útflýggjanarbólki A útflýggja eina nøgd, ið víkur frá ávístu nøgdini við upp til 1/10 part.
§ 53. Er talan um skamtanarforskrift, sbrt. kapitli 8, kann apotekið útflýggja eina nøgd, ið sbrt. skamtanarkort skal nýtast í ásetta tíðarskeiði.
Kapittul 6
Goymsla av forskriftum og skjalprógv
§ 54. Telefonforskrift skal goymast á apotekinum í 3 mánaðir eftir avgreiðslu.
§ 55. Avgreiddar forskriftir til djór ella avrit av djóraforskriftum, skulu goymast á apotekinum í 5 ár.
§ 56. Apotekið skal kunna skjalprógva, at:
1) apotekið hevur roynt at bøtt um feilir og brek, sbrt. § 49, stk. 1,
2) royndin, sbrt. nr. 1, er hend eftir boðum frá einum øðrum forskriftaávísara, sbr. § 49, stk. 2, og
3) forskriftaávísari ella lækni hjá heilivágsbrúkara eru kunnaðir, sbr. § 49, stk. 5.
Stk. 2. Apotekið skal goyma skjalprógv á apotekinum í 2 ár eftir útflýggjan av heilivági, tó 5 ár eftir útflýggjan av heilivági til djór.
§ 57. Skjalprógv fyri, at apotekið hevur kunnað lækna heilivágsbrúkarans, tá ið apotekið í serligum føri við atliti at heilsu heilivágsbrúkarans, hevur útflýggjað forskriftaskyldigan heilivág, sbrt. § 50, skal goymast á apotekinum í 2 ár, tó í 5 ár eftir útflýggjan av heilivági til djór, sbrt. § 55.
§ 58. Skjalprógv fyri gongd og grundgeving fyri, at forskriftaávísari er kunnaður um avgreiðsluna, tá eitt apotek verður varigt við, at fleiri forskriftaávísarar ávísa heilivág til sama heilivágsbrúkara, og kann hetta hava við sær heilsuligar vandar hjá heilivágsbrúkara, sbrt. § 51, skal av apotekinum kunna prógvast í 1 ár.
§ 59. Skjalprógv av forskriftum ella skamtanarkorti skal goymast í minsta lagi 1 ár eftir útflýggjan av skamtlutaðum heilivági.
§ 60. Skjalprógv av notati skal goymast á apotekinum, tá heilivágsbrúkari er forðaður í at heinta skamtanarforskriftir sum vanligt, og apotekið víðkar útflýggjanartíðarskeiðið, sbrt. § 90, stk. 3. Notatið, ið skal innihalda grundgeving fyri víðkaða tíðarskeiðið, skal goymast í 1 ár.
§ 61. Skjalprógv av, at heilivágur er skamtaður í samsvari við upplýsingarnar á skamtanarkorti, sbrt. § 89, skal goymast í 1 ár.
§ 62. Apotekið skal kunna skjalprógva, tá tað hevur roynt at bøtt um heilivágsbílegging, ið ikki er orðað í samsvari við § 40, § 41, stk. 3 og § 52, og skal kunna skjalprógva sína avgreiðslu av heilivágsbíleggingini, tá tað ikki er gjørligt at fáa bøtt um feilin ella brekið. Skjalprógvið skal goymast á apotekinum í 1 ár.
§ 63. Avgreiddar heilivágsbíleggingar til skipskistur skulu goymast á apotekinum í 5 ár.
Kapittul 7
Heilivágsbíleggingar
§ 64. Ein heilivágsbílegging skal innihalda navn, bústað, telefonnummar og undirskrift hjá ávísara, dagfesting og møguliga goymslusamleika, deild o.a. Heilivágsbíleggingar frá sjúkrahúsdeild, skulu innihalda deildarsamleika.
Stk. 2. Tað kann verða gjørt undantak frá kravinum um undirskrift í teimum førum, tá bílegging, sbrt. § 2, stk. 2, nr. 1, 2 og 4, verður gjørd umvegis skipanina hjá heilivágsávísara, ið sbrt. avtalu millum apoteksverkið og ábyrgdarhavandi er innrættað soleiðis, at bíleggingin fer fram á tryggan hátt. Heilivágsbíleggingar, fevndar av § 4, skulu tó altíð innihalda undirskrift hjá ávísara, uttan so at bíleggingin fer fram eftir treytunum ásettar í § 66, stk. 4.
Stk. 3. Heilivágsbíleggingar skulu innihalda tær í § 16 nevndu upplýsingar.
§ 65. Tær í § 2, stk. 2, nr. 1, 2, 4 og 5 nevndu heilivágsbíleggingar skulu bíleggjast talgilt, skrivliga ella um telefon.
Stk. 2. Tær í § 2, stk. 2, nr. 3 nevndu heilivágsbíleggingar skulu bíleggjast sum ásett í §§ 69-80.
§ 66. Tær í § 2, stk. 2, nr. 1-3 nevndu heilivágsbíleggingar skulu bíleggjast av lækna ella tannlækna.
Stk. 2. Tær í § 2, stk. 2, nr. 5 nevndu heilivágsbíleggingar skulu bíleggjast av lækna ella sjúkrarøktarfrøðingi.
Stk. 3. Hóast ásetingina í stk. 1 og 2 kann ábyrgdarhavandi lækni ella tannlækni á t.d. deildini gera av, at bílegging av heilivági, ið ikki er fevnd av serliga eftirlitinum í § 4, í ávísan mun kann bíleggjast av einum til endamálið heimilaðum persóni, ið ikki er lækni ella tannlækni vísandi til bekendtgørelse for Færøerne om autoriserede sundhedspersoners benyttelse af medhjælp.
Stk. 4. Ábyrgdarhavandi lækni á deildini kann gera av, at bíleggingar av heilivági, ið eru fevndar av serliga eftirlitinum í § 4, kunnu bíleggjast av einum ella fleiri til endamálið heimilaðum persóni ella persónum, undir fylgjandi treytum:
1) Undirskrivaða váttan frá ábyrgdarhavandi lækna á deildini, ið heimilar persóni, skal kunna vísast fram.
2) Apotekið skal í minsta lagi hálvárliga senda eina uppgerð av bíløgdum heilivági, fevndur av § 4, til ábyrgdarhavandi lækna á deildini, sum skal góðkenna uppgerðina.
Stk. 5. Bíleggingar frá starvsfólkum á apotekinum skulu avgreiðast og kannast av einum øðrum starvsfólki enn tað, ið hevur bílagt heilivágin gjøgnum heilivágstænastuna.
§ 67. Apotekið skal fyriskipa arbeiðsgongdir soleiðis, at eftirlit er við at heilivágsbíleggingar verða avgreiddar rætt, og at móttakari í neyðugan mun verður kunnaður um nýtslu o.a. av útflýggjaðum heilivági. Heilivágsbíleggingar eru fevndar av reglunum í § 40, § 41, stk. 3 og § 52. § 52 er tó ikki galdandi fyri bíleggingar til medisinkistur.
Stk. 2. Er ein heilivágsbílegging ikki orðað í samsvari við ásetingarnar í hesum kapitli, skal apotekið royna at bøta um hetta. Er tað ikki møguligt at bøta um feilin ella brekið, ella at fáa greiðu á møguligan iva, skal apotekið ikki avgreiða bíleggingina, uttan so at:
1) ein ella fleiri heilivágsbrúkarar fáa álvarsligar heilsuligar skaðar, um bíleggingin ikki verður avgreidd, og heilivágurin til heilivágsbrúkara tí verður seinkaður, ella
2) ongin ivi er um, hvat innihald forskriftaávísari hevur ynskt, skal vera í bíleggingini.
§ 68. Apotekið skal á heilivágsbíleggingum tilskila avgreiðslunummar og avgreiðsludag.
Stk. 2. Heilivágsbíleggingar skulu einans avgreiðast eina ferð.
Heilivágsbílegging til onnur endamál
Ljósmøður
§ 69. Loyvt er ljósmøðrum, til nýtslu í starvi, at bíleggja hesi sløg av heilivági:
1) Tablettir við methylergometrin 0,125 mg.
2) Upploysing til innspræning við methylergometrin 0,2 mg/ml.
3) Upploysing til innspræning við oxytocin 10 i.e./ml.
4) Upploysing til innspræning við mepivacain 5 mg/ml og 10 mg/ml.
5) Upploysing til innspræning við phytomenadion 10 mg/ml í ampullum á 0,2 ml.
6) Adrenalin, upploysing til innspræning í vátskuhylki á 1 ml..ella upploysing til innspræning upp til 0,3 mg pr. skamt í penni, adrenalinpenni.
7) Upploysing til innspræning við natriumchlorid 9 mg/ml.
Stk. 2. Ljósmøður kunnu í serligum føri bíleggja tann í stk. 1 nevnda heilivág umvegis telefon. Ásetingin í § 31, stk. 2 er galdandi í hesum samanhangi.
§ 70. Apotekið skal á teimum í § 69, stk. 1 nevndu heilivágssløgum tilskila fylgjandi upplýsingar:
1) Navn ljósmóðursins.
2) Avgreiðsludagur.
3) Átekning “Til nýtslu í starvi”.
Sjúkrarøktarfrøðingar
§ 71. Loyvt er sjúkrarøktarfrøðingum skrivliga at bíleggja upploysing til innspræningar við adrenalin 1 mg/ml í ampullum á 1 ml ella upp til 0,3 mg pr. skamt í penni, adrenalinpenni, til nýtslu í starvi.
Stk. 2. Apotekið skal á tí í stk. 1 nevnda heilivágsslagi tilskila fylgjandi upplýsingar:
1) Navn sjúkrarøktarfrøðisins.
2) Avgreiðsludagur.
3) Átekning “Til nýtslu í starvi”.
Tannrøktarar
§ 72. Loyvt er tannrøktarum, sum hava løggilding, sbrt. § 65, stk. 1 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed, og sum hava egið vinnuvirksemi sum slíkir, skrivliga at bíleggja niðanfyrinevnda heilivág til nýtslu í praksis:
1) Lokalanalgetika til innspræningar, sum inniheldur mepivacain uttan vasokonstriktor: Upploysing til innspræningar 30 mg/ml í tubulum á 1,7 ml ella 1,8 ml.
2) Lokalanalgetika til innspræningar, sum inniheldur lidocain tilsett vasokonstriktor, katekolamin: Upploysing til innspræningar 2%, 1 ml, sum inniheldur 20 mg av lidocain og 12,5 mikrogram av adrenalin í tubulum á 1,8 ml.
3) Lokalanalgetika til innspræningar, sum inniheldur mepivacain tilsett vasokonstriktor, katekolamin: Upploysing til innspræningar, 1 ml inniheldur 20 mg av mepivacain og 10 mikrogram av adrenalin, tubulur á 1,7 ml.
4) Lokalanalgetika til innspræningar, sum inniheldur prilocain tilsett vasokonstriktor, felypressin: Upploysing til innspæningar 3%, 1 ml inniheldur 30 mg prilocain og 0,54 mikrogram felypressin, tubulur á 1,8 ml.
5) Lokalanalgetika til innspræningar, sum inniheldur articain tilsett adrenalin: Upploysing til innspræningar 4%, 1 ml inniheldur 40 mg articain og 5 mikrogram adrenalin, tubulur á 1,7 ml.
6) Lokalanalgetika til innspræningar, sum inniheldur articain tilsett adrenalin: Upploysing til innspræningar 4%, 1 ml inniheldur 40 mg articain og 10 mikrogram adrenalin, tubulur á 1,7 ml.
7) Adrenalin upploysing til innspræningar 1 mg/ml í ampullum á 1 ml ella innspræningarvæta upp til 0,3 mg fyri hvørt skamt í penni.
8) Tilbúningar, sum innihalda natriumfluorid:
a) Dental suspensión 50 mg natriumfluorid/ml.
b) Dental suspensión í lakki, sum inniheldur 60 mg natriumflourid/ml og 60 mg calciumfluorid/ml.
c) Upploysing at skola munnin við 0,2% natriumfluorid.
d) Upploysing at pensla tenn við 2% natriumfluorid.
9) Tannkrem 5 mg natriumfluorid/g.
10) Lokalanalgetika, sum inniheldur lidocain og prilocain: Periodontalgel, 1 g, sum inniheldur 25 mg lidocain og 25 mg prilocain.
Stk. 2. Løggildir tannrøktarar, sum hava egið vinnuvirksemi uttan rætt til at veita infiltratiónspínuloysi, kunnu skrivliga bíleggja tann í stk. 1, nr. 8, nevnda heilivág til nýtslu í praksis.
§ 73. Apotekið skal á teimum í § 72 nevndu heilivágssløgum tilskila fylgjandi upplýsingar:
1) Navn tannrøktarans.
2) Avgreiðsludagur.
3) Átekning “Til nýtslu í starvi”.
Sjúkraflutningstænastan
§ 74. Ábyrgdarhavandi lækni á sjúkraflutningstænastuni ella paramedisinari, ið ábyrgdarhavandi lækni løggildir til endamálið, kann bíleggja heilivág, ið kravdur er til viðgerð og útbúgving, sbrt. kunngerð um skipan av sjúkraflutningstænastuni.
Stk. 2. Undirskrivað váttan frá ábyrgdarhavandi lækna hjá sjúkraflutningstænastuni, ið løggildur paramedisinari, skal kunna vísast fram.
Stk. 3. Apotekið skal, í minsta lagi hálvárliga, senda eina uppgerð av bíløgdum heilivági, fevndur av § 4, til ábyrgdarhavandi lækna hjá sjúkraflutningstænastuni, sum skal góðkenna uppgerðina.
Skiparar, reiðarar og framleiðarar av bjargingarbátum o.fl.
§ 75. Loyvt er skiparum og reiðarum, móti lógváttan, skrivliga at bíleggja forskriftaskyldigan heilivág til medisinkistur, í tann mun heilivágurin eftir galdandi reglum, er kravdur at vera umborð á skipinum.
§ 76. Framleiðari av bjargingarbátum, ella leiðari av løggildum tænastustovni, ið hevur eftirlit við og pakking av bjargingarbátum til skip, kunnu bíleggja heilivág o.a. til hesar bátar, í tann mun heilivágurin eftir galdandi reglum saman við aðrari bjargingarútgerð, er kravdur at vera í bjargingarbátinum.
Stk. 2. Bíleggingarseðil av heilivági til bjargingarbátar og bjargingarflakar skal innihalda upplýsingar um framleiðara ella tænastustovn og nummar á bjargingarbátinum ella bjargingarflakanum.
§ 77. Apotekið skal við heilivágnum, ið verður útflýggjaður sbrt. §§ 74-76, upplýsa avgreiðsludag, og viðvíkjandi §§ 75 og 76 eisini serligar upplýsingar, ið krevst sbrt. fráboðan frá Sjóvinnustýrinum nr. 2 frá 11. desember 2012 um medisinkistu og sjúkuviðgerð umborð á skipi.
Sveisaravirkir
§ 78. Leiðarar á virkjum, ið hava sveisiarbeiði um hendi, kunnu bíleggja cinkain eygnasalvu 0,5% í einnýtsluíløtum.
Stk. 2. Apotekið skal á útflýggjaða heilivágnum tilskila avgreiðsludag.
Útbúgvingarstovnar
§ 79. Loyvt er undirvísarum á Fróðskaparsetri Føroya og útbúgvingarstovnar, ið eru góðkendir av Sjóvinnustýrinu, og undirvísa innan sjúkuviðgerð, umsiting og handfaring av heilivági og medisinskari útgerð, sbr. fráboðan frá Sjóvinnustýrinum nr. 2 frá 11. desember 2012 um medisinkistu og sjúkuviðgerð umborð á skipi, at bíleggja upploysing til innspræning við natriumchlorid 9 mg/ml. Fráboðanin sæst á heimasíðuni hjá apoteksverkinum.
Stk 2. Loyvt er undirvísarum á Fróðskaparsetrinum at bíleggja upploysing til innspræningar við adrenalin 1 mg/ml í ampullum á 1 ml.
Stk. 3. Apotekið skal á útflýggjaða heilivágnum, tilskila navn á útbúgvingarstovni, avgreiðsludag og avgreiðslunummar.
Bráðfeingisgoymslur
§ 80. Loyvt er læknum, tannlæknum og djóralæknum at ávísa heilivág til humana og veterinera bráðfeingisviðgerð úr bráðfeingisgoymslu, umsitið av apoteksverkinum.
Stk. 2. Tann persónur, ið saman við apoteksverkinum, umsitur heilivágin á goymsluni, skal útflýggja heilivág eftir leiðbeining frá apoteksverkinum.
Kapittul 8
Skamtlutan av heilivági
Nýtsluøki
§ 81. Skamtlutaður heilivágur kann ávísast til:
1) persónar, sjúkrahús og viðgerðarstovnar, ið nýta heilivág, sum liður í viðgerð teirra av sjúklingum,
2) ávísar navngivnar heilivágsbrúkarar, ið eru til viðgerð á sjúkrahúsi, ella
3) aðrar ávísar navngivnar heilivágsbrúkarar.
Heilivágur til skamtlutan
§ 82. Landsapotekarin loyvir skamtlutan í Føroyum, um heilivágurin er skrásettur til endamálið, sbr. tó stk. 2. Hóast pkt. 1, kann Landsapotekarin í ávísum føri nokta skamtlutan.
Stk. 2. Tað framgongur av listanum av skrásettum heilivági hjá skrásetingarráðnum, um heilivágur er hóskaður til skamtluting.
§ 83. Til pakking av skamtlutaðum heilivági, má einans hóskandi heilivágur verða nýttur. Ein fortreyt fyri at heilivágur kann skamtlutast er, at heilivágssløgini ikki ávirka góðsku og haldtíð hvørt hjá øðrum.
Stk. 2. Magistrellur heilivágur kann ávísast til skamtlutan treytað av, at heilivágurin í skamtílati ikki ávirkar góðsku og goymslutíð uttan fyri upprunaílatið.
Stk. 3. Apotekið kann bróta liðugvørupakking á heilivágnum fyri at pakka skamtlutaðan heilivág.
Stk. 4. Skamtlutan av magistrellum heilivági er ikki loyvd, um annar heilivágur er, ið er hóskandi til skamtlutan.
§ 84. Í sambandi við skamtlutan, sbrt. § 81, skulu einans nýtast hylkir og tablettir.
Stk. 2. Í sambandi við skamtlutan, sbrt. § 81, skal ikki nýtast heilivágur, ið hevur við sær ein vága at smitta av sær til annan heilivág, ið er:
1) heilivágur við høgum vága, t.d. cytostatika og kynshormonir, ella
2) heilivágur, sum kann elva til ovurviðkvæmi, t.d. penisillin og sefalosporin.
Stk. 3. Kynshormon í filmløgdum ella sukurløgdum tablettum ella hylstrum eru fevnd av stk. 2, nr. 1, kann skamtlutast sum manuellur skamtur ella maskinskamtur, sum verður áfyltur í serskildum bakka.
§ 85. Haldførið á skamtlutaðum heilivági, er í mesta lagi 8 vikur, frá tí at heilivágur er tikin úr upprunapakkanum uttan so, at Landsapotekarin ásetur longri haldføri grundað á góðkenning frá Lægemiddelstyrelsen.
Stk. 2. Haldførið av innihaldinum í skamtílatinum til brúkarar sbrt. § 81, nr. 1, verður ásett sum lokadagurin og skal ásetast eftir tí heilivágnum, ið hevur stytst haldføri. Har má tó ongantíð farast útum lokadagin hjá tí einstaka heilivágnum, sum ásett á upprunapakkanum.
Ávísing av skamtanarforskrift og nýtsla av skamtanarkorti
§ 86. Bílegging av skamtlutaðum heilivági til heilivágsbrúkarar, sbrt. § 81, nr. 1, má einans gerast frá persóni, ið er heimilaður at ávísa ella bíleggja viðkomandi heilivág.
§ 87. Skamtlutan til heilivágsbrúkarar, sbrt. § 81, nr. 2 og 3, kann einans gerast, tá ein forskrift frá lækna fyriliggur.
Stk. 2. Apotekið ger skamtanarkort við støði í ávísingum frá lækna. Kortið skal innihalda upplýsingar nevndar í §§ 16-18 og 21 og skjali 2 í hesi kunngerð.
Stk. 3. Apotekið skal útflýggja avrit av skamtanarkorti við hvørja broyting, og eftir umbøn frá brúkara ella viðkomandi heilsustarvsfólki.
Stk. 4. Skamtanarforskriftin kann fevna um skamtlutan eina ella fleiri ferð, til skamtlutan verður ógildað ella gongur út, tó í mesta lagi 2 ár.
Avgreiðsla av skamtlutaðum heilivági
§ 88. Framleiðsluapotekið skal fyriskipa arbeiðsgongdir soleiðis, at álitandi eftirlit er við:
1) at móttakarar av skamtlutaðum heilivági í nøktandi mun, verða kunnaðir um heilivágin, herundir nýtslu, goymslu o.a.,
2) at innihaldið í skamtíløtunum er í samsvari við skamtanarkortið, herundir tryggja at styrkið, skamt og nýtsluøkið er rætt, og at greiða fæst á møguligum spurningum um samvirkan, um fleiri heilivágar verða skamtlutaðir, og
3) at pakking og avgreiðsla av skamtlutaðum heilivági verður gjørt trygt og skynsamt. Herundir skal tryggjast, at feilir í sambandi við pakking avmarkast og at góðskan av heilivágnum ikki broytist
Stk. 2. Framleiðsluapotekið skal orða leiðbeining, ið lýsir arbeiðsgongdir, málsræðiviðurskifti, krøv til skjalprógv o.a. í sambandi við pakking og eftirlit, umframt arkivering av skamtanarkorti og handfaran av skamtíløtum.
§ 89. Avgreiðsla av skamtlutaðum heilivági skal gerast í samsvari við skamtanarkort, sum er grundað á ávísingar frá lækna umvegis THS.
§ 90. Skamtlutaður heilivágur skal í teimum í § 81, nr. 3 nevndu førum kunna útflýggjast frá apoteki til heilivágsbrúkara í seinasta lagi 2 vikur eftir ávísing, tó treytað av, at gjaldsavtala er gjørd.
Stk. 2. Til heilivágsbrúkarar, sbrt. § 81, nr. 2 og 3 verður skamtlutaður heilivágur útflýggjaður til 14 ella í serligum føri 28 dagar í senn.
Stk. 3. Í teimum føri, tá heilivágsbrúkarar, sbrt. § 81, nr. 3 eru forðaðir í at heinta skamtlutaðan heilivág, t.d. sjómenn, ið eru til skips meira enn 28 dagar í senn, kann apotekið víðka útflýggjanartíðarskeiðið, sbrt. stk. 2, til í alt 6 vikur, sbr. § 60.
Stk. 4. Tá skamtlutaður heilivágur verður útflýggjaður heilivágsbrúkarum, sbrt. § 81, nr. 3, skal apotekið vísa til, hvar heilivágsbrúkari kann fáa atgongd til kunningarlepan. Apotekið skal, eftir umbøn frá heilivágsbrúkara, útflýggja avrit av kunningarlepanum til heilivágin, ið skamtanarforskriftin fevnur um.
Pakkitilfar
§ 91. Pakkitilfar, ið verður nýtt til skamtlutaðan heilivág, skal góðkennast av Landsapotekaranum. Skamtílatið skal verja heilivágin og vera lætt at opna hjá heilivágsbrúkara. Ílatið má ikki geva frá sær evni, ið kunnu ávirka góðskuna á heilivágnum.
Merking
§ 92. Tilskilast skal á skamtílatið heilivágsnavn, styrki og avgreiðslunummar. Til heilivágsbrúkarar, sbrt. § 81, nr. 3, skal harafturat tilskilast navn og P-tal heilivágsbrúkarans, og dagfesting og upplýsingar um, nær heilivágurin skal takast. Er plásstrot, kann Apoteksverkið nýta greiðar og eintýddar styttingar.
Stk. 2. Avgreiðslunummar á skamtíløtum, ið verður veitt av apoteksverkinum, skal tryggja, at tað kann eyðmerkjast heilt fram til móttakara, og at staðfestast kann batchnummarið fyri hvønn einstakan heilivág.
§ 93. Til teir í § 81, nr. 3 nevndu heilivágsbrúkarar, skal á uttara pakkitilfarinum tilskilast “Krógva fyri børnum”.
Aðrar vørur enn heilivágur
§ 94. Vitaminir og kostískoyti kunnu pakkast saman við skamtlutaðum heilivági treytað av, at tað ikki ávirkar góðsku og goymslutíð á heilivágnum.
Kapittul 9
Undantaksásetingar, revsiásetingar og gildiskomuásetingar
§ 95. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri, t.d. tá ið stendur um lív, gera undantak til ásetingarnar í hesi kunngerð ella herða krøvini.
§ 96. Við sekt verður tann revsaður, ið brýtur § 6, stk. 2-8, §§ 8, 15, 16 og 18, § 29, stk. 1 og 2, §§ 39-41, § 43, stk. 1, §§ 44-46, 49 og 50, § 51, stk. 2, §§ 53-63, 67, 68 og 70, § 71, stk. 2, § 73, § 78 stk. 2, § 84, stk. 1 og 2, og §§ 85-94.
Stk. 2. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum, sbrt. reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 97. Hendan kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2022, samstundis fer kunngerð nr. 52 frá 4. juni 2008 um forskriftir og forskriftaskyldu v.m. úr gildi.
Heilsumálaráðið, 7. september 2022
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)
Skjal 1
Evni fevnd av § 8, stk. 2
Hesi evni, ið ikki eru á lista B í skjali 1 í bekendtgørelse nr. 1217 af 8. juni 2021 for Færøerne om euforiserende stoffer, eru fevnd av § 8, stk. 2 í hesi kunngerð:
1) Flunitrazepam.
2) Modafinil.
3) Codein.
4) Tramadol.
Skjal 2
Skamtanarkort
Innihald skamtanarkortanna, sbr. § 87, stk. 2. Eitt skamtanarkort skal innihalda fylgjandi:
1) Navn og P-tal heilivágsbrúkarans.
2) Navn heilivágsins.
3) Heilivágsform og styrki.
4) Lýsing av heilivági, ið ger tað gjørligt at eyðmerkja einstaka heilivágin.
5) Nøgd av skamtum pr. dag, viku ella mánað.
6) Serlig viðurskifti, t.d. má ikki sorlast, ella áðrenn ella aftaná mat.
7) Indikatión.
8) Gildistíðarskeið.
Skjal 3
§ 6, stk. 1 í bekendtgørelse nr. 776 af 1. juni 2022 om recepter og dosisdispensering af lægemidler
§ 6. Lægemiddelstyrelsen inddeler, jf. § 2, de receptpligtige lægemidler i følgende grupper:
1) Udleveringsgruppe »A § 4«.
2) Udleveringsgruppe »A«.
3) Udleveringsgruppe »B«.
4) Udleveringsgruppe »BEGR«.
5) Udleveringsgruppe »NB-S«.
6) Udleveringsgruppe »A § 4-BEGR«.
7) Udleveringsgruppe »A § 4-NB-S«.
8) Udleveringsgruppe »R«.
9) Udleveringsgruppe »premix«.
10) Udleveringsgruppe »AP«.
11) Udleveringsgruppe »BP«.
12) Udleveringsgruppe »APK«.
13) Udleveringsgruppe »BPK«.
14) Udleveringsgruppe »GA«.
15) Udleveringsgruppe »GB«.