Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. august 2022Nr. 121
Kunngerð um próvtøku o.a. fyri góðkendar grannskoðarar
Við heimild í § 3 a, stk. 2 og § 31, stk. 7 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Grannskoðaralógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 22. mai 2015, verður ásett:
Próvtøkunevndin og grannskoðarapróvtøkan
§ 1. Próvtøkunevndin, ið Skráseting Føroya setur, skipar fyri próvtøkuni til at gerast løggildur grannskoðari. Grannskoðarapróvtøkan er ein skrivlig roynd.
Stk. 2. Próvtøkunevndin ger saman við Skráseting Føroya nærri leiðreglur um mannagongdina fyri próvtøkuna.
Treytir fyri at sleppa til grannskoðarapróvtøkuna
§ 2. Fyri at sleppa til próvtøku at gerast løggildur grannskoðari krevst innan freistina fyri tilmelding, sambært § 5, stk. 2, at umsøkjarin:
1) lýkur eina av hesum treytum:
a) hevur staðið grannskoðarakandidatpróvtøkuna, cand.merc.aud., ella
b) hevur staðið aðra kandidatpróvtøku, og krøvini í § 4, stk. 1 og 2 eru lokin,
2) hevur lokið prógv í føroyskum skattarætti á universitetsstigi, og
3) í minsta lagi í 3 ár eftir at hava fylt 18 ár hevur tikið lut í uppgávum, sum eru innan virkisøkið hjá góðkendum grannskoðarum, sbr. § 1, stk. 2 og 3 í løgtingslógini, og undir eftirliti av einum góðkendum grannskoðara á einum góðkendum grannskoðanarvirki. Í minsta lagi 1 ár skal vera gjøgnumført eftir, at kandidatútbúgvingin sambært nr. 1 er staðin, og í minsta lagi 2 ár skulu vera gjøgnumførd innan fyri tey seinastu 3 árini undan freistini fyri tilmelding til grannskoðarapróvtøkuna.
Stk. 2. Treytin í stk. 1, nr. 3, um at hava tikið lut í uppgávum, soleiðis at í minsta lagi 1 ár er gjøgnumført eftir, at kandidatútbúgvingin er staðin, og í minsta lagi 2 ár eru gjøgnumførd tey seinastu 3 árini, verður eisini mett at vera lokin, um próvtakarin, í seinasta lagi áðrenn próvtøkan byrjar, skjalprógvar, at luttøkan er gjøgnumførd.
Stk. 3. Skráseting Føroya kann geva undantak frá treytunum í stk. 1, nr. 3, undir hesum við atliti at royndum, fingnar í einum øðrum landi enn Føroyum. Umbøn um undantaksloyvi skal vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi tann 1. mai í sama ári.
§ 3. Ein skrásettur grannskoðari, sum er upptikin í skránna hjá Skráseting Føroya yvir góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir, sbr. § 2 í løgtingslógini, kann melda seg til grannskoðarapróvtøkuna.
§ 4. Ein kandidatpróvtøka sambært § 2, stk. 1, nr. 1, litra b, skal saman við ískoyti av loknum føroyskum, donskum ella øðrum útlendskum útbúgvingarpørtum, í minsta lagi:
1) lúka upptøkukrøvini til grannskoðarakandidatútbúgvingina, cand.merc.aud., og
2) innihalda lærugreinir í grannskoðan, roknskapi, skatti og vinnurætti, sum samsvara við lærugreinirnar á grannskoðarakandidatútbúgvingini, cand.merc.aud., og fevna í minsta lagi um 60 ECTS-stig.
Stk. 2. Tá søkt verður um at sleppa til próvtøku við støði í § 2, stk. 1, nr. 1, litra b, skal eitt ummæli frá einum útbúgvingarstovni, sum bjóðar út grannskoðarakandidatútbúgvingina, fylgja við umsóknini, har tað sæst:
1) at umsøkjarin lýkur upptøkukrøvini til grannskoðarakandidatútbúgvingina, cand.merc.aud., og
2) lærugreinirnar hjá umsøkjaranum í grannskoðan, roknskapi, skatti og vinnurætti samsvara við lærugreinirnar á grannskoðarakandidatútbúgvingini, cand.merc.aud.
Próvtøkuhald og freistir
§ 5. Próvtøkan verður hildin eina ferð um árið, í seinna hálvári, um umsøkjarar eru.
Stk. 2. Umsókn um at sleppa til próvtøku verður latin Skráseting Føroya í seinasta lagi tann 1. juni í próvtøkuárinum. Skráseting Føroya tekur avgerð um, hvussu umsóknir skulu latast inn.
Stk. 3. Avboð frá próvtøkuni skal vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi 7 álmanakkadagar, áðrenn próvtøkan verður hildin, sbr. stk. 4.
Stk. 4. Um umsøkjarar hava latið umsókn inn sambært stk. 2, almannakunnger Skráseting Føroya á heimasíðuni, nær próvtøkan verður hildin.
Stk. 5. Skráseting Føroya kann í serligum førum geva undantak frá freistunum í stk. 2-4.
§ 6. Skráseting Føroya kann avgera, at próvtøkan verður hildin meira enn eina ferð árliga. Skráseting Føroya ásetir í hesum sambandi freistina fyri tilmelding til próvtøkuna og almannakunngering av dagfestingini fyri, nær próvtøkan verður hildin. § 5, stk. 2 og 4, verður nýtt samsvarandi.
Próvhoyrarar og próvdómarar
§ 7. Próvtøkurnar verða próvdømdar av einum próvhoyrara og einum próvdómara, ið Skráseting Føroya útnevnir eftir tilmæli frá Próvtøkunevndini.
Stk. 2. Próvhoyrarin og próvdómarin skulu vera løggildir grannskoðarar ella grannskoðarar við samsvarandi góðkenning frá myndugleika í einum øðrum landi, sum samstarvað verður við.
Stk. 3. Próvhoyrari og próvdómari skulu sum liður í próvdømingini skriva notat um avrik og metingina av úrslitinum, til nýtslu í sambandi við viðgerðina av einum møguligum klagumáli. Notatið skal varðveitast í minsta lagi í eitt ár, og afturat hesum til eitt møguligt klagumál er avgreitt.
Stk. 4. Virksemið hjá próvhoyraranum og próvdómaranum er fevnt av løgtingslóg um fyrisitingarlóg, heruppií ásetingunum um ógegni og tagnarskyldu.
Grannskoðarapróvtøkan
§ 8. Próvtøkan skal staðfesta, at umsøkjarin í verki megnar at loysa tær arbeiðsuppgávur, ið hoyra til virkisøkið hjá løggildum grannskoðarum, sbr. § 1, stk. 2 og 3 í løgtingslógini.
Stk. 2. Próvtøkan verður hildin yvir tveir dagar, og varir í seks tímar hvør. Royndin kann innihalda eina samanseting av spurningum við longum svarum, spurningum við stuttum svarum, fleirvalsuppgávum, multiple choice, og útrokningum, og skal verða sett innan fyri hesi øki:
1) Fakligan etikk og óheftni, heruppií starvstøku og fráfaring, góðtøku av umbidna arbeiðinum, frágreiðing um fíggjarlig brotsverk, tagnarskyldu og góðskustýring.
2) Grannskoðan og fakligar førleikar.
3) Rættarlig krøv og fakligar standardar fyri grannskoðan og at geva aðrar váttanir.
4) Altjóða grannskoðanarstandardar.
5) Alment roknskaparástøði og roknskaparmeginreglur.
6) Rættarlig krøv og standardar fyri gerð av ársroknskapum og samtaksroknskapum.
7) Altjóða roknskaparstandardar.
8) Roknskapargreiningar.
9) Rakstrarbókhald og innanhýsis roknskap.
Stk. 3. Eitt ella fleiri av hesum fakligu økjum skulu vera partur av próvtøkuni í tann mun, tað hevur týdning fyri grannskoðan ella at geva aðrar váttanir:
1) Vinnufelagsrættur og virkisleiðsla.
2) Konkursrættur og reglur um líknandi búviðgerðir.
3) Skattarættur.
4) Borgarligur rættur og vinnurættur.
5) Arbeiðsrættur og lóggáva um sosiala trygging.
6) Kunningartøkni og telduskipanir.
7) Rakstrarbúskapur, samfelagsbúskapur og fígging.
8) Støddfrøði og hagfrøði.
9) Grundleggjandi meginreglur fyri fíggjarliga stýring av fyritøkum.
Stk. 4. Geva heilsulig ella onnur viðurskifti høvi til tað, kann Próvtøkunevndin eftir eina grundaða umsókn játta einum umsøkjara eyka tíð til próvtøkuna. Umsókn skal so vítt tað er møguligt, latast Próvtøkunevndini innan tilmeldingarfreistina, sambært § 5, stk. 2. Próvtøkunevndin kann heimila formanninum til í nærri ásettan mun at taka avgerð í málum, fevnd av 1. pkt.
§ 9. Við próvdømingina verður nýtt metingin: staðin ella ikki staðin.
§ 10. Prógv verður latið teimum, sum hava staðið próvtøku.
§ 11. Skráseting Føroya og Próvtøkunevndin kunnu, sambært § 31, stk. 5 í løgtingslógini, gera avtalu við Erhvervsstyrelsen og við Foreningen for Statsautoriserede Revisorer um samstarv í sambandi við próvtøkuhald og próvtøkudøming.
Stk. 2. Verður samstarv skipað um próvtøkuhald og próvdøming eftir stk. 1, kunnu Skráseting Føroya og Próvtøkunevndin góðkenna eina próvtøku, sum er staðin gjøgnum teir í stk. 1 nevndu myndugleikar, um próvtøkan samsvarar við krøvini í § 8.
Klagur
§ 12. Klaga um próvtøkuna ella próvdømingina skal vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at próvtøkuúrslitið er fráboðað próvtakaranum. Klagan skal vera skrivlig og grundað.
Stk. 2. Klagast kann um hesi viðurskifti:
1) rættarligar spurningar,
2) próvtøkugrundarlagið, heruppií um spurningar, uppgávur og líknandi,
3) próvtøkugongdina, og
4) próvdømingina.
Stk. 3. Viðvíkur klagan próvdømingini ella viðurskiftum viðvíkjandi teimum, ið hava próvdømt, leggur Skráseting Føroya beinanvegin klaguna fyri próvhoyrara og próvdómara, ið fáa eina freist upp á tvær vikur at geva úttalilsi um próvdømingina o.a., undir hesum gera tilráðing viðvíkjandi klaguni. Klagarin skal hava møguleika at gera viðmerkingar til úttalilsið frá próvhoyrara og próvdómara innan eina freist upp á í minsta lagi eina viku.
Stk. 4. Próvtøkunevndin tekur avgerð grundað á úttalilsið frá próvhoyraranum og próvdómaranum og viðmerkingunum frá klagara.
Stk. 5. Viðgerðin av klaguni skal so vítt møguligt vera avgreidd og fráboðað klagaranum í seinasta lagi 6 vikur eftir, at Skráseting Føroya hevur móttikið klaguna.
§ 13. Avgerðin hjá Próvtøkunevndini viðvíkjandi klaguni skal vera skrivlig og grundað, og kann fevna um:
1) nýggja próvdøming,
2) nýggja próvtøkuroynd, ella
3) at klagarin ikki fær viðhald í klaguni.
Stk. 2. Verður avgerð tikin um nýggja próvdøming, velur Skráseting Føroya nýggjan próvhoyrara og próvdómara eftir tilmæli frá Próvtøkunevndini. Hesir skulu fáa skjølini í málinum útflýggjað, heruppií uppgávuna, svarið, klaguna, úttalilsið hjá tí upprunaliga próvhoyraranum og próvdómaranum og viðmerkingarnar frá klagaranum.
Stk. 3. Nýggja próvdømingin verður fráboðað Próvtøkunevndini við skrivligari grundgeving fyri dømingini. Próvtøkunevndin gevur klagaranum fráboðan um nýggju próvdømingina og grundgeving fyri hesari.
Stk. 4. Nýggja próvdømingin er endalig, og kann sambært § 31, stk. 8 í løgtingslógini ikki verða løgd fyri annan fyristingarligan myndugleika.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 4 frá 4. februar 2016 um próvtøku fyri løggildar grannskoðarar o.a.
§ 15. Grannskoðarapróvtøkan kann fram til árslok 2023 fara fram eftir reglunum í §§ 16-18.
§ 16. Ein persónur kann melda seg til part A, B ella C í grannskoðarapróvtøkuni eftir § 5, stk. 2-4 í kunngerð nr. 4 frá 4. februar 2016 um próvtøku fyri løggildar grannskoðarar o.a., í tann mun hesir verða hildnir, sbr. stk. 2, um so er at viðkomandi innan gildiskomuna av hesi kunngerð hevur staðið ein ella fleiri av pørtunum A, B og C.
Stk. 2. Partarnir A, B og C verða hildnir eina ferð árliga inntil árslok 2023. Partarnir verða ikki hildnir eftir 2023.
Stk. 3. Tilmelding til ein ella fleiri av pørtunum A, B og C verður latin Skráseting Føroya, ið tekur avgerð um, hvussu umsóknir skulu latast inn. Tilmeldingin skal vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi 1. juni í viðkomandi ári.
Stk. 4. Í seinasta lagi 15. januar 2023, verða dagfestingar fyri, nær próvtøkur verða hildnar í árinum, almannakunngjørdar á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya.
§ 17. Fyri próvtøkuna í parti A og B, er § 5, stk. 2 og 3, í kunngerð nr. 4 frá 4. februar 2016 um próvtøku fyri løggildar grannskoðarar o.a. galdandi.
Stk. 2. Próvtøkan í parti C, ið varir í fýra tímar, skal fevna um økini, aðrar váttanir við trygd, sbr. § 1, stk. 2, í løgtingslógini, og aðrar váttanir, sbr. § 1, stk. 3, í grannskoðaralógini, umframt økini, ið verða nevnd í § 8, stk. 3, í hesi kunngerð, í tann mun, tað hevur týdning fyri hesar váttanirnar.
Stk. 3. Fyri at halda og at próvdøma partarnar A, B og C, verða § 1, stk. 1, § 5, stk. 5, §§ 7, 9, 12 og 13, við teimum neyðugu tillagingunum, nýttar samsvarandi.
§ 18. Um ein persónur, ið er fevndur av § 16, stk. 1, meldar seg til grannskoðarapróvtøkuna, sambært § 5, stk. 2, kann viðkomandi ikki í 2022 ella 2023 melda seg til grannskoðarapróvtøkuna í parti A, B ella C.
Stk. 2. Skráseting Føroya kann, í heilt serligum førum, gera undantak frá stk. 1. Áheitan um hetta skal latast Skráseting Føroya í seinasta lagi 31. mars í viðkomandi ári.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 23. august 2022
Magnus Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)