Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. juli 2025Nr. 117
Kunngerð um útbúgving til bilsmið
Við heimild í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 17, stk. 2 og § 18, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002 og løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, verður ásett:
Um útbúgvingina
§ 1. Í útbúgvingini til bilsmið fær lærlingurin gjøgnum skúlagongd og verkliga læru vitan og førleikar innan hesi kjarnuøki:
1) Viðlíkahald og umvæling av persón- og vørubilum undir 3.500 kg,
2) ráðgeving og kundatænasta í sambandi við viðlíkahald og umvæling av persónbilum og vørubilum undir 3.500 kg,
3) lógir og reglur í sambandi við viðlíkahald og umvæling av persónbilum og vørubilum undir 3.500 kg, og
4) ráðlegging og útinnan av arbeiði við virðing fyri umhvørvinum og trygdini á arbeiðsplássinum og hjá brúkaranum.
Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald
§ 2. Útbúgvingin tekur 4 ár.
Stk. 2. Útbúgvingin er býtt sundur í verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd.
§ 3. Skúlagongdin, íroknað eitt sveinaroyndarskeið, er 55 vikur og verður skipað soleiðis:
1) 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið, 3. skúlaskeið, 4. skúlaskeið og 5. skúlaskeið 50 vikur tilsamans, og
2) sveinaroyndarskeið, 5 vikur.
Stk. 2. Skúlagongdin í 1.-5. skúlaskeiði fevnir um almennar lærugreinar, yrkislærugreinar og vallærugreinar. Skemalagda undirvísingartíðin er 1.800 undirvísingartímar.
§ 4. Lærlingurin hevur almennar lærugreinar sum part av útbúgvingini. Almennu lærugreinarnar eru í útgangsstøðinum á E stigi og við hesum undirvísingartímatali:
1) Alisfrøði E, 72 undirvísingartímar.
2) Enskt E, 72 undirvísingartímar.
3) Føroyskt E, 72 undirvísingartímar.
4) Støddfrøði E, 72 undirvísingartímar.
5) Vallærugrein E, 72 undirvísingartímar.
Stk. 2. Skemalagda tímatalið til almennu lærugreinarnar er til samans 360 undirvísingartímar, harav 72 undirvísingartímar eru til eina vallærugrein, sum skúlin bjóðar út.
Stk. 3. Innihald og førleikamál í almennum lærugreinum verður lýst í námsætlanum fyri lærugreinarnar.
§ 5. Skemalagda tímatalið til yrkislærugreinar er til samans 1.286 undirvísingartímar við hesum lærugreinum:
1) Bensinmotorar, dieselmotorar og el motorar.
2) Bilaumhvørvi.
3) Bremsur.
4) Eldsløkking.
5) Fyrstahjálp.
6) Motorstýringar.
7) Ravtøkniskipanir.
8) Skrokkur.
9) Stýrigreiðir og fjaðran.
10) Transmissión.
11) Trygdarútbúnaður og hentleikaútbúnaður.
Stk. 2. Innihald og førleikamál í yrkislærugreinum verður lýst í námsætlanum fyri lærugreinarnar.
§ 6. Skemalagda tímatalið til vallærugreinar, sum eru yrkislærugreinar, er til samans 80 undirvísingartímar.
Stk. 2. Innihald og førleikamál í vallærugreinum, sum eru yrkislærugreinar, verður lýst í námsætlanum fyri lærugreinarnar.
§ 7. Fyri hvørt skúlaskeiði skipar skúlin fyri eftirmeting í yrkislærugreinunum. Til hetta eru ásettir til samans 74 undirvísingartímar.
Stk. 2. Eftirmetingin verður lýst í námsskipan fyri útbúgvingina ella í námsætlanini fyri einstøku lærugreinina.
§ 8. Innihaldið í verkligu læruni verður lýst í námsskipanini fyri útbúgvingina.
Førleikamál við útbúgvingarlok
§ 9. Førleikarnir, ið lærlingurin skal hava ognað sær við útbúgvingarlok, eru, at hann dugir:
1) at greiða úr hondum arbeiði við støði í galdandi reglum um trygd, arbeiðsumhvørvi og góðskuábyrgd,
2) at umvæla og viðlíkahalda sambært leiðreglum/handbókum,
3) at brúka KT og elektroniskar leitimiðlar til at finna fram viðkomandi leiðreglur/handbøkur,
4) at greiða frá eini arbeiðsuppgávu,
5) at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda bremsuskipan við tilhoyrandi stýriskipanum,
6) at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda ravmagnsskipan og tilhoyrandi lutir,
7) at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda róðurgreiðurnar og undirvognin við tilhoyrandi stýriskipanum,
8) at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda transmissiónina,
9) at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda mekaniska bygnaðin á bensinmotorum og dieselmotorum,
10) at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek og viðlíkahalda bygnaðin á el og hybrid motorum,
11) at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda motorstýringarskipanir á bensinmotorum, dieselmotorum, el og hybrid motorum,
12) at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda køliskipanir og klimaskipanir t.e. kabinu, motor og battarí,
13) at greiða úr hondum eftirlit og gera persónbilar og vørubilar sýnsklárar,
14) at kanna brek og umvæla trygdarútbúnaðin og hentleikaútbúnaðin,
15) at greiða frá vitan um tøkniliga menning og nýskapan við tí fyri eyga at minka um ávirkanina á umhvørvi, t.d. menning av ravmagnsbilum, motortøkni, róðurgreiðir, brennievni, transmissión og brennikyknutøkni, og
16) at handfara sveisiamboð og skeriamboð vandaleyst.
Sveinaroynd
§ 10. Eftir 5. skúlaskeið skipar skúlin fyri einum sveinaroyndarskeiði, ið varir 5 vikur sambært § 3, stk. 1, nr. 2.
Stk. 2. Fyri at innskriva seg til sveinaroyndarskeiðið skal lærlingurin hava staðið 1.-5. skúlaskeið sambært kunngerð um felagsreglur á yrkisnámi, hava góðkendan lærusáttmála og hava koyrikort til persónbil undir 3.500 kg., bólkur B. Yrkisnevndin kann í serligum føri víkja frá kravinum um koyrikort.
Stk. 3. Sveinaroyndarskeiðið fevnir um tveir høvuðslutir:
1) Skemaløgd undirvísing í yrkislærugreinum á 160 undirvísingartímar, og
2) sveinaroynd, ið fevnir um ein ástøðiligan part og ein verkligan part, sum taka støði í førleikamálunum fyri útbúgvingina.
§ 11. Ástøðiligi parturin av sveinaroyndini fevnir um eina skrivliga roynd. Til skrivligu royndina fær lærlingurin 3 klokkutímar.
Stk. 2. Ein lærari og tveir metingardómarar døma skrivligu royndina.
Stk. 3. Givið verður eitt próvtal fyri skrivligu royndina.
Stk. 4. Fyri at standa ástøðiliga partin av sveinaroyndini skal lærlingurin hava fingið í minsta lagi próvtalið 02 fyri skrivligu royndina.
§ 12. Verkligi parturin av sveinaroyndini fevnir um tvær verkligar uppgávur, har próvtøkuhátturin er settur saman av einum verkligum og einum munnligum liði.
Stk. 2. Lærlingurin fær 16 undirvísingartímar til verkligu uppgávurnar.
Stk. 3. Ein lærari og tveir metingardómarar døma verkligu royndina. Lærarin og metingardómararnir skulu vera hjástaddir, meðan lærlingarnir arbeiða við verkligu royndini.
Stk. 4. Givið verður eitt próvtal fyri verkligu royndina.
Stk. 5. Fyri at standa verkliga partin av sveinaroyndini skal lærlingurin hava fingið í minsta lagi próvtalið 02 fyri verkligu royndina.
§ 13. Endaliga sveinaroyndarpróvtalið verður roknað sum eitt vektað miðaltal av próvtalinum fyri ástøðiliga partin og próvtalinum fyri verkliga partin av sveinaroyndini. Próvtalið fyri ástøðiliga partin skal vektast við 1/4, og próvtalið fyri verkliga partin skal vektast við 3/4.
Stk. 2. Fyri at standa sveinaroyndina skal royndin sambært §§ 11 og 12 standast hvør sær.
§ 14. Við lokna útbúgving fær lærlingurin útflýggjað sveinabræv, sum váttan fyri, at hann hevur fingið førleikar innan útbúgvingina.
Gildiskoma
§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri lærlingar, sum byrja 1. og 2. skúlaskeið eftir 1. august 2025.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 1. juli 2025
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)