Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. juli 2025Nr. 116
Kunngerð um útbúgving til elektrikara
Við heimild í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 17, stk. 2 og § 18, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002 og løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, verður ásett:
Um útbúgvingina
§ 1. Í útbúgvingini til elektrikara fær lærlingurin gjøgnum skúlagongd og verkliga læru vitan og førleikar innan hesi kjarnuøki:
1) Innlegging, ígongdsetan, finna brek og røkt av innleggingum innan bústaðir og vinnu,
2) innlegging, forritan, ígongdsetan, finna brek og røkt av sjálvvirkandi útbúnaði og neti innan bústaðir og vinnu,
3) innlegging av teleútbúnaði, dátuútbúnaði og tryggingarútbúnaði og tilhoyrandi neti innan bústaðir og vinnu,
4) íbinding av innleggingum í veitingarkervi,
5) ráðgeving og kundatænastu,
6) ráðlegging, samskipan og útinnan av arbeiði í samstarvi við onnur yrki á arbeiðsplássinum, og
7) ráðlegging og útinnan av arbeiði við virðing fyri umhvørvinum og trygdini á arbeiðsplássinum og hjá brúkaranum.
Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald
§ 2. Útbúgvingin tekur 4 ár.
Stk. 2. Útbúgvingin er býtt sundur í verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd.
Stk. 3. Útbúni elektrikarin hevur sergrein í innleggingartøkni.
§ 3. Skúlagongdin, íroknað eitt sveinaroyndarskeið, er 55 vikur og verður skipað soleiðis:
1) 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið, 3. skúlaskeið, 4. skúlaskeið 50 vikur tilsamans, og
2) sveinaroyndarskeið, 5 vikur.
Stk. 2. Skúlagongdin í 1.-4. skúlaskeiði fevnir um almennar lærugreinar, yrkislærugreinar og vallærugreinar. Skemalagda undirvísingartíðin er 1.800 undirvísingartímar.
§ 4. Lærlingurin hevur almennar lærugreinar sum partur av útbúgvingini. Almennu lærugreinarnar eru í útgangsstøðinum á E stigi og við hesum undirvísingartímatali:
1) Alisfrøði E, 72 undirvísingartímar.
2) Enskt E, 72 undirvísingartímar.
3) Føroyskt E, 72 undirvísingartímar.
4) Støddfrøði E, 72 undirvísingartímar.
5) Vallærugrein E, 72 undirvísingartímar.
Stk. 2. Skemalagda tímatalið til almennu lærugreinarnar er til samans 360 undirvísingartímar, harav 72 undirvísingartímar eru til eina vallærugrein, sum verður boðin út á skúlanum.
Stk. 3. Innihald og førleikamál í almennum lærugreinum verður lýst í námsætlanum fyri lærugreinarnar.
§ 5. Skemalagda tímatalið til yrkislærugreinar er til samans 1.226 undirvísingartímar við hesum lærugreinum:
1) Arbeiðsumhvørvi.
2) Diagramlæra.
3) Dimensionering.
4) Eldsløkking.
5) Elektrotøkni.
6) Fyrstahjálp.
7) Góðskustýring.
8) Innleggingar.
9) Ljósskipanir.
10) Maskininnleggingar.
11) Orkutøkni.
12) Ravmagnslæra.
13) Stýringar.
14) Vitugar innleggingar.
Stk. 2. Innihald og førleikamál í yrkislærugreinum verða lýst í námsætlanum fyri lærugreinarnar.
§ 6. Skemalagda tímatalið til vallærugreinar, sum eru yrkislærugreinar, er til samans 150 undirvísingartímar.
Stk. 2. Innihald og førleikamál í vallærugreinum, sum eru yrkislærugreinar, verða lýst í námsætlanum fyri lærugreinarnar.
§ 7. Fyri hvørt skúlaskeiðið skipar skúlin fyri eftirmeting í yrkislærugreinunum. Til hetta eru ásettir til samans 64 undirvísingartímar.
Stk. 2. Eftirmetingin verður lýst í námsskipan fyri útbúgvingina.
§ 8. Innihaldið í verkligu læruni verður lýst í námsskipanini fyri útbúgvingina.
Førleikamál við útbúgvingarlok
§ 9. Førleikarnir, ið lærlingurin skal hava ognað sær við útbúgvingarlok, eru, at hann dugir:
1) at greiða úr hondum arbeiði við støði í galdandi reglum um trygd og arbeiðsumhvørvi,
2) at greiða úr hondum arbeiði á ella nær við spenningsleysa og spenningsleiðandi innlegging, talvuútbúnað og kaðalskáp,
3) at menna arbeiðsgongdir og innleggingarloysnir innan yrkið,
4) at greiða úr hondum innleggingar, sjálvvirkandi útbúnað og byggja upp smærri bólkatalvur og stýritalvur innan bústaðir og vinnu og harafturat seta til brúkslutir sambært galdandi reglum og tryggja, at meginreglurnar fyri innlegging verða fylgdar,
5) at góðskutryggja, undir hesum fremja viðkomandi mátingar og brúka útgerð á rættan hátt í sambandi við roynd og eftirskoðan av innlegginum, og harafturat evna til og umsita skjalfestingar, brúkaraleiðbeiningar og røktarætlanir,
6) at greiða úr hondum jørðsamband og afturjavningarsamband,
7) at greiða úr hondum viðlíkahald og skipaða leiting eftir breki, fyri síðani at betra um innleggingar og brúkslutir,
8) at leggja káplar til dátunet, byggja upp og uppseta eina netinnlegging til t.d. tráðleyst net, telefon, data o.l.,
9) at dimensionera stikkleidningar, høvuðsleidningar og bólkaleidningar, bólkatalvur, ljósinnleggingar og kraftinnleggingar og harafturat maskininnleggingar,
10) at brúka kunningartøkni til viðkomandi arbeiðsuppgávur,
11) at ráðgeva og vegleiða brúkaran um, hvussu útbúnaður og innleggingar virka,
12) at samskifta um arbeiðsstøðuna,
13) at greiða úr hondum smærri sjálvvirkandi útbúnað, har ímillum at seta til 1- og 3-fasu brúkslutir, motorar við ymiskum stýringum og koplingum við støði í vitanini um teir vanligastu følararnar og releini,
14) at leggja inn, stýra, regulera og finna brek og veita tænastu og viðlíkahald á ljósbúnað innan bústaðir og vinnu,
15) at greiða úr hondum íbindingar á veitingarkervi,
16) at ráðgeva um burðardygd og orkumenning og fremja el-tekniskar loysnir og orkumenning sambært galdandi krøvum,
17) at leggja inn, forrita, viðlíkahalda og finna brek á sjálvvirkandi útbúnaði, undir hesum greiða úr hondum maskininnleggingar,
18) at tilevna og rokna út ljósinnleggingar við atliti at hentleika, umhvørvi og orku, og
19) at leggja inn, forrita, viðlíkahalda og finna brek á sjálvvirkandi útbúnað innan bústaðir og vinnu.
Sveinaroynd
§ 10. Eftir 4. skúlaskeið skipar skúlin fyri einum sveinaroyndarskeiði, ið varir 5 vikur sambært § 3, stk. 1, nr. 2.
Stk. 2. Fyri at innskriva seg til sveinaroyndarskeiðið skal lærlingurin hava staðið 1.-4. skúlaskeið sambært kunngerð um felagsreglur á yrkisnámi og hava góðkendan lærusáttmála.
Stk. 3. Sveinaroyndarskeiðið fevnir um tveir høvuðslutir:
1) Skemaløgd undirvísing í yrkislærugreinum á 85 undirvísingartímar, og
2) sveinaroynd, ið fevnir um ein ástøðiligan part og ein verkligan part, sum taka støði í førleikamálunum í útbúgvingini. Sveinaroyndin varir 92 undirvísingartímar.
§ 11. Ástøðiligi parturin av sveinaroyndini fevnir um eina skrivliga roynd. Til skrivligu royndina fær lærlingurin 2 klokkutímar.
Stk. 2. Ein lærari og tveir metingardómarar døma skrivligu royndina.
Stk. 3. Givið verður eitt próvtal fyri skrivligu royndina.
Stk. 4. Fyri at standa ástøðiliga partin av sveinaroyndini skal lærlingurin hava fingið í minsta lagi próvtalið 02 fyri skrivligu royndina.
§ 12. Verkligi parturin av sveinaroyndini fevnir um eina verkætlan umframt eina verkliga uppgávu.
Stk. 2. Lærlingurin fær 80 undirvísingartímar til verkætlanina, 12 undirvísingartímar til verkliga lutauppgávu, harumframt 20 minuttir til próvhoyring av verkætlan, íroknað próvtalsgeving.
Stk. 3. Til verkætlanina og verkligu uppgávuna fær lærlingurin útflýggjað eina uppgávuorðing.
Stk. 4. Til próvhoyringina skal lærlingurin greiða frá verkætlanini og verkligu uppgávuni, og við hesum sýna, hvussu uppgávurnar verða loystar.
Stk. 5. Ein lærari og tveir metingardómarar døma verkligu royndina. Lærarin og metingardómararnir skulu vera hjástaddir, meðan lærlingarnir arbeiða við verkligu uppgávuni.
Stk. 6. Við støði í einari heildarmeting verður givið eitt próvtal fyri verkligu royndina.
Stk. 7. Fyri at standa verkliga partin av sveinaroyndini skal lærlingurin hava fingið í minsta lagi próvtalið 02 fyri verkligu royndina.
§ 13. Endaliga sveinaroyndarpróvtalið verður roknað sum eitt vektað miðaltal av próvtalinum fyri ástøðiliga partin og próvtalinum fyri verkliga partin av sveinaroyndini. Próvtalið fyri ástøðiliga partin skal vektast við 1/4, og próvtalið fyri verkliga partin vektast við 3/4.
Stk. 2. Fyri at standa sveinaroyndina skal royndin sambært §§ 11 og 12 standast hvør sær.
§ 14. Við lokna útbúgving fær lærlingurin útflýggjað sveinabræv, sum váttan fyri, at hann hevur fingið førleikar innan útbúgvingina.
Gildiskoma
§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri lærlingar, sum byrja 1. og 2. skúlaskeið eftir 1. august 2025.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 1. juli 2025
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)