Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. august 2001Nr. 122
Kunngerð um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á landi, sum seinast broytt við kunngerð nr. 153 frá 6. oktober 2025
Við heimild í §§ 12, 17, 18, stk. 2, §§ 19, 20, 23, stk. 2, § 24, stk. 3, § 30, stk. 4, § 31, stk. 2, §§ 36-39, 41, stk. 1-3 og § 51, stk. 2-3 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur og §§ 9, 10, stk. 1 og 4, §§ 26, 38, stk. 1, §§ 38a, 47 og § 48, stk. 2-3 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) verður ásett:
Kapittul 1
Øki og allýsingar
§ 1. Kunngerðin fevnir um keyp og sølu, handfaring, goymslu, flutning, tilevning, virking og aðra viðgerð á landi í søluendamáli av fiski og fiskavøru ætlað til matna. Harafturat fevnir kunngerðin um løggilding, innrætting, rakstur og eftirlit í hesum sambandi.
Stk. 2. Kunngerðin fevnir ikki um góðkenning, innrætting, rakstur og eftirlit við matvøruhandlum.
§ 2. Fiskur er at skilja sum eitthvørt slag av fiski, krabba- og lindýri (Crustacea og Mollusca), tindahúði (Echinodermata), kápudýri og hav-snigli.
Stk. 2. Fiskavøra er úrdráttur, sum er gjørdur úr ella inniheldur fisk, krabba- ella lindýr, tindahúð, kápudýr og hav-snigil eins og partar av hesum.
Stk. 3. Fesk fiskavøra er heilur fiskur ella fiskur, hvørs anatomiska skap er broytt, t.d. við úrtøku av innvølum, avhøvding, kryvjing, flakaskering ella hakking, og sum ikki hevur verið fyri aðrari viðgerð enn køling fyri at tryggja haldførið.
Stk. 4. Køling er ein tilgongd, har temperatururin á fiski og fiskavørum verður lækkaður, soleiðis at hann nærkast temperaturinum fyri bráðnandi ísi (umleið 0°C).
Stk. 5. Harðfrysting er ein tilgongd, har innari parturin á fiskinum ella fiskavøruni kemur niður á ein innara temperatur uppá -18°C ella minni eftir kuldajavnvág.
Stk. 6. Niðursjóðað vøra er fiskur og fiskavøra, sum eru løgd niður í lufttøtt íløt, og sum síðan er gjørd haldfør við hitaviðgerð ella aðrari bakteriudrepandi viðgerð.
Stk. 7. Fiskahálvkonserves er fiskur og fiskavøra, sum eru gjørd haldfør í avmarkaða tíð (umleið 6 mánaðar) við at lata útí salt, sukur, sýru ella konserveringsevnir, og sum eru løgd í lufttøtt brúkaraíløt.
Stk. 8. Lætt-konserverað fiskavøra er fiskur og fiskavøra, sum eftir konservering hava eitt saltinnihald uppá minni enn 6% og eitt sýruinnihald, sum gevur eitt pH virði, sum er meira enn 5, og sum heldur ikki eftir útílating av øðrum konserverandi evnum hava fingið eitt haldføri sum fiskahálvkonserves. Sum lætt-konserveraðar fiskavørur verða haraftrat roknaðar royktar, gravaðar, hitaviðgjørdar ella á annan hátt viðgjørdur fiskur ella fiskavøra, har haldførið er gjørt eitt sindur betri enn haldførið á feskari fiskavøru.
Stk. 9. 1) Sjónligur sníkur (parasit) er ein sníkur ella ein mongd av sníkum av slíkari stødd, liti ella bygnaði (teksturi), at tað er møguligt týðiliga at skilja hann frá fiskavevnaðinum.
Stk. 10. 1) Visuelt eftirlit við sníkum í fiskavøru er ein kanning, sum fer fram við berum eygum undir góðum ljósviðurskiftum og, um neyðugt, á ljósborði. Kanningin oyðileggur ikki fiskavøruna.
Stk. 11. 1) Frysting, við atliti til at drepa sníkar, er ein niðurfrysting af fiski og fiskavøru sum rávøra ella liðugtvøra, soleiðis at innari temperatururin kemur niður á -20°C ella minni í í minsta lagi 24 tímar.
Stk. 12. 1) Tilevnað vøra er fiskavøra, sum hevur verið fyri kemiskari ella fysiskari viðgerð, sum hitaviðgerð, royking, salting, turking, laka-legging (marinering), ísing v.m. av niðurkøldari ella frystari vøru, einsamallari ella í samband við aðra matvøru ella ein samanseting av hesum ymsu viðgerðunum.
Stk. 13. 1) Virkið er hin samanhangandi viðgerðareindin. Umframt bygningar og útbúnað eru eisini eigari, leiðsla og starvsfólk at rokna sum partur av virkinum.
Stk. 14. 1) Virking er ein anatomisk broyting av eini vøru.
Stk. 15. 1) Viðgerð er tilvirking, goymsla, áfylling, pakking, umpakking og flutningur.
Kapittul 2 1)
(Strikað) 1)
§ 3. 1) (Strikað).
Kapittul 3
Landing og móttøka av fiski o.a.
Landing o.a.
§ 4. 1) Landingin skal skipast soleiðis, at datomerkingin av øllum fiski verður varðveitt undir landingini.
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
Stk. 4. 1) (Strikað).
Landingarmiðstøðir
§ 5. Bert landingarmiðstøðir kunnu landa ella taka ímóti feskum fiski frá skipum og bátum.
Stk. 2. Landing av fiski er treytað av løggilding frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Løggilding er treytað av, at landingarmiðstøðin í minsta lagi hevur:
1) høli tøk til viðgerð av fiski
2) køligoymslu
3) goymslu til útbúnað og
4) fólkarúm
Stk. 3. 2) Fiskur, sum verður landaður, skal, antin í sambandi við landingina ella innan fyrstu sølu, góðkennast sum egnaður til matna. Harafturat skal eftirkannast, um hann er hagreiddur eftir teimum kunngerðarkrøvum, sum eru sett til hagreiðing umborð á fiskiførum. Kanningin skal gerast við staksýnum á ein hátt, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan fyriskipar og góðkennir.
Stk. 4. Vísir organoleptisk kanning, at fiskavøran ikki er egnað til matna, skulu stig takast til at taka aftur vøruna av marknaðinum og merkja hana soleiðis, at hon ikki kann nýtast til matna.
Stk. 5. Vísir tann organoleptiska kanningin, at tað er ivi um feskleikan á fiskavøruni, kann ein kemisk ella mikrobiologisk kanning verða gjørd.
Stk. 6. 1) (Strikað).
Uppboðssølur
§ 6. Gólvuppboðssølur skulu løggildast av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Stk. 2. Løggilding er treytað av, at uppboðssølan í minsta lagi hevur:
1) hondvask við inngongdina
2) eitt hóskandi tal av almennum vesum við hondvaski
3) eina greiða tilskilan av, hvar viðskiftafólk og onnur frítt kunnu ganga
4) týðilig skelti við ásetingum um, at bannað er at roykja, drekka, eta og spýta í hølinum og
5) gott kanningarljós til útboðsvørurnar
Stk. 3. Hølini skulu haldast rein og annars vaskast eftir hvørja uppboðssølu. Fiskur, ið ikki verður seldur, skal beinast í kuldagoymslu.
Stk. 4. Hølini skulu kunna steingjast og haldast stongd, um so er, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan metir tað neyðugt.
Stk. 5. 1) (Strikað).
Kapittul 4
Flutningur v.m.
§ 7. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 4. 1) (Strikað).
§ 8. 1) (Strikað).
§ 9. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
Stk. 4. 1) (Strikað).
§ 10. Undir flutningi skulu fiskur, fiskavøra, ísur ella slógv setast við temperatur, sum tryggjar, at vørugóðskan ikki versnar óneyðuga.
Stk. 2. Fesk og tiðnað fiskavøra og fiskavøra av kókaðum og køldum krabba- og lindýrum skal goymast og flytast í ísi í í mesta lagi 5°C.
Stk. 3. Fryst fiskavøra skal flytast við ein støðugan temperatur uppá -18°C ella minni í øllum pørtum av vøruni. Tó eru hækkingar í temperaturinum uppá í mesta lagi +3°C loyvdar í styttri tíðarbilum. Tá fryst fiskavøra verður flutt frá einum frystihúsi til eina góðkenda fyritøku fyri at verða tiðnað beint eftir móttøkuna við atliti til at verða virkað og/ella tilevnað, og tað snýr seg um eitt stutt vegastrekki, sum í mesta lagi er 50 km. ella í mesta lagi ein tíma, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan gera frávik frá hesari treyt.
Stk. 4. 1) (Strikað).
§ 11. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
Stk. 4. 1) (Strikað).
Stk. 5. 1) (Strikað).
Kapittul 5 1)
(Strikað) 1)
(Strikað) 1)
§ 12. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 3) (Strikað).
Stk. 4. 1) (Strikað).
§ 13. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
§ 14. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
§ 15. 1) (Strikað).
Kapittul 6
Almennar treytir fyri virki á landi
Lega, uttanduraøki v.m.
§ 16. Virkið skal liggja soleiðis fyri í umhvørvinum, og í mun til onnur virki, at reinførisligur ampi ikki tekur seg upp fyri virkið.
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
§ 17. Virkið skal hava nóg stórt uttanduraøki. Brúkið av økinum skal verða lýst á tekning. Økið skal kunna spulast og hava hall móti frárenningum.
Stk. 2. Virkisøkið skal kunna steingjast av fyri óviðkomandi og nervandi ferðslu. Um neyðugt, skal økið girðast móti seyði.
Innrætting, v.m.
§ 18. 1) (Strikað).
§ 19. 1) (Strikað).
§ 20. 1) (Strikað).
§ 21. Um so er, at ein reglulig ella støðug hjávera er neyðug, skal virkið hava eitt nøktandi útgjørt høli, sum kann steingjast, til nýtslu hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
§ 22. Útgerð til reingerð av flutningsførum skal í neyðugan mun vera knýtt til virkið.
Arbeiðshølir
(Strikað) 1)
§ 23. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
§ 24. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
§ 25. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
§ 26. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
§ 27. 1) (Strikað).
§ 28. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
§ 29. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
§ 30. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
§ 31. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað.
(Strikað) 1)
§ 32. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
§ 33. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
§ 34. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
§ 35. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
§ 36. 1) (Strikað).
Vatnveiting og -innleggingar
§ 37. 1) Virkið skal hava nóg mikið av vatni lagt inn í øll høli, har tað er neyðugt. Vatnið, sum verður nýtt í framleiðsluni, skal lúka krøvini til drekkivatn. Um kommunala vatnið ikki er nóg væl reinsað, skal virkið sjálvt hava hóskandi reinsiútgerð. Hendan reinsiútgerð skal góðkennast av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, so vatnið líkur treytirnar til drekkivatn sbrt. kunngerð um veiting av drekkivatni.
Stk. 2. Sjógvur má ikki nýtast uttan skrivligt loyvi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
§ 38. Til framleiðslu av dampi, til eldsløkking og til køling av kølimaskinum kann loyvast vatn, sum ikki lýkur krøvini til drekkivatn. Tílíkur útbúnaður skal vera gjørdur soleiðis, at lætt kann staðfestast, at onnur nýtsla av vatninum ikki kann fara fram, og soleiðis at vandi ikki er fyri dálking av fiski og fiskavørum.
§ 39. 1) (Strikað).
§ 40. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
Stk. 4. 1) (Strikað).
Goymslurúm
(Strikað) 1)
§ 41. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
§ 42. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
§ 43. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
§ 44. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
§ 45. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Útbúnaður v.m.
§ 46. 1) Serstøk íløt til slógv skulu í nøktandi mun vera tøk. Hesi skulu vera úr haldgóðum vatntøttum tilfari, sum er lætt at vaska. Íløtini skulu vera merkt "slógv" og, um neyðugt, hava lok.
Stk. 2. 1) Íløt til flutning ella goymslu av feskum fiskavørum skulu vera gjørd soleiðis, at tey tryggja, at vørurnar verða vardar móti dálking og verða goymdar undir reinum umstøðum. Frárensl skal vera fyri bræðingarvatni.
Stk. 3. 1) (Strikað).
Stk. 4. 1) (Strikað).
Stk. 5. 1) (Strikað).
Stk. 6. 1) (Strikað).
Rakstur
Alment
§ 47. Raksturin á virkinum skal leggjast soleiðis til rættis, at fiskur ella fiskavøra ongantíð verða fyri dálking ella viðurskiftum, sum kunnu gera, at góðskan versnar óneyðugt.
Stk. 2. Tryggjast skal, at fiskur og fiskavøra hava neyðuga góðsku og altíð eru egnað til matna.
Stk. 3. Fiskur og fiskavøra skulu viðfarast reinliga og verjast móti beinleiðis sólarljósi.
Stk. 4. Tá framleiðsla er, skal streymurin av vøru vera støðugur, so vøra ikki hópar seg upp í einstøku framleiðsluliðunum.
Stk. 5. Fiskur og fiskavøra skulu, tá tey ikki beinleiðis verða virkað, verða goymd við hóskandi ásettum kulda.
Livandi fiskur
§ 48. Fiskur, sum skal seljast livandi, skal goymast undir best møguligum umstøðum, so hann kann liva. Deyður fiskur skal beinan vegin skiljast frá livandi fiski. Um organoleptisk kanning vísir, at deyður fiskur er egnaður til matna, skal hann sløgast beinan vegin.
Sníkar
§ 49. Fiskur og fiskavøra skulu, tá tey verða virkað, kannast fyri sjónligar sníkar. Hesir skulu beinast burtur.
Stk. 2. Avskurður, sum er fongdur við sjónligum sníkum, skal ikki verða seldur til matna.
Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 skulu verða tryggjaðar í sambandi við innaneftirlitið.
(Strikað) 1)
§ 50. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
Stk. 4. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
§ 51. 1) (Strikað).
Trukkar
§ 52. Í framleiðsluhølum mugu bert nýtast elektriskir trukkar. Í móttøkuhølum og uppboðssøluhølum kunnu gassdrivnir trukkar verða nýttir. Dieseltrukkar kunnu bert nýtast innandura, um teir hava katalysator og sótfiltur og eru góðkendir av arbeiðseftirlitinum.
(Strikað) 1)
§ 53. 1) (Strikað).
Vaski- og sóttreinsingarevni
§ 54. Vaski- og sóttreinsingarevni til framleiðsluhøli skulu vera góðkend av kompetentum myndugleika í einum EØS-landi. Vaski- og sóttreinsingarevni eiga at verða skolað burtur, eftir at tey eru nýtt. Nýtsla av handkremi og tílíkum evnum skal fara fram á slíkan hátt, at fiskur og fiskavøra ikki verða dálkað av evnunum.
Stk. 2. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
§ 55. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
§ 56. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
§ 57. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
§ 58. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
(Strikað) 1)
§ 59. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
Stk. 4. 1) (Strikað).
Stk. 5. 1) (Strikað).
Stk. 6. 1) (Strikað).
Stk. 7. 1) (Strikað).
(Strikað) 1)
§ 60. 1) (Strikað).
Kapittul 7
Serligar treytir fyri handfaring, nýtslu, framleiðslu, tilevning og goymslu av fiski og fiskavørum
Almennar treytir fyri tilevnaðar vørur
§ 61. 1) Tær fesku, frystu ella tiðnaðu vørurnar, sum eru fyri tilevning, skulu lúka treytirnar í §§ 64-66, 68, 77, 78, 81 og § 85, 3. pkt. í hesi kunngerð og §§ 7, 10 og 11, § 12, stk. 2, § 21, stk. 2 og 3 og treytirnar í skjali 2, kap. I, skjali 5 og 6 í kunngerð um heilsufrøðiligar treytir fyri framleiðslu av matvørum og krøv til høli í sambandi við matvøruframleiðslu.
§ 62. Um so er, at ein viðgerð fer fram fyri at forða fyri, at patogenar mikroverur menna seg, ella um so er, at viðgerðin er av stórum týdningi fyri haldførið í vøruni, skal viðgerðin vera vísundaliga viðurkend og góðkend í Codex Alimentarius.
Stk. 2. Ábyrgdarhavandi fyri fyritøkuna skal, sum liður í innaneftirlitinum, skráseta viðgerðir, sum eru farnar fram. Serliga skal upphitingartíð og temperaturur, saltinnihald, pH, vatninnihald osfr. skrásetast og eftirkannast í mun til nýtta viðgerðarháttin. Eftirlitsmyndugleikin, t.e. Heilsufrøðiliga Starvsstovan ella ein eftirlitsmyndugleiki úr ES, skal sleppa framat upplýsingunum í temperaturskrásetingini í allari haldføristíðini hjá vørunum.
§ 63. Tá talan er um vøru, sum verður gjørd haldfør (konserverað) í einum avmarkaðum tíðarskeiði eftir eina viðgerð sum salting, royking, turking ella lakalegging, skal tað á pakkitilfarinum týðiliga tilskilast, hvussu vøran skal goymast.
Feskar fiskavørur
Viðgerð av ráfiski
§ 64. Fiskur og fiskavøra, sum skulu etast rá ella nærum rá, skulu, áðrenn sølu, frystast samsvarandi ásetingunum eftir § 2, stk. 13.
Ísing
§ 65. Fesk fiskavøra, sum ikki er pakkað til smásølu, skal goymast væl ísað. Vøran skal harafturat setast í kølirúm.
§ 66. Ísing av feskari fiskavøru skal vera munadygg, og serliga í botninum av pakkitilfarinum skal ríkiligt av ísi vera. Ísingin skal haldast viðlíka til sølu ella víðari viðgerð. Rogn, livur og sil, mugu ikki koma í beinleiðis samband við ísin.
§ 67. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Kryvjing v.m.
§ 68. Bløðging, kryvjing, avhøvding og niðurkøling av livandi fiski skal fara fram undir reinum umstøðum og burturskilt frá aðrari viðgerð.
Stk. 2. Eftir kryvjing og avhøvding skal fiskurin skolast væl og virðiliga.
Stk. 3. Rogn, livur og sil skulu verða goymd í serligum íløtum.
Stk. 4. Innvølur og annað, sum fer í slógv, skal verða hildið fullkomiliga burturskilt frá matvørum.
(Strikað) 1)
§ 69. 1) (Strikað).
Flak
§ 70. Við flakaskering, reinskering, portionering o.l. skal virkið hava inrættað serlig høli ella øki, sum eru skild frá økjum, har kryvjing og avhøvding fer fram.
Stk. 2. Fløk og flakastykki mugu bert liggja frammi á arbeiðsborðinum ta tíð, tað tekur at arbeiða tey. Aðrar tíðir skulu fløk og flakastykki vera í hóskandi pakkitilfari, so tey eru vard móti dálking.
Stk. 3. Fiskaflak, sum ikki verður fryst beinan vegin, skal kølast niður á 0-2°C skjótast til ber.
Fars
§ 71. Skiljing av fiskavevnaði frá beinunum skal fara fram uttan óneyðugt drál eftir flakaskering. Um serlig køliskipan er til staðar, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan gera frávik hesum viðvíkjandi. Innvølur má ikki vera í nevndu rávøru. Verður heilur fiskur nýttur, skal hesin vera væl sløgdur og skolaður fyrst.
Stk. 2. Maskinur til at skilja fiskavevna frá beinunum skulu vaskast tíðum. Tað mugu ikki ganga meiri enn tveir tímar millum hvørt vask.
Stk. 3. Fiskavevnaður skal verða niðurfrystur skjótast gjørligt eftir framleiðsluna ella verða brúktur til vøru, sum skal niðurfrystast ella á annan hátt verða gjørd haldfør.
Fesk vøra pakkað til smásølu
§ 72. Pakking til smásølu av feskari fiskavøru skal fara fram skjótast gjørligt eftir at hon er gjørd til, og vøran skal í seinasta lagi 2 tímar eftir pakking vera niðurkøld til ein temperatur uppá í mesta lagi 2°C, tó uttan at verða fryst.
Stk. 2. Heilur fiskur, sum verður smásølupakkaður, skal verða væl kruvdur og skolaður, áðrenn hann verður gjørdur til ella pakkaður.
Stk. 3. Goymsla av smásølupakkaðari feskari fiskavøru skal fara fram soleiðis, at temperatururin, máldur millum pakkarnar, ongantíð fer uppum 2°C.
Frystar fiskavørur
§ 73. Virki, sum taka ímóti fiskavøru til frysting og/ella frostgoymslu ímóti gjaldi, skulu halda dagbók yvir allar móttiknar sendingar. Skráin skal vísa:
1) navn og bústað eigarans,
2) nettovekt á sendingini í kg,
3) dag og klokkutíð fyri móttøkuna og nær frystingin byrjaði og endaði,
4) dag, tá sendingin fór av virkinum.
§ 74. Fesk vøra, sum skal frystast, skal lúka treytirnar í §§ 64 til 72 (fesk fiskavøra)
§ 75. Farast skal undir frysting av fiskavøru skjótast gjørligt eftir, at viðgerðin frammanundan er av ella eftir móttøkuna í fyritøkuni.
Stk. 2. Til farið verður undir frystingina skulu fiskur og fiskavøra vera fullgott køld. Á virkjum, har vøra verður fryst ímóti gjaldi, skal tað til hetta endamál vera innrættað serligt kølirúm. Í kølirúminum mugu ikki vera goymdar vørur, sum við lukti ella á annan hátt kunnu versna um góðskuna, smakkin ella útsjóndina á vøruni.
§ 76. Frysting av fiski og fiskavøru má bert fara fram í frystarum innrættaðum til hetta endamál, og tað skal vera serstøk atgongd til frystara. Innfrysting í frostgoymslum má ikki fara fram.
Stk. 2. Fiskur og fiskavøra skulu vera harðfryst, tá tey fara úr innfrystaranum.
§ 77. Fryst fiskavøra skal goymast í frostgoymslu og hava ein støðugan temperatur uppá -18°C ella minni í øllum pørtum av vøruni.
§ 78. Í frostgoymslum við goymslu av harðfrystari fiskavøru skal einans harðfryst vøra verða sett, sum við lukti ella á annan hátt ikki verrar um góðskuna, smakkin ella útsjóndina á vøruni.
§ 79. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
Stk. 4. 1) (Strikað).
Stk. 5. 1) (Strikað).
§ 80. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
§ 81. Frystiorkan skal hava eina slíka orkumegi, at munurin millum rúmtemperaturin og kuldan í fordamparanum í mesta lagi er 7°C.
§ 82. 1) (Strikað).
§ 83. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
§ 84. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
§ 85. 1) (Strikað).
Lætt-konserverað fiskavøra
Strikað 1)
§ 86. 1) (Strikað).
§ 87. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
§ 88. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
§ 89. 1) (Strikað).
§ 90. 1) (Strikað).
§ 91. 1) (Strikað).
Gravað vøra
§ 92. Viðgerð, virking ella tilevning av gravaðari fiskavøru skal fara fram fullkomiliga skild burtur frá aðrari framleiðslu. Møguliga kann hendan burturskiljing av framleiðsluni (produktionsadskillelse) fara fram í tíð við millumliggjandi dyggari reingerðan av arbeiðsøkinum.
Stk. 2. Goymsla undir gravingini skal vera í kølirúmi, fullkomiliga skilt burtur frá aðrari fiskavøru.
Stk. 3. Gravað fiskavøra skal innihalda í minsta lagi 3% salt í vatnfasuni.
Stk. 4. Gravað fiskavøra av laksi úr Atlanstshavinum ella Kyrrahavinum, sild ella makrelur skulu vera fyri teirri frysting, sum nevnd er í § 2, stk. 13.
Skering av royktum og gravaðum vørum
§ 93. Tá roykt og gravað fiskavøra verður skorin sundur, skal skerimaskinan vaskast tíðum og í minsta lagi í samband við fríløtur og steðgir hjá starvsfólkinum.
Stk. 2. Fráskurður, leivdir v.m. ætlað til matna skulu sum skjótast verða køld, fryst ella víðari viðgjørd.
Viðgerð av skeljadýrum
§ 94. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
Stk. 4. 1) (Strikað).
§ 95. Viðvíkjandi tvískeljaðum lindýrum verður víst til galdandi reglur fyri framleiðslu og sølu av tvískeljaðum lindýrum.
§ 96. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
§ 97. Til viðgerð, virking ella tilevning av rækjum í laka mugu ikki verða nýttar frostskaddar rávørur. Viðgerð skal fara fram beint eftir upptiðningina.
(Strikað) 1)
§ 98. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
Hitaviðgerð
§ 99. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
§ 100. Ikki fryst lætt-konserverað fiskavøra í smásølupakningi og rækjur í laka í heilsølupakningi ætlaðar smásøluhandlum skulu pakkast í seinasta lagi 3 samdøgur eftir ta konserverandi viðgerðina.
Stk. 2. Beinanvegin eftir pakkingina skal vøran niðurkølast til og eftirfylgjandi goymast við ein temperatur, sum er kaldari enn 5°C.
Saltaður ella súrnaður fiskur ella fiskavøra
§ 101. 1) Saltað ella súrnað sild og úrdráttir úr hesum, har viðgerðin við salti ella sýru ikki hevur verið nøktandi til at drepa møguligan sník, skal vera fryst samsvarandi § 2, stk. 11.
§ 102. 1) (Strikað).
§ 103. 1) (Strikað).
§ 104. Skrubsalting skal einans fara fram við nýggjum salti. Annars skal einans brúkast reint salt, sum er egnað til matvøruframleiðslu.
Stk. 2. 1) (Strikað).
§ 105. Tá fiskavøra verða turrsaltað, skal hon setast á eitt hóskandi undirlag av undirsløgum ella tílíkum.
§ 106. Fiskahálvkonserves skal setast soleiðis fyri, at temperatururin á vøruni ikki fer uppum 10°C.
Niðursjóðað vøra
§ 107. 1) (Strikað).
§ 108. Autoklavar til framleiðslu av niðursjóðari fiskavøru skulu hava mátiútgerð til yvirvøku av rættari hitaviðgerð.
Stk. 2. Niðurkøling av íløtum eftir hitaviðgerð skal gerast við vatni av drekkivatnsgóðsku, møguliga eftir at kemisk ílatingarevni, sum skal nýtast í samsvari við góða tøkniliga siðvenju fyri at forða fyri tæring (korrisión) av útgerð og íløtum er latið útí.
§ 109. Er talan um vøru í hermetiskt lufttøttum íløtum, skal framleiðarin gera stakroyndir fyri at tryggja, at tær tilevnaðu vørurnar hava fingið nøktandi hitaviðgerð, t.e.
1) Inkubatións-royndir: inkubatiónin verður framd við 37°C í sjey dagar ella við 35°C í tíggju dagar ella samsvarandi samanseting,
2) Mikrobiologisk kanning av innihaldi og íløtum í royndarstovuni hjá fyritøkuni ella einari aðrari góðkendari royndarstovu.
§ 110. Royndir av framleiðsluni skulu takast hvønn dag við jøvnum millumbilum fyri at tryggja, at afturlatingin er munadygg. Neyðug útgerð skal vera til falsað-eftirlit av afturlatnu íløtunum. Eftirlit skal vera við, at íløtini eru í lagi.
§ 111. Øll íløt í sama kóki skulu verða eyðmerkt.
Kapittul 8
Pakking
§ 112. 1) (Strikað).
§ 113. Pakkitilfar og úrdráttir, sum kunnu koma í samband við fiskavøruna, skulu lúka øll reinføriskrøv og serliga:
1) ikki kunna broyta organoleptisku eginleikarnar á fiskavøruni,
2) ikki kunna føra evni, sum eru skaðilig fyri fólkaheilsuna, til fiskavøruna, og
3) vera nóg haldgóð til at verja fiskavøruna á nøktandi hátt
§ 114. 1) (Strikað).
§ 115. 1) (Strikað).
§ 116. Íløt og annað pakkitilfar, sum verða nýtt til goymslu og flutning av slógvi, mugu ikki nýtast til fisk og fiskavøru til matna og skulu á haldgóðan hátt verða frámerkt við heitinum ”slógv”. Tó kunnu fiskakassar nýtast til goymslu av tí, sum skorið er frá í samband við framleiðsluna.
Kapittul 9
Eftirlit hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni
Alment eftirlit
§ 117. Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal regluliga hava eftirlit við og eftirkanna, at virkini halda ásetingarnar í hesi kunngerð. Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal í hesum arbeiði hava atgongd til allar partar av virkinum.
Stk. 2. Eftirlits- og eftirkanningarskipanin skal fevna um:
1) eftirkanning av umstøðunum við landing og fyrstu sølu,
2) regluliga eftirkanning av virkjunum, serliga við atliti til at kanna um:
a) løggildingartreytirnar framhaldandi eru loknar,
b) fiskavørurnar verða handfarnar á rættan hátt,
c) reinførið hjá starvsfólkinum og reingerð av hølunum, innleggingum og amboðum er nøktandi,
d) merkingin er røtt,
3) eftirkanning av heilsølumarknaðum og uppboðssøluhøllum,
4) eftirkanning av goymslu- og flutningskorum.
§ 118. 1) (Strikað).
Kapittul 10
Eftirlit hjá virkinum
Kanning av vatni
§ 119. 1) Hvørt einstakt flakavirki skal 12 ferðir árliga javnt yvir árið fáa gjørt kanningar av vatni, har teir í kunngerð um veiting av drekkivatni nevndu parametrarnir verða kannaðir.
Stk. 2. Heimilað verður Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at broyta kanningartíttleikan og at broyta parametrarnar.
Stk. 3. 1) Verður staðfest, at vatnið ikki lýkur markvirðini, ásett eru í kunngerð um veiting av drekkivatni, skal virkið beinanvegin kanna orsøkina og taka stig til, at neyðugar rættandi atgerðir verða framdar.
Stk. 4. 1) Verður staðfest, at vatnið ikki lýkur markvirðini fyri E. coli ella Enterococcar, skal umsýni verða tikið beinanvegin. Staðfestur umsýnið(-ini), at E.coli ella Enterococci framvegis ikki lúka markvirðini, skal framleiðsla á fiskavirkinum halda uppat. Framleiðsla kann byrja aftur, tá kanningarúrslit vísa, at E.coli og Enterococcum lúka krøvini í kunngerð um veiting av drekkivatni.
Kemiskt eftirlit
Strikað 1)
§ 120. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
TVB-N (Total Volatile Basic Nitrogen)
§ 121. Sum liður í innaneftirlitinum av feskari fiskavøru verða í ivamálum tiknar royndir til kanningar á royndarstovu fyri TVB-N (Total Volatile Basic Nitrogen).
Stk. 2. Fesk ella fryst ikki tilgjørd fiskavøra verður roknað sum óegnað til matna, tá kanningin, eftir ta organoleptisku metingini, vísir, at ivi er um feskleika teirra, og at farið er uppum hesi markvirðir:
1) 25 mg nitrogen í 100 g av fiskamati fyri kongafiskaættina (Sebaster sp.), kjaftsvarta kongafiskin (Helicolenus dactylopterus) og kappakongafiskin (Sebaster capensis),
2) 30 mg nitrogen fyri hvørji 100 g av fiskamati fyri sløg av reyðsprøkuættini (Pleuronectidae) við undantaki av kalva (Hippoglossus sp.), og
3) 35 mg nitrogen fyri hvørji 100 g av fiskamati fyri atlantslaks (Salmo salar), lýsingaættina (Merlucciidae) og toskaættina (Gadidae).
Kontaminur, sum eru í hav- og vatnumhvørvinum
§ 122. Fiskavøra skal ikki í pørtum ætlaðum til matna innihalda dálkingar, sum t.d. tungmetallir og organisk halogenar sambindingar, í slíkum mongdum, at upptøkan frá matinum fer uppum tær mongdir, sum loyvdar eru menniskjum um dagin ella um vikuna.
Mikrobiologiskt eftirlit
§ 123. 4) (Strikað).
Kapittul 11
Frávik
§ 124. Eftir skrivliga umsókn kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan gera frávik frá reglunum í kapittul 6 og 7, um tað er heilsufrøðiliga forsvarligt.
Kapittul 12
Revsing og gildiskoma
§ 125. 1) Brot á §§ 3-6, 10-12, 16-116, § 117, 2. pkt., § 119, stk. 1, 3 og 4 og §§ 121 og 122 verður revsað við sekt.
Stk. 2. 1) Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sbrt. reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 126. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 37 frá 6. apríl 1992 um merking av vørum til útflutnings, kunngerð nr. 57 frá 26. mars 1993 um broyting í kunngerð um merking av vørum til útflutnings og kunngerð nr. 81 frá 21. august 1991 um flutning av matvørum, ísi, salti o.t.
1) Broytt við kunngerð nr. 153 frá 6. oktober 2025. (Red. § 1, nr. 24 er ikki samanskrivað, tí víst verður til rangt stk.)
2) Broytt við kunngerð nr. 54 frá 19. apríl 2002.
3) Broytt við kunngerð nr. 128 frá 28. desember 2010, har § 22, stk. 2. er soljóðandi: “Samstundis fer úr gildi § 12, stk. 3, í kunngerð nr. 122 frá 24. august 2001 um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á landi.”
4) Broytt við kunngerð nr. 9 frá 5. februar 2009.