Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. november 2023Nr. 119
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2023
(Tøknilig rætting og dagførdar ásetingar um at flyta kvotu millum ár)
§ 1
Í kunngerð nr. 162 frá 19. desember 2022 um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2023, sum broytt við kunngerð nr. 35 frá 21. mars 2023 og kunngerð nr. 84 frá 27. juni 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 6, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 35.137 tons sett av til rættindi keypt á uppboðssølu eftir ásetingunum í løgtingslóg nr. 161 frá 18. des-ember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, íroknað tær nøgdir, sum eru lagdar um til egnar árs-kvotur sambært § 9 í løgtingslógini.”
2. § 8 verður strikað, og í staðin verður sett:
“§ 8. Av kvotuni sambært § 3, stk. 2 verða 50.984 tons sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir samsvarandi § 16, stk. 2 í løgtingslógini. Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 2. Eigari av ávísum fiskifari, sum hevur kvotu av nøgdini í stk. 1, og sum er løgd um til egna árskvotu sambært § 49, stk. 4 í løgtingslógini, kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini flyta kvotu, sum ikki er fiskað í 2022 til 2023, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2022.
Stk. 3. Eigari av ávísum fiskifari, sum hevur kvotu av nøgdini í stk. 1, og sum er løgd um til egna árskvotu sambært § 49, stk. 4 í løgtingslógini, kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini flyta kvotu, sum ikki er fiskað í 2023 til 2024, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2023.
Stk. 4. Eigari av ávísum fiskifari, sum hevur kvotu av nøgdini í stk. 1, og sum er løgd um til egna árskvotu sambært § 49, stk. 4 í løgtingslógini, kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini fiska upp um egnu árskvotuna í 2023, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2023. Ov nógv fiskað í 2023 verður sambært § 34, stk. 4, 2. pkt. í løgtingslógini mótroknað av egnari árskvotu í 2024.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 7. november 2023
Dennis Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)