24. oktober 2023Nr. 115
Kunngerð um javningarprosent til almannaveitingar 2024
Við heimild í § 3, stk. 1 í løgtingslóg nr. 64 frá 30. apríl 2018 um javningarprosent til almannaveitingar, verður ásett:
§ 1. Javningarprosentið í 2024 er 3,8 %.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við januar 2024.
Almanna- og mentamálaráðið, 24. oktober 2023
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)